Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
10. mai 2017Nr. 55
Løgtinglóg um broyting í løgtingslóg um førleikameting
(Aldursmark, starvsroyndir og kærur)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 67 frá 15. mai 2014 verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 2, stk. 2 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett:
“Landsstýrismaðurin kann tó áseta nærri reglur um hægri aldursmark og hægri áramál fyri starvsroyndir fyri ávísar útbúgvingar, sum nevndar eru í § 3.”
2. Aftan á § 8 verður sett:
“Kærur
§ 8 a. Niðurstøða um førleikameting sambært hesi løgtingslóg kann verða kærd til landsstýrismannin sambært reglunum í viðkomandi útbúgvingarlóg, tó ikki, tá kært verður um niðurstøðu um førleikameting innan útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya, sum verða viðgjørdar sambært ásetingunum í løgtingslóg um Fróðskaparsetur Føroya, og tá kært verður um verkliga partin í niðurstøðu um førleikameting innan yrkisútbúgvingar, sum verða viðgjørdar sambært reglunum í § 23, stk. 5 í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um kærur, kæruvegleiðing og kærufreistir í sambandi við kærur um førleikameting sambært hesi løgtingslóg.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 10. mai 2017
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 109/2016