Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
15. mai 2014Nr. 67
Løgtingslóg um førleikameting, sum broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 10. mai 2017
Endamál
§ 1. Endamálið við førleikameting er,
1) at veita fólki, 25 ár og eldri, í sambandi við útbúgving ella arbeiði, møguleika fyri førleikameting,
2) at førleikametingin tekur atlit at samlaðu førleikunum hjá tí einstaka, sum eru viðkomandi fyri at fara undir ávísa útbúgving ella arbeiði,
3) at støði verður tikið í førleikum, sum eru fingnir í skúlaskipanini, í arbeiðslívi, frítíðarvirksemi ella á annan hátt.
Stk. 2. Førleikametingin hevur sum mál:
1) at bjóða fólki útbúgving við førleikameting, sum verður gjørd við støði í viðkomandi námsætlanum og upptøkukrøvum fyri ávísu útbúgvingina,
2) at økja um flytføri á arbeiðsmarknaðinum,
3) at kveikja hugin at byrja eina útbúgving ella at styrkja støðu hins einstaka á arbeiðsmarknaðinum.
Allýsing og treytir
§ 2. Førleikameting metir um ella fatar um samlaðu vitanina og royndirnar hjá einstaka persóninum. Metingin kann verða grundað á útbúgving, avriksflutning, arbeiðsroyndir, frítíðarvirksemi og lívsroyndir hjá viðkomandi.
Stk. 2. 1) Persónur, sum ynskir at fáa sínar førleikar mettar, skal hava minst 3 ára starvsroyndir og vera fyltur 25 ár. Landsstýrismaðurin kann tó áseta nærri reglur um hægri aldursmark og hægri áramál fyri starvsroyndir fyri ávísar útbúgvingar, sum nevndar eru í § 3.
Vavið av lógini
§ 3. Lógin fevnir um útbúgvingar, sum eru ásettar í hesum lógum:
1) Løgtingslóg um gymnasialar miðnámsútbúgvingar
2) Løgtingslóg um yrkisútbúgvingar
3) Løgtingslóg um støðisútbúgving innan tøkni
4) Løgtingslóg um frítíðarundirvísing v.m.
5) Løgtingslóg um stuttar framhaldsútbúgvingar á yrkisskúlum
6) Løgtingslóg um útbúgving av manning á skipum o.ø.
7) Løgtingslóg um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið
8) Løgtingslóg um heilsuútbúgvingar
9) Løgtingslóg um Fróðskaparsetur Føroya.
Førleikameting
§ 4. Førleikameting er ein skipað tilgongd, sum verður framd í samráð og í samstarvi við ein samskipara. Metingin fatar um upplýsing, vegleiðing, skjalfesting, kortlegging og meting.
Stk. 2. Førleikameting verður skipað við støði í námsætlanum og krøvum fyri ávísa útbúgving og byggir á vitan, royndir og førleikar, sum kunnu verða grundarlag undir eini førleikameting.
Stk. 3. Førleikameting verður gjørd við støði í skjølum frá arbeiðsroyndum, skeiðum og skúlagongd og kann eisini fevna um metingarskjal frá einari førleikameting.
Stk. 4. Meting um almennar og ítøkiligar førleikar verður gjørd m.a. við samtalu, skjalamappu við vunnum førleikum og próvskjølum.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetir neyvari reglur um mannagongd, her í millum um vegleiðing, skjalamappu, sbrt. stk. 4, meting, skjalfesting og váttan.
§ 5. Fakkøn á viðkomandi útbúgvingarøki greina og staðfesta verkligu og ástøðiligu førleikarnar, sbr. § 3.
Stk. 2. Ítøkilig ætlan verður gjørd fyri, hvussu førleikamettir persónar lúka málini í viðkomandi útbúgving.
Stk. 3. Meting og viðurkenning av førleikum verða skjalfest og váttað, og førleikametti fær vegleiðing um, hvussu farast skal víðari í mun til ítøkiligu útbúgvingina. Landsstýrismaðurin ger nærri reglur um ásetingarnar í stk. 2 og 3.
Førleikakrøv
§ 6. Tann, sum førleikametir, skal hava undirvísingarførleika og fakligt innlit sambært lóggávuni fyri viðkomandi útbúgvingarøki.
Stk. 2. Tann, sum førleikametir, skal hava nøktandi innlit í og vitan um førleikameting sambært krøvum, sum landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um.
Samstarv við stovnar o.o.
§ 7. Samstarv skal vera millum útbúgvingarstovnar, vinnu og aðrar viðkomandi stovnar, so at endamálið við førleikameting og førleikamenning verður nátt.
Stk. 2. Mentamálaráðið tryggjar øllum pørtum á arbeiðsmarknaðinum og avvarðandi aðalráðum møguleika at fylgja við og hava ávirkan á skipanina við førleikameting. Landsstýrismaðurin ásetir mannagongd um samstarv.
Skipan og samskipari
§ 8. Mentamálaráðið setir starvsfólk at umsita og samskipa skipanina og orða mannagongdir í sambandi við førleikameting.
Stk. 2. Skipanin fevnir um vegleiðing, sum skal tryggja eina skipaða ætlan og tilgongd fyri hvønn einstakan, sum verður førleikamettur.
Kærur 1)
§ 8 a. 1) Niðurstøða um førleikameting sambært hesi løgtingslóg kann verða kærd til landsstýrismannin sambært reglunum í viðkomandi útbúgvingarlóg, tó ikki, tá kært verður um niðurstøðu um førleikameting innan útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya, sum verða viðgjørdar sambært ásetingunum í løgtingslóg um Fróðskaparsetur Føroya, og tá kært verður um verkliga partin í niðurstøðu um førleikameting innan yrkisútbúgvingar, sum verða viðgjørdar sambært reglunum í § 23, stk. 5 í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um kærur, kæruvegleiðing og kærufreistir í sambandi við kærur um førleikameting sambært hesi løgtingslóg.
Gildiskoma
§ 9. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, nær ásetingarnar í § 3, nr. 1-9 fáa virknað.
Tórshavn, 15. mai 2014
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 121/2013