Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fiskimálaráðið
  • Útgávudagur: 16-05-2007
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2007 A - Hefti 10 A 16 mai 2007
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

15. mai 2007Nr. 45

Løgtingslóg um landsjørð, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 66 frá 15. mai 2014

Jørð hjá tí almenna

§ 1. Eftir reglum, nevndar niðanfyri, fyrisitur Búnaðarstovan, sum er stovnur undir landsstýrismanninum, alla almenna jørð, ið ikki verður fyrisitin av ella er skrásett sum ogn hjá øðrum almennum stovni, herundir kommununum.

Jørð í festi

§ 2. Búnaðarstovan hevur rætt til at lata almenna jørð í festi.

Stk. 2. Festið stendur við so leingi, festarin er á lívi, tó í mesta lagi til hann hevur fylt 70 ár.

Stk. 3. Jørð kann verða latin í festi í eitt avmarkað styttri áramál.

Stk. 4. Festitreytirnar verða ásettar í einum festibrævi. Festibrøvini skulu gjølla skila til, hvat hoyrir til festið. Búnaðarstovan ger reglur um fyrisettar festitreytir, sum landsstýrismaðurin skal góðkenna.

Stk. 5. Raksturin av festum kann verða lagdur í partafelag ella smápartafelag, sum festarin eigur. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur hesum viðvíkjandi.

§ 3. Festarin rindar øll gjøld, sum hvíla á festinum, og rindar festileigu. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur fyri, hvussu leigan verður ásett.

Festaraskifti

§ 4. Festarar hava rætt til at avhenda festibrøvini til persónar, sum lúka krøvini til jarðarbrúkskunnleika. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um hesi krøv.

Stk. 2. 1) Búnaðarstovan skal góðkenna avhendingina av festibrøvum, eins og Búnaðarstovan skal góðkenna møguliga veðseting av festibrøvum. Áðrenn Búnaðarstovan góðkennir avhending ella veðseting, skal Búnaðarstovan kunna Búnaðargrunnin um ætlanina, og skal Búnaðargrunnurin hava rætt at tryggja sær veð í festibrævinum fyri verandi lán, sbr. stk. 5, áðrenn góðkenning verður givin.

Stk. 3. Avhendanin minkar ikki um rættin hjá fyrisitingini at fremja tiltøk eftir lógini, uppi í hesum at taka festibrævið aftur.

Stk. 4. Rætturin at avhenda festibrøvini fevnir ikki um útleiging ella tílíkt.

Stk. 5. Ger veðhavari sín veðrætt galdandi í festibrævinum, ella tá ið festari doyr, skal veðhavarin ella búgvið eftir festaran, áðrenn eitt ár er gingið, avhenda fólki, sum lýkur krøvini til jarðarbrúkskunnleika, festibrævið. Stk. 6. Verður ásetta freistin at avhenda festibrævið ikki hildin, kann Búnaðarstovan taka festibrævið aftur. Veðhavarin ella búgvið eftir festaran hevur rætt til endurgjald sambært § 5, stk. 5 og 6.

Stk. 7. Soleiðis, sum Búnaðargrunnurin hevur latið festara lán, áðrenn henda lóg er komin í gildi, kann grunnurin tryggja sær, at hann kann fáa 1. veðrætt í festibrævinum og føstu ognunum á avvarðandi festi, tá ið ognir verða yvirtiknar sambært § 6, stk. 1.

Stk. 8. Festi kann verða lagt saman við øðrum festi, og festi kann verða býtt sundur, um umstøðurnar tala fyri tí. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur hesum viðvíkjandi.

Festitreytir

§ 5. Tann, ið hevur landsjørð í festi, skal hava bústað sín á somu oyggj, sum festið er. Búnaðarstovan kann í serstøkum førum loyva undantaki frá hesum. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um bústað hjá festara og um møguligt undantak frá hesum.

