Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fiskimálaráðið
  • Útgávudagur: 19-05-2015
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2015 A - Løgtingslóg 56 frá 19. mai 2015
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

19. mai 2015Nr. 56

Løgtingslóg um grind og annan smáhval, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 44 frá 6. mai 2016

(Grindalógin)

Fevnd og allýsingar

§ 1. Løgtingslógin er galdandi í øllum skeiðum, sum hoyra einum grindadrápi ella øðrum lógligum drápi av smáhvali til. Løgtingslógin ásetur heimildir, rættindi og skyldur teirra, sum við lóg og siðvenju hava myndugleika at fyriskipa grindadráp umframt rættindi og skyldur teirra, sum eru í grind á sjógvi og landi.

Stk. 2. Løgtingslógin er eisini galdandi fyri onnur, sum fremja gerðir ella inntriv, hvørs ætlan ella fylgja er, at grindadrápið verður órógvað, darvað ella forðað, ella sum við sínum óvirkni eru atvoldin til sama.

Stk. 3. 1) Reglurnar í stk. 1 og 2 eru eisini galdandi, tá grind verður merkt til vísindaligt endamál og ikki skal drepast.

Stk. 4. 1) Við hesi løgtingslóg eru ásettar heimildir hjá løgregluni og øðrum persónum við myndugleika at gera inntriv mótvegis persónum og lutum undir teirra ræði, sum verða brúktir at órógva, darva ella forða grindadrápi.

§ 2. 1) Sambært hesi løgtingslóg er loyvt at taka ella veiða grind og hesi smáhvalasløg:

1)   Langbøkslutan grindahval, Globicephala melas.

2)   Skjórutan springara, Lagenorhynchus acutus.

3)   Kjafthvítan springara, Lagenorhynchus albirostris.

4)   Hvessing, Tursiops truncatus.

Stk. 2. 1) Tað er loyvt at skjóta nísu, Phocoena phocoena.

Stk. 3. 1) Við grind og grindadráp skilst í hesi lóg tað virksemi, sum sambært lóg og siðvenju fer fram, tá grind er funnin, rikin, hildin til, merkt, skorin upp, skift og rovini burturbeind. Hugtakið fevnir í hesi lóggávu eisini um lógliga tøku og veiðu av teimum í stk. 1 nevndu smáhvalasløgum.

Stk. 4. 1) Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta neyvari reglur um veiðu, veiðihátt, veiðiuppgerð, avmarking av veiðinøgd, friðingartíðir o.a. av teimum í stk. 1 og 2 nevndu hvalasløgum.

Grindaboð o.a.

§ 3. 1) Tá grind ella aðrir smáhvalir, tó ikki nísa, sum lógliga kunnu avlívast, eru funnin á sjóumveldinum ella innari, skulu grindaboð beinanvegin boðast sýslumanni, uttan mun til um grindin er sædd av fólki á báti ella skipi, í tyrlu ella flogfari ella fólki á landi.

Stk. 2. 1) Sjóøkið kring grindina er at rokna sum grindarakstrarøki ein fjórðing í allar ættir, og er undir løgdømi hjá sýslumanninum og grindaformonnunum. Harumframt kann sýslumaðurin gera av at lýsa øki á landi ella í loftrúminum yvir sum grindaøki.

Stk. 3. Sýslumaðurin kann lýsa eitt størri grindarakstrarøki, um hann metir tað vera neyðugt.

Stk. 4. 1) Ikki er loyvt at reka ella ávirka farleiðina hjá eini grind ella øðrum smáhvali við tí í hyggju at forða grindadrápi ella merking til vísindalig endamál, eisini í førum, har avgerðin at halda grindini til enn ikki er tikin, ella í førum, har sýslumaðurin hevur tikið avgerð um, at grindin ikki skal haldast til. Ikki er loyvt at seta upp skipanir, tað veri seg á landi, í havinum ella í loftrúmi, sum kunnu broyta atferð hjá hvali, uttan at landsstýrismaðurin frammanundan gevur loyvi til hetta.

