Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fíggjarmálaráðið
  • Útgávudagur: 29-12-1971
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

29. desember 1971Nr. 51

Løgtingslóg um skatt av rentutryggingum v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 134 frá 19. desember 2014

§ 1. 1) 2) Ein eftirlønarskipan við stigvísum útgjaldingum er ein eftirlønarskipan, sum verður útgoldin stigvíst og sum fellur burtur, tá ið tann, sum hevur rætt til eftirlønina, doyr. Eftirlønarskipanir við stigvísum útgjaldingum eru: lívrenta, eftirsiturenta, avlamisrenta, eftirlønartrygging ella líknandi rentutrygging. Sum rentutrygging verður roknað arvarenta treytað av, at í tryggingarskjalinum ikki er tilskilað tí, sum kann fáa veitingarnar útgoldnar, rætt til at velja ímillum  lutaútgjalding ella kapitalútgjalding. Tryggingartakarin er tryggjaði og eigur tryggingina. Er tryggingin stovnað sum avtala millum løntakara og arbeiðsgevara hansara, og arbeiðsgevarin er tryggingartakari, skal løntakarin verða tryggjaði og eiga tryggingina.

§ 1 A. 1) Ein lutatrygging sum eftirløn er ein eftirlønarskipan, har sum tryggingarupphæddin verður útgoldin í eins stórum lutum eftir 10 árum ella, tá ið tryggingin er sett saman við eini uppsettari lívrentu, treytað av, at í tryggingarskjalinum ikki er tilskilað tí, sum kann fáa veitingarnar útgoldnar, rætt til at velja í millum lutaútgjalding ella kapitalútgjalding. Tryggingartakarin er tryggjaði og eigur tryggingina. Tryggingin kann verða teknað sum ein váðatrygging, sum bert verður útgoldin, um tryggjaði verður avlamin ella doyr fyri avtalaðu útgjaldingina. Tryggingin kann eisini verða sett saman við eini avlamisveiting.

§ 1 B. 1) 2) Ein kapitaleftirlønartrygging er ein eftirlønarskipan, sum verður útgoldin við einari kapitalupphædd. Tryggingartakarin er tryggjaði og eigur tryggingina. Er tryggingin stovnað sum avtala millum løntakara og arbeiðsgevara hansara, og arbeiðsgevarin er tryggingartakari, skal løntakarin verða tryggjaði og eiga tryggingina. Avtala kann verða gjørd um, at tryggingarupphæddin bert verður útgoldin, um tryggjaði livir, tá ið útgjalding skal fara fram eftir avtaluni. Tryggingin kann eisini verða stovnað sum ein andlátstrygging burturav. Tryggingin kann harafturat verða sett saman við eini avlamisveiting.

Stk. 2. 3) Aftaná at tryggingareigarin er fyltur 60 ár, kann ein kapitaleftirlønartrygging bert verða stovnað sum uppískoyti til eina verandi kapitaleftirlønartrygging.

§ 1 C. 1) 2) Ein eftirlønaruppsparing er ein eftirlønarskipan í peningastovni, sum verður útgoldin við einari kapitalupphædd. Í avtaluni skal verða tilskilað, at kapitalurin við tilskrivaðum rentum v.m. skal útgjaldast kontoeigaranum. Avtalað skal vera um útgjalding, um kontoeigarin doyr. Avtala kann ikki vera um útgjalding eftir deyða kontoeigarans til onnur enn hjúnafelaga, heruppií fráskildan hjúnafelaga ella lívsarvingar, heruppií stjúkbørn og lívsarvingar teirra. Til kontoina kann knýtast ein andlátstrygging og/ella avlamisupphæddartrygging.

Stk. 2. 3) Eftirlønaruppsparing skal verða stovnað áðrenn eftirlønareigarin er fyltur 60 ár.

§ 1 D. 1) 2) Ein lutaeftirlønaruppsparing er ein eftirlønarskipan í peningastovni, har eftirlønarupphæddin verður útgoldin í eins stórum veitingum eftir 10 árum. Lutaútgjaldingin skal verða útgoldin kontoeigaranum, meðan hann er á lívi. Í avtaluni skal verða tilskilað inngjaldingartíðarskeiðið og tann árliga inngoldna upphæddin. Avrátt skal vera um útgjalding, um kontoeigarin doyr.

Stk. 2. Áðrenn lutaútgjalding byrjar, velur kontoeigarin útgjaldingarhátt:

1)   Ein útgjaldingarhátt við eini árligari lutaútgjalding, sum er ein upphædd svarandi til virðið á skipanini við álmanakkaársins byrjan, býtt við tí áratali, sum útgjalding enn ikki hevur verið fyri, ella

2)   ein útgjaldingarhátt við einari árligari lutaútgjalding, sum er ein upphædd, sum við óbroyttari rentu í øllum útgjaldingartíðarskeiðinum hevur eins stórar árligar lutaútgjaldingar.

