Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fíggjarmálaráðið
  • Útgávudagur: 17-05-2013
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2013 A - Løgtingslóg 49 frá 14. mai 2013
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

14. mai 2013Nr. 49

Løgtingslóg um eftirløn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 157 frá 24. desember 2015 1)

(Eftirlønarlógin)

Kapittul 1

Vavið

§ 1. Persónur, sum hevur fylt 21 ár, men ikki hevur nátt fólkapensjónsaldur sbrt. lóg um almannapensjónir, og sum hevur fulla skattskyldu til Føroyar, hevur skyldu til at spara saman til egna eftirløn sambært hesi løgtingslóg.

Stk. 2. 2) Persónur, sum í sínum setanarviðurskiftum vinnur tænastumannaeftirløn, hevur ikki skyldu til at spara saman til egna eftirløn eftir hesi løgtingslóg við atliti at tí løn, hann forvinnur sambært tænastumannastarvinum.

Stk. 3. Lesandi uttanlands, sum hevur varðveitt fulla skattskyldu til Føroyar, hevur ikki skyldu til at spara saman til egna eftirløn eftir hesi løgtingslóg við atliti at inntøku, ið er forvunnin uttanlands.

Stk. 4. Persónur, ið fær eftirlønarútgjald sambært hesi løgtingslóg skal ikki framhaldandi spara saman til egna eftirløn av løn, ið hann forvinnur.

Stk. 5. Persónur, ið flytur til Føroya í sambandi við eitt tíðaravmarkað starv, kann søkja TAKS um at vera frítikin fyri at rinda til eina føroyska eftirlønarskipan sbrt. hesi løgtingslóg. Undantak kann verða givið í eitt ella fleiri tíðarskeið, tó í mesta lagi 60 mánaðir samanlagt. Landsstýrismaðurin ásetir við kunngerð nærri reglur.

Stk. 6. Persónur, ið er yngri enn 21 ár, kann rinda til eftirløn sambært hesi løgtinglóg.

Stk. 7. Persónur, ið fær fólkapensjón sbrt. lóg um almannapensjónir, kann ikki rinda til eftirløn sbrt. hesi løgtingslóg.

Stk. 8. Persónur, ið er fevndur av hesari løgtingslóg, og sum ikki frammanundan hevur eina eftirlønarskipan, hevur skyldu til at stovna eftirlønarkontu í sambandi við starvsetan, ella í sambandi við, at hann móttekur inntøku, ið eftirlønargjald skal rindast av.

Stk. 9. Persónur, ið er fevndur av eftirlønarskipan uttanlands sum partur av arbeiðssáttmála við arbeiðsgevara við heimstaði uttanlands, og har arbeiðið verður útint uttan fyri Føroyar, kann verða undantikin at rinda til eftirløn sbrt. hesi løgtingslóg, við atliti at inntøku, ið er forvunnin uttanlands. Umsókn skal sendast til TAKS, ið metir um, hvørt talan er um eftirlønarskipan, sum í nóg stóran mun tryggjar samansparara eitt nøktandi inntøkugrundarlag eftir pensjónsaldur. Landsstýrismaðurin ásetir við kunngerð nærri reglur.

Kapittul 2

Eftirlønargjaldið

§ 2.3) Bundna eftirlønargjaldið er frá 1. januar 2014 í minsta lagi 1 prosent av A-inntøkuni og B-inntøkuni, og eftirlønargjaldið hækkar til 15 prosent í 2029 og seinni, soleiðis:

1)   Frá 1. januar 2014: 1 prosent.

2)   Frá 1. januar 2015: 2 prosent.

3)   Frá 1. januar 2016: 2 prosent.

4)   Frá 1. januar 2017: 3 prosent.

5)   Frá 1. januar 2018: 4 prosent.

6)   Frá 1. januar 2019: 5 prosent.

7)   Frá 1. januar 2020: 6 prosent.

8)   Frá 1. januar 2021: 7 prosent.

9)   Frá 1. januar 2022: 8 prosent.

10) Frá 1. januar 2023: 9 prosent.

11) Frá 1. januar 2024: 10 prosent.

12) Frá 1. januar 2025: 11 prosent.

13) Frá 1. januar 2026: 12 prosent.

