29. mai 2017Nr. 73
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu v.m.
(Leingja tíðarskeiðið at skjóta grágæs)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 48 frá 15. mai 2014 um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu v.m. verður í § 2 “2017” broytt til: “2020”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 29. mai 2017
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 91/2016