Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. mai 2005Nr. 62
Løgtingslóg um gransking í mannaílegum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021
(Ílegulógin)
Kapittul 1
Endamál og allýsingar
Endamál
§ 1. Endamálið við lógini er:
1) at verja einstaklingin í sambandi við ílegugransking,
2) at skapa fortreytir fyri og stimbra gransking í mannaílegum í Føroyum, soleiðis at slík gransking kann vera við til at:
a. menna førleikan at lekja og fyribyrgja sjúkum,
b. menna almennu heilsutænastuna,
c. menna granskingarumhvørvið.
Allýsingar
§ 2. Í hesi lóg er at skilja:
Ílegugransking: Lógin fevnir einans um gransking í mannaílegum, sum er tengd at ættartræi.
Vevnaðarskrá: Ein biobanki, ið inniheldur vevnað frá menniskjum.
Diagnosuskrá: Ein skrá av diagnosum, sum heilsuverkið hevur diagnostiserað.
Ættarbandsskrá: Ættartræ yvir føroyingar.
Vevnaður: Lívrunnið (organiskt) tilfar, t.d. blóð frá persóni, livandi ella deyðum.
Heilsuupplýsingar: Upplýsingar, sum fevna um heilsuviðurskifti hjá føroyingum, herundir diagnosur, sjúkuviðgerðir, kanningarúrslit og heilivágsnýtslu.
Navnloynd: Ávísar dátur eru tiknar burtur, soleiðis at ikki er møguligt at eyðmerkja einstakar persónar. Hesar dátur eru til dømis navn, starv, bústaður, føðingardagur, deyðadagur, føðingarstaður, navn á hjúnafelaga og systkjum og persónsnummar.
WHO-flokking: Tann galdandi WHO-flokkingin av sjúkum, nevnd: International Classification of Diseases and Health Related Problems (ICD).
1) Heilsuverkið: Sjúkrahúsverkið, kommunulæknar, apoteksverkið og tannlæknar.
Kliniskur ábyrgdarhavari: Eitt heilsustarvsfólk við løggilding, ið hevur tilknýti til tað føroyska heilsuverkið.
Kliniski ábyrgdarhavarin hevur ábyrgdina av granskingarætlanini mótvegis einstaklingum og myndugleikum. Tann kliniski ábyrgdarhavarin hevur ábyrgdina av, at upplýsingar um fólk, sum verða latnar Ílegusavninum, eru rættar. Samskifti við einstaklingar, sum luttaka í granskingarætlanini, gongur bert gjøgnum tann kliniska ábyrgdarhavaran.
Persónsupplýsingarlógin: Ll. nr. 73 frá 08.05.2001 um viðgerð av persónsupplýsingum við seinni broytingum
Lóg um sjúklingarættindi: Anordning nr. 827 frá 30.09.2002 om ikrafttræden for Færøerne af lov om patienters retsstilling, við seinni broytingum.
Vísindasiðsemilógin: Anordning nr. 862 af 30.11.1999 om ikrafttræden for Færøerne af lov om et videnskabsetisk komitésystem og behandling af biomedicinske forskningsprojekter við seinni broytingum.
Vísindasiðseminevnd Føroya: Tann í vísindasiðsemilógini nevnda ”Den færøske regionale komité”, ella ”den centrale komité”, um ætlanir verða lagdar til teirra metingar.
Kapittul 2
Ílegusavnið og einkarættur og sjúklingarættindi
Ílegusavnið
§ 3. Heimilað verður landsstýrismanninum at stovnseta stovn í heilsuverkinum, nevndur Ílegusavnið, hvørs endamál er at skipa, byggja upp og fyrisita Vevnaðarskránna, Diagnosuskránna og Ættarbandsskránna og viðgera umsóknir um loyvi til at granska í upplýsingum í skráunum.