14) Frá 1. januar 2027: 13 prosent.

15) Frá 1. januar 2028: 14 prosent.

16) Frá 1. januar 2029: 15 prosent.

Stk. 2. 1) Arbeiðsgevarin hevur við teimum avmarkingum, sum eru nevndar í § 1, stk. 2, 5 og 7 og § 3, skyldu at flyta eftirlønargjaldið hjá løntakara, og at tryggja, at hvør einstøk lønarútgjalding er í samsvari við ásetingarnar í hesi løgtingslóg. Eftirlønargjaldið skal rindast umvegis afturhaldsskipanina hjá TAKS, samstundis sum lønin verður flutt. Lønarflyting, sum ikki er í samsvari við ásetingarnar í hesi løgtingslóg, verður afturvíst av TAKS.

Stk. 3. Eftirlønarsamansparari kann sjálvboðin rinda meira enn tað í stk. 1 nevnda prosentgjald.

Stk. 4. Uttan mun til prosentásetingina í stk. 1, hevur eingin skyldu til at gjalda meira enn 150.000 krónur árliga í eftirlønargjaldi brutto. Upphædd oman fyri 150.000 krónur kann verða goldin útaftur av eftirlønarveitara um so er, at avtalan við eftirlønarveitaran loyvir hesum. Útgjald fer fram, tá TAKS hevur játtað umsókn um útgjalding frá eftirlønarsamansparara, ið eftirlønarveitari avgreiðir. Umsóknin skal vera TAKS í hendi í seinasta lagi 1. juni árið eftir inngjaldsárið.

Stk. 5. 1) Persónur við B-inntøku skal rinda eftirlønargjald sbrt. stk. 1. Hjá persóni við B-inntøku, ið einans hevur skyldu til at rinda eftirlønargjald fyri ein part av inntøkuárinum, verður bundna eftirlønargjaldið lækkað samsvarandi lutfallinum millum dagatalið uttan eftirlønargjaldskyldu og 365.

Stk. 6. 1) Rindan av eftirlønargjaldi fyri B-inntøkur verður roknað at vera rættstundis, tá goldið verður í seinasta lagi 1. november árið eftir inntøkuárið.

Stk. 7. Um eftirlønarsamansparari sbrt. stk. 5 ikki heldur sína skyldu við at rinda eftirlønarinngjaldið sbrt stk. 1, kann tann skuldkomna eftirlønin verða framd við panting eftir reglunum í § 135 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.

Stk. 8. 1) Av tí í stk. 1 ásetta minsta eftirlønargjaldi, kann í mesta lagi ein triðingur árliga fara til persónstryggingar, restin skal fara til eftirlønarsamansparing. Tað er eftirlønarveitari, ið skal tryggja, at árliga hámarkið verður fylgt.

Stk. 9. Tað í stk. 1 álagda eftirlønargjaldið verður lækkað í tann mun, eftirlønarsamansparari á sína eftirlønarkontu fær goldið gjaldsundantøkutrygging. Í sambandi við útrokning av lækking verða inngjøld frá gjaldsundantøkutrygging bruttofiserað sbrt. skattaprosentinum í § 12, stk. 2.

§ 3. Tað í § 2, stk. 1 ásetta prosentgjaldið verður ikki rindað av niðanfyri nevndu peningaupphæddum:

1)   Útgjaldi sbrt. lóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing.

2)   2) (Strikað).

3)   Vinningi av eydnuspæli, legati, sømdargávu o.l.

4)   Útgjaldi sbrt. lóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn.

5)   Uppihaldspeningi sbrt. hjúnabandslóggávuni.

6)   Útgjaldi sbrt. lóg um ættleiðingarstuðul.

7)   Útgjaldi sbrt. lóg um útbúgvingarstuðul.

8)   Útgjaldi av tryggingarupphædd og líknandi.

9)   Útgjaldi sbrt. lóg um tænastumannaeftirløn.

10) Útgjaldi av lutaeftirløn.

11) Útgjaldi av lívrentu o.l.

12) Útgjaldi frá vardum verkstaði.

13) Útgjaldi sbrt. lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk.

14) Útgjaldi sbrt. lóg um dagpening vegna sjúku v.m.