§ 1 E. 1) 2) 4) Inngjøld til eina kapitaleftirlønartrygging og eina kapitaleftirlønaruppsparing eftir §§ 1B og 1C kunnu av arbeiðsgevaranum og av eigaranum við fullari skattskyldu verða í mesta lagi kr. 25.000,- drigin frá í skattskyldugu inntøkuni árliga. Er arbeiðsgevarin við til at rinda til skipanina, verður eigarans frádráttur lækkaður við arbeiðsgevarans inngjøldum. Frádrátturin verður prístalsviðgjørdur 1. juli 1987 við prístalinum 1. juli 1986 sett til 100. Broytingin í frádráttinum verður útroknað hvønn 1. juli og kunngjørd av landsstýrismanninum sum galdandi fyri komandi álmanakkaár.

Stk. 2. Inngjøld til eina skipan sambært §§ 1, 1 A og 1 D kunnu av eigaranum við fullari skattskyldu verða drigin frá í tí skattskyldugu inntøkuni, tó ikki arbeiðsmarknaðargjøld.

Stk. 3. Kapitalinngjøld til eftirlønarskipanir eftir §§ 1, 1 A og 1 D kunnu av eigaranum við fullari skattskyldu verða drigin frá í 10 ár, soleiðis at innskotið verður drigið frá við 1/10 í innskotsárinum og hvørt av hinum 9 árinum.

Stk. 4. Er tíðarskeiðið fyri inngjøld til eftirlønarskipanir eftir §§ 1, 1 A og 1 D styttri enn 10 ár, skulu inngjøldini dragast frá í 10 ár. Verður inngjaldið til nevndu skipanir hækkað, tá ið eftirverandi tíðarskeiðið er styttri enn 10 ár, skal frádrátturin fyri hækkingina á sama hátt dragast frá yvir eitt 10 ára tíðarskeið.

Stk. 5. 2) Um samlaði árligi frádrátturin eftir stk. 3 og 4 er minni enn kr. 25.000,- hevur skattgjaldarin rætt til ein árligan frádrátt uppá kr. 25.000,-, inntil øll inngjøldini eru drigin frá. Frádrátturin verður prístalsviðgjørdur 1. juli 1987 við prístalinum 1. juli 1986 sett til 100. Broytingin í frádráttinum verður útroknað hvønn 1. juli og kunngjørd av landsstýrismanninum sum galdandi fyri komandi álmanakkaár. Tó ber ikki til at draga frá størri upphædd árliga enn tað, sum er goldið.

Stk. 6. Doyr hin skattskyldugi, áðrenn liðugt er at draga frá fyri kapitalinnskot ella inngjøld eftir stk. 3-5, kann eftirsitandi hjúnafelagin, um hann, tá ið andlátið varð, livdi saman við tí deyða, halda fram at draga frá.

§ 1 F. 1) 4) (Áður stk. 2.) Útgjalding frá arbeiðsloysistrygging er skattskyldug inntøka.

§ 1 G. 1) Eftirlønarskipanir, ið hava gildi fyri 29. mai 1985, koma tó ikki undir ásetingarnar í § 1 E.

Stk. 2. 2) Landsstýrismaðurin kann við kunngerð áseta nærri reglur um upplýsingarskyldu og gjaldshátt v.m. til umsitingina av eftirlønarskipanum eftir hesi lóg.

§ 1 H. 2) Eftirlønarupphæddin í peningastovni skal støðlast í samsvar við reglurnar  í lógini um bankar og sparikassar. Tá talan er um puljuskipan, kann peningastovnurin uttan avgjald ella inntøkuskatt fyri eftirlønareigaran flyta upphæddir av kontantkontoini, sum svara til negativan ávøkstur í puljuni. 

§ 1 I. 2) 5) (Strikað).

§ 1 J. 6) Eftirlønarútgjald við deyða fylgir ásetingunum í forsikringsaftaleloven.

§ 2. 1) Ein arbeiðsgevari kann, tá hansara skattskylduga inntøka verður uppgjørd, draga frá gjøld til eftirløning av starvsfólki hansara ella næstu avvarðandi teirra. Hetta er galdandi, antin tey, sum sambært eftirlønarskipanini hava rætt til eftirløn, hava rætt til eina stigvísa árliga eftirlønarinntøku (eftirlønarskipan við stigvísum útgjaldingum ella lutaeftirlønarskipan) ella eina kapitalútgjalding (kapitaleftirlønarskipan). Frádrátturin er treytaður av:

1)   At gjaldið verður endaliga frábýtt ognum gjaldarans og hann ikki kann ráða yvir tí.

2)   2) reglurnar í eftirlønarskipanini eru gjørdar soleiðis, at løntakarin – eftir § 3 – ikki tekur egin og arbeiðsgevarans gjøld til eftirlønarskipanina við, tá ið tann skattliga inntøkan verður uppgjørd.