Stk. 2. Ílegusavnið hevur heimild til at gera sáttmálar um gransking í upplýsingum í skráunum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin skal áseta nærri reglur um, hvørjar treytir skulu vera í sáttmálum um gransking, m.a. um menning av føroyskari gransking, um brúk av føroyskari arbeiðsmegi, veitingar og tænastur frá føroyskum fyritøkum, gjald fyri tær veitingar og upplýsingar, sum Ílegusavnið gevur atgongd til, og part av møguligum inntøkum, sum kanningarúrslit hava við sær.
Stk. 4. Tá Ílegusavnið ger sáttmálar um ílegugransking, skal tað treyta sær, at avtalan stendur undir føroyskum rætti, og at rættarting er í Føroyum/Danmørk.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin hevur heimild til at gera kunngerðir um skipan av Ílegusavninum, og um mannagongdir og trygdar- og fíggjarlig viðurskifti í sambandi við Ílegusavnið.
Einkarættur og sjúklingarættindi
§ 4. Ílegugransking í vevnaði hjá persónum, skrásettum í Føroyum, kann bert verða framd av teimum, sum Ílegusavnið hevur gjørt sáttmála við um gransking.
Stk. 2. Ílegusavnið hevur einkarætt til at útvega sær, goyma og handfara vevnað og diagnosur til ílegugransking.
Stk. 3. Ein persónur, sum letur vevnað til Ílegusavnið, skal vera at rokna sum ein sjúklingur í viðgerð eftir lóg um sjúklingarættindi.
Stk. 4. Sáttmáli um gransking krevur í hvørjum føri, at til verkætlanina er knýttur ein kliniskur ábyrgdarhavari í føroyska heilsuverkinum.
Stk. 5. Ílegusavnið hevur rætt at gera avtalu við skikkaðar persónar í heilsuverkinum um at átaka sær klinisku ábyrgdina av ítøkiligum granskingarætlanum.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin hevur heimild at gera nærri reglur um avtalurnar, sum Ílegusavnið skal gera við klinisku ábyrgdarhavararnar.
Stk. 7. Tann kliniski ábyrgdarhavarin skal vera óheftur fíggjarliga av verkætlanini og tessvegna verða løntur av Ílegusavninum.
Stk. 8. Ílegusavnið skal í sambandi við ílegugranskingarsáttmálar tryggja virðing fyri mannatign, samleika, sjálvræðisrætti og grundleggjandi frælsisrættindum hins einstaka uttan mannamun.
Kapittul 3
Vevnaðarskráin, Diagnosuskráin og Ættarbandsskráin
§ 5. Sum grundarlag undir virkseminum liggur tað á Ílegusavninum at stovna og reka Vevnaðar-, Diagnosu- og Ættarbandsskráirnar, við navnloyndum upplýsingum, sum bert Ílegusavnið hevur atgongd til. Í sambandi við granskingarsáttmálar hevur Ílegusavnið heimild til at handa tann neyðuga vevnaðin og upplýsingar til granskingarverkætlanir til gransking.
Stk. 2. Ílegusavnið skal í sáttmálum um gransking altíð tryggja sær, at upplýsingar og vevnaður einans verða nýtt til ta avtalaðu verkætlanina. Harumframt skal tryggjast, at vevnaður eftir nýtsluna til verkætlanir antin verður sendur aftur til Ílegusavnið ella fyribeindur.
§ 6. Vevnaðar-, Diagnosu-, og Ættarbandsskráirnar skulu leggjast soleiðis til rættis, at innsavning, goymsla, handfaring og nýtsla av skráunum eru fullvæl tryggjaðar og bert verða brúktar til lóglig endamál.
Stk. 2. Vevnaðar-, Diagnosu-, og Ættarbandsskráirnar skulu burturav liggja í Føroyum og bert innihalda upplýsingar, sum eru ella kunnu verða viðkomandi fyri ílegugransking.
Innsavning til Ílegusavnið
§ 7. Ílegusavnið hevur heimild til at útvega sær vevnað, diagnosur og ættarbandsupplýsingar um føroyingar, sum Ílegusavnið metir hava ella kunnu hava týdning fyri ílegugransking. Henda heimild verður at nýta við fyriliti fyri vísindasiðsemilógini, persónsupplýsingarlógini og aðrari viðkomandi lóggávu. Tó er ikki neyðugt við samtykki eftir persónsupplýsingarlógini í sambandi við flyting av diagnosum frá heilsuverkinum og flyting av ættarbandsskránni yvir í Ílegusavnið.
