Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Mentamálaráðið
  • Útgávudagur: 16-05-2012
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2012 A - Hefti 19 A frá 16. mai 2012
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

8. mai 2012Nr. 51

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Fróðskaparsetur Føroya

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 58 frá 9. juni 2008 um Fróðskaparsetur Føroya verða gjørdar hesar broytingar:


1)   Frágreiðandi heitið verður broytt til: “(University of the Faroe Islands)”


2)   § 2, stk. 2, 1. pkt. verður strikað.


3)   § 3 verður orðað soleiðis:
§ 3. Fróðskaparsetur Føroya skal støðugt endurmeta raðfestingarnar av útbúgvingunum og gera uppskot um, hvørji útbúgvingartilboð skulu vera á hvørjum fakøki. Útbúgvingartilboð skulu góðkennast av landsstýrismanninum.
Stk. 2. Fróðskaparsetur Føroya skipar fyri innanhýsis góðskutrygging av útbúgvingunum, sum bodnar verða út á Fróðskaparsetrinum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin skipar fyri eftirmeting av Fróðskaparsetri Føroya. Eftirmetingin verður gjørd av uttanhýsis serfrøði.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya, harundir um endamál, undirvísingarførleikar, upptøku, avriksflyting, lestrarvirkni, námsskipan, próvdøming, próvtalsstiga, prógv, heiti, diploma supplement, løggilding, góðskumeting, ph.d. skúla og kærur.”


4)   § 4 verður orðað soleiðis:
§ 4. Fróðskaparsetur Føroya kann bjóða hesar fulltíðarútbúgvingar, har eitt fulltíðar lestrarár samsvarar við 60 ECTS námsstig:

1)    Bachelorútbúgving, sum telur 180 ECTS námsstig.

2)    Bachelorútbúgving, ið er yrkisrættað, sum telur upp til 240 ECTS námsstig.

3)    Diplomútbúgving, sum telur 60 ECTS námsstig, sum antin er eitt ársverk á bachelorstøði ella eitt ársverk í framhaldi av bachelorútbúgving.

4)    Masterútbúgving, sum telur 120 ECTS námsstig.

5)    Ph.d.-útbúgving, sum telur 180 ECTS námsstig.
Stk. 2. Námsstigini verða tillagað soleiðis, at tey til eina og hvørja tíð eru í samsvari við altjóða ásetingar.”


5)   Aftan á § 4 verður sett:
§ 4 a. Fróðskaparsetur Føroya kann tilluta heitini: bachelor, diplom, master og philosophiae doctor (ph.d.)
Stk. 2. Ph.d. heitið verður latið einum, sum hevur lokið grannskaraútbúgving, íroknað eini ritgerð, sum er vard alment, og soleiðis hevur skjalprógvað at vera førur fyri at gjøgnumføra vísindaligar rannsóknir á einum stigi, sum samsvarar við altjóða ph.d. støðið í vísidagreinini.
Stk. 3. Heiðursheitið, philosophiae doctor honoris causa, stytt ph.d.h.c., kann verða latið fólki, sum hevur gjørt vart við seg vísindaliga á annan hátt. Stýrið tekur avgerð eftir tilmæli frá rektaranum.”


6)   Í § 7 verður sum stk. 2 sett:
Stk. 2. Fróðskaparsetur Føroya kann skipa útbúgvingartilboð umvegis fjarlestur.”


7)   Í § 20 verður sum stk. 2 sett:
Stk. 2. Fróðskaparsetur Føroya samstarvar og ger sínámillum samstarvsavtalur við viðkomandi stovnar í Føroyum og uttanlands.”


8)   Aftan á § 20 verður sett:

§ 20 a. Rektarin á Fróðskaparsetri Føroya skal skipa fyri, at lesandi, ið hevur skerdan virkisførleika og hevur tørv á sernámsfrøðiligari hjálp ella stuðli, fær tilboð um hetta.

Stk. 2. Rektarin skal skipa fyri, at lesandi, ið ikki fær fylgt vanligu undirvísingini, tí lesandi ber brek, í serligum føri fær tilboð um longda útbúgvingartíð og serlig undirvísingaramboð, so tann lesandi kann fullføra útbúgvingina.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta neyvari reglur um sernámsfrøðiligan stuðul.

