Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
Nr. 54 6. mai 2016
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at stovna partafelag og at byggja og reka undirsjóvartunlar millum Streymoy og Eysturoy og millum Streymoy og Sandoy
(Trygd fyri minstu ferðslu og transport)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 30 frá 14. apríl 2014 um at stovna partafelag og at byggja og reka undirsjóvartunlar millum Streymoy og Eysturoy og millum Streymoy og Sandoy verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 5, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk 3. Felagnum er heimilað at tiltransportera játtan og trygd fyri minstu ferðslu sbrt. stk. 4, sum felagið hevur fingið frá landsstýrismanninum, og tilsøgn landsstýrismansins um komandi játtan til ognar og trygdar í sambandi við fígging felagsins av verkætlanunum.”
2. § 5, stk. 4 verður orðað soleiðis:
“Stk. 4. Heimilað verður landsstýrismanninum at hækka partapeningin í felagnum ella at veita felagnum trygd fyri minstu ferðslu í Eysturoyartunlinum og Sandoyartunlinum til fígging av báðum nevndu tunlum.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 6. mai 2016
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 111/2015