§ 3. 2) Ein løntakari skal ikki, tá ið skattskylduga inntøka hansara verður uppgjørd, taka tey gjøld við, sum hann sjálvur og arbeiðsgevari hansara rinda til arbeiðsgevaraeftirlønarskipan, sum vissar løntakaranum ella avvarðandi hansara eina leypandi árliga eftirlønarinntøku ella eina kapitalútgjalding. Tað er tó ein treyt, at tað í eftirlønarsáttmálanum er tilskilað, at løntakarin ikki kann avhenda, veðseta ella á annan hátt ráða yvir gjaldinum saman við rentum, øðrum vinningi, bonusi v.m., so leingi talan er um eina eftirlønarskipan, sbr. § 1H, og at kreditorar hansara ikki í sama tíðarskeiði kunnu halda seg skaðaleysan í hesum gjøldum.

§ 3 a. 1) 7) (Strikað).

§ 4. 2) Rentur og annar vinningur av eftirlønarskipanum í peningastovni v.m. skulu ikki roknast við í skattskyldugu inntøkuna, eins og avgjald ikki verður tikið so leingi, hesar eftirlønir ikki verða útgoldnar.

§ 5. 1) Sum skattskyldug inntøka roknast:

a)    Stigvísar útgjaldingar frá teimum í §§ 1, 1 A og 1 D nevndu eftirlønarskipanum.

b)   Bonusútgjaldingar frá tryggingargjøldum v.m., sum sambært §§1, 1 A og 1 D kunnu dragast frá við fullari upphædd ella verða avskrivaðar í inntøkuni. Bonus, ið verður útgoldið samlað, tá ið ein av teimum í 1. punktum umrøddu tryggingum fellur til útgjaldingar, verður sett úr gildi ella fellur burtur, verður skattað eftir reglunum í § 6, litra a).

§ 6. Av hesum útgjaldingum verður avgjald latið til landskassan eftir reglunum í § 7:

a)    1) Aðrar útgjaldingar enn stigvísar útgjaldingar og stigvísar bonusútgjaldingar frá teimum í §§ 1, 1A og 1D umrøddu eftirlønarskipanum, eisini útgjalding av afturkeypsvirði og viðurlag fyri at missa rættin til eina eftirlønarinntøku. Verður ein av omanfyri nevndu eftirlønarskipanum broytt soleiðis, at eftirlønarskipanin ikki longur lýkur treytirnar fyri fullum frádráttar- og avskrivingarrætti fyri inngjaldingarnar, so verður henda broyting roknað sum afturkeyp, og avgjald skal latast landskassanum. Er einki afturkeypsvirði til, verður í staðin kapitalvirðið av frítryggingarskjalsupphæddini, tá ið eftirlønarskipanin bleiv broytt, nýtt sum grundarlag fyri útrokningini av tí avgjaldsskyldugu peningaupphæddini. Í teimum førum, tryggingargjaldstíðarskeiðið er styttri enn 10 ár, verður tann avgjaldsskylduga peningaupphæddin minkað við partinum av teimum goldnu gjøldunum v.m., sum høvi ikki hevur verið at drigið frá, tá tann skattskylduga inntøkan varð uppgjørd.

b)   2) 7) Kapitalútgjaldingar samsvarandi treytunum fyri kapitaleftirlønum, tá ið løntakarin er komin upp í hesa skipan aftaná 19. oktober 1971 og hann eftir reglunum í § 3 ikki hevur tikið gjøld frá arbeiðsgevaranum til eftirlønarskipanina við í tí skattskyldugu inntøkuni.

c)    Somuleiðis verður avgjald latið til landskassan, tá ein kapitaleftirlønartrygging verður broytt soleiðis, at løntakarin, tá skattskylduga inntøka hansara verður uppgjørd, ikki longur hevur rætt til ikki at taka tey gjøld við, sum arbeiðsgevarin hevur latið til eftirlønarskipanina. Grundarlagið undir útrokningini av avgjaldinum til landskassan er tað afturkeypsvirðið, sum tryggingin hevur, tá broytingin fer fram, og avgjald til landskassan verður latið av tí partinum av afturkeypsvirðinum, ið stavar frá inngjaldingum frá arbeiðsgevaranum. Er einki afturkeypsvirði til, verður ístaðin roknað við frítryggingarskjalshæddini.

§ 6 A 1) 8) Tá ið persónur við fullari skattskyldu til Føroya fær kapitalupphædd útgoldna frá eftirlønarskipan í tryggingarfelag, eftirlønarkassa, peningastovni o.l. sambært afsnit 1 í ,,lov om beskatning af pensionsordninger m.v." við seinni broytingum (pensionsbeskatningsloven), eru reglurnar um avgjald í § 6, samanbornar við § 7, ikki galdandi.

§ 6 B 1) Avgjaldið av teimum eftirlønarskipanum, sum sambært danska lóggávu tillutast Føroyum, fer í landskassan.

