Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. juni 2015Nr. 93
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um grind og annan smáhval (Grindalógin)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 56 frá 19. mai 2015 um grind og annan smáhval, sum broytt við løgtingslóg nr. 73 frá 22. mai 2015, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 11 verður orðað soleiðis:
“§ 11. Amboð, hjálpitól ella flutningsfør, sum verða brúkt at órógva, darva ella forða einum grindadrápi sambært § 9, skulu inndragast, uttan mun til hvør hevur ognarrættin, tá
1) brúkarin hevði ræðisrættin á amboðunum, hjálpitólunum ella flutningsførunum, og
2) brúkið av teimum er brot á § 9 í hesi løgtingslóg, ella reglur, ásettar við heimild í hesi løgtingslóg.
Stk. 2. Reglurnar um inndrátt í borgarligu revsilógini eru annars galdandi.”
2. § 13, stk. 5, 2. pkt. verður orðað soleiðis:
“Tey í rættargangslógini nevndu tiltøk í kap. 68 um avhoyring, kap. 69 um handtøku, kap. 70 um varðhaldsfongsling, kap. 72 um at leggja hald á og kap. 73 um rannsakan kunnu nýtast í sama mun sum í statsadvokatmálum.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 22. juni 2015
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 160/2014