Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Almannamálaráðið
  • Útgávudagur: 15-05-2001
Valmøguleikar
Tín lógalisti

8. mai 2001Nr. 74

Løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 86 frá 29. mai 2017

Henda lóg hevur heimild í § 1 í ríkislóg nr. 315 frá 17. mai 1995; Lov om sociale ydelser på Færøerne.

Kapittul 1

Øki lógarinnar

§ 1. Lógin hevur til endamáls at veita fíggjarligan stuðul í sambandi við mista inntøku og /ella sjálvbodna trygging vegna sjúku, skaðatilburð og fráveru áðrenn føðing vegna heilsuvanda fyri móður ella barn.

Kapittul 2

Rætturin til dagpening

Orsøkir

§ 2. 1) Dagpeningur verður sambært hesari lóg veittur orsakað av óarbeiðsføri vegna sjúku, skaðatilburð og fráveru áðrenn føðing, vegna heilsuvanda fyri móður ella barn.

Stk. 2. Við partvísum óarbeiðsføri kann dagpeningur verða veittur við lægri upphæddum, eftir nærri reglum ásettar av landstýrismanninum.

Stk. 3. Dagpeningur verður tó ikki veittur í tann mun viðkomandi, sambært lóg, trygging ella sáttmála, frá arbeiðsgevara ella øðrum, hevur rætt til løn undir sjúku v.m. ella aðrar veitingar, sum eru endurgjald fyri mista inntøku vegna sjúku v.m.

Stk. 4. 2) 3) Persónur, sum hevur fingið løn undir sjúku, og sum framvegis er sjúkrameldaður í teirri løtu, hann fer úr starvinum, hevur framhaldandi rætt til dagpening restina av tíðarskeiðinum sambært § 12, stk. 2.

Persónsskarin

§ 3. 4) Dagpeningur kann veitast til løntakarar, herundir sjómenn, sum hava hýru, ella ætlandi skuldu hava hýru, við føroyskum ella útlendskum fari.

Stk. 2. Dagpeningur kann somuleiðis veitast:

1)   útróðrarmonnum, sum rógva út við egnum ella annan mans fiskifari,

2)   sjálvstøðugum vinnurekandi, sum ikki ella bert í lítlan mun hava leysa arbeiðsmegi aftrat sær, ella

3)   persónum, sum hava teknað trygging sambært kap. 7.

Stk. 3. Dagpeningur kann somuleiðis veitast persónum, sum eru fevndir av stk. 1 ella 2, og hvørs børn ella hjúnafelagi gerast álvarsliga sjúk, um tað av lækna verður mett alneyðugt, at persónurin er um tann sjúka.

Stk. 4. Sum álvarslig sjúka eftir stk. 3 er at meta sjúka, har álvarsligur vandi er fyri lívinum ella heilsustøðuni hjá persóninum.

Stk. 5. 5) Dagpeningur kann somuleiðis verða veittur til foreldur, sum eru heima hjá sjúkum barni á barnsins fyrsta og øðrum sjúkradegi, um barnið er undir 14 ár. Hvørt av foreldrunum kann, sambært hesum stykki, í mesta lagi fáa dagpening í 10 dagar um árið.

§ 4.6) 2) Rætt til dagpening hava persónar frá tí degi, teir eru vorðnir 16 ára gamlir. Hesin rættur dettur burtur frá tí 1. í mánaðinum eftir, at viðkomandi hevur fingið tillutað hægstu fyritíðarpensjón, fólkapensjón ella er fyltur 70 ár.

Burturfall

§ 5. Rætturin til at fáa dagpening dettur burtur, um ein persónur eftir áheitan frá lækna noktar at leggja seg inn á sjúkrahús, at móttaka neyðuga læknaviðgerð ella at luttaka í hóskandi uppvenjing, fyri at endurvinna mistan arbeiðsførleika.

Stk. 2.7) 2) Um persónur ikki luttekur ella viðvirkar til framhaldsviðgerð sbrt. § 19 a, t.e. ikki møtir til samrøðu, letur upplýsingar, viðvirkar í framhaldsviðgerð annars, ella tekur av tilboði um tiltak sambært lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk, so kann Almannaverkið taka avgerð um at steðga veiting sambært hesi lóg.

Kapittul 3

Vanligar treytir

Bústaður og skattskylda

§ 6. Rætturin til dagpening er treytaður av føstum bústaði og fullari skattskyldu í Føroyum.