 

Kapittul 6 a

Kæra um próvtøku

 

§ 20 b. Kæra um avgerð í sambandi við próvtøku skal latast Fróðskaparsetrinum skrivliga við grundgevingum.

Stk. 2. Kærufreistin er 2 vikur frá tí, at lesandi hevur fingið avgerðina at vita. Í undantaksføri kann rektarin víkja frá tíðarfreistini.

Stk. 3. Kærast kann ikki um metingina í kliniskum útbúgvingarparti.

 

§ 20 c. Verður kært um:

1)   próvtøkugrundarlagið, tað er próvtøkuspurningar, uppgávur ella tílíkt í mun til pensum,

2)   próvtøkugongdina ella

3)   próvdømingina,
leggur dekanurin kæruna fyri undirvísaran og próvdómaran til viðmerkingar og tilmæli.

Stk. 2. Dekanurin tekur avgerð í kærumálum sbrt. stk. 1, og niðurstøðan kann vera:

1)   at umdøming verður framd,

2)   at viðkomandi fær bjóðað endurpróvtøku, ella

3)   at kæran verður víst aftur.
Við umdøming og við endurpróvtøku skulu nýggir próvdómarar verða settir at døma avrikið.

Stk. 3. Verður niðurstøðan umdøming ella endurpróvtøka, endar málið her.

 

§ 20 d. Vísir dekanurin kæruni aftur, kann kærast skrivliga til rektaran, sum setir eina kærunevnd í hvørjum einstøkum føri at taka avgerð í málinum. Kærufreistin er 2 vikur frá tí, at dekanurin hevur tikið avgerðina.

Stk. 2. Kærunevndin verður mannað við tveimum góðkendum uttanhýsis próvdómarum. Ber hetta ikki til, verður nevndin mannað við uttanhýsis próvdómarum, tilnevndum til høvið. Rektarin tilnevnir formannin.

 

§ 20 e. Kærunevndin kann:

1)   góðkenna próvtalið, hækka ella lækka próvtalið ella broyta ikki staðið til staðið ella øvugt,

2)   avgera, at umdøming verður við nýggjum próvdómarum,

3)   bjóða endurpróvtøku við nýggjum próvdómarum, ella

4)   vísa kæruni aftur.

Stk. 2. Avgerð verður tikin við atkvøðugreiðslu. Stendur á jøvnum, er atkvøða formansins avgerandi.

Stk. 3. Lesandi kann halda fram við útbúgvingini, meðan kæran verður viðgjørd.

Stk. 4. Avgerð kærunevndarinnar er endalig.”

 

§ 2

Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Stk. 2. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 69 frá 28. mai 1980 um læraraútbúgving, og løgtingslóg nr. 2 frá 22. januar 2003 um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum, tó so, at fyriskipanir, sum eru ásettar við heimild í hesum lógum, verða verandi í gildi, til tær verða broyttar ella settar úr gildi við heimild í hesi lóg.

Stk. 3. Lesandi, sum byrjað hava lesturin sambært lóggávu, sum sbrt. stk. 2 verður sett úr gildi, gera lesturin lidnan, soleiðis sum ásett í nevndu lóggávu.

Stk. 4. Lestur sambært stk. 3 skal í seinasta lagi vera lokin innan skúlaársbyrjan 2016.

Stk. 5. Kapittul 6 a í lógini er eisini galdandi fyri útbúgvingarnar, sum eru ásettar í hesum kunngerðum:

1)   Kunngerð nr. 85 frá 9. juni 2009 um skiftisreglur fyri lesandi á Fróðskaparsetri Føroya, sum byrjað hava lesturin áðrenn 1. august 2008 ella seinni, og reglur um alment próvskeið í føroyskum, sum broytt við kunngerð nr. 111 frá 31. august 2011,

2)   Kunngerð nr. 19 frá 3. mars 2011 um útbúgving til sjúkrarøktarfrøðing. (B.SC.CUR) og

3)   Kunngerð nr. 140 frá 13. november 2009 um útbúgving av fólkaskúlalærarum og námsfrøðingum.

 

 

Tórshavn, 8. mai 2012

 

Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður

Lm. nr. 171/2011