Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Mentamálaráðið
  • Útgávudagur: 05-05-2018
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2018 A - Løgtingslóg 63 frá 30. apríl 2018
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

30. apríl 2018Nr. 63

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroya Landsskjalasavn

(Varðveiting av talgildum savnindum o.a.)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1

Í løgtingslóg nr. 49 frá 28. apríl 1992 um Føroya Landsskjalasavn verða gjørdar hesar broytingar:

 

1.    Heitið á løgtingslógini verður orðað soleiðis:

 

“Løgtingslóg um skjalasøvn”

 

2.    Bólkur I og heitið á bólki I verða orðað soleiðis:

 

“Kapittul 1

Endamál”

 

3.    Í § 1, stk. 2 verður “landsstýrinum” broytt til: “landsstýrismanninum”.

 

4.    Aftan á § 1 verður sett:

§ 1 a. Landsstýrismaðurin kann gera avtalu um samstarv við danska Ríkisskjalasavnið um varðveiting av talgildum savnindum í Føroyum.”

 

5.    § 2, stk. 1 verður orðað soleiðis:

“Landsskjalasavnið skal savna, skipa, varðveita, lýsa og røkja tey skjøl, undir hesum talgild skjøl, sum almennir stovnar avhenda til savnið.”

 

6.    Í § 2, stk. 2 verður “bólk IV” broytt til: “kapittul 4”.

 

7.    Í § 3, stk. 1 verður 2. pkt. orðað soleiðis:

“Fyri hesar tænastur kann Landsskjalasavnið taka gjald.” og sum 3. pkt. verður sett: “Gjaldið verður ásett av landsstýrismanninum.”

 

8.    § 4, stk. 1 verður orðað soleiðis:

“Landsskjalasavnið er landsstovnur.”

 

9.    Í § 4, stk. 2 verður “Landsstýrið” broytt til: “Landsstýrismaðurin” og “landsskjalasavnsins” broytt til: “Landsskjalasavnsins”.

 

10.  Bólkur II og heitið á bólki II verða orðað soleiðis:

 

“Kapittul 2

Skjalasøvn hjá almennum stovnum”

 

11.  Í § 6, 1. pkt. verður aftan á “sløg av tilfari,” sett: “undir hesum talgilt tilfar,”.

 

12.  Í § 7, stk. 1, § 8, stk. 4, § 10, stk. 2, § 11, § 15, stk. 2, nr. 3, tvær staðni í § 17, stk. 2, í § 17, stk. 3 og § 20, stk. 3 verður “landsskjalasavninum” broytt til: “Landsskjalasavninum”.

 

13.  Í § 7, stk. 4 verður “løgd fyri landsskjalasavnið” broytt til: “lagdar fyri Landsskjalasavnið”.

 

14.  Í § 7, stk. 5 verður “landsstýrið” broytt til: “landsstýrismaðurin”.

 

15.  Aftan á § 7 verður sett:

 

§ 7 a. Landsstýrismaðurin kann eftir at hava fingið ummæli frá Dátueftirlitinum áseta nærri reglur um varðveiting av almennum savnindum av slíkum slagi, sum eru fevndar av løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum.”

 

16.  Í § 8, stk. 1 verður “landsskjalasavnið” tríggjar staðni broytt til: “Landsskjalasavnið”.

 

17.  Aftan á § 8 verður sett:

 

§ 8 a. Savnindi av talgildum uppruna skulu vera í talgildum formi, tá tey verða avhend til Landsskjalasavnið.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um avhending, varðveiting og vraking av talgildum savnindum og freistir hesum viðvíkjandi, undir hesum reglur um format í sambandi við avhending og reglur um frávik frá ásetingini í stk. 1.

Stk. 3. Landsskjalasavnið skal góðkenna allar viðkomandi fyrisitingarligar og fakligar kt-skipanir hjá almennum myndugleikum, áðrenn hesar verða tiknar í brúk.”

 

18.  Í § 9 verður “landsskjalasavninum” broytt til: “Landsskjalasavninum” og “landsskjalasavnið” broytt til: “Landsskjalasavnið”.

 

19.  Bólkur III og heitið á bólki III verða orðað soleiðis:

 

“Kapittul 3

Atgeingi”

 

20.  Í § 12, stk. 1 og § 13, stk. 2 verður “landsskjalasavnið” broytt til: “Landsskjalasavnið”.

 

21.  Í § 13, stk. 1 verður “savseindir” broytt til: “savnseindir”.

 

22.  Í § 15, stk. 2, nr. 2 verður “pkt. 2)-4)” broytt til: “nr. 2-4”.

 

23.  Í § 15, stk. 3 verður “Skrásetingareftirlitinum” broytt til: “Dátueftirlitinum” og “pkt. 2)” verður broytt til: “nr. 2”.

 

24.  Í § 15, stk. 4 og § 20, stk. 3 verður “Landsstýrið” broytt til: “Landsstýrismaðurin”.

 

25.  Bólkur IV og heitið á bólki IV verða orðað soleiðis:

 

“Kapittul 4

Privat savnindi”

 

26.  Í § 17, stk. 1 verður “mentannarligan” broytt til: “mentanarligan”.

 

27.  Bólkur V og heitið á bólki V verða orðað soleiðis:

 

“Kapittul 5

Revsing og gildiskoma”

 

28.  Í § 18 verður “bót, hefti” broytt til: “sekt”.

 

29.  Í § 19 verður “bót” broytt til: “sekt”.

 

30.  Danski tvíteksturin í lógini verður strikaður.

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Í Tinganesi, 30. apríl 2018

 

Aksel V. Johannesen (sign.)

løgmaður

Lm. nr. 105/2017