Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
Nr. 52 6. mai 2016
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útbjóðing v.m.
(Talgild innlating av tilboði. Føroyskt mál)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 106 frá 15. november 1984 um útbjóðing v.m. verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 2, stk. 1, verður sum 2. og 3. pkt. sett:
“Boð kunnu verða latin inn talgilt, uttan so, at útbjóðarin frammanundan hevur útihýst hesum. Útbjóðarin kann gera av, at boð skulu latast inn talgilt.”
2. Eftir § 2 verður sett:
“§ 2 a. Útbjóðing og útbjóðingartilfar, herundir útbjóðingarskriv, verkætlan, frágreiðingar og tilboðslistar, skulu vera á føroyskum máli.
Stk. 2. Tó kunnu tilvísingarskjøl, so sum standardir, normar, geotekniskar kanningar, databløð og líknandi vera á øðrum máli enn føroyskum.”
3. Í § 3, stk. 1, verður 1. pkt., orðað soleiðis:
“Boð í samband við útbjóðing skulu verða opnað ta frammanundan ásettu tíðina á útbjóðingarstaðnum.”
§ 2
Hendan løgtingslógin kemur í gildi 1. januar 2017.
Í Tinganesi, 6. mai 2016
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 79/2015