Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. apríl 2018Nr. 49
Løgtingslóg um djóravælferð, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022
(Djóravælferðarlógin)
Kapittul 1
Almennar ásetingar
Endamál lógarinnar
§ 1. Løgtingslógin hevur til endamáls at fremja djóravælferð, djóravernd og virðing fyri tomum sum villum djórum.
Virkisøki
§ 2. Løgtingslógin er galdandi fyri:
1) Súgdjór, t.e. Mammalia.
2) Fiskar, t.e. Agnatha, Chondrichthyes og Osteichthyes.
3) Fuglar, t.e. Aves.
4) Paddur, t.e. Amphibia.
5) Skriðdjór, t.e. Reptilia.
6) Tíggjubeint krabbadjór, t.e. Decapoda.
7) Høgguslokkar, t.e. Cephalopoda.
8) Onnur djór, sum eru í varðveitslu hjá fólki.
Stk. 2. Á sama hátt er løgtingslógin galdandi fyri ymisk menningarstig av somu djórum, um sansingargøgnini samsvara við menningarstigið hjá livandi djórum.
Stk. 3. Løgtingslógin er galdandi á føroyskum landøki og á sjóøkinum innan fyri 12 fjórðingar, á skipum, ið eru skrásett í Føroyum, og á flogførum hjá feløgum, ið eru skrásett í Føroyum.
Viðferð av djórum
§ 3. Djór hava eginvirði, sum ikki er treytað av tí nyttuvirði, tey hava fyri fólk. Djór skulu viðfarast væl. Tey skulu ikki verða nervað ella órógvað óneyðugt, og tey skulu verjast fyri óneyðugari strongd og vandanum fyri hesum.
Hjálparskylda
§ 4. Ein og hvør, sum kemur fram á djór, sum er eyðsýniliga sjúkt, skatt ella hjálparleyst, skal eftir førimuni hjálpa djórinum. Er talan um djór frá djórahaldi, og ber ikki til at veita nóg góða hjálp á staðnum, skal eigarin ella politiið hava boð beinanvegin. Hesi taka tá við hjálparskylduni.
Stk. 2. Vegfarandi skulu hava fyrilit og vísa varsemi við djórum, ið eru á ella við veg. Við ákoyring eru ásetingarnar í stk. 1 galdandi.
Stk. 3. Er eyðsýnt, at djórinum ikki er lív lagað, ella at djórið ikki kann gerast frískt aftur, kann tann, ið kemur fram á djórið, avlíva tað beinanvegin. Djór frá djórahaldi skulu ikki avlívast eftir hesi áseting, um tað ber til at boða eigaranum, djóralækna ella politinum frá innan fyri rímiliga tíð. Kortini kann djór frá djórahaldi verða avlívað beinanvegin, um tað er eyðsýnt, at djórinum ikki er lív lagað.
Stk. 4. Landið rindar fyri neyðugar útreiðslur til átøk eftir hesi grein. Fyri djór frá djórahaldi kunnu útreiðslur, ið standast av øðrum átøkum eftir hesi grein, og sum eigarin ella tann, ið varðar av djórahaldinum, hevur latið samtykki til, krevjast aftur frá eigara ella tí, ið rekur djórahaldið.
Stk. 5. Ásetingarnar í stk. 1-3 galda á sama hátt fyri tann, sum tilvitað ella av grovum ósketni elvir djóri skaða, men viðkomandi kann ikki krevja landið eftir endurgjaldi fyri útreiðslur fyri átøk, sum standast av hesum.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um endurgjald fyri útreiðslur eftir hesi grein.
Fráboðanarskylda
§ 5. Ein og hvør, sum hevur orsøk at halda, at djór eru fyri skammfaring ella fyri álvarsligum svíki viðvíkjandi umhvørvi, eftirliti og røkt, skal skjótast gjørligt boða politinum frá. Fráboðanarskyldan er galdandi við teimum avmarkingum, sum eru ásettar í aðrari lóggávu.
Stk. 2. Ein og hvør, sum fær kunnleika um, at fleiri vill djór ella útiløgudjór eru sjúk ella skadd, skal skjótast til ber boða politinum frá.
Skurðviðgerð o.tíl.