Stk. 5. 1) Sýslumaðurin tekur, í samráð við grindaformenninar, avgerð um, til hvørja góðkenda hvalvág grindin skal rekast. Er ósemja um val av hvalvág, tekur sýslumaðurin endaligu avgerðina. Ikki er loyvt at reka grind til aðra hvalvág enn hana, sýslumaður hevur tikið avgerð um.

§ 4. Sýslumaðurin og grindaformenninir skulu syrgja fyri at brúka hóskandi samskiftisútgerð, so tað lættliga ber til at bera boð til allar bátar, sum taka lut í grindarakstrinum.

Stk. 2. Sýslumaðurin og grindaformenninir skulu eisini hava samskiftisútgerð, so til ber at samskifta við skip og bátar í økinum, sum ikki taka lut í grindarakstrinum.

Stk. 3. 1) Ber ikki til at halda grindini ella grindabólkunum til, kann sýslumaðurin taka avgerð um at reka eina grind ella bólkar av henni útaftur. Sýslumaðurin kann somuleiðis taka avgerð um at steðga einum drápi, tá tað gerst ov trongligt á hvalvágni, ella drápið steðgar upp. Tað, ið eftir er av grindini, skal tá rekast útaftur. Ikki er loyvt at halda áfram við drápi, sum sýslumaðurin hevur givið boð um at steðga.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta neyvari reglur um grindaboð, góðkendar hvalvágir og um heimildir og uppgávur hjá ávikavist sýslumonnum, grindaformonnum og finningarbátinum í sambandi við grind, heruppií heimildir at seta avmarkingar og forðingar fyri óviðkomandi, sum ikki taka virknan lut í grindadrápinum.

§ 5. Heimilaður at avlíva hval er persónur, sum er 16 ár ella eldri, og sum hevur luttikið á grindaskeiði við kunning um grindalóggávu, brúk av grindareiðskapi, drápshátt, staðfesting av deyðseyðkenni, og sum hevur fingið skeiðsprógv.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta neyvari reglur um grindareiðskap, góðkendar drápshættir, grindaskeið, frálærutilfar, skeiðsprógv o.tíl.

Merking, skifti, rudding o.a.

§ 6. Beinanvegin, grindin er deyð, skipar sýslumaðurin sjálvur ella saman við grindaformonnunum fyri

1)   vaktarhaldi á sjógvi og landi, har vaktarfólk fáa vegleiðing um uppgávur, skyldur og heimildir teirra,

2)   uppfisking og sleipi, so hvalirnir verða lagdir upp á bryggju ella annað hóskandi stað,

3)   uppnevnan av óheftum metingarfólki at meta og merkja grindina.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta reglur um vaktarhald, uppfisking, meting og merking.

§ 7. Sýslumaðurin skiftir grindina og leggur út eftir siðvenju og galdandi reglum. Sama er, tá grind ikki verður skift í heimapartar, og hædd er tikin fyri afturhaldi av hvali til umbýti av sjúkum hvali umframt til rudding og burturbeining av grindarovum umframt til skaðaendurgjald. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta reglur um grindaumdømi, drápspartar, bátspartar, heimapartar, partahval o.tíl.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta reglur um samsýning í grindapørtum til finnara, vaktarhaldsfólk, metingarfólk, skaðasýnisfólk, grindaformenn, skiftishjálparfólk og sýslumenn.

Stk. 3. Sýslumaðurin er heimilaður at lata uppnevndum hjálparfólkum samsýning í grindapørtum eftir arbeiði og ábyrgd.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta reglur um handfaring av avlopi frá grindaskiftinum, heruppií um grindin kann latast ella seljast. Í kunngerðini kunnu reglur eitt nú ásetast um, til hvørjar bólkar av fólki, stovnar, felagsskapir ella tílíkt grind kann latast til, um góðkendar søluhættir, minsta og mesta prís, til hvønn seljast kann og ikki, umframt til hvørji endamál inntøkan kann brúkast.