Stk. 2. 2) Landskassin endurrindar tí avgjaldsskylduga avgjaldið eftir stk. 1 við tí partinum, sum er hægri enn 35% býtt samsvarandi tað ella tey tíðarskeið, sum tann avgjaldsskyldugi hevur havt fulla skattskyldu til Føroyar. Er eftirlønarskipanin søgd upp í úrtíð, skal avgjaldið endurrindast við tí partinum, sum er hægri enn 55% býtt samsvarandi tað ella tey tíðarskeið, sum tann avgjaldskyldugi hevur havt fulla skattskyldu til Føroyar.

Stk. 3. Avgjaldið eftir stk. 1 verður endurgoldið við fullari upphædd, um tann avgjaldsskyldugi innan 4 vikur eftir útgjaldingina nýtir hetta avgjaldið og ta útgoldnu kapitalupphæddina sum innskot til eina sama slag eftirlønarskipan í føroyskum tryggingarfelag ella peningastovni eftir hesi løgtingslóg.

Stk. 4. Innskot eftir stk. 3 gevur ikki rætt til frádrátt í skattskyldugu inntøkuni.

Stk. 5. 2) Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur fyri umsitingina av reglunum í stk. 2 og stk. 3.

Stk. 6. 9) Av eftirlønarinngjaldi, inngoldið eftir 31. desember 2012, til útlendskan eftirlønarveitara av inntøku, vunnin uttanlands fyri ein arbeiðsgevara við heimstaði uttanlands, umframt av muninum millum saldu á kapitaleftirlønarkontu 31. desember 2012 og saldu útgjaldsdagin, verður rindað avgjald á 45 prosent, tá kapitalútgjald fer fram. Er kapitaleftirlønarsaldan útgjaldsdagin tann sama ella lægri enn saldan pr. 31. desember 2012, verður rindað avgjald á 35 prosent. Kann eftirlønarveitari vátta, at onki er inngoldið eftir 31. desember 2012, verður avgjaldið 35 prosent av salduni útgjaldsdagin.

§ 7. 1) 2) 5) Tá ið útgjalding fer fram eftir § 6, litra b, verður av tí avgjaldsskyldugu upphæddini, sum er minkað niður í næstu peningaupphædd, sum kann býtast við 100, latið avgjald til landskassan upp á 35%. Verður ein eftirlønarskipan útgoldin sum eingangsupphædd, tá ið eftirlønareigarin doyr, verður latið avgjald til landskassan upp á 35% av tí avgjaldsskyldugu upphæddini. Sama avgjald er galdandi, um kapitaleftirløn verður útgoldin vegna viðvarandi óarbeiðsføri. 1. pkt. er ikki galdandi, um eingin frádráttur er veittur við inngjald.

Stk. 2. Tá ið útgjalding fer fram eftir § 6, litra a og litra c, verður av tí avgjaldsskyldugu upphæddini, sum er minkað niður í næstu peningaupphædd, sum kann býtast við 100, latið avgjald til landskassan upp á 55%. Fyri kapitaleftirlønir er útgjalding áðrenn 60 ára aldur roknað sum útgjalding í ótíð.

Stk. 3. 10) Tryggingarfelagið, peningastovnurin, eftirlønarkassin v.m. hevur skyldu til, tá ið ein útgjalding skal fara fram av eini eftirlønarskipan, at útrokna og afturhalda avgjaldið, og innan 4 vikur aftaná, at tryggingarfelagið, peningastovnurin, eftirlønarkassin v.m. hevur fingið kunnleika um avgjaldskylduna, at inngjalda avgjaldið til landskassan. Tær í § 6 umrøddu útgjaldingar v.m. verða ikki taldar við, tá tann skattskylduga inntøkan verður uppgjørd. Avgjaldið kann ikki dragast frá, tá tann skattskylduga inntøkan verður uppgjørd. Útrokningin av avgjaldinum kann innan 4 vikur eftir, at boðað er frá gjaldskylduni, av tí avgjaldskylduga verða kravd eftirkannað av Toll- og Skattaráð Føroya. Kæra um avgerð hjá Toll- og Skattaráð Føroya kann leggjast fyri Skatta- og Avgjaldskærunevndina innan 4 vikur eftir, at Toll- og Skattaráð Føroya hevur tikið avgerð sína.

Stk. 4. 8) Um byrjað er at gjalda út av eftirlønarskipan, ber ikki til at gjalda inn aftur á somu eftirlønarskipan. Ásetingin er tó ikki galdandi fyri útgjald av avlamiseftirløn frá eftirlønarskipan.

Stk. 5. 6) Útgjald fyri 60 ára aldur viðførir, at rindast skal eitt eykagjald uppá 25% av upphæddini til útgjaldingar fyri ta eftirløn, sum er inngoldin samsvarandi § 11 a. Er talan um avlamni ella deyða fyri 60 ára aldur, verður tó ikki rindað eykagjald  til landskassan.