Stk. 2. Samsvarandi reglum í sáttmálum við onnur lond, kann landsstýrismaðurin áseta reglur um undantak frá treytunum í stk. 1.

Stk. 3. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta serligar reglur um rættin til dagpening fyri persónar, sum ikki lúka treytirnar í stk. 1, men sum hava hýru við einum skipi, ið er skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni.

Tilknýti til arbeiðsmarknaðin

§ 7. 2) Tann, ið seinastu 13 vikurnar undan sjúkrafráveruni hevur verið í løntum arbeiði í minst 120 tímar tilsamans, hevur rætt til dagpening frá 1. fráverudegi.

Stk. 2. Um persónur hevur verið burtur frá arbeiði orsakað av lógligum forfalli, verða seinastu 5 arbeiðsvikurnar hjá persóninum nýttar sum grundarlag ístaðin.

Stk. 3. 8) Í serligum førum kann Almannaverkið veita umsøkjarum dagpening, hóast teir hava arbeitt eitt lægri tímatal enn ásett í stk. 1, um tað verður prógvað, at starvssetanin annars skuldi halda fram. Setanarbrøkurin skal í minsta lagi samsvara við lutfalsliga tímatalið um vikuna sambært stk. 1. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um minstukrøv um vikutímatal, setanarlongd og aðrar treytir.

Stk. 4. 2) 8) Gjald úr arbeiðsloysisskipan ella aðrari líknandi skipan, er at javnmeta við vanligt lønt arbeiði sambært stk. 1, og gevur tí rætt til dagpening.

Stk. 5. 8) Persónur, ið hevði havt rætt til gjald úr arbeiðsloysisskipan ella aðrari líknandi skipan, um hann ikki gjørdist óarbeiðsførur vegna sjúku, hevur rætt til dagpening. Dagpeningur verður tá í fyrsta lagi veittur frá tí degi, umsókn er latin Almannaverkinum.

Stk. 6. 8) Rætturin til dagpening eftir stk. 5 er treytaður av, at umsøkjarin hevur latið umsókn til arbeiðsloysisskipan ella aðra líknandi skipan í seinasta lagi 30 dagar frá tí, at seinasta starvssetanin helt uppat. Gevur umsøkjarin Almannaverkinum samtykki at avgreiða umsókn og viðkomandi viðurskifti mótvegis arbeiðsloysisskipan ella aðrari líknandi skipan, verður umsóknin roknað sum latin inn, tá hon er Almannaverkinum í hendi.

Kapittul 4

Dagpeningaveitingin

Inntøkugrundarlagið

§ 8. Dagpeningaveitingin verður vanliga ásett við grundarlagi í miðalinntøkuni seinastu 5 vikurnar undan sjúkrafráveruni. Um inntøkan orsakað av lógligum forfalli er lækkað í hesum tíðarskeiðinum, verða seinastu 5 arbeiðsvikurnar ístaðin nýttar sum grundarlag.

Stk. 2. Hevur viðkomandi, beint undan sjúkrafráveruni, verið í starvi styttri enn 5 vikur, verður dagpeningaveitingin ásett við grundarlagi í miðalinntøkuni hetta styttra tíðarskeiðið, um ætlanin var, at arbeiðið skuldi halda áfram gjøgnum alt veitingartíðarskeiðið.

Stk. 3. Í eini arbeiðssetan við skiftandi arbeiðstíðum ella inntøkum, kann eitt longri og meira umboðandi tíðarskeið ásetast sum útrokningargrundarlag, enn tað í stk. 1 nevnda.

Stk. 4. Fyri sjálvstøðug vinnurekandi, fevnd av § 3, stk. 2, nr. 2, sum ikki hava A-inntøku, verður seinasta álíknaða inntøkuárið nýtt sum grundarlag.

Dagpeningaupphæddin

§ 9. Dagpeningaveitingin er væntaða mista inntøkan, roknað sambært § 8.

Stk. 2. 2) Dagpeningaveitingin er tó í mesta lagi 80% av lønini sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag, við tí í lóg ásetta vikutímatalinum hjá ófaklærdum, rundað til nærmastu heilu krónuupphædd.

Stk. 3. Av dagpeningaveitingini verður eisini veitt frítíðarløn, sum fer í grunn.