15) Útgjaldi sbrt. lóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.

16) 4) Útgjaldi sbrt. kunngerð um umsiting av samsýning fyri ansing av eldri og óhjálpnum persónum.

17) Útgjaldi sbrt. lóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl.

18) Útgjaldi sbrt. lóg um almannapensjónir.

19) Útgjaldi sbrt. forsorgarlógini.

20) Úgjaldi sbrt. lóg um stuðul til uppihaldspening.

21) Útgjaldi sbrt. lóg um barnavernd.

22) 1) Útgjald sambært lóg um trygdargrunn fiskivinnunnar.

23) 1) Útgjald sambært lóg um sjúkratrygd til fiskimenn.

§ 4. Eftirlønarsamanspararin eigur persónliga sína samansparing, ið er undandrigin ræði hjá eftirlønarsamansparara, og er vard fyri úttøku ella aðrari rættarsókn frá ognarum. Eftirlønarsamansparingin kann ikki avhendast, veðsetast ella verða nýtt sum mótrokning fyri møguligum kravi frá eftirlønarveitara.

Stk. 2. Eftirløn kann ikki verða fyri rættarsókn, fyrr enn hon er útgoldin.

Stk. 3. 5) Henda løgtingslóg forðar ikki fyri, at eftirlønarsamansparing, ið er inngoldin eftir 1. januar 2014, kann gerast partur av felags búnum, sum í sambandi við hjúnaskilnað verður býtt og flutt millum eftirlønarsamansparingar og eftirlønarveitararnar hjá hjúnafeløgunum.

Kapittul 3

Eftirlønarveitarar

§ 5. 1) Inngjald sambært hesi løgtingslóg fer til góðkendan eftirlønarveitara, ið hevur heimstað í Føroyum. TAKS góðkennir, at eftirlønargjald kann fara fram sambært hesi løgtingslóg. Eftirlønarveitarar skulu fráboða TAKS tær eftirlønarskipanir, ið teir veita eftirlønarsamanspararum.

Stk. 2. 1) 2) Eftirlønarsamansparing skal stovnast í lívstryggingarfelagi, eftirlønargrunni ella peningastovni við heimstaði í Føroyum. Persónstryggingar, sbrt. § 2, stk. 8, skulu stovnast í tryggingarfelagi við heimstaði í Føroyum.

Stk. 3. Umsitingar- og avgreiðslugjøld av eftirlønarskipan skulu vera gjøgnumskygd. Landsstýrismaðurin ásetir við kunngerð nærri reglur um gjøgnumskygni.

§ 6. Eftirlønarveitarar skulu senda árliga teldutøka kunning til TAKS um upplýsingar hjá øllum teimum, ið eru skrásett í eftirlønarskipanini hjá eftirlønarveitaranum. Kunningin skal vera TAKS í hendi í seinasta lagi 20. januar eftir inntøkuárið ella fyrsta gerandisdag eftir 20. januar.

Stk. 2. 1) Landsstýrismaðurin ásetir við kunngerð nærri reglur viðvíkjandi upplýsingarskyldu, freist og rættleika av upplýsingum frá eftirlønarveitarum, ið skulu sendast TAKS.

Íløgureglur fyri peningastovns- eftirlønarveitarar

§ 7. Eftirlønarsamansparingar í peningastovni, skulu vera á serligum eftirlønarinnlánskontum, í puljum ella serligum virðisbrævagoymslum.

Stk. 2. Í eftirlønarhøpi í sambandi við virðisbrævahandil skal eftirlønarsamanspararin í peningastovni fylgja teimum til eina og hvørja tíð galdandi reglum, sum eru galdandi fyri at verja íleggjaran.

Stk. 3. Uppspard eftirløn skal støðlast sambært teimum reglum, ið eru galdandi fyri at tryggja nøktandi váðaspjaðing. Eftirlønarveitarin fremur virðisbrævahandilin vegna eftirlønarsamanspararan.

Stk. 4. Eftirlønarsamansparari í peningastovni kann einans hava íløgur í børsskrásett virðisbrøv har partabrævaparturin fylgir talvuni niðanfyri.