§ 7 A 1) Verður avgjaldsskylda eftir § 5, litra b), 2. punktum ella § 6 og hevur tann avgjaldsskyldugi fulla skattskyldu til Danmark, tá ið avgjaldið skal latast, skal avgjaldið býtast millum Føroyar og Danmark eftir reglunum í stk. 2. Hevur tann avgjaldsskyldugi fulla skattskyldu bæði til Føroyar og Danmark, tá ið avgjald skal latast, verður avgjaldið býtt eftir reglunum í stk. 2, um so er, at persónurin er heimahoyrandi í Danmark eftir reglunum í tvískattaavtaluni millum Danmark og Føroyar. Avgjaldið, sum eftir stk. 2 tillutast Danmark, fer í statskassan.

Stk. 2. Samlaða avgjaldið verður býtt í mun til tað ella tey tíðarskeið, sum tann avgjaldsskyldugi hevur havt fulla skattskyldu til ávikavíst Føroyar og Danmark. Hevur tann avgjaldsskyldugi í einum tíðarskeiði havt fulla skattskyldu bæði til Føroyar og Danmark, verður hetta tíðarskeiðið, tá ið samlaða avgjaldið skal býtast, tillutað tí partinum av ríkinum, har tann avgjaldsskyldugi er heimahoyrandi eftir reglunum í tvískattaavtaluni millum Føroyar og Danmark. Hevur tann avgjaldsskyldugi í einum tíðarskeiði havt fulla skattskyldu hvørki til Føroyar ella Danmark, verður hetta tíðarskeiðið, tá ið samlaða avgjaldið skal býtast, tillutað Føroyum.

§ 7 B. 6) Fyri lutaeftirløn, ið er uppspard í tíðarskeiðnum fram til og við 2011, og útgjaldið er lægri enn 4.000 kr., tá útgjaldingartíðarskeiðið er 10 ár, kann avtala gerast um eitt styttri útgjaldingartíðarskeið. Treytin er, at útgjaldið, eftir at útgjaldingartíðarskeiðið er stytt, ikki má vera hægri enn 4.000 kr. um mánaðin í útgjaldingarskeiðinum. A-skattur verður rindaður av útgjaldinum.

Stk. 2. Fyri lívrentu, ið er uppspard í tíðarskeiðnum fram til og við 2011, og mánaðarliga útgjaldið er 4.000 kr. ella lægri, kann avtala gerast um at broyta lívrentuna til eina uppathaldandi lívstreytaða veiting. Treytin er, at útgjald á 4.000 kr. um mánaðin er eftir, at lívrentan er broytt til eina uppathaldandi lívstreytaða veiting í útgjaldingartíðarskeiðnum. A-skattur verður rindaður av útgjaldinum.

Stk. 3. Lutaeftirløn ella lívrenta, ið er uppspard í tíðarskeiðinum fram til og við 2011, kann umroknast til eitt eingangsútgjald. Treytin er at tryggingin endar og eingangsútgjaldið verður seinasta útgjald av tryggingini. Eingangsútgjaldið má ikki vera størri enn 50.000 kr. Rindað verður 35% í avgjaldi.

Stk. 4. Útgjald av lutaeftirløn hjá teimum, ið eru 60 ár og eldri, og har uppspart er í tíðarskeiðnum  2012 og 2013, kann rindast útaftur við 1.500 kr. um mánaðin, um samlaða uppsparda virðið er minni enn 150.000 kr.

Stk. 5. Útgjald av lívrentu hjá teimum, ið eru 60 ár og eldri, ið er uppspard í tíðarskeiðinum eftir 1. januar 2012, kann rindast útaftur við 1.500 kr. um mánaðin, um samlaða uppsparda virðið er minni enn 200.000 kr.

Stk. 6. Upphæddirnar, sum eru ásettar í hesi grein, verða árliga javnaðar í mun til prístalið 1. juli 2014, sum verður sett til 100. Broytingin í upphæddunum verður útroknað hvønn 1. juli og kunngjørd av landsstýrismanninum sum galdandi fyri komandi álmanakkaár.

§ 8. 1) Fyri útgjaldingar frá tryggingar- ella eftirlønarskipanum eftir hesi lóg, sum vóru virkandi við byrjan av tí inntøkuári, sum varð nýtt til at seta í skatt fyri skattaárið 1971/72, ella tær tryggingar- ella eftirlønarskipanir, sum inngjalding var liðug fyri ella steðgað, galda í staðin fyri ásetingarnar í § 6 a) tær higartil galdandi reglur.

§ 9. 1) 2) Flyting frá eini skipan til eina aðra verandi ella nýggja her í landinum fyri sama persón verður ikki viðgjørd sum út‑ ella inngjalding, um so er, at flytingin er:

1)   millum eftirlønarskipanir við leypandi útgjaldingum,

2)   frá eini lutaeftirlønartrygging ella lutaeftirlønaruppsparing til eina eftirlønarskipan við leypandi útgjaldingum,

3)   frá eini lutaeftirlønartrygging ella lutaeftirlønaruppsparing til eina aðra lutaeftirlønartrygging ella lutaeftirlønaruppsparing,

4)   frá eini kapitaleftirlønartrygging ella kapitaleftirlønaruppsparing til eina eftirlønarskipan við leypandi útgjalding,

5)   frá eini kapitaleftirlønartrygging ella kapitaleftirlønaruppsparing til eina aðra kapital­eftir­lønartrygging ella kapitaleftirlønaruppsparing, 

6)   frá eini kapitaleftirlønartrygging ella kapitaleftirlønaruppsparing til eina lutaeftirlønar­trygging ella lutaeftirlønaruppsparing.

