Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Uttanríkis- og vinnumálaráðið
  • Útgávudagur: 05-05-2018
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2018 A - Løgtingslóg 55 frá 30. apríl 2018
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

30. apríl 2018Nr. 55

Løgtingslóg um mynstring

(Mynstringarlógin)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1. Mynstrað verður, tá sjófólk tekur við ella fer úr starvi sínum umborð á einum føroyskum skipi.

Stk. 2. Í hesi løgtingslóg merkir:

1)   Mynstring: Ein skipsmanningarlisti verður skrivaður og undirskrivaður av sjófólkinum og skiparanum, og at mynstringarváttanin verður skrivað og undirskrivað av skiparanum.

2)   Sjófólk: Tey, ið eru fevnd av § 1, stk. 1 í løgtingslóg um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki.

§ 2. Tá mynstrað verður, skal skiparin ansa eftir, at viðkomandi sjófólk lýkur treytirnar sambært galdandi lóggávu, serstakliga krøv um aldur, heilsu og útbúgving.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um mynstring, her uppi í um mannagongdir, skjøl og upplýsingar, sum skulu latast inn, og um eftirlit við mynstring. Eisini kann landsstýrismaðurin áseta nærri reglur um fráboðan til mynstringarmyndugleikan, tá skiparin tekur við ella fer úr starvi á føroyskum skipi.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um hóskandi frávik frá reglunum í § 1 og í stk. 2.

§ 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at skrivligt samskifti við myndugleikar um viðurskifti, sum eru fevnd av hesi løgtingslóg ella reglum, givnar við heimild í hesi løgtingslóg, skal vera elektroniskt. Landsstýrismaðurin kann áseta, at tað í ávísum førum kann verða givið undantak frá skylduni at samskifta elektroniskt.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um elektroniskt samskifti, her uppi í reglur um nýtslu av ávísum kt-skipanum, serligum talgildum formatum og talgildari undirskrift o.tíl.

§ 4. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um eftirlit við mynstringum, her uppi í hvør stovnur er mynstringarmyndugleiki og um skipan av eftirlitinum o.tíl.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann eftir avtalu við avvarðandi landsstýrismann áseta reglur um, at mynstringarmyndugleikin skal samstarva við annan almennan myndugleika í sambandi við útinnan av eftirlitinum sambært løgtingslógini.

§ 5. Mynstringarmyndugleikin kann frá reiðara ella skipara krevja allar upplýsingar um manning og skip, sum eru neyðugar fyri eftirlitið.

Stk. 2. Mynstringarmyndugleikin hevur loyvi á øllum føroyskum skipum at gera tær kanningar, sum eru neyðugar fyri eftirlitið.

§ 6. Brot á § 1, stk. 1 og § 2, stk. 1 verður revsað við bót, um ikki harðari revsing er uppiborin eftir revsilógini.

Stk. 2. Á sama hátt verður tann revsaður, sum ikki gevur tær upplýsingar, ið verða kravdar sambært § 5, stk. 1.

Stk. 3. Í reglum, sum eru ásettar við heimild í § 2, stk. 2 og 3 og §§ 3 og 4, kunnu verða ásettar reglur um revsing við bót.

Stk. 4. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar kunnu verða revsaðir sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini.

§ 7. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 67 frá 9. juni 1988 um mynstring.

 

 

Í Tinganesi, 30. apríl 2018

 

Aksel V. Johannesen (sign.)

løgmaður

Lm. nr. 103/2017