Stk. 2. Búnaðarstovan hevur eftirlit við festinum. Verður staðfest við eftirliti ella á annan hátt, at treytirnar viðvíkjandi bústaði og festileigu ikki verða hildnar, at kríatúr og- ella jørð verður misrøkt, ella um festarin ikki heldur sínar lánsskyldur til Búnaðargrunnin fyri lán, sum eru tikin, áðrenn henda lóg er komin í gildi, skal Búnaðarstovan taka støðu festarans til viðgerðar og áleggja festara at fáa viðurskiftini við festinum í rættlag. Verður áheitanin ikki fylgd, kann Búnaðarstovan siga festimálið upp.

Stk. 3. Um djóralækni staðfestir djórapínslu á festinum, eigur Búnaðarstovan beinanvegin fyribils at taka rættin frá festara at sita við festinum. Verður festarin seinni dømdur fyri djórapínslu, missir viðkomandi festari festi.

Stk. 4. Noktar festarin eftirlitinum upp- lýsingar sambært stk. 2, kann Búnaðarstovan siga festimálið upp.

Stk. 5. Tá ið festimál er uppsagt eftir stk. 2 ella 3, kann Búnaðarstovan krevja, at bygningar verða avhendaðir, sum eru ogn festarans, men eru knýttir at rakstrinum, sambært § 11, stk. 8. Avvarðandi festari hevur rætt til endurgjald fyri bygningarnar, sum verða avhendaðir á henda hátt.

Stk. 6. Endurgjaldið sambært stk. 4 verður ásett av metingarfólki, sum Búnaðarstovan og festarin útnevna í felag. Endurgjaldið verður sett í mun til samlaða søluvirðið fyri festið. Semjast partarnir ikki at velja metingarfólk, velur sorinskrivarin metingarfólkið.

Stk. 7. Er talan um ítak um helvtarbýti, sambært § 11, stk. 2 og 3, verður helvtarpeningur av metingarvirðinum at rinda á festikontu.

Festirættindi

§ 6. 2) Festari kann keypa innstøðu, sethús, fjós og aðrar bygningar við hóskandi undirlendi, sum hoyra til festið. Sethús kann hann keypa sjálvur ella saman við hjúnafelaga. Undantiknir keypsrættinum eru bygningar o.a., sum hava serligan fornfrøðiligan ella annan týdning fyri landið at eiga. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur viðvíkjandi sølu til festara, uppi í hesum, hvat er undantikið at kunna seljast.

Stk. 2. Festarin hevur rætt til at nýta festið við lunnindum, harímillum veiðirættindi av festinum, rætt til at fiska í áum og vøtnum, og torvskurðar- og kolanámsrætt til egna nýtslu.

Stk. 3. Festarin hevur rætt til at leiga øðrum lendi til fóðurframleiðslu og harímillum lendi at dyrka til fóðurframleiðslu fyri eyga, traðir og traðarstykkir, og stykkir til urtagarðsbrúk. Slík leigumál eru avmarkað til at galda í mesta lagi 20 ár í senn.

Stk. 4. Festarin hevur rætt til at leiga veiðirættindi, undir hesum fuglabjørg og urðar, tó í mesta lagi fyri 1 ár í senn. Leiguinntøkur fara til festaran sjálvan. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um rætt hjá festara til leigu av lendi og veiðirættindum, um nýtslu av lendi v.m. og um leiguáramál.

Stk. 5. Fólk, sum eru áhugað at leiga lendi frá festara, og sum eru búsitandi í somu markatalsbygd, sum festarin, sum hevur lendi at leiga út, hava frammíhjárætt at leiga lendið.

Stk. 6. Reglurnar í § 7, stk. 3 til 5 eru somuleiðis galdandi fyri øll leigumál sbrt. § 6, stk. 3.