Stk. 2. 6) Eftirlønarsamansparing, ið er inngoldin sambært hesi lóg, kann gerast partur av felagsbúnum, sum í sambandi við sundurlesing ella hjúnaskilnað verður býtt og flutt millum eftirlønarsamansparingar og eftirlønarveitarar hjá hjúnafeløgunum, uttan at avgjald verður rindað til landskassan. Tryggjast skal, at tað er greiður skilnaður á eftirlønarkontum har inngoldið er av óskattaðum og skattaðum eftirlønarpeningi. Flyting millum eftirlønarkontur skal gerast samsvarandi hesi grein. Ásetingin fevnir ikki um teknaða lívrentuavtalu. TAKS skal hava fráboðan í hvørjum einstøkum føri, tá hetta fer fram.

§ 10. 1) 11) (Strikað).

§ 11. 1) 2) (Strikað).

§ 11 a. 12) Frá 1. januar 2012 skulu rindast 40 % í skatti av øllum eftirlønarinngjøldum hjá persónum við fullari ella avmarkaðari skattskyldu til Føroyar. Inngjald til eftirlønarskipan fevnir bæði um arbeiðsgevaraeftirlønarskipan og privata eftirlønarskipan. Hjá persónum við fullari skattskyldu til Føroyar verður inngjald til eftirlønarskipan framhaldandi fevnt av burtursíggingarrætti ávikavist frádráttarrætti í skattskyldugu inntøkuni. Við atliti at privatum eftirlønarskipanum verður frádráttur fyri inngjald til eftirlønarskipan og avrokning av eftirlønarskatti uppgjørd árið eftir, sum ein partur av skattauppgerðini.

Stk. 2. Frá 1. januar 2012 er tað skylda hjá føroyskum arbeiðsgevara vegna eftirlønarsamanspararar at rinda eftirlønargjald til eftirlønarveitara umvegis afturhaldsskipanina hjá TAKS samstundis, sum lønin verður flutt, og í samsvari við eftirlønaravtaluna. Síðani avroknar TAKS 60% til eftirlønarveitara og afturheldur 40% í eftirlønarskatti, ið fer í landskassan. Eftirlønarveitari upplýsir eitt felags kontonummar til at móttaka eftirlønargjald vegna eftirlønarsamansparara. Eftirlønarskatturin fellur til gjaldingar samstundis sum eftirlønargjaldið.

Stk. 3. Um arbeiðsgevari ikki rindar skattin av eftirlønini rættstundis, kann TAKS krevja upphæddina við tilskrivaðum rentum inn við panting eftir reglunum í § 135 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.

Stk. 4. Um eftirlønarsamansparari ikki hevur hildið sína skyldu við at rinda skatt av eftirlønarinngjaldi sambært stk. 1, verður tann skuldkomni skatturin við tilskrivaðum rentum kravdur inn við skattauppgerð eins og B-skattur. TAKS kann fremja panting eftir reglunum í § 135 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.

Stk. 5. 9) Ásetingarnar í stk. 1-4 eru ikki galdandi fyri eftirløn, sum er innvunnin fyri arbeiði uttanlands í starvi hjá arbeiðsgevara við heimstaði uttanlands og goldin til útlendskan eftirlønarveitara.

Stk. 6. 9) Tað verður álagt eftirlønarsaman-sparara, ið rindar til eftirløn sambært stk. 5, at senda TAKS eftirlønaruppgerð fyri árið 2012. Er uppgerð ikki latin TAKS í seinasta lagi 1. oktober 2013, kann sekt á 5.000 kr. áleggjast. Er eftirlønaruppgerð ikki latin TAKS, tá eftirlønarkapitalútgjald fer fram, ger TAKS eina meting av avgjaldsupphæddini, ið skal rindast sambært § 6 B, stk. 6.

Stk. 7. 9) Hóast undantikin sambært stk. 5, kann persónur sjálvboðin koma undir ásetingarnar í stk. 1-4, treytað av at eftirlønin verður flutt umvegis afturhaldsskipanina hjá TAKS, og at greiður skilnaður er millum óskattað og skattað eftirlønarinngjøld.

