30. apríl 2018Nr. 61
Løgtingslóg um landskassatrygd fyri Oyggjaleikir í Føroyum
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at veita fíggjarliga trygd fyri, at Oyggjaleikirnir kunnu verða í Føroyum í seinasta lagi í 2029.
Stk. 2. Trygdin í stk. 1 kann ikki fara uppum í alt 10 mió. kr.
§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 31. desember 2030.
Í Tinganesi, 30. apríl 2018
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 106/2017