Stk. 4. Upphæddir roknaðar fyri eina viku, og sum eru lægri enn 10% av tí hægstu dagpeningaupphæddini, verða ikki útgoldnar.

Stk. 5. Um dagpeningurin saman við øðrum regluligum útgjaldingum, tó undantikið almennari hjálp, verður hægri enn væntaða arbeiðsinntøkan sambært § 8, verður dagpeningurin lækkaður við einari samsvarandi upphædd.

Stk. 6. 2) Almannaverkið almannakunnger mest loyvdu dagpeningaveiting sambært stk. 2.

Kapittul 5

Umsóknarfreistir

§ 10. 2) 8) Verður umsókn um dagpening móttikin á Almannaverkinum í seinasta lagi 60. dagin aftaná 1. fráverudag, kann dagpeningur játtast frá og við 1. fráverudegi.

Stk. 2. 2) 8) Verður umsóknin móttikin á Almannaverkinum seinni enn ásett í stk. 1, kann dagpeningur bert játtast frá móttøkudegnum.

Stk. 3. 2) 8) Um serligar orsøkir tala fyri tí, kann Almannaverkið víkja frá freistini í stk. 1. Sum serligar orsøkir er at rokna uttanífrá komandi hending, sum umsøkjarin ikki hevur ræði á, og sum í avgerandi mun hevur forðað fyri, at umsóknin verður latin inn rættstundis.

Stk. 4. 2) 8) Dagpengamóttakarin hevur sjálvur ábyrgdina av, at umsóknin verður latin Almannaverkinum rættstundis. Umsóknarblað, sum Almannaverkið útflýggjar, skal nýtast.

Stk. 5. Fyri persónar, fevndir av § 2, stk. 4, er fyrsti fráverudagur í stk. 1 - 3 at skilja sum fyrsti sjúkradagur uttan løn.

Kapittul 6

Útgjaldingin

§ 11. Dagpeningaveitingin verður goldin afturút fyri eina viku í senn.

Dagpeningatíðarskeiðið

§ 12. Útgjaldingin av dagpeningi heldur uppat, tá móttakarin aftur er arbeiðsførur, uttan mun til, um hann fer í vinnu aftur ella ikki.

Stk. 2. 6) Dagpeningur verður í mesta lagi veittur í 40 vikur frá 1. fráverudegi í einum 12 mánaða skeiði.

Stk. 3.9) 2) 3) Hóast ásetingina í stk. 2, kann dagpeningur verða veittur í upp til 2 ár í málum um arbeiðsskaða, sum eru fráboðað Vanlukkutryggingarráðnum, og sum verða viðgjørd eftir løgtingslógini um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin).

§ 13. 2) 3) Tá dagpeningarætturin er brúktur sambært § 12, stk. 2, í einum samanhangandi tíðarskeiði, kann dagpeningur bert útgjaldast í einum framhaldandi dagpeningatíðarskeiði, um viðkomandi aftur hevur verið arbeiðsførur, og í byrjanini av nýggja sjúkratíðarskeiðinum, lýkur treytirnar í § 7.

Stk. 2. 2) 3) Persónur, sum hevur tryggjað seg sambært kap. 7, og sum hevur brúkt dagpengarættin upp sambært § 12, stk. 2, skal ístaðin prógva, at hann aftur hevur verið arbeiðsførur, og at tað eru gingnar minst 5 vikur, innan hann av nýggjum er vorðin sjúkrameldaður.

Kapittul 7

Sjálvboðin trygging

Upptøkutreytir

§ 14. Sjálvstøðug vinnurekandi kunnu tryggja sær dagpening sambært hesari lóg frá 1. fráverudegi.

Stk. 2. 10) (Strikað).

§ 14 a. 10) Stjórar í egnum feløgum kunnu tryggja sær dagpening sambært hesari lóg frá 1. fráverudegi.

Stk. 2. Stjóri í egnum felag kemur undir stk. 1, um:

1)   felagið hevur avmarkaða ábyrgd fyri eigaran í felagnum,

2)   persónurin eigur beinleiðis 100% av ognarlutunum í felagnum, og

3)   felagið umframt stjóran ikki ella bert í lítlan mun hevur leysa arbeiðsmegi afturat sær.

Stk. 3. Hevur eitt felag fleiri stjórar, koma teir undir stk. 1, um teir tilsamans eiga beinleiðis 100% av ognarlutunum í felagnum, og felagið annars lýkur treytirnar í stk. 2.

