Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Samferðslumálaráðið
  • Útgávudagur: 05-05-2018
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2018 A - Løgtingslóg 56 frá 30. apríl 2018
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

30. apríl 2018Nr. 56

Løgtingslóg um nýggjan Hvalbiartunnil við tilhoyrandi vegum

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri, at

1)   nýggjur tunnil verður gjørdur frá Gjánhamri í Trongisvági til Niðastabotn í Hvalba, og

2)   landsvegur verður gjørdur frá tunnilsmunna­num Trongisvágsmegin til verandi landsveg í Trongisvági, og landsvegur verður gjørdur frá tunnilsmunnanum Hvalbiarmegin til Nesveg, tætt við brúnna um Kjógvavatn. Nýggj íbinding verður gjørd út í Nes.

Stk. 2. Byggiútreiðslurnar til verkætlanina kunnu í mesta lagi vera 272 mió. kr.

§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 31. desember 2024.

 

 

Í Tinganesi, 30. apríl 2018

 

Aksel V. Johannesen (sign.)

løgmaður

Lm. nr. 114/2017