§ 6. Heilivágsviðgerð og skurðviðgerð skal gerast við fyriliti fyri djóravælferðini og umhugsni fyri virkisføri og lívsgóðsku hjá djórinum. Einans djóralæknar kunnu seta djór í viðgerð og skurðviðgera.
Stk. 2. Loyvt er ikki at skurðviðgera ella taka burtur kropslutir á djórum uttan so, at hetta er neyðugt fyri at tryggja heilsuna hjá djórinum. Loyvt er djóralækna at avhorna, gelda og beinskerja, um tað er neyðugt í mun til djóravælferð ella av øðrum orsøkum. Kortini er djóraeigara loyvt at beinskerja fugl, sum í mesta lagi er sjey dagar gamal. Djóraeigara er loyvt at marka og merkja djór í djórahaldi, um hetta kann gerast á tryggan hátt.
Stk. 3. Neyðug doyving og pínuviðgerð skal brúkast, um talan er um pínufulla skurðviðgerð ella onnur pínufull inntriv.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um heilivágsviðgerð og skurðviðgerð, undir hesum áseta treytir fyri ella banna ávísum viðgerðum og viðgerðarhættum og loyva undantøkum frá stk. 2.
Merking o.tíl.
§ 7. Hóskandi framferðarháttur skal brúkast, tá ið djór verða merkt og markað. Djórið skal ikki verða darvað í síni atferð av hesi orsøk, og djórið skal ikki nervast óneyðugt.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um at merkja og marka djór, undir hesum eisini áseta og banna ávísum mannagongdum og háttum, tá ið merkt og markað verður.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at merkt og markað djór skulu vera skrásett í eini skrá, og um, hvør hevur atgongd til hesa skrá. Somuleiðis kann landsstýrismaðurin í kunngerð áseta reglur um, at djór, sum ikki eru merkt ella markað, kunnu verða avlívað ella latin øðrum uttan endurgjald til eigaran.
Flutningur
§ 8. Tá ið djór verða flutt, skal flutningurin nerva djórið sum minst. Djór skulu bara flytast, tá ið tey eru soleiðis fyri, at tað er ráðiligt at flyta tey.
Stk. 2. Flutningseindin skal vera egnað til flutningin, og fyrilit skal tá havast fyri trygd og sereyðkenni hjá djórunum. Djór skulu vera undir neyðugum eftirliti og fáa neyðuga røkt, meðan tey verða flutt.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um djóraflutning.
Avlíving
§ 9. Avlíving av djórum og handfaring av djórum í sambandi við avlíving skal gerast á djóravælferðarliga fullgóðan hátt. Tann, sum brúkar doyvingarútgerð ella avlívingarútgerð, skal tryggja, at útgerðin verður hildin við líka og er egnað til endamálið.
Stk. 2. Djór, sum eru í varðveitslu hjá fólki, skulu doyvast, áðrenn tey verða avlívað. Doyvingin skal hava við sær, at djórið missir vitið, og djórið skal hava mist vitið, áðrenn farið verður undir at avlíva djórið, og til djórið doyr. Kravið um doyving er ikki galdandi, um djórið verður avlívað á ein hátt, sum hevur við sær, at djórið missir vitið í sama viðbragdi, tað verður avlívað. Tann, ið hevur ábyrgdina av avlívingini, skal vissa sær, at djórið er deytt. Loyvt er ikki at avlíva djór við at drukna tey.
Stk. 3. Bráðneyðug avlíving skal so væl sum til ber gerast í samsvari við stk. 1 og 2.
Stk. 4. Djór mugu ikki verða avlívað sum sjálvstøðugur partur av undirhaldi ella kapping.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um avlíving av djórum, undir hesum geva undantak frá krøvunum í stk. 2.
Serligt virksemi
§ 10. Fyri at kunna ala, hava, selja ella lata, avlíva ella brúka djór til royndir, til undirvísing í øðrum enn vanligari røkt og handfaring, ella til medisinskt virksemi, skulu bæði stovnurin ella fyritøkan og tann, sum hevur ábyrgdina fyri ítøkiliga virkseminum, hava loyvi til hetta virksemi frá landsdjóralæknanum.
Stk. 2. Loyvi eftir stk. 1 verður ikki latið, um endamálið kann røkkast uttan at brúka djór, ella um djórini eru í vanda fyri at verða nervað óneyðugt. Bara neyðuga talið av djórum skal brúkast, og djórini skulu verða nervað ella ávirkað minst møguligt.