Leigan av landsjørð v.m. 3)

§ 7. Sum undantak kann Búnaðarstovan sjálv taka upp mál at leiga lendi burtur av landsjørð til fóðurframleiðslu og har ímillum lendi at dyrka til fóðurframleiðslu. Harumframt hevur Búnaðarstovan heimild til at leiga út traðir og traðarstykkir, stykkir til urtagarðsbrúk, grundstykkir til húsabygging, vinnu-, ítróttar- og frítíðarendamál og almenn endamál o.a. fyri ávísa tíð. Leiguinntøkur verða fluttar á festikontu. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um virksemið hjá Búnaðarstovuni um leigu av landsjørð v.m. .

Stk. 2.4) Áðrenn jørð verður útleigað burtur av einum festigarði ella leigutrøð, skal festarin/leigarin verða eftirspurdur. Fæst semja ikki um leigumál, kunnu partarnir krevja málið lagt fyri landbúnaðarstevnu við kærurætti til yvirlandbúnaðarstevnu.

Stk. 3. Verður jørð útleigað sambært stk. 1, skal Búnaðarstovan fyrst ætla um, um tað at leiga lendi, skaðar festið. Búnaðarstovan skal ansa eftir, at jørð ikki verður innløgd av haganum, so leingi innløgd jørð er, ið ikki verður nýtt samsvarandi treytunum í leigusáttmálanum.

Stk. 4. Leigusáttmáli verður gjørdur, sum tilskilar, hvat lendið skal verða brúkt til, og ásetur leigutreytir. Eisini skal verða sett í leigusáttmálan, hvørjar fylgjur tað fær, verður lendið ikki brúkt samsvarandi sáttmálanum, og um treytirnar annars ikki verða hildnar.

Stk. 5. Leiguavtala sbrt stk. 1 fellur burtur ella kann verða søgd upp, tá ið:

1)   leigari doyr, og hjúnafelagi ikki er eftir hann,

2)   felag stendur sum leigari, og felagið verður avtikið ella verður óvirkið, ella

3)   leigarin ikki fylgir teimum treytum, sum ásettar eru í sáttmálanum ella lóggávuni annars.

§ 7 a. 3) 5) Búnaðarstovuni verður heimilað at taka aftur nýtslurætt frá festara til ein part av lendi ella alt lendið, tilhoyrandi festi, og leiga kommunu lendið til almannagagnligt endamál. Áðrenn nýtslurættur til lendið verður tikin aftur, skal festarin verða eftirspurdur.

Stk. 2. 5) Verður nýtslurættur til lendið tikin aftur sbrt. stk. 1, skal kommunan rinda fult endurgjald, herundir:

1)   endurgjald fyri mist bit og skerda fóðurframleiðslu sbrt. § 10, og endurgjald fyri annan fíggjarligan miss, festarin hevur, og

2)   tær útreiðslur, sum Búnaðarstovan hevur av at broyta lendisnýtsluna samsvarandi leigusáttmálanum.

Stk. 3. 5) Fæst ikki semja um endurgjald fyri annan fíggjarligan miss, ið festari hevur, sbrt. stk. 2, nr. 1, skal Búnaðarstovan heita á festara og leigara um í felag at útnevna metingarfólk at áseta endurgjaldið. Semjast partarnir ikki um at velja metingarfólk í seinasta lagi 4 vikur eftir áheitan frá Búnaðarstovuni, velur sorinskrivarin metingarfólkið.

Stk. 4. Búnaðarstovan skal kunna Búnaðargrunnin um ætlanina at taka aftur nýtslurætt til lendið. Búnaðargrunnurin skal hava rætt til at tryggja sær veð fyri verandi lán og gera sín veðrætt galdandi, áðrenn ætlanin verður framd.

Stk. 5. 5) Avgerðin um at taka aftur nýtslurætt til lendið og ásetingin av endurgjaldinum fyri annan fíggjarligan miss, sbrt. stk. 2, nr. 1, kunnu leggjast fyri landbúnaðarstevnu við kærurætti til yvirlandbúnaðarstevnu.