§ 11 b. Allar eftirlønarskipanir, ið eru stovnaðar hjá Lív (Føroya Lívstrygging) við støði í løgtingslóg nr. 64 frá 10. oktober 1966 við gildi frá 1. januar 1967, verða framhaldandi galdandi. Somuleiðis verður veitingartrygd, ið Lív hevur givið tilsøgn um, galdandi. Grundað á lækkað eftirlønarinngjald vegna skatt av inngjaldi, verður heimild givin eftirlønarveitararanum Lív á verandi eftirlønaravtalum at niðurseta veitingartrygdina samsvarandi niðurskurðinum á eftirlønarinngjaldinum.

Stk. 2. Talan verður ikki um nýtekning av galdandi eftirlønaravtalum, ið gjørdar eru millum føroyskan eftirlønarveitara og hvønn einstakan tryggingartakara. Tær tryggingar, ið eru stovnaðar sambært eftirlønaravtalu, eru framvegis í gildi.

Stk. 3. Tað verður álagt eftirlønarveitarum at halda gjøgnumskygdan skilnað millum óskattað eftirlønarinngjøld til og við 31. desember 2011, og skattað eftirlønarinngjøld, inngoldin eftir 31. desember 2011.

Stk. 4. Allar eftirlønarskipanir, ið eru fevndar av hesi løgtingslóg til og við 31. desember 2011, verða framhaldandi galdandi og fylgja útgjaldsleistinum, ið eru ásettar sambært hesi løgtingslóg fram til 31. desember 2011.

Stk. 5. 6) Av skattaðum inngjaldi, ið er inngoldið frá 1. januar 2012 og til og við 31. desember 2013, skal í samband við útgjald eftir 60 ára aldur ikki gjaldast skattur ella avgjald til landskassan, og fylgir útgjaldið teimum ásetingum, ið annars eru ásettar sambært hesi løgtingslóg.

Stk. 6. 6) Tá eftirlønarkonta fyri árið 2012 og 2013 endaliga verður gjørd upp og útgoldin, skal teldutøk kontouppgerð frá eftirlønarveitara fráboðast TAKS.

§ 11 c. 13) Hámarkið fyri loyvdum árligum inngjaldi á kapitaleftirlønartrygging/ kapitaleftirlønarsamansparing verður fyri árið 2012 og 2013 ásett til 25.000 kr. brutto.

Stk. 2. Hámarkið fyri loyvdum árligum inngjaldi til lutaeftirlønarskipanir sbrt. § 1 D verður fyri árið 2012 og 2013 ásett til 100.000 kr. brutto.

§ 12. 2) (Strikað).

(Yvirskriftin er strikað) 8) 6)

§ 12 a. 14) 6) Fyri lutaeftirlønarskipanir sbrt. § 1 D verður sett eitt samlað hámark fyri loyvdum inngjaldi við frádráttarrætti í skattskyldugu inntøkuni. Hámarkið um árið er kr. 100.000 fyri árini 2010 og 2011. Ov nógv inngoldin upphædd, ið ikki kann geva frádrátt í skattskyldugu inntøkuni fyri árini 2010 og 2011, verður goldin út aftur uttan avgjald. Hendan ásetingin er eisini samsvarandi galdandi fyri § 1 A.

Stk. 2. 6) Har frádráttur í skattskyldugu inntøkuni er hægri enn loyvda markið fyri inngjaldi á kapitaleftirlønartrygging /  kapitaleftirlønaruppsparing sbrt. § 1 E, verður fyri árini 2006 og 2007 loyvt, at ov nógv frádrigna upphæddin beinleiðis verður sett inn á lutaeftirlønartrygging/ lutaeftirlønaruppsparing, verandi ella nýstovnað. Váttan frá  pensjónsveitara, um at upphæddin er flutt til lutaeftirlønarskipan skal vera TAKS í hendi í seinasta lagi 1. oktober 2010.

Stk. 3. 6) Pensjónseigarin sambært stk. 2 avger sjálvur, hvørja lutaeftirlønarskipan og hjá hvørjum pensjónsveitara í Føroyum pensjónspeningurin skal flytast inn á. Arbeiðsgevaraskipan gongur framum eina privat stovnaða eftirlønarskipan.

Stk. 4. 6) Um ásetingin í stk. 2, 2. pkt.  ikki verður fylgd, verður ov nógv inngoldna upphæddin goldin út við avgjaldi upp á 55%.

Stk. 5. 6) Fyri árið 2008, har frádráttur í skattskyldugu inntøkuni ikki er tikin við í skattauppgerðini, ber til at fáa peningin út aftur uttan at rinda avgjald. Sama er galdandi fyri árið 2009. Útgjaldið skal vera gjørt fyri 1. oktober 2010.

Stk. 6. 13) 6) Hámarkið fyri inngjaldi á kapitaleftirlønartrygging/kapitaleftirlønaruppsparing verður fyri árið 2010 og 2011 ásett til kr. 25.000.

Stk. 7. 13) 6) Persónar, sum gerast ella eru 70 ár ella eldri í inngjaldingarárinum, kunnu ikki rinda privat teknaða kapitaleftirlønarskipan við frádráttarrætti í skattskyldugu inntøkuni í 2010 og 2011.