§ 15. 10) Persónar, sum burturav ella í mestan mun eru sjálvstøðug vinnurekandi ella stjórar í egnum feløgum sambært § 14 a, kunnu tekna trygging við fullari dagpengaupphædd sambært § 9, stk. 2.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur fyri sjálvbodnu tryggingarnar.

§ 16. 2) Umsókn um trygging av dagpeningi, kann ikki latast inn, meðan tryggingartakarin er óarbeiðsførur. Tað sama er galdandi, um tryggingartakarin er munandi viknaður, ella vandin fyri sjúku er munandi øktur. Til at meta, um heilsutreytirnar eru uppfyltar, kann um neyðugt krevjast læknaváttan, sum Almannaverkið rindar.

Tíðaravmarkingar

§ 17. Persónur fær rætt til dagpening 4 vikur eftir, at umsóknin um upptøku í sjálvbodnu tryggingina er innlatin, og tryggingargjaldið er goldið.

Stk. 2. Um framhaldandi gjald til sjálvbodnu tryggingina ikki er inngoldið í seinasta lagi ein mánað eftir gjaldkomudagin, dettur tryggingin burtur.

Stk. 3. Avmarkingarnar í rættinum til dagpening sambært § 12 eru eisini galdandi fyri sjálvbodnu tryggingarnar.

Burturfall ella lækking

§ 18. Um inntøku- og arbeiðsviðurskiftini broytast munandi soleiðis, at viðkomandi tað seinasta árið ikki hevur lokið treytirnar í § 15, stk. 1, dettur tryggingin burtur.

Kapittul 8

Dagpeningur vegna arbeiðsskaða

§ 19. 11) Persónar, hvørs mál eru fráboðað Vanlukkutryggingarráðnum sum arbeiðsskaðamál, fáa dagpening eftir vanligu reglunum í lógini.

Kapittul 8 a 7)

Framhaldsviðgerð

§ 19 a. 2) Almannaverkið skal framhaldsviðgera mál um dagpening sambært hesi lóg og meta um útlitini fyri, at viðkomandi kann varðveita ella fáa tilknýti aftur til arbeiðsmarknaðin, ella um viðkomandi hevur tørv á tiltaki sambært lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk.

Stk. 2. 2) Tá persónur hevur fingið sjúkradagpening í 60 dagar, hevur viðkomandi skyldu til, eftir áheitan frá Almannaverkinum, at møta til samrøðu við atliti til at gera meting sbrt. stk. 1. Almannaverkið kann víkja frá kravinum um samrøðu, um viðurskifti hjá tí einstaka tala fyri hesum, ella um útlit eru fyri, at viðkomandi í nærmastu framtíð aftur er í arbeiði.

Kapittul 9

Fígging

§ 20. Dagpeningur verður goldin av landskassanum.

Stk. 2. 11) 12) 2) 10) Arbeiðsgevarin afturrindar landskassanum tær útreiðslur, ið standast av, at Almannaverkið rindar 1. og 2. fráverudag sambært hesi lóg, tó undantikið í teimum førum, har ongin arbeiðsgevari er. TAKS krevur inn peningin frá arbeiðsgevaranum.

Stk. 3. 11) 12) 2) Gjaldsfreistin fyri kravinum sambært § 20, stk. 2, 1. pkt. er verandi mánaði umframt 30 dagar eftir, at Almannaverkið hevur skrivað uppgerð út.

Stk. 4. 12) Um dagpeningurin ikki verður goldin rættstundis sambært stk. 3, verður renta roknað av kravinum við 0,7% um mánaðin frá 1. degi í tí mánaði, sum kemur eftir, at dagpeningurin skuldi verið goldin, og til goldið er.

Stk. 5. 12) Dagpeningur, ið er fallin til gjaldingar, kann, saman við rentum og innkrevjingarkostnaði, verða innheintaður við panting.

Stk. 6. 12) 10) TAKS fremur panting sambært stk. 5 eftir reglunum í skattalógini fyri innkrevjing av skattum.

§ 21. 10) Gjaldið til sjálvbodnu tryggingina er 3.000 kr. fyri hálvárið fyri hvønn tryggjaðan.

Stk. 2. 10) Gjaldið verður javnað sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag, rundað til næstu 10 kr.