Stk. 6. 5) Endurgjaldið til festara fyri annan fíggjarligan miss, ið festari hevur, sbrt. stk. 2, nr. 1, verður goldið festara. Ásetingarnar í § 11, stk. 3-7 verða tó samsvarandi nýttar í sambandi við, at endurgjald verður latið fyri bygningar.

Stk. 7. 5) Búnaðarstovan ger leigusáttmála við kommununa samsvarandi reglunum í § 7, stk. 4 og stk. 5, nr. 3. Leigumál skulu sum aðalregla ikki vera styttri enn 30 ár og geva møguleika fyri leingjan. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð leiguupphæddina. Leiguinntøkurnar eftir hesi grein verða fluttar á festikontu hjá festinum ella, um alt lendið, tilhoyrandi festið, verður útleigað, í felags festipulju.

§ 8. Hvørja ferð eitt leigumál er at enda komið, letur Búnaðarstovan leigumálið kanna og tekur støðu til, um grundarlag er fyri endurgjaldskravi móti seinasta leigara.

Søla av landsjørð

§ 9. Búnaðarstovuni verður heimilað burtur av landsjørð at selja jørð til almenn endamál, grundstykkir til húsabygging, handils- og ídnaðar-, havbúnaðar-, ítróttar- og frítíðarendamál o.a. Áðrenn jørð verður seld burtur av einum festigarði ella leigutrøð, skal festarin/leigarin verða eftirspurdur. Keypspeningurin verður fluttur á festikontu.

Stk. 2. Verða øki seld til slík endamál, sum nevnd eru í stk. 1, skal Búnaðarstovan ansa eftir at selja ódyrkaða jørð fram um dyrkaða, og jørð, sum er óvanda dyrkilendi fram um gott lendi. Búnaðarstovan skal somuleiðis ansa eftir, at ikki verða seld øki, ið liggja soleiðis fyri, at sølan skaðar ella minkar um virðið á grannajarðarbrúki meira, enn neyðugt er.

Stk. 3. § 7, stk. 2 er eisini galdandi sølum viðvíkjandi

Stk. 4. Saman við keypsprísinum verður kravd avloysing fyri bit.

Endurgjald til festarar og jarðarprísir

§ 10. 5) Tá Búnaðarstovan selur til byggigrundir ella tílíkt burtur av jørð ella tekur aftur nýtslurætt til lendi, sbrt. § 7 a, hevur hagin ella festarin rætt til endurgjald, sum svarar til avloysing fyri bit. Eisini hevur hagin ella festarin rætt til endurgjald og fyri skerdar møguleikar fyri fóðurframleiðslu í summarhálvuni. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um, hvussu endurgjald hesum viðvíkjandi verður ásett. Fæst ikki semja um endurgjaldið, verður málið viðgjørt eftir ásetingunum í § 37 í hagalógini. Endurgjaldið til haga ella festara verður rindað eftir ásetingunum í § 37 a í hagalógini.

Stk. 2. 3) 5) (Strikað).

§ 11. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um, hvussu jarðarprísir, prísir fyri bygningar á festum, gjøld fyri avloysing av biti, prís fyri innistøðuna o.a. og gjøld fyri leigu av jørð verða ásett. Somuleiðis ásetur landsstýrismaðurin sakargjøld, sum Búnaðarstovan kann krevja.

Stk. 2. Í teimum førum, har festarar sjálvir keypa bygningar á festum við hóskandi grundøki, kann hetta gerast við, at festarin rindar fyri grundøkið.