Stk. 2. Heilsuverkið og onnur samstarva eftir nærri avtalu og samsýning við Ílegusavnið um at fáa til vega viðkomandi vevnað og diagnosur.
Stk. 3. Innsavning av vevnaði frá heilsuverkinum skal avmarkast til ta nøgd, sum Ílegusavnið metir er neyðug til tess at gera kanningarnar.
Stk. 4. Tann kliniski ábyrgdarhavarin av einari ávísari granskingarætlan, sum er góðkend av Vísindasiðseminevndini og av Ílegusavninum, hevur rætt til at fáa viðkomandi heilsuupplýsingar frá heilsuverkinum. Hetta til tess at tryggja rættleikan av diagnosum o.a.m.
Stk. 5. Ílegusavnið útvegar sær upplýsingar til at gera Ættarbandsskránna og hevur í hesum sambandi heimild til at útvega viðkomandi upplýsingar um persónar, skrásettar hjá Landsfólkayvirlitinum, og í skjalatilfari hjá Landsskjalasavninum, eftir nærri avtalu og samsýning.
Goymsla
§ 8. Av innsavnaðu heilsuupplýsingunum í Diagnosuskránni kunnu bert WHO-flokkaðar diagnosur goymast umframt upplýsingar, sum eru vunnar úr vevnaðinum.
Í Vevnaðarskránni verður vevnaður goymdur, eisini eftir at vevnaðurin er kannaður.
Í Ættarbandsskránni verða goymdar upplýsingar um ættarbond.
Nýtsla
§ 9. Atgongd hjá Ílegusavninum til nýtslu av skráunum er treytað av, at Ílegusavnið saman við granskingarfyritøku frammanundan hevur fingið eina ílegugranskingarætlan góðkenda av Vísindasiðseminevndini, og kunnað samtykki, sambært lóg um sjúklingarættindi.
Stk. 2. Hóast ásetingarnar í stk. 1 hevur Ílegusavnið atgongd til Diagnosuskránna og Ættarbandsskránna við atliti at útvegan av upplýsingum til heilsufrágreiðingar og annað hagfrøðiligt endamál. Harumframt er atgongd til Diagnosuskránna og Ættarbandsskránna við atliti at forkanningum sum fyrireiking til at gera granskingarsáttmálar.
§ 10. Royndir, ið kunnu ávara um arvaligar sjúkur, ella sum antin kunnu eyðmerkja ein persón sum berara av eini arvaeind, ið er orsøkin til eina sjúku, ella avdúka eina arvaeind, ið ger ein persón íbæran fyri eini sjúku, mugu bert fremjast av heilsuávum ella í sambandi við heilsulig endamál og við hóskandi arvafrøðiligari ráðgeving sum fyritreyt.
Stk. 2. Ein og hvør mannamunur móti einum persóni, grundaður á hansara íleguarv, er bannaður.
Avhending/rættarsókn
§ 11. Vevnaðar-, Diagnosu-, og Ættarbandsskráirnar kunnu ikki avhendast til ognar ella trygdar, hvørki heilt ella partvíst, og úttøka ella panting kunnu ikki fremjast í upplýsingum ella vevnaði o.ø.m.
Kapittul 4
Revsireglur
§ 12. 2) Brot á hesa lóg ella reglur, sum ásettar eru við heimild í lógini, verða revsað við bót ella fongsli upp til 3 ár, um ikki strangari revsing er heimilað í aðrari lóggávu.
Stk. 2. Feløg o.o. (løgfrøðiligir persónar) kunnu koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 3. Fyri brot á § 4 kann hald verða lagt á allan vevnað og á allar diagnosur.
Kapittul 5
Gildiskoma
§ 13. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 17. mai 2005
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Hans Pauli Strøm (sign.)
Lm. nr. 83/2004