Stk. 3. 10) Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um innkrevjing av gjaldi, burturfall, útmelding o.a.

Kapittul 10

Umsiting

§ 22. 2) Almannaverkið umsitur hesa lóg.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann leggja umsitingina av lógini heilt ella partvíst til annan myndugleika.

§ 23. 2) 8) Arbeiðsinntøkan og starvssetanin skal skjalprógvast av arbeiðsgevaranum á oyðublað, sum Almannaverkið útflýggjar.

Stk. 2. 2) Óarbeiðsføri og longdin av óarbeiðsførinum skal skjalprógvast við læknaváttan. Læknaváttanin verður goldin av Almannaverkinum.

Stk. 3. 5) Verður óarbeiðsføri staðfest sambært § 3, stk. 5, er váttan frá arbeiðsgevara javnsett við læknaváttan.

Stk. 4. 7) Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur um læknaváttanir.

§ 23 a. 7) 2) Áðrenn samrøðu sbrt. § 19 a, stk. 2 verður læknaváttan innheintað. Almannaverkið ger við støði í læknaváttanini eina heildarmeting av sjúkuni, og hvørja ávirkan sjúkan hevur fyri arbeiðsførleikan.

Stk. 2. 2) Tá persónur hevur fingið sjúkradagpening í 60 dagar, skal Almannaverkið bólka hvørt einstakt dagpengamál sum:

1)   mál, har dagpeningamóttakarin vendir aftur á arbeiðsmarknaðin um stutta tíð,

2)   mál, har vandi er fyri langtíðarsjúku, ella vandi er fyri arbeiðsførleikanum, og

3)   mál, har sjúkan fer at viðføra langtíðarfráveru.

Stk. 3. 2) Framhaldsviðgerð sbrt. § 19 a verður framd sambært bólking í stk. 2 við denti á nr. 2 og nr. 3. Almannaverkið broytir bólking eftir meting.

§ 24. 2) Almannaverkið kann frá viðkomandi persónum, myndugleikum og feløgum, sum hava innlit í viðurskiftini, krevja upplýsingar, sum mugu metast neyðugar fyri viðgerðina og avgerðina í málinum.

Stk. 2. Eftir samráðingar við Føroya læknafelag ásetir landsstýrismaðurin eftir nærri reglum gjøldini fyri og innihaldið í læknaváttanunum.

Kapittul 11

Kærumøguleiki

§ 25. 6) 2) Avgerðir eftir hesi lóg, sum eru tiknar av Almannaverkinum ella øðrum myndugleika sambært § 22, stk. 2, kunnu kærast til Kærunevndina í almanna- og heilsumálum innan 4 vikur eftir, at avgerðin er fráboðað viðkomandi.

Stk. 2. Um serligar orsøkir tala fyri tí, kann kærunevndin víkja frá kærufreistini.

Kapittul 12

Afturgjald og úttøka

Afturgjald

§ 26. 2) Hevur nakar av órøttum fingið dagpening, og átti hann at verið vitandi um hetta, skal hendan upphæddin gjaldast aftur. Tað sama er galdandi, um orsøkin er vantandi ella skeivar upplýsingar frá viðkomandi, sum hesin hevur skyldu at lata Almannaverkinum.

Stk. 2. Afturgjaldingin kann fremjast við at afturhalda í dagpeningi og kann eisini krevjast afturhildin í løn v.m. eftir reglunum um innkrevjan av persónligum skatti.

§ 27. 2) Um persónur eftir metan Almannaverksins hevur rætt til løn undir sjúku sambært lóg ella sáttmála, og arbeiðsgevarin sýtir at gjalda slíka løn, rindar Almannaverkið persóninum dagpening eftir vanligu reglunum og krevur, um neyðugt við rættargangi, arbeiðsgevaran eftir goldna dagpeninginum.

Úttøka v.m.

§ 28. Krøv um veitingar eftir hesi lóg kunnu ikki gerast til mál fyri úttøku ella aðrari rættarsókn. Avtalur um slík krøv eru ógildugar.

Kapittul 13

Revsiásetingar

§ 29. 2) Við bót sektast, um ikki harðari revsing er ásett í revsilógini, tann, sum gevur Almannaverkinum skeivar ella villleiðandi upplýsingar ella tigur við upplýsingum, sum hann hevur skyldu at lata Almannaverkinum.