Stk. 3. Í loyvum eftir hesi løgtingslóg kann undantak gerast frá ásetingunum í løgtingslóg um djóralæknavirksemi v.m. soleiðis, at onnur enn djóralæknar kunnu geva djórum fulla ella lokala doyving.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um at brúka djór til royndir, undirvísing og medisinskt virksemi, undir hesum áseta forboð fyri ávísum sløgum av royndum og medisinskum virksemi, forboð fyri at brúka ávís djórasløg til royndir og medisinskt virksemi, umframt reglur um loyvi og undantak frá kravinum um loyvi. Landsstýrismaðurin kann somuleiðis í kunngerð geva undantak frá ásetingunum í løgtingslógarinnar kapitli 1 og 2, tá ið talan er um at brúka djór til royndir.
Serlig forboð
§ 11. Tað er bannað
1) at vera harðligur móti ella fara illa við djórum,
2) at koma djórum í eina óneyðuga hjálparleysa ella vandamikla støðu, sum ikki er partur av vanligum djórahaldi ella handfaring av djórum,
3) at hava kynsligt samband við djór ella at fremja kynsligar gerðir við djórum,
4) at brúka livandi djór, fevnd av hesi løgtingslóg, til fóður ella agn,
5) at skjóta kóp og onnur størri havdjór við høgli,
6) at skjóta til máls eftir livandi djórum,
7) at brúka krafttól, sum ikki er góðkent til endamálið, og rossadrátt at avloysa djór við burð, og
8) at benda horn á seyði við nakkaspenni ella á annan hátt. Tó er loyvt at benda við fjaðrastáli ytst á hornunum.
Bygningar, girðingar o.a.
§ 12. Bygningar, girðingar og aðrar smærri innrættingar skulu gerast og haldast við líka soleiðis, at djór ikki eru í vanda fyri at verða strongd ella á annan hátt nervað óneyðugt.
Stk. 2. Tann, sum hevur ábyrgdina av bygninginum, girðingini og innrættingini, skal hava neyðugt eftirlit við hesum og skal seta neyðugar fyriskipanir í verk til tess at varnast, byrgja fyri og bøta um vandan fyri, at djór verða nervað óneyðugt.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um bygningar, girðingar o.tíl.
Veiða, fiskiveiða o.a.
§ 13. Veiða og fiskiveiða skal, alt tað ber til, fremjast á djóravælferðarliga fullgóðan hátt.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum og landbúnaðarmálum kann í kunngerð áseta nærri reglur um at veiða og fiska vill djór.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um at veiða og fiska djór, sum eru í varðveitslu hjá fólki.
§ 14. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum og landbúnaðarmálum kann í kunngerð áseta reglur um at taka og handfara vill djór, undir hesum eisini treytir og forboð fyri slíkum virksemi.
§ 15. Loyvt er ikki at sleppa djórum út í náttúruna, um tey ikki natúrliga hoyra heima í føroysku náttúruni, ella um orsøk er at halda, at djórini eru ella kunnu verða natúrliga stovninum, øðrum djórastovnum ella plantulívinum at bága.
Stk. 2. Djór frá einum djórahaldi kunnu bara sleppast út í náttúruna við tí endamáli at gerast vill djór, um djórið hevur góðar møguleikar fyri at laga seg eftir umstøðunum og at koma undan í nýggja umhvørvinum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta treytir ella bann fyri at sleppa djórum út í náttúruna.
Kapittul 2
Ásetingar um djórahald
Almennar ásetingar
§ 16. Loyvt er bara at halda djór, um djórini kunnu haldast á djóravælferðarliga fullgóðan hátt.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta reglur um, hvussu gomul djór í minsta lagi skulu vera, áðrenn tey verða latin fólki.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur, sum avmarka ella banna hald av ávísum djórasløgum, t.e. species, undirsløgum, t.e. subspecies, ættarsløgum, t.e. race, ella aligreinum.
§ 17. Tann, ið hevur djórahald, skal tryggja, at djórini, inni sum úti, eru í einum umhvørvi, sum fyri trivnað og vælferð er hóskandi til tann tørv, sum bæði djóraslagið og einstaka djórið hevur, undir hesum tryggja, at djórini hava rásarúm og møguleika fyri rørslu, hvíld, skjóli og aðrari natúrligari atferð.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta neyvari krøv til umhvørvi, undir hesum krøv um egnað og trygg tilhaldsrúm og um undantøk frá kravinum um tilhaldsrúm.
