Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Í koming
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Almannamálaráðið
  • Útgávudagur: 07-05-2018
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2018 A - Løgtingslóg 68 frá 30. apríl 2018
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

30. apríl 2018Nr. 68

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.

(Pensjónsnýskipan)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1

Í løgtingslóg nr. 35 frá 16. apríl 1997 um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl., sum broytt við løgtingslóg nr. 28 frá 13. mars 2000, løgtingslóg nr. 58 frá 10. mai 2000, løgtingslóg nr. 10 frá 9. februar 2001, løgtingslóg nr. 104 frá 11. november 2010, løgtingslóg nr. 65 frá 15. mai 2012, løgtingslóg nr. 135 frá 19. desember 2014, løgtingslóg nr. 48 frá 6. mai 2016 og løgtingslóg nr. 115 frá 24. november 2016,  verður gjørd hendan broyting:

 

Í § 1 verður aftan á stk. 1 sum nýtt stk. sett:

Stk. 2. Fólkapensjónistur, ið er føddur aftaná 31. desember 1952, hevur ikki rætt til viðbót sambært stk. 1.”

Stk. 2 verður eftir hetta stk. 3.

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. desember 2019 og er galdandi fyri útgjald av veitingum frá og við januar 2020.

 

 

Í Tinganesi, 30. apríl 2018

 

Aksel V. Johannesen (sign.)

løgmaður

Lm. nr. 66/2017