Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fíggjarmálaráðið
  • Útgávudagur: 22-05-2009
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2009 A - Hefti 12 A frá 22. mai 2009
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

11. mai 2009Nr. 50

Løgtingslóg um Búskaparráð, sum broytt við løgtingslóg nr. 139 frá 20. desember 2012

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1. Landsstýrismaðurin skipar búskaparráð, hvørs uppgáva er at fylgja við búskaparligum viðurskiftum í landinum og koma við óheftari búskaparligari ráðgeving og frágreiðingum um búskaparligu gongdina.

§ 2. Ráðið hevur 3 limir, sum landsstýrismaðurin setir eftir tilmæli frá stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya.

Stk. 2. Limirnir skulu vera búskaparfrøðingar við kandidatútbúgving frá hægri lærustovni.

Stk. 3.1) Limirnir í ráðnum kunnu ikki starvast í fyrisitingini hjá landsstýrisfólkunum ella starvast á Fróðskaparsetri Føroya.

Stk. 4. Ráðið skipar seg við formanni.

Stk. 5. Valskeiðið hjá Búskaparráðnum er 4 ár frá 1. januar 2009 at rokna.

Stk. 6. Fer limur úr ráðnum, áðrenn valskeiðið er úti, velur landsstýrismaðurin nýggjan lim, eftir tilmæli frá stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya, fyri restina av valskeiðnum.

Stk. 7. Samsýningin til ráðslimirnar skal góðkennast av landsstýrismanninum.

§ 3. Búskaparráðið ger árliga tvær konjunkturfrágreiðingar, sum verða almannakunngjørdar 1. mars og 1. september.

Stk. 2. Búskaparráðið kann harumframt gera temafrágreiðingar og ráðgeva landsstýrinum í øðrum málum.

§ 4. 1 Fróðskaparsetrið røkir skrivarauppgávuna og dagligu umsitingina hjá Búskaparráðnum.

Stk. 2. 1) (Strikað).

§ 5. Henda lóg fær gildi dagin eftir, hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 120 frá 12. juli 1995 um búskaparráð, sum broytt við løgtingslóg nr. 74 frá 20. mai 1996.

 

 

Tórshavn, 11. mai 2009

 

Kaj Leo Johannesen (sign.)

løgmaður

/ Jóannes Eidesgaard (sign.)

Lm. nr. 132/2008

 



1) Broytt við løgtingslóg nr. 139 frá 20. desember 2012, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. apríl 2013.”