§ 18. Tann, ið hevur djórahald, skal tryggja, at nøktandi eftirlit og røkt er við djórunum, undir hesum eisini tryggja,
1) at fóður, beiti og vatn hevur høga góðsku, nøktar tørvin hjá djórinum fyri føði og vætu og fremur góða heilsu og vælferð. Djór skulu ikki verða noydd at eta ella at drekka uttan so, at hetta er djóraheilsuliga neyðugt,
2) at djór eru vard móti skaða, sjúku, sníkum, rándjórum og øðrum vandum,
3) at sjúk og skadd djór fáa hóskandi viðgerð og verða avlívað um neyðugt,
4) at smitta verður avmarkað,
5) at ávís djór, har tað er viðkomandi, eru so mikið spøk, at tey kunnu handfarast og røktast á djóravælferðarliga hóskandi hátt, og
6) at djór ikki ótilætlað sleppa út í náttúruna.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um vavið á eftirliti og røkt og um verju og viðgerð av djórum.
Vinnuligt djórahald
§ 19. Vinnuligt djórahald rekur tann, sum við sølu ella fíggjarligum vinningi fyri eyga elur, hevur, gagnnýtir og selur djór, djóraúrdráttir ella tænastur beinleiðis ella um heilsølu ella smásølu til brúkaran ella til meirvirking við sølu fyri eyga.
Stk. 2. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur eftirlit við, at djór, sum eru partur av einum vinnuligum djórahaldi, verða viðfarin, ansað og røkt í samsvari við ásetingarnar í hesi løgtingslóg, ásetingar, givnar við heimild í hesi løgtingslóg og ásetingar í aðrari viðkomandi lóggávu. Politiið skal, um neyðugt, vera eftirlitsmyndugleikanum til hjálpar, tá ið eftirlit eftir hesi áseting verður framt.
Stk. 3. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann geva tí, ið er fevndur av ásetingini í stk. 1, ítøkilig boð til tess at røkka endamálinum í stk. 2. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann, verður tað mett neyðugt, seta tiltøk í verk fyri at røkka endamálinum í stk. 2. Slík tiltøk verða rindað av tí, ið rekur vinnuliga djórahaldið.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um vinnuligt djórahald.
§ 20. Tann, ið rekur vinnuligt djórahald, skal tryggja, at djórini verða ansað av starvsfólki, sum hevur neyðugar fakligar førleikar. Onnur skulu hava neyðugu førleikarnar til tað virksemið, sum tey útinna.
Stk. 2. Tann, ið rekur vinnuligt djórahald, skal ikki lata børn undir 16 ára aldur hava sjálvstøðuga ábyrgd av djórum.
Stk. 3. Tann, ið rekur vinnuligt djórahald, skal ikki lata djór upp í hendurnar á fólki, um orsøk er at halda, at tey ikki kunnu ella vilja fara væl við djórinum.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um upplæring og førleikar, undir hesum eisini reglur um løggilding og góðkenning av starvsfólkum.
§ 21. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta krøv í sambandi við at seta á stovn, staðseta, skipa og reka virksemi, ið er fevnt av hesi løgtingslóg, undir hesum krøv um loyvi og afturkalling av loyvum, fráboðan, skráseting og góðkenning og um afturtøku av góðkenning.
§ 22. Tann, ið rekur vinnuligt djórahald, skal tryggja, at rakstrarhættir, mannagongdir, útgerð og tøkniligar loysnir, sum verða brúkt til djór, eru egnað at røkja fyrilitið fyri vælferðini hjá djórunum.
Stk. 2. Tann, sum marknaðarførir og selur nýggjar rakstrarhættir, mannagongdir, útgerð og tøkniligar loysnir at brúka til djór ella djórahald, skal tryggja, at hesi eru roynd í verki, og at tey, við støði í fyriliti fyri vælferð djóranna, eru egnað og góðkend til endamálið.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um sølu og brúk av ávísum rakstrarháttum, mannagongdum, útgerð og tøkniligum loysnum, umframt reglur um góðkenning og um skjalprógv fyri, at rakstrarhættir, mannagongdir, útgerð og tøkniligar loysnir eru egnað til endamálið.
