Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. apríl 2018Nr. 53
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um keyp og sølu av fastogn o.a.
(Undantak frá kravinum um ástøðiligt innlit í og praktiska vitan um ognarmiðlan)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 136 frá 6. oktober 2011 um keyp og sølu av fastogn o.a. verður gjørd henda broyting:
1. § 35 verður orðað soleiðis:
“§ 35. Teir persónar, sum reka ognarmiðlanar- og meklaravirksemi, tá henda løgtingslóg kemur í gildi, hava framvegis rætt til at reka hetta virksemi, hóast teir ikki lúka treytirnar í § 25, stk. 2, nr. 6 og 7, um Skráseting Føroya, eftir eini ítøkiligari meting sbrt. stk. 2, metir, at teir hava nóg mikið av ástøðiligum innliti í og praktiska vitan um ognarmiðlan.
Stk. 2. Tá ið Skráseting Føroya ger ta í stk. 1 nevndu meting, kann dentur m.a. leggjast á ástøðiligar og praktiskar førleikar, fingnir í verandi starvi ella øðrum starvi, viðkomandi útbúgvingar ella skeið o.tíl.
Stk. 3. Verður mett, at teir í stk. 1 nevndu persónar hava nóg mikið av ástøðiligum innliti í og praktiskari vitan um ognarmiðlan og annars lúka tær treytir, sum eru ásettar í § 25, stk. 2, nr. 1-5 og nr. 8-10, kunnu hesir verða skrásettir í ognarmeklaraskránni, sbr. § 25, stk. 1.
Stk. 4. Aðrir enn teir í stk. 1 nevndu persónar, sum fara undir at reka ognarmiðlanarvirksemi og meklaravirksemi, skulu lúka treytirnar í § 25, stk. 2, nr. 6 og 7.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 30. apríl 2018
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 93/2017