 

Aldur í ár       Partabrævapartur í mesta lagi
      - 34            80 prosent
 35 - 44            70 prosent
 45 - 49            60 prosent
 50 - 59            50 prosent
 60 - 64            40 prosent
 65 - 69            30 prosent
 70 -                15 prosent

 

Stk. 5. Tá partabrævaparturin hjá einum persóni er oman fyri hámarkið, sum er ásett í talvuni í stk. 4, verður rebalanserað.

Stk. 6. Persónur, yngri enn 60 ár, verður ikki álagdur at selja av partabrævagoymslu, hóast virðið av partabrævapartinum er oman fyri tað hægst loyvda. Rebalanserað verður soleiðis, at íløgur bert kunnu verða gjørdar í lánsbrøv, inntil partabrævaparturin er komin niður á hægst loyvda markið fyri partabrævapartin sambært stk. 4.

Stk. 7. Hjá persóni, ið er 60 ár ella eldri, skal íløgurøðin rebalanserast niður á hægst loyvda partabrævapart í seinasta lagi fyrsta handilsdag eftir, at persónurin er fyltur ávikavist 60, 65 og 70 ár, sum ásett í talvuni í stk. 4.

Stk. 8. 1) Virðisbrævagoymslan verður gjørd upp til marknaðarvirðið í seinasta lagi 2 mánaðir fyri, at eftirlønarsamansparari ynskir at byrja útgjald, og í fyrsta lagi 2 mánaðir fyri, at eftirlønarsamansparari nær fólkapensjónsaldri sbrt. lóg um almannapensjónir, tó í seinasta lagi 2 mánaðir fyri, at eftirlønarsamansparari fær fólkapensjón sbrt. lóg um almannapensjónir.

Stk. 9. Tað er skylda hjá eftirlønarveitara at tryggja, at ásetingarnar í hesi grein verða fylgdar.

Íløgureglur fyri eftirlønargrunnar og fyri lívstryggingarfeløg í lívstrygginarflokki III

§ 8. Eftirlønargrunnar og tryggingarfeløg í lívstryggingarflokki III kunnu gera íløgur vegna eftirlønarsamanspararar sambært reglum í lóg um tryggingarvirksemi.

Stk. 2. Tryggingar, ið verða gjørdar sambært hesi løgtingslóg og teknaðar undir lívstryggingarflokki III í lívstryggingarfelagi og eftirlønargrunni, skulu vera settar saman soleiðis, at fíggjarligi váðin er hóskandi og gagnligur fyri eftirlønarsamanspararan. Tá mett verður, um váðin er hóskandi, skal atlit takast til aldur, heilsu, fíggjarstøðu og onnur viðkomandi viðurskiftir.

Stk. 3. Landsstýrismaður kann í kunngerð áseta íløgureglur fyri eftirlønargrunnar og tryggingar undir Lívstryggingarflokki III, inngoldnar eftir hesi lóg.

Kapittul 4

Útgjaldshættir

§ 9. 2) Eftirlønarútgjald kann, við undantaki av stk. 5 og 9, í fyrsta lagi byrja, tá ið eftirlønarsamansparari nær fólkapensjónsaldri sbrt. lóg um almannapensjónir, og í seinasta lagi tann dagin, hann fær fólkapensjón. Í samansparingartíðarskeiðnum er alt virðið, ið er knýtt at eftirlønarsamansparingini, at meta sum kapitaleftirløn við arvarætti, um eftirlønarsamansparari ikki hevur gjørt aðra avtalu.

Stk. 2. Eftirlønarsamansparari boðar umvegis eftirlønarveitara TAKS frá útgjaldi. Boðast skal frá í seinasta lagi 2 mánaðir áðrenn, útgjald byrjar. Í fráboðanini til TAKS verður ásett, hvussu og nær samansparda eftirlønin skal útgjaldast. Býtið verður roknað av samansparda virðinum útgjaldsdagin og skal, undantikið stk. 4, stk. 5 og § 10, stk. 2, uppfylla hesar treytir:

1)   Í minsta lagi 45% skal verða útgoldið sum lívslong veiting, lívrenta, ið sbrt. hesari løgtingslóg er ein eftirlønarskipan, sum verður útgoldin leypandi, so leingi tann, sum eigur og hevur stovnað tryggingina, er á lívi, men sum fellur burtur, tá ið viðkomandi doyr.

