Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fiskimálaráðið
  • Útgávudagur: 09-06-2017
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2017 A - Løgtingslóg 91 frá 6. juni 2017
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

6. juni 2017Nr. 91

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2017

(Strika krav um veiðiloyvi)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1

Í løgtingslóg nr. 150 frá 23. desember 2016 um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2017 verða gjørdar hesar broytingar:

 

1.    § 1, stk. 2 verður orðað soleiðis:

Stk. 2. Rætturin at veiða kann seljast

1)    eigara av fiskifari undir føroyskum flaggi, sum hevur veiðiloyvi, at fiska við ávísa fiskifarinum,

2)    eigara av báti í bólki 5, sambært løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, at fiska við ávísa bátinum,

3)    eigara av fiskifari undir føroyskum flaggi, uttan veiðiloyvi, at fiska við ávísa fiskifarinum, ella

4)    føroyskum partafelagi ella smápartafelagi, ið skjalprógvar avtalu um, at ávíst fiskifar undir føroyskum flaggi fiskar keyptu kvotuna.”

 

2.    Í § 1 verður aftan á stk. 2 sum nýggj stk. sett:

Stk. 3. Far, ið er skrásett á lista hjá økisbundnum fiskiveiðifelagsskapi sum far, ið hevur framt ólógligan, ófráboðaðan ella óskipaðan fiskiskap, ella sum hevur stuðlað slíkum fiskiskapi, kann ikki fiska av rættindum, ið eru keypt á uppboði.

Stk. 4. Keypari, sambært stk. 2, nr. 3, og keypari og fiskifar, sambært stk. 2, nr. 4, skulu lúka treytir og krøv um eigaraviðurskifti, sambært § 7 í løgtingslógini um vinnuligan fiskiskap. Eigaraviðurskifti, sambært § 7 í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, og avtala millum keypara, sambært stk. 2, nr. 4, og ávísa fiskifarið um at fiska keyptu kvotuna, skulu vera góðkend av Vørn frammanundan ætlaðum keypi á uppboðssølu. Broytast hesi viðurskifti eftir keyp á uppboði, soleiðis at treytirnar til eigaraviðurskiftini, sambært § 7 í lógini um vinnuligan fiskiskap, ikki longur eru loknar, fellur rætturin at fiska kvotu, keypt á uppboði, burtur. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð reglur fyri góðkenning frammanundan av keypara, sambært stk. 2, nr. 3 og 4, og tíðarfreist fyri at lata inn upplýsingar fyri at fáa góðkenning frammanundan.”

Stk. 3-7 verða eftir hetta stk. 5-9.

 

3.    Í § 1, stk. 4, 2. pkt., sum verður stk. 6, 2. pkt., verður aftan á “keypara” sett: “ella eigara av fiskifari, ið er víst á, sambært stk. 2, nr. 4,”.

 

4.    Í § 8 verður sum stk. 2 sett:

Stk. 2. Fiskifar, ið fær rættindi at fiska, sambært hesi løgtingslóg, er fevnt av løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap við tilhoyrandi kunngerðum.”

 

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Í Tinganesi, 6. juni 2017

 

Aksel V. Johannesen (sign.)

løgmaður

Lm. nr. 100/2016