Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. mai 2022Nr. 80
Løgtingslóg um barnaváttanir
(Barnaváttanarlógin)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Virkisøki
§ 1. Løgtingslógin er galdandi fyri landsstovnar, kommunalar stovnar og privatar løgfrøðiligar persónar.
Allýsingar
§ 2. Ein barnaváttan sambært hesi løgtingslóg er ein váttan við teimum upplýsingum, ið eru nevndar í § 36 í bekendtgørelse for Færøerne om behandling af personoplysninger i Det Centrale Kriminalregister (Kriminalregisteret).
§ 3. Ein arbeiðsgevari sambært hesi løgtingslóg er einhvør landsstovnur, kommunalur stovnur ella privatur løgfrøðiligur persónur, ið setur persón, sum er 15 ár ella eldri, í starv ella setur persón, sum er 15 ár ella eldri, til ávísa uppgávu, sama um hetta er lønt ella ólønt, ella um starvið ella uppgávan er varandi ella tíðaravmarkað.
Skyldan at útvega barnaváttan
§ 4. Um eitt starv ella ein uppgáva ber í sær beinleiðis og regluligt samband við børn undir 15 ár, ella um tann, ið settur verður, sum liður í starvinum ella uppgávuni, fær møguleika at koma í beinleiðis og regluligt samband við børn undir 15 ár, hevur arbeiðsgevari skyldu til at útvega sær eina barnaváttan sambært § 2, áðrenn viðkomandi verður settur í starv ella verður settur til uppgávuna, sbr. tó stk. 4.
Stk. 2. Skyldan sambært stk. 1 fevnir harumframt um hjúnafelagar, sambúgvar, heimabúgvandi børn yvir 15 ár o.o., sum umvegis sítt fasta tilknýti til tann, ið setast skal í starv, fáa møguleika at koma í beinleiðis og regluligt samband við børn undir 15 ár.
Stk. 3. Um arbeiðsgevari lýsir alment eftir umsøkjarum til starv sambært stk. 1, skal greitt tilskilast í starvslýsingini, at arbeiðsgevarin hevur skyldu til at útvega barnaváttan sambært § 2, áðrenn setanin verður framd.
Stk. 4. Er tað av praktiskum orsøkum ikki gjørligt at útvega barnaváttan, áðrenn viðkomandi verður settur til ávísa uppgávu, ið ber í sær beinleiðis og regluligt samband við børn undir 15 ár, skal barnaváttanin verða fingin til vegar skjótast gjørligt og í seinasta lagi 4 vikur eftir, at viðkomandi er settur til uppgávuna.
Stk. 5. Ásetingin í stk. 4 er ikki galdandi fyri starvssetanir.
§ 5. Hóast ásetingina í § 4 skal barnaváttan ikki fáast til vegar, tá viðkomandi verður settur í nýtt starv, ella verður settur til nýggja uppgávu, hjá sama arbeiðsgevara. Tað sama er galdandi, tá viðkomandi verður endursettur, tá brotið í setanartíðini er orsakað av natúrligum broti, so sum summarferiu, nýggjum tíðarskeiði, bygnaðarligari umskipan ella endurnýggjan av tíðaravmarkaðum starvi, har samanhangur í tíð er millum gomlu og nýggju setanina.
§ 6. Barnaváttan kann bert verða fingin til vegar við skrivligum samtykki frá tí, ið barnaváttanin viðvíkur.
Stk. 2. Tey, ið hava atgongd til barnaváttanir, ið eru fingnar til vegar sambært hesi løgtingslóg, eru fevnd av reglunum um tagnarskyldu í revsilógini.
§ 7. Sýtir persónur fyri at geva samtykki til, at barnaváttan verður fingin til vegar, áðrenn viðkomandi verður settur í starv, ella verður settur til ávísa uppgávu, kann arbeiðsgevarin ikki seta viðkomandi í starv ella til ávísa uppgávu.
§ 8. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at barnaváttan og samtykki í tí sambandi skulu fáast til vegar umvegis talgilda skipan.
§ 9. Vísir barnaváttanin, at viðkomandi persónur er dømdur fyri kynsligt brotsverk ella kynsligan harðskap, kann arbeiðsgevarin tó ikki seta viðkomandi í starv ella til ávísa uppgávu. Tó kunnu frávik gerast, tá talan er um brot á § 222, stk. 1 í revsilógini og talan er um linnandi umstøður.
Revsiásetingar
§ 10. Tilætlað brot á § 4, stk. 1 og 2, § 7 og § 9, stk. 1, 1. pkt. verður revsað við sekt.
Stk. 2. Fyri brot á hesa grein koma feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 3. Stk. 1 er ikki galdandi fyri almennar fyrisitingarmyndugleikar.
Stk. 4. Lógarbrot sambært hesi løgtingslóg verða lógsøkt við almennari átalu.
Eftirmeting
§ 11. Landsstýrismaðurin setir í løgtingsárinum 2027 fram løgtingslógaruppskot um endurskoðan av løgtingslógini.
Gildiskoma og skiftisreglur
§ 12. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juni 2022 og er galdandi fyri nýggjar starvssetanir, ið verða framdar eftir, at løgtingslógin er komin í gildi, tó undantikið setanir hjá sama arbeiðsgevara fevndar av § 5.
Stk. 2. Um arbeiðsgevari setur persón til ávísa uppgávu, sum viðkomandi hevur sett til uppgávu áðrenn gildiskomu løgtingslógarinnar, skal arbeiðsgevari útvega barnaváttan eftir § 4, hóast viðkomandi persónur áður er settur til ávísa uppgávu hjá sama arbeiðsgevara. Eftir hetta er § 5 galdandi.
Í Tinganesi, 6. mai 2022
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 63/2021