Stk. 2. 2) Við dóminum kunnu áleggjast dagbøtur, til upplýsingin verður latin Almannaverkinum.

Stk. 3. Er lógarbrotið framt av einum partafelagi, lutafelagi ella líknandi, kann tað áleggjast felagnum sektarábyrgd.

Kapittul 14

Gildiskoma og skiftisreglur

Gildiskoma

§ 30. Henda lóg kemur í gildi 1. juni 2001.

Stk. 2. Samstundis sum henda lóg fær gildi, fer úr gildi Lovbekendtgørelse nr. 102 af 02.03.1988 om dagpenge ved sygdom eller fødsel, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 94 frá 13.06.1995.

Skiftisreglur

§ 31. Persónur, sum hevur teknað sjálvbodna trygging eftir § 14 í Lovbekendtgørelse nr. 102 af 02.03.1988 við seinni broytingum, og sum er sjúkrameldaður, tá hendan lógin fær gildi, varðveitir rætt sín til dagpening restina av sjúkratíðarskeiðinum, tó í mesta lagi restina av veitingartíðarskeiðinum, sambært § 12, stk. 2.

 

 

 



1) Broytt við løgtingslóg nr. 101 frá 20. desember 2002. § 2 í hesi lóg ljóðar soleiðis: ”Løgtingslógin fær virknað frá 1. juni 2001.”

2) Broytt við løgtingslóg nr. 151 frá 20. desember 2012, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2013. § 3 Fyritíðarpensjónistur, ið er sjúkur og sum fær sjúkradagpening, tá henda lógin kemur í gildi, varðveitir rætt sín til dagpening restina av samanhangandi sjúkratíðarskeiðnum, tó í mesta lagi 40 vikur frá 1. fráverudegi í einum 12 mánaða skeiði.”

3) Broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 4. mai 2017, har § 2 ljóða soleiðis: ”Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2017. Stk. 2. Umsókn um dagpening, sum fevnir um fráverutíðarskeið, sum byrjar áðrenn 1. juli 2017, verður viðgjørd eftir reglunum í dagpeningalógini, sum galda áðrenn 1. juli 2017.”

4) Broytt við løgtingslóg nr. 88 frá 8. mai 2003.

5) Broytt við løgtingslóg nr. 62 frá 26. mai 2011, har § 2 ljóðar soleiðis: ”Hendan løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2012.”

6) Broytt við løgtingslóg nr. 165 frá 22. desember 2009, har § 2 er soljóðandi: ”Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2010. Stk. 2. Fólkapensjónistur, ið er sjúkur og sum fær sjúkradagpening, tá lógin kemur í gildi, verður ikki ávirkaður av broytingini í § 1, nr. 1, fyrr enn játtaða dagpeningatíðarskeiðið er úti.”

7) Broytt við løgtingslóg nr. 66 frá 15. mai 2012, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2013.”

8) Broytt við løgtingslóg nr. 117 frá 24. november 2016 har § 2 ljóðar soleiðis: ”Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2017. Stk. 2. Samstundis fer løgtingslóg nr. 30 frá 19. mai 2004 um sjúkratrygd til fiskimenn úr gildi. Stk. 3. Umsókn um sjúkratrygd, sum fevnir um fráverutíðarskeið, sum byrjar í 2016, verður viðgjørd eftir reglunum í løgtingslógini um sjúkratrygd til fiskimenn, og sjúkratrygd verður í mesta lagi veitt í samfeldar 75 dagar. Stk. 4. Umsókn um dagpening, sum fevnir um fráverutíðarskeið, sum byrjar í 2016, verður viðgjørd eftir reglunum í dagpeningalógini, sum galda áðrenn 1. januar 2017.”

9) Broyt við løgtingslóg nr. 176 frá 22. desember 2009, har § 2 ljóðar soleiðis: ”Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2010.”

10) Broytt við løgtingslóg nr. 86 frá 29. mai 2017, har § 2 ljóðar soleiðis: ”Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2017. Stk. 2. Tryggingargjøld, sum eru goldin fyri tíðarskeiðið 1. juni 2016 og til 31. mai 2017, eru galdandi fyri tíðarskeiðið og fram til 30. juni 2017.”

11) Broytt við løgtingslóg nr. 66 frá 2. mai 2003, har § 2 ljóðar soleiðis: ”Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. apríl 2003.”

12) Broytt við løgtingslóg nr. 9 frá 30. mars 2004.