Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. apríl 2018Nr. 44
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan
(Ásetingar um sernámsfrøði, trivnaðarætlan, Førleikastovu, serligt undirvísingartilboð og dagføringar í tilvísingum í lógartekstinum)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan, sum broytt við løgtingslóg nr. 46 frá 10. mai 1990, løgtingslóg nr. 128 frá 22. desember 2000, løgtingslóg nr. 53 frá 9. mai 2005, løgtingslóg nr. 64 frá 7. juni 2007, løgtingslóg nr. 34 frá 28. apríl 2009, løgtingslóg nr. 67 frá 26. mai 2011 og løgtingslóg nr. 157 frá 18. desember 2017, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 4, stk. 5 verður 1. pkt. orðað soleiðis:
“Sernám veitir skúlum, foreldrum og øðrum, ið varða av næmingum í fólkaskúlanum, sernámsfrøðiliga og sálarfrøðiliga ráðgeving.”
2. Í § 4, stk. 7 verður 2. pkt. orðað soleiðis:
“Landsstýrismaðurin ásetur reglur um stk. 4-7 og kann í tí sambandi víkja frá teimum í §§ 5 og 7-9, § 14, stk. 2, stk. 8, 2. pkt. og stk. 9 og 10 og §§ 15 og 16 ásettu reglum.”
3. Í § 5, stk. 2, nr. 4 verður “í fimm ella fleiri skúlaár” strikað.
4. Í § 8 verður stk. 3 strikað.
5. Í § 12 verður aftan á stk. 2 sum nýggj stk. sett:
“Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um serundirvísing og sernámsfrøðiligan stuðul, og hvat ein námsfrøðilig og sálarfrøðilig kanning skal umfata sbrt. stk. 2.
Stk. 4. Læruætlan verður gjørd til næmingar, ið fáa serundirvísing ella sernámsfrøðiligan stuðul sbrt. stk. 2.”
Stk. 3 verður eftir hetta stk. 5.
6. Í § 14 verða stk. 2 og 9 strikað.
Stk. 3-8 verða eftir hetta stk. 2-7, og stk. 10-12 verða eftir hetta stk. 8-10.
7. Í § 16, stk. 5, 1. pkt. verður “sbrt. stk. 1, 2 og 9” broytt til: “sbrt. stk. 1”.
8. Í § 24 verða sum stk. 3 og 4 sett:
“Stk. 3. Førleikastovur verða skipaðar at samskipa arbeiðið hjá serlærarum, lesivegleiðarum, akt-lærarum, støddfrøðivegleiðarum og øðrum starvsfólkum við serútbúgving, sum veita námsfrøðiliga og sernámsfrøðiliga ráðgeving og undirvísing.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um Førleikastovur sbrt. stk. 3.”
9. Í § 36, 1. pkt. verður “§ 4, stk. 6” broytt til: “§ 4, stk. 8”.
10. § 45, stk. 4 verður orðað soleiðis:
“Stk. 4. Skúlaleiðarin setur fyriskipan í verk fyri næmingar, ið hava serligar avbjóðingar, harímillum við atliti at sosialum felagsskapi, trivnaði og tilknýti. Stig kunnu verða tikin til, at næmingar verða fluttir í annan skúla ella í annað undirvísingartilboð.”
11. Í § 45, stk. 6 verður “næmingar við atferðar-, tilknýtis- og trivnaðartrupulleikum” broytt til: “næmingar, ið hava serligar avbjóðingar, harímillum við atliti at sosialum felagsskapi, trivnaði og tilknýti”.
12. Í § 45 verður sum stk. 7 sett:
“Stk. 7. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um skúla ella undirvísingartilboð sbrt. stk. 6.”
13. Í § 53, stk. 1 verður sum nr. 7 sett:
“7) trivnaðarætlan skúlans.”
14. Í § 55, stk. 7 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett:
“Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um skipan, innihald og arbeiðið við meginreglunum sbrt. stk. 4.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 30. apríl 2018
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 107/2017