§ 12 b. 6) Frá 1. januar 2014 at rokna  verður ikki loyvt at rinda inn á eftirlønarkontur, ið er stovnaðar sambært hesi lóg. Allar eftirlønarskipanir, ið eru stovnaðar sambært hesi lóg, verða framhaldandi í gildi og fylgja útgjaldsleisti, ið er ásettur sambært hesi lóg.

Stk. 2. Fyri privat eftirlønarinngjøld, ið eru goldin í 2013 og árini frammanundan, kunnu frádragast í skattskyldugu inntøkuni 150.000 kr. í 2013 og sama upphædd fylgjandi árini, til alt eftirlønarinngjaldið er frádrigið í skattskyldugu inntøkuni. Talan er um eftirlønarinngjøld til føroyskan eftirlønarveitara. Eftirlønarupphæddin á 150.000 kr. er brutto inngjaldið. Í sambandi við eitt privat eftirlønarinngjald rindar eftirlønarveitarin eftirlønarskattin til TAKS.

Stk. 3. Eftirlønarveitarar skulu senda árliga teldutøka kunning til TAKS um upplýsingar hjá øllum teimum, ið eru skrásett í eftirlønarskipanini hjá eftirlønarveitaranum sambært hesi løgtingslóg. Upplýsingarnar skulu vera TAKS í hendi í seinasta lagi 20. januar ella fyrsta gerandisdag eftir 20. januar. Verður ásetingin í pkt. 1 ikki fylgd, kunnu dagbøtur á 20.000 kr. verða álagdar fyri hvønn dag, ið fer út um fyrsta gerandisdag eftir 20. januar. Eru upplýsingarnar, ið TAKS móttekur, ikki rættar, sendir TAKS í fyrsta lagi eina ávaring. Um brotið ikki verður rættað, kann TAKS áleggja dagbót á 20.000 krónur, til viðurskiftini eru komin í rættlag. Um brot á hesa løgtingslóg áhaldandi ikki verður rættað, kann eftirlønarupphæddin verða flutt til annan eftirlønarveitara at umsita uttan kostnað fyri eftirlønarsamansparara. Landsstýrismaðurin ásetir við kunngerð nærri reglur fyri, hvussu tann einstaka eftirlønarupphæddin kann flytast til annan eftirlønarveitara at umsita.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir við kunngerð nærri reglur viðvíkjandi upplýsingarskyldu, freist og rættleika av upplýsingum frá eftirlønarveitarum.

§ 13. 1) Henda lóg kemur í gildi beinanvegin.

 

 



1) Broytt við løgtingslóg nr. 30 frá 7. mai 1991, § 2 ljóðar soleiðis: ”Henda løgtingslóg, sum kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, er galdandi frá 1. januar 1991, tó eru reglurnar í punkt 13, 14 og 17 galdandi frá 1. januar 1990.”

2) Broytt við løgtingslóg nr. 40 frá 26. mars 2002.

3) Broytt við løgtingslóg nr. 151 frá 30. desember 1996, har § 2 ljóðar soleiðis: ,,Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur gildi frá framløgudegnum. Samstundis fer danski teksturin í løgtingslóg nr. 51 frá 29. desember 1971 við seinni broytingum úr gildi.“

4) Broytt við løgtingslóg nr. 150 frá 30. desember 1996, har § 2 ljóðar soleiðis: ,,Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1997. Samstundis fer danski teksturin í løgtingslóg nr. 51 frá 29. desember 1971 við seinni broytingum úr gildi.“

5) Broytt við løgtingslóg nr. 118 frá 15. desember 2014, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. § 1, nr. 2 er galdandi, hóast inngjøldini fóru fram, áðrenn hendan løgtingslóg kom í gildi.”

6) Broytt við løgtingslóg nr. 158 frá 20. desember 2013, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2014.”

7) Broytt við løgtingslóg nr. 57 frá 8. mai 1987.

8) Broytt við løgtingslóg nr. 181 frá 22. desember 2009, har § 2 ljóðar soleiðis: ”Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2010.”

9) Broytt við løgtingslóg nr. 146 frá 20. desember 2012, har § 2 ljóðar soleiðis: ”Hendan løgtingslóg kemur í gildi framløgudagin, og hevur virknað frá 1. juli 2012.”

10) Broytt við løgtingslóg nr. 100 frá 20. desember 2002.

11) Broytt við løgtingslóg nr. 134 frá 19. desember 2014, har § 3 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2015.”

12) Broytt við løgtingslóg nr. 177 frá 29. desember 2011, har § 2 ljóðar soleiðis: ”Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2012. Við atliti at inngjaldi til útlendskar eftirlønarskipanir kemur løgtingslógin í gildi 1. juli 2012.”

13) Broytt vil løgtingslóg nr. 144 frá 20. desember 2012, har § 2 ljóðar soleiðis: ”Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2013.”

14) Broytt við løgtingslóg nr. 107 frá 26. november 2010, har § 2 ljóðar soleiðis “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2011.”