§ 8. Kommunur, ið hava søkt landsstýrið um og fingið góðkent hvalvág, hava skyldu at tekna trygging fyri mannskaða, ið kann standast av grindadrápi. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um góðkenning, tryggingarskyldu hjá kommununum, uppgerð o.tíl.

Stk. 2. Sýslumanninum er heimilað at gera avtalu við kommunu um frammanundan at veita endurgjald fyri grindaskaða, mistan reiðskap og rudding. Grindaskaði skal fráboðast sýslumanninum í seinasta lagi eitt døgn aftaná drápið. Sýslumaðurin ger grindaskaðarnar upp og letur kommununi ella tryggingarveitaranum skaðafrágreiðing.

Stk. 3. Loyvt er kommunu at søkka grindarov o.a. í havið á einari leið, sum í minst møguligan mun ávirkar náttúru og umhvørvi, og har dýpið er stórt, útskiftingin góð, og har lítil vandi er fyri, at rovini darva øðrum virksemi í økinum.

Skilhaldsreglur

§ 9. Øll, sum eru í grind á sjógvi ella landi, hava skyldu at lýða áheitanir, fyriskipanir, boð og forboð frá sýslumanni, grindaformanni ella øðrum heimilaðum persóni, sum sambært hesi løgtingslóg ella kunngerð við heimild í hesi løgtingslóg ella aðrari lóg, hevur myndugleika at fyriskipa grindadrápi og at áseta skilhaldsreglur í hesum sambandi.

Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 er samsvarandi galdandi fyri persónar, sum ikki taka lut í sjálvum grindadrápinum, men sum við gerðum ella óvirkni órógva, darva ella forða fyri, at grindadrápið kann ganga sína vanligu gongd.

Inntriv

§ 10. Løgreglan hevur sum uppgávu at verja fyri, at forðingar verða lagdar fyri grindadrápi, uttan mun til hvat skeið talan er um.

Stk. 2. Við tí í hyggju at verja fyri forðingum, sum nevnt í stk. 1, kann løgreglan fremja inntriv mótvegis tí ella teimum persónum, sum av góðum grundum væntast at vilja órógva einum grindadrápi. Løgreglan kann eitt nú:

1)   geva boð,

2)   gera likamligar kanningar av persónum og kanna klæði og lutir teirra í førum, tá viðkomandi verður hildin at hava lutir í varðveitslu, sum eru ætlaðir at órógva grindadrápið,

3)   kanna øll flutningstól, sum viðkomandi hevur undir hond ella í varðveitslu, ella sum eru brúkt til flutning av viðkomandi í sambandi við tað grindadrápið, sum roynt verður at órógva, umframt

4)   taka lutir frá persónum, heruppií øll sløg av flutningstólum, sum viðkomandi hevur undir hond ella í varðveitslu í sambandi við tað grindadrápið, sum roynt verður at órógva.

Stk. 3. Røkka minni víðfevnd inntriv, sum tey í stk. 2 nevndu, ikki til at verja fyri, at grindadrápið verður órógvað, kann løgreglan, um neyðugt, halda aftur tann ella teir persónar, ið ætla at órógva grindadrápið. Afturhaldið skal vera so stutt og hóvligt, sum til ber, og má í mestan mun ikki vara longri enn 12 tímar.

Stk. 4. Løgreglan kann, uttan rættarúrskurð, taka seg inn á ikki algongt øki, tá tað er neyðugt fyri at verja fyri órógv av grindadrápinum, sum nevnt í stk. 1.

§ 11. 2) Amboð, hjálpitól ella flutningsfør, sum verða brúkt at órógva, darva ella forða einum grindadrápi sambært § 9, skulu inn­dragast, uttan mun til hvør hevur ognarrættin, tá

1)   brúkarin hevði ræðisrættin á amboðunum, hjálpitólunum ella flutningsførunum, og

2)   brúkið av teimum er brot á § 9 í hesi løg­tingslóg, ella reglur, ásettar við heimild í hesi løgtingslóg.

Stk. 2. 2) Reglurnar um inndrátt í borgarligu revsilógini eru annars galdandi.