2)   2) Í mesta lagi 55% kann verða útgoldið sum lutaeftirløn, ið sbrt. hesari løgtingslóg er ein eftirlønarskipan, ið verður útgoldin yvir eitt avtalað tíðarskeið, tó í minsta lagi 10 ár.

3)   Í mesta lagi 15% kann útgjaldast sum kapitalútgjald, ið sbrt. hesari løgtingslóg er ein upphædd, sum verður útgoldin í einum.

Stk. 3. Frá valda útgjaldsdegi sbrt. stk. 1 og 2 er valið bindandi, tó kann parturin, sum fer til lívlanga veiting, økjast, og tað er TAKS, ið gevur loyvi eftir skrivligari áheitan frá eftirlønarsamansparara umvegis eftirlønarveitara.

Stk. 4. Hóast ásetingina í stk. 2, nr. 1, kann lívslanga veitingin ongantíð verða kravd at vera hægri enn 40 prosent av eini arbeiðaraløn, brutto, sbrt. sáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Upphædd, ið er oman fyri ta kravdu lívslongu veitingina, kann flytast til lutaeftirlønarsamansparingina, um eftirlønaravtalan loyvir hesum.

Stk. 5. Fyri eftirlønarsamansparara, har tað læknafrøðiliga verður staðfest, at hann, grundað á sjúku, hevur niðursettan væntaðan miðallivialdur, ber til at byrja eftirlønarútgjald, áðrenn eftirlønarsamanspararin nær fólkapensjónsaldri sambært lóg um almannapensjónir. TAKS váttar, at útgjald av eftirlønarsamansparingini kann byrja, tá deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hevur játtað umsókn. Upphædd, ið skuldi verið brúkt til lívrentu, kann í hesum føri í staðin verða brúkt til lutaeftirløn, um ikki onnur avtala er gjørd. 15 prosent av samansparingini kann verða útgoldin sum kapitalútgjald og restin sum lutaeftirløn. Landsstýrismaðurin ásetir við kunngerð nærri reglur.

Stk. 6. Útgjøld sbrt. hesi løgtingslóg verða framd gjøgnum afturhaldsskipanina hjá TAKS skatta- og avgjaldsfrítt.

Stk. 7. Kapitalútgjald, útgjald av lutaeftirløn og útgjald av lívslangari veiting byrja samstundis.

Stk. 8. 1) Landsstýrismaðurin ásetir við kunngerð nærri reglur fyri, hvussu eftirlønin verður útgoldin frá eftirlønarveitara.

Stk. 9. 2) Inngjald, sum persónur, fevndur av § 1, stk. 5 ella § 17, stk. 1, hevur goldið, kann rindast út aftur, hóast eftirlønarsamansparari ikki hevur nátt fólkapensjónsaldur.

§ 10. Eru eftirlønarsamansparingar hjá fleiri eftirlønarveitarum, kann eftirlønarsamansparari geva einum ávísum eftirlønarveitara heimild til at savna saman samlaðu virðini frá øllum eftirlønarveitarunum. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur fyri mannagongd og kostnaði.

Stk. 2. Er samlaða eftirlønarsamansparingin hjá øllum føroyskum eftirlønarveitarum tilsamans minni enn 400.000 krónur við eftirlønaraldur sbrt. § 9, stk. 2, kunnu í staðin upp til 60.000 krónur rindast út sum kapitalútgjald, og restin verða útgoldið við upp til 2.500 krónum um mánaðin.

Útgjald við deyða

§ 11. Í samansparingartíðarskeiðnum er eftirlønin at meta sum kapitaleftirløn við arvarætti, um ikki onnur avtala er galdandi. Tá eftirlønarsamansparari doyr, fellur samansparda eftirlønarupphæddin til njótunartilskilaða sambært eftirlønarsáttmálanum, um ikki onnur avtala er galdandi.

Stk. 2. Um njótunartilskilaði er hjúnafelagi ella sambúgvandi, tó ikki barn, kann hann velja at fáa alla ella part av eftirlønarsamansparingini flutta skatta- og avgjaldsfrítt til sína egnu eftirlønarsamansparing, og verður tann samanlagda eftirlønarsamansparingin fevnd av ásetingunum í hesi løgtingslóg.

