Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Mentamálaráðið
  • Útgávudagur: 05-05-2018
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2018 A - Løgtingslóg 58 frá 30. apríl 2018
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

30. apríl 2018Nr. 58

Løgtingslóg um at umbyggja og útbyggja miðnámsskúlan á Kambsdali

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri, at miðnámsskúlin á Kambsdali verður umbygdur og útbygdur.

Stk. 2. Byggiútreiðslurnar kunnu í mesta lagi verða 30 mió. kr., íroknað at nýbyggja náttúruvísindaliga økið, útbyggja felagsøkið, køkin, undirvísingarhøli vegna økt virksemi, prosjektering, innbúgv umframt at liðugtgera seinastu útbygging.

§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 31. desember 2021.

 

 

Í Tinganesi, 30. apríl 2018

 

Aksel V. Johannesen (sign.)

løgmaður

Lm. nr. 112/2017