§ 23. Tann, ið rekur vinnuligt djórahald, fevnt av ásetingini í § 19, skal geva eftirlitsmyndugleikanum ótarnaða atgongd til øll støð ella rúm, har djór verða hildin, ella har annað virksemi, ið er fevnt av løgtingslógini, verður rikið.
Stk. 2. Um eftirlitsmyndugleikin ikki fær ótarnaða atgongd, og um orsøk er at halda, at djór eru fyri óneyðugari overving, kann eftirlitsmyndugleikin fáa politiið at hjálpa sær.
Stk. 3. Tann, ið rekur vinnuligt djórahald, skal uttan kostnað lata eftirlitsmyndugleikanum neyðug høli, innbúgv, arbeiðshjálp og amboð, ið eru neyðug fyri at fremja eftirlitið, og skal annars hjálpa eftirlitsmyndugleikanum við at leggja eftirlitsvitjanina til rættis.
§ 24. Tann, ið rekur vinnuligt djórahald, og onnur, sum hava skyldur eftir hesi løgtingslóg, skulu eftir umbøn frá eftirlitsmyndugleikanum lata upplýsingar, fráboðanir, frágreiðingar, skjalprógv og innlit í skjøl, sum hava týdning, tá ið eftirlitsmyndugleikin skal kanna, um løgtingslógin og reglur, givnar við heimild í løgtingslógini, verða hildnar. Onnur, sum hava viðkomandi vitan og kunning, skulu eftir umbøn lata eftirlitsmyndugleikanum neyðugar upplýsingar.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um skylduna at upplýsa og skjalprógva og um skylduna at seta í verk og fremja reglulig eftirlitsátøk.
Djóraaling
§ 25. Ein og hvør aling skal hava til endamáls at fremja eginleikar, sum geva sterk og treyst djór við góðari heilsu og góðum virkisførleikum.
Stk. 2. Aling, undir hesum aling við ílegutøkni, er ikki loyvd, um alingin
1) broytir arvaeginleikar soleiðis, at djórið kropsliga ella sinnisliga verður negativt ávirkað, ella um negativir eginleikar verða bornir víðari,
2) avmarkar djórið í síni natúrligu atferð, ella
3) hevur við sær almennar etiskar reaktiónir.
Stk. 3. Loyvt er ikki at ala við djórum, sum hava eginleikarnar, nevndir í stk. 2.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um djóraaling, sum ikki er í samsvari við meginregluna í hesi grein.
Framsýningar o.a.
§ 26. Tann, sum venur djór, og tann, sum brúkar djór til framsýningar, undirhald og kappingar, eins og tann, ið skipar fyri slíkum virksemi, skal tryggja, at djórið
1) er ført fyri at útinna virksemið, uttan at tað verður lúgvað ella skatt,
2) ikki er fyri ella verður ávirkað av evnum ella viðgerð, sum kann hava við sær, at virksemið er skilaleyst í mun til djóravælferð,
3) ikki tilvitað verður rætt, skatt ella nervað óneyðugt, og
4) ikki verður vant til ella brúkt til bardaga móti øðrum djórum ella móti fólki.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um venjing, framsýningar og kappingar o.tíl., undir hesum krøv um serlig loyvi, forboð fyri ymsum virksemi, forboð fyri nýtslu av ávísum djórasløgum og forboð fyri ávísum sløgum av evnum og viðgerðum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann geva undantøk frá stk. 1.
Kapittul 3
Fyrisitingarligar ásetingar, ásetingar um kæru og revsiásetingar
Kærur
§ 27. 1) Avgerðir hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, tiknar við heimild í hesi løgtingslóg ella reglum, givnar við heimild i hesi løgtingslóg, kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið fráboðan um avgerðina.
Gjøld
§ 28. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áleggja gjald fyri kostnaðin av eftirliti og serligum tænastum eftir hesi løgtingslóg ella eftir kunngerðum, givnar við heimild í hesi løgtingslóg.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um, hvussu gjøldini verða roknað, innkravd og inngoldin. Landsstýrismaðurin kann áseta gjald fyri áminningarskriv, undir hesum eisini reglur um gjald fyri áminningarskriv.