Stk. 3. Hevur eftirlønarsamanspararin eingi nærmastu avvarðandi, og er eingin njótunartilskilaður innsettur, verður eftirlønarupphæddin við arvarætti umløgd til eitt kapitalútgjald og verður síðan partur av búnum.

Stk. 4. Skiftirætturin sendir skjøl til góðkenningar hjá TAKS vísandi til hesa grein.

Stk. 5. 1) Tá eftirlønarútgjald er byrjað sbrt. § 9, og eftirlønareigari doyr, verður lutaeftirlønarparturin, um ikki onnur avtala er gjørd, útgoldin til njótanartilskilaða sbrt. eftirlønaravtaluni. Um eingin njótanartilskilaður er og heldur eingin nærmasti avvarðandi, verður gjørt samsvarandi stk. 3.

Stk. 6. 1) Í sambandi við viðgerðartíðina hjá eftirlønarveitara og TAKS, er eftirlønin at meta sum kapitalvirði, um ikki onnur avtala er gjørd og verður fyrst fevnd av ásetingunum í § 9, stk. 2 tann dag, ið ásettur er fyri útgjaldi.

Kapittul 5

Inngjald, frádráttur og skattur

§ 12. Inngjøld til eftirlønarskipan verða goldin á eftirlønarkonto sbrt. eftirlønarsáttmála.

Stk. 2. 1) 5) Rindast skulu 40 prosent í eftirlønarskatti til landskassan av inngjaldi til eftirlønarsamansparing og av inngjaldi til persónstryggingar sbrt. hesi løgtingslóg. Hetta er tó ikki galdandi fyri eftirlønargjøld, ið eftirlønarveitari rindar vegna gjaldsundantøku. Tann persónur, sum er skyldugur til at rinda eftirlønargjald í Føroyum av inntøku, vunnin uttanlands undantikin § 1, stk. 9, verður góðskrivaður í eftirlønarskattinum fyri inntøkuskatt, persónur hevur goldið av eftirlønargjaldinum uttanlands. Skattur sbrt. pkt. 1 verður latin kommununum eftir tali av borgarum 67 ár ella eldri, sum eru skrásettir í landsfólkayvirlitinum 1. desember árið fyri, tó so at talið av borgarum 67 ár ella eldri í Sandoynni verður hækkað við 30%, um heimatænasta, eldrarøkt v.m. í Sandoynni verður rikið í serstøkum samstarvsøki.

Stk. 3. 1) Tað er frádráttarrættur ávikavist burtursíggingarrættur í skattskyldugu inntøkuni fyri inngjøld eftir hesi løgtingslóg til eftirlønarsamansparing og til persónstryggingar. Sami skattligi frádráttarrættur er fyri sjálvboðið inngjald sbrt. § 2, stk. 3, og fyri inngjald sbrt. § 1, stk. 6 og § 17, stk. 1 og 5.

Stk. 4. Frádrátturin í skattskyldugu inntøkuni fylgir inntøkuárinum, har eftirlønarinngjaldið er farið fram.

Stk. 5. Hall kann verða flutt fram til frádrátt eitt seinni inntøkuár í tann mun, rúm ikki er fyri tí í skattskyldugu inntøkuni eitt fyrri ár.

Stk. 6. Tá persónur, ið hevur verið undir avmarkaðari skattskyldu til Føroya, kemur undir fulla skattskyldu til Føroya, verður eftirlønargjaldskylda at rokna frá tí degi, avmarkaða skattskyldan heldur uppat.

Stk. 7. Um arbeiðsgevari ikki flytur skattin av eftirlønini rættstundis, kann TAKS krevja upphæddina við tilskrivaðum rentum inn við panting eftir reglunum í § 135 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.

Stk. 8. Um eftirlønarsamansparari ikki heldur sína skyldu við at rinda skatt sbrt. stk. 2, verður tann skuldkomni skatturin kravdur inn við eftirlønarskattauppgerð eins og B-skattur. TAKS kann fremja panting eftir reglunum í § 135 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.