Stk. 3. Tá ið festari yvirtekur bygningar eftir stk. 2, skal næstu ferð, bygningarnir verða seldir/avhendaðir, helvtin av sølupeninginum rindast á festikontu (helvtarpeningur). Tað er festarin, búgvið eftir festaran, veðhavari ella keypari á tvingsilssølu, ið skal rinda helvtarpeningin. Helvtarpeningurin skal vera minst helvtin av metingarvirðinum á bygningunum. Metingarvirðið verður ásett av metingarfólki, ið Sorinskrivarin útnevnir. Helvtarpeningur verður niðurskrivaður rættlinjað yvir 10 ár soleiðis, at festari, ið hevur sitið við einum festi í 10 ár ella meira, ikki rindar helvtarpening. Tá ið festarin yvirtekur bygningar eftir stk. 2, skipar Búnaðarstovan fyri at tinglýsa ítak um treytirnar, nevndar í stk. 3, á ta føstu ognina.

Stk. 4. Tá ið bygningar, nevndir í stk. 2 og 3, verða uppaftur seldir, skal helvtin av sølupeninginum av søluni rindast á festikontu eftir ásetingunum í stk. 3. Helvtarpeningur, goldin av undanfarna festara, skal dragast frá soleiðis, at ongantíð kann verða goldið meira enn helvtin av søluvirðinum við seinni sølu av bygningunum.

Stk. 5. Reglan í stk. 3 og 4 er ikki galdandi, um festari doyr innan 10 ár eru liðin frá tí, hann tók við festinum.

Stk. 6. Fyri keyp av bygningum sambært stk. 2 og 3, sum hava fingið fígging av festikontu, er galdandi, at henda upphæddin skal endurrindast fyri seg. Upphæddin verður tó niðurskrivað rættlinjað yvir 25 ár.

Stk. 7. Tá ið bygningar, sum festari hevur keypt sambært stk. 2, nr. 2 og stk. 3, verða víðariseldir, kunnu íløgur, sum festarin hevur gjørt, síðani hann tók yvir bygningarnar, mótroknast í sølupeninginum. Mótrokningin, sum er íløguupphæddin, niðurskrivað rættlinjað yvir 25 ár, er treytað av, at festarin kann skjalprógva íløguupphæddina.

Stk. 8. Eisini er galdandi fyri bygningar, sum verða yvirtiknir eftir stk. 2, at teir skulu hava tinglýst ítak um, at teir eru knýttir at rakstrinum á festinum. Hetta er tó ikki galdandi fyri sethús. Ítøkini um tilknýti til raksturin á festinum kunnu verða strikað eftir góðkenning Búnaðarstovunnar og eftir gjøllari ásettum reglum frá landsstýrismanninum hesum viðvíkjandi.

Gildiskoma

§ 12. 6) Henda løgtingslóg kemur í gildi, tá tað í kunngerð verður ásett av landsstýrismanninum.

Stk. 2. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 20 frá 17. mai 2004 um landsjørð.

Stk. 3. Reglur, ásettar við heimild í tí í stk. 2 nevndu lóg, eru galdandi við teimum í hesi lóg fylgjandi broytingum, til tær verða broyttar, settar úr gildi, ella til aðrar reglur, givnar við heimild í hesi lóg, verða settar ístaðin.

 

Tórshavn, 15. mai 2007

 

Jóannes Eidesgaard (sign.)

løgmaður

/ Bjarni Djurholm (sign.)

 

Lm. nr. 107/2006

 

 



1) Broytt við løgtingslóg nr. 102 frá 25. november 2008.

2) Broytt við løgtingslóg nr. 47 frá 17. mai 2011.

3) Broytt við løgtingslóg nr. 65 frá 17. mai 2013.

4) Broytt við løgtingslóg nr. 98 frá 1. november 2007, sum er sett í gildi við kunngerð nr. 102 frá 9. november 2007, har ásett verður at broytingin kemur í gildi 15. november 2007.

5) Broytt við løgtingslóg nr. 66 frá 15. mai 2014.

6) Løgtingslógin er sett í gildi 1. november 2007 við kunngerð nr. 94 frá 23. oktober 2007.