Kæra

§ 12. Áheitanir, fyriskipanir, boð og forboð frá sýslumanni ella øðrum heimilaðum persóni eftir hesi løgtingslóg, ella reglum, ásettum við heimild í hesi løgtingslóg, kunnu ikki kærast til hægri fyrisitingarligan myndugleika.

Revsing

§ 13.3) 1) Er hægri revsing ikki ásett eftir aðrari lóggávu, verður við bót revsaður tann, sum brýtur § 3, stk. 4 og stk. 5, 3. pkt., § 4, stk. 3, 4. pkt., § 5, stk. 1, § 8, stk. 1 og 3 og § 9.

Stk. 2. Revsingin kann hækka til fongsul upp í 2 ár, um brotið er framt tilætlað ella av grovum ósketni, og um tað við brotinum er elvdur skaði á fólk, hval, umhvørvi ella lutbundin virði, ella har nærliggjandi vandi hevur verið fyri slíkum skaða. Revsingin kann somuleiðis hækka til fongsul upp í 2 ár í førum, har viðkomandi áður er revsaður fyri brot á grindalógina, ella í førum, har viðkomandi er skuldsettur fyri í sama viðfangi at hava framt fleiri brot á grindalógina, ella reglur, ásettar við heimild í grindalógini, hóast hvørt brotið sær annars hevði verið revsað sambært stk. 1. Revsingin kann harumframt hækka til fongsul upp í 2 ár í førum, har viðkomandi hevur eggjað til ella fyriskipað, at ein fjøld av fólki hevur tikið lut í hópbroti á grindalóggávuna.

Stk. 3. 1) Tá revsing verður ásett sambært stk. 1 og 2, skal tað metast sum herðandi umstøður, um brot eisini er framt á § 3, stk. 1 um fráboðanarskyldu.

Stk. 4. 1) Í reglum, sum eru ásettar við heimild í § 2, stk. 4, § 4, stk. 4, § 5, stk. 2, § 6, stk. 2, § 7, stk. 1, 2 og 4 og § 8, stk. 1 kunnu verða ásettar reglur um revsing við bót. Tað kann somuleiðis verða ásett, at revsingin kann hækka til fongsul upp í 2 ár undir samsvarandi umstøðum sum í stk. 2.

Stk. 5. 1) Løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært 5. kapitli í revsilógini.

Stk. 6. 2) 1) Mál, sum verða viðgjørd eftir hesum reglum, ella eftir reglum, sum eru ásettar í kunngerð við heimild í hesum reglum, verða viðgjørd sum politimál. Tey í rættargangslógini nevndu tiltøk í kap. 68 um avhoyring, kap. 69 um handtøku, kap. 70 um varðhaldsfongsling, kap. 72 um at leggja hald á og kap. 73 um rannsakan kunnu nýtast í sama mun sum í statsadvokatmálum.

Gildiskoma og skiftisreglur

§ 14. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Stk. 2. Samstundis verður § 3, nr. 10 í løgtingslóg nr. 9 frá 14. mars 1985 um vernd av dýrum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 60 frá 30. mai 1990, strikað, og eitt “og” verður sett inn aftaná § 3, nr. 8 og áðrenn § 3, nr. 9, og seinna “og” í § 3, nr. 9 verður somuleiðis strikað.

Stk. 3. Kunngerð nr. 100 frá 5. juli 2013 um grind, sum broytt við kunngerð nr. 78 frá 10. juni 2014 verður verandi í gildi, til reglur, ásettar við heimild í hesi løgtingslóg, koma í staðin. Kunngerð nr. 19 frá 1. mars 1996 um undantak fyri friðing av hvali verður sett úr gildi.

 

 

Í Tinganesi, 19. mai 2015

 

Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)

løgmaður

 

 

Lm. nr. 153/2014

 



1) Broytt við løgtingslóg nr. 44 frá 6. mai 2016.

2) Broytt við løgtingslóg nr. 93 frá 22. juni 2015.

3) Broytt við løgtingslóg nr. 73 frá 22. mai 2015.