Stk. 9. Eftirlønarveitari hevur skyldu til at afturhalda og flyta eftirlønarskattin til TAKS í teimum førum, har eftirlønarinngjaldið verður rindað beinleiðis til eftirlønarveitara og ikki verður rindað umvegis arbeiðsgevaraskipan sbrt. § 2.

Stk. 10. Hvussu eftirløn og eftirlønarskattur verður rindaður, verður nærri ásett við kunngerð.

§ 13. Rentur og annar vinningur í eini eftirlønarskipan eru hvørki skatta- ella avgjaldskyldug.

Stk. 2. Tað sama er galdandi fyri vinning og tap við innloysing ella sølu av partabrøvum, sølu av tekningarrætti, vinningi og tapi vegna kursbroytingar av lánsbrævagoymslu, útlutan av avtøkuvinningi ella líknandi, tá virðisbrøvini eru partur av eini eftirlønarsamansparing.

Stk. 3. Í sambandi við útgjald verður rentutilskriving, uppspart bonus og annar vinningur sbrt. stk. 1 og 2 roknað upp í samlaðu útgjaldsupphæddina og rindað avgjalds- og skattafrítt útaftur. Sama er galdandi fyri tryggingarútgjald.

Inngjald uttan frádráttarrætt í skattskyldugu inntøkuni

§ 14. Inngjøld til eftirlønarskipanir, sum ikki koma undir treytirnar í hesi løgtingslóg, hava ikki frádráttarrætt í skattskyldugu inntøkuni.

Stk. 2. Útgjald sbrt. stk. 1 verða ikki skattað, tó skal rentutilvøkstur og virðisøking viðgerast eftir kapitalvinningsskattalógini í samansparingartíðarskeiðnum og verða skattað árliga. Tað er eftirlønarveitari, ið flytur skattin beinleiðis til TAKS vegna eftirlønarsamansparara.

Kapittul 6

Ymiskar ásetingar

Javning av upphæddum

§ 15. Upphæddirnar, sum eru ásettar í § 2, stk. 4 og § 10, stk. 2 í hesi løgtingslóg, verða árliga javnaðar í mun til prístalið 1. juli 2013, sum verður sett til 100. Broytingin í upphæddunum verður útroknað hvønn 1. juli, og saman við upphædd sbrt. § 9, stk. 4 kunngjørd av landsstýrismanninum sum galdandi fyri komandi álmanakkaár.

Stk. 2. 1) Eftirlønargjald sbrt. § 2, stk 1 og § 2, stk. 5, ið er minni enn 30 krónur, verður ikki álagt at rinda.

Avrokning og afturhald 5)

§ 15 a. 5) Upphæddir, latnar kommununum sbrt. § 12, stk. 2, 4. pkt., verða avroknaðar umvegis kommunalu avrokningarskipanina ella aðra skipan, ið landsstýrismaðurin tekur avgerð um.

Stk. 2. 5) Um kommuna ella kommunalt samstarv, ið ein kommuna er partur av, áhaldandi ikki lýkur treytir, ásetingar ella leiðreglur í sambandi við roknskaparviðurskifti ella líknandi viðurskifti, kann landsstýrismaðurin taka avgerð um at útseta avrokningar, til viðkomandi viðurskifti eru fingin í rættlag.

Ásetingar um revsing

§ 16. 1) TAKS hevur heimild at áleggja bøtur. Verður ásetingin í § 6 ikki fylgd, kunnu dagbøtur á 20.000 kr. verða álagdar fyri hvønn dag, ið fer út um fyrsta gerandisdag eftir 20. januar.

Stk. 2. 1) Heldur eftirlønarveitari ikki ásetingarnar í § 2, stk. 8, § 7, § 8 og § 9, stk. 2, sendir TAKS í fyrsta lagi eina ávaring. Um brotið ikki verður rættað, kann TAKS áleggja dagbót á 20.000 krónur, til viðurskiftini eru komin í rættlag.

Stk. 3. 1) Um brot á hesa løgtingslóg áhaldandi ikki verður rættað, kann eftirlønarupphæddin verða flutt til annan eftirlønarveitara at umsita uttan kostnað fyri eftirlønarsamanspararan. Landsstýrismaðurin ásetir við kunngerð nærri reglur.

