30. apríl 2018Nr. 57
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kommunustýri (Kommunustýrislógin)
(Heimildir hjá landsstýrismanninum at seta tiltøk í verk mótvegis kommunalum samstørvum)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri (Kommunustýrislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 6. mai 2003, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 33, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Er einki annað ásett, er uppskot samtykt, tá ið fleiri atkvøður eru fyri enn ímóti. Stendur á jøvnum, er uppskotið fallið.”
2. Í § 48, stk. 1 verður aftan á “kommununum“ sett: “og kommunalum samstørvum”.
3. Í § 55, stk. 6 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett:
“Ásetingar í stk. 1-5 eru eisini galdandi fyri kommunusamstørv, ið eru ásett í aðrari lóggávu.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 30. apríl 2018
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 15/2017