Dátuskráir
§ 29. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann seta á stovn ella knýta seg at verandi dátuskráum, um tað er neyðugt fyri at lúka endamál løgtingslógarinnar, ella um tað er neyðugt fyri at lúka treytir, ásettar í millumtjóðasáttmálum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um skyldu at lata upplýsingar til slíkar skráir.
Revsing
§ 30. Tann, sum overvar, vanrøktar ella á annan hátt fer illa við djórum, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp í 1 ár.
Stk. 2. Eru viðurskiftini, nevnd í stk. 1, framd tilætlað ella av grovum ósketni, er revsingin sekt ella fongsul í upp í 2 ár.
Stk. 3. Eru viðurskiftini, nevnd í stk. 2, sbr. stk. 1, at meta sum skammfaring, er revsingin fongsul í upp í 2 ár.
Stk. 4. Um ikki hægri revsing er uppiborin eftir stk. 1-3 ella sambært lóggávuni annars, verður við sekt ella við fongsli í upp í 4 mánaðir revsaður tann, ið ikki ger eftir boðum, givin við heimild í § 19, stk. 3, ella sum brýtur ásetingarnar í §§ 6-12, 15-18, 20 og 22-26. Medvirkni verður revsað á sama hátt.
Stk. 5. Revsingin, ásett í stk. 4, kann herðast til fongsul í upp í 2 ár, um gerðin ella undanlátið er tilætlað ella er gjørt av grovum ósketni, og tað við brotinum er
1) voldur skaði á heilsu hjá djórum, ella um vandi hevur verið fyri tí, ella
2) fingin er ein fíggjarligur vinningur, ella ætlanin hevur verið at fáa fíggjarligan vinning til ein sjálvan ella onnur.
Stk. 6. Í reglum, givnar við heimild í løgtingslógini, kann verða ásett, at brot á reglurnar ella treytir, givnar eftir reglunum, verður revsað við sekt ella fongsli í upp í 4 mánaðir. Eisini kann verða ásett, at revsingin kann herðast til fongsul í upp í 2 ár, um treytirnar, tilskilaðar í stk. 5, eru loknar.
Stk. 7. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í 5. kapitli í revsilógini.
Stk. 8. Tá ið sekt verður ásett eftir stk. 4-6, og er talan um vinnuligt djórahald, skal fyrilit havast fyri fíggjarliga vinninginum.
§ 31. Tann, sum er dømdur fyri skammfaring av djórum, eins og tann, ið áður hevur brotið ásetingar í hesi løgtingslóg, kann við dóminum fáa forboð fyri at eiga, brúka, halda ella slakta djór ella sum heild sjálvur at fáast við djór. Forboðið kann vera tíðaravmarkað ella tíðaróavmarkað, og forboðið kann avmarkast til ávís sløg av djórum.
Stk. 2. Brot á forboð eftir stk. 1 verður revsað við sekt.
Stk. 3. Í sambandi við brot á stk. 1 kann politiið flyta djórið og selja ella avlíva tað, um ikki eigarin, áðrenn eina freist, ið er ásett av politinum, syrgir fyri, at djórið verður sett aðrastaðni. Útreiðslurnar, ið standast av hesum, verða rindaðar av tí, ið hevur brotið forboðið.
Stk. 4. Tann, ið veit um slíkt forboð, og sum letur ein persón, hvørs rættur at fáast við djór heilt ella partvíst er frádømdur eftir stk. 1, á ein og hvønn hátt fáast við djór, fevnd av forboðnum, verður revsaður við sekt.
§ 32. 2) Útreiðslurnar eftir hesi løgtingslóg verða, er ikki annað ásett, bornar av tí almenna sum útreiðslur hjá politinum.
Gildiskoma
§ 33. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 9 frá 14. mars 1985 um vernd av dýrum.
Stk. 3. Kunngerð nr. 98 frá 8. juli 2003 um flutning av akvakulturdýrum v.m. og kunngerð nr. 51 frá 31. mai 2007 um vernd av djórum undir flutningi verða verandi í gildi, til tær verða settar úr gildi.
Í Tinganesi, 30. apríl 2018
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 121/2017
1) Broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, har § 34 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2022 og samstundis fara løgtingslóg nr. 110 frá 13. desember 2006 um kærunevnd í lendismálum og løgtingslóg nr. 17 frá 8. mai 2008 um Vinnukærunevnd úr gildi.”
2) Broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020, har § 79 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2021.”