Ásetingar viðvíkjandi depotkontu 1)

§ 16 a. 1) Hevur eftirlønarsamansparari, ið hevur B-inntøku ikki stovnað eftirlønarsáttmála og eftirlønarkontu, verður eftirlønarsamansparing sett inn á depotkonto hjá TAKS.

Stk. 2. Tá persónur, sum hevur upphædd standandi á depotkontu, hevur stovnað sær eina eftirlønarkontu, skal hann boða TAKS frá hesum, og upphæddin verður síðani flutt á eftirlønarkontu.

Stk. 3. Upphædd á depotkontu fær onga rentu tilskrivaða.

Stk. 4. Um persónur doyr og hevur eftirløn á depotkontu, verður eftirlønarupphæddin viðgjørd sbrt. ásetingunum í § 11.

Kærumøguleikar 3)

§ 16 b. 3) Avgerðir, tiknar sambært hesi løgtingslóg, kunnu innan 4 vikur kærast til Skatta- og avgjaldskærunevndina.

Stk. 2. Freistin verður roknað frá tí degi, kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.

Kapittul 7

Skiftisásetingar

§ 17. Persónur, ið er føddur fyri 1. januar 1954, hevur ikki skyldu til at spara saman til egna eftirløn eftir § 1, stk. 1, men kann sjálvboðin spara saman til eftirløn sbrt. hesi løgtingslóg.

Stk. 2. Freistin at stovna eftirlønarsáttmála er sett til 31. desember 2013 fyri tann, ið ongan eftirlønarsáttmála hevur, men er fevndur av lógini og hevur inntøku, ið eftirlønargjald skal rindast av.

Stk. 3. Eftirlønarsamansparing, ið er inngoldin í 2012 ella 2013, kann gerast partur av eftirlønarsamansparing, ið er inngoldin frá 1. januar 2014 sbrt. hesari løgtingslóg.

Stk. 4. Avtalur millum føroyskan eftirlønarveitara og hvønn einstakan tryggingartakara halda áfram, í tann mun tær ikki stríða ímóti hesari løgtingslóg.

Stk. 5. 2) Persónur, sum í starvi sínum fyri arbeiðsgevara við heimstaði í Føroyum, er fevndur av eftirlønarskipan hjá donskum eftirlønarveitara, tá henda lóg kemur í gildi, kann verða undantikin hesi løgtingslóg og í staðin halda áfram við at rinda til donsku eftirlønarskipanina, hóast ásetingarnar í § 5. Treytir fyri undantøku eru, at onki verður rinda til kapitaleftirløn, og at rindað verður í minsta lagi tað í § 2, stk 1 ásetta eftirlønargjaldið, men tó ongantíð minni enn 10 prosent av føstu árslønini. Fyri inngjaldi verður veittur burtursíggingarrættur og frádráttarrættur í skattskyldugu inntøkuni. Rindað verða 40 prosent í eftirlønarskatti samsvarandi § 12, stk. 2. Útgjaldsleisturin fylgir áseting, ið er galdandi sbrt. eftirlønarsáttmálanum. Loyvi til at koma undir hesa skiftisskipan verður givið eftir umsókn til TAKS. Landsstýrismaðurin ásetir við kunngerð nærri reglur.

 

§ 18. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2014.

 

 

Tórshavn, 14. mai 2013

 

Annika Olsen (sign.)

varaløgmaður

Lm. nr. 121/2012

 



1) Broytt við løgtingslóg nr. 152 frá 20. desember 2013, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2014.”

2) Broytt við løgtingslóg nr. 133 frá 19. desember 2014, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. § 1, nr. 2 kemur tó í gildi 1. januar 2015.”

3) Broytt við løgtingslóg nr. 157 frá 24. desember 2015, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2016. Stk. 2. Avgerðir, tiknar av TAKS, áðrenn henda lóg kom í gildi, kunnu innan 4 vikur frá 1. januar 2016 kærast til Skatta- og avgjaldskærunevndina.”

4) Broytt við løgtingslóg nr. 44 frá 6. mai 2015, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. januar 2015.”

5) Broytt við løgtingslóg nr. 134 frá 19. desember 2014, har § 3 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2015.”