Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. apríl 2018Nr. 62
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 92 frá 6. juni 2017, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 3, stk. 2 verður “og serstøk lutaíbúðarfeløg, sbr. kap. 3 í løgtingslóg um lutaíbúðarfeløg” strikað.
2. Í § 12, stk. 1 verða sum litra q og r sett:
“q) Pengaseðlar og myntir.
r) Frímerkir.”
3. § 20, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Skrásett virkir skulu seinast 1 mánað og 10 dagar aftaná endan av 1. 3. og 4. avgjaldstíðarskeiði boða TAKS frá støddini á útgangandi og inngangandi avgjaldinum í tíðarskeiðnum og støddina av søluni, sbrt § 12, stk. 1-4 og 6, ið ikki skal roknast við í avgjaldsskyldugu søluna. Freistin fyri 2. avgjaldstíðarskeið er 24. august. Upphæddirnar skulu tilskilast í heilum krónum. Har e-mvg ikki verður nýtt, skal uppgerðin skrivast á serligt oyðublað og vera undirskrivað av ábyrgdarleiðsluni á virkinum. Sama oyðublað skal nýtast, tá avgjaldið verður inngoldið. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um, hvørjar upplýsingar skulu vera tilskilaðar á avrokningarskjalið í sambandi við avrokning av avgjaldinum.”
4. § 26 verður orðað soleiðis:
“§ 26. Gjaldkomið meirvirðisgjald, rentur, sektir og gjøld kunnu innheintast við panting ella við afturhaldi í A-inntøku skuldarans.
Stk. 2. TAKS fremur pantingina ella lønareftirhaldið eftir reglunum í skattalógini.”
5. Í § 27, stk. 4 verður “5 GT” broytt til: “20 GT”.
6. Í § 28, stk. 1 verður “20.000 kr.” broytt til: “30.000 kr.”
7. § 35 verður orðað soleiðis:
“§ 35. Upplýsingar eftir hesi løgtingslóg skulu fráboðast umvegis talgildu sjálvgreiðslurnar hjá TAKS ella við gs-lykli.
Stk. 2. Í tann mun, at vinnurekandi letur upplýsingarnar á annan hátt, verður gjald álagt. Gjaldið verður ásett, soleiðis at heilfulnaður fæst fyri langtíðarkostnaðin av virkseminum.
Stk. 3. Gjaldið eftir stk. 2 fellur til TAKS.”
8. § 36 b, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Meirvirðisgjaldsútreiðslurnar hjá sjálvbodnum bjargingarfeløgum, har øll arbeiðsmegin er ólønt, kunnu eftir umsókn verða endurgoldnar. Tað er ein treyt, at bjargingarbátarnir ikki verða brúktir til vinnuligt virksemi.”
§ 2
Henda løgtingslógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 30. apríl 2018
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 116/2017