Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Í koming
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Almannamálaráðið
  • Útgávudagur: 01-05-2018
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2018 A - Løgtingslóg 43 frá 30. apríl 2018
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

30. apríl 2018Nr. 43

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útleigan av bústøðum (Leigulógin)

(Mishald, lestarbústaðir, ungdómsbústaðir, bústaðir til fólk yvir ávísan aldur, bústaðir vegna serligan bústaðarsosialan tørv, íbúðarskrá, rætturin at halda fram í leigumáli o.a.)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1

Í løgtingslóg nr. 60 frá 26. mai 2010 um útleigan av bústøðum (Leigulógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 14. mai 2013, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1.    § 3, stk. 2, 3 og 4 verða orðað soleiðis:

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ger standard leigusáttmála, ið skal nýtast í leigumálum, fevnd av hesi løgtingslóg. Standard leigusáttmálin fevnir eisini um innflytingarfrágreiðing sbr. § 8.

Stk. 3. Útleigari hevur ábyrgdina av, at standard leigusáttmáli og innflytingarfrágreiðing sambært stk. 2 verða nýtt.

Stk. 4. Avtalur, sum geva leigara, hjúnafelaga ella persóni, ið leigari livir saman við í parlagi verri rættindi enn ásett er í løgtingslógini, hava ikki gildi.”

 

2.    § 5, stk. 1, 1. pkt. verður orðað soleiðis:

“Útleigari kann í mesta lagi krevja depositum, ið svarar til 3 mánaða leigu.”

 

3.    Í § 6, stk. 2 verður aftan á “eftir” sett: “,”.

 

4.    Í § 7, stk. 3 verður “útleigaranum” broytt til: “útleigara”.

 

5.    Í § 8, stk. 1, verður aftan á “oyðiblaði,” sett: “sbr. § 3, stk. 2,”.

 

6.    Í § 8 verður stk. 3 strikað.

 

7.    Í § 10 verður aftan á “elli” sett: “og at gera neyðugar ábøtur”.

 

8.    § 11, stk. 3 verður orðað soleiðis:

Stk. 3. Um freistin sambært stk. 2 ikki verður hildin, kann útleigari fáa framdu broytingarnar aftur í rættlag fyri leigarans rokning, eins og útleigari kann uppsiga ella ógilda leiguavtaluna.”

 

9.    Í § 11, verður sum stk. 4 sett:

Stk. 4. At uppsiga ella ógilda eina leiguavtalu sambært stk. 3 fær ikki virknað, fyrr enn hon er góðkend av leigunevndini, sbr. § 26, stk. 2.”

 

10.  Í § 12, nr. 5 verður aftan á “neyðugt” sett: “, undir hesum at sýna leigubústaðin í sambandi við uppsøgn sbr. § 8, stk. 2, og í mun til at vísa bústaðin til nýggjar leigarar”.

 

11.  § 15, stk. 2 verður orðað soleiðis:

Stk. 2. Onnur nýtsla av leigaðu hølunum enn ásett í stk. 1 krevur skrivligt loyvi frá útleigara.”

 

12.  § 16, stk. 2, 1. pkt. verður orðað soleiðis:

“Hjúnafelagi ella persónur, ið leigarin livir saman við í parlagi, skal geva samtykki til, at leigumálið verður framleigað, tá ið leigumálið verður nýtt til felags bústað.”

 

13.  Í § 16, stk. 3 verður aftan á “Leigusáttmáli” sett: “og innflytingarfrágreiðing”.

 

14.  Í § 17 verður aftan á stk. 1 sum nýtt stk. sett:

Stk. 2. Verður bústaðurin leigaður út av nýggjum, hevur verandi leigari framíhjárætt til bústaðin, tó undantikið í teimum í § 21, stk. 2, nr. 1 nevndu førum, ella tá leigari hevur verið í mishaldi sambært kap. 5 í løgtingslógini. Leiguavtalan er tá ikki longur at meta sum tíðaravmarkað.”

Stk. 2 verður eftir hetta stk. 3.

 

15.  Í § 18 verður “ørðum” broytt til: “øðrum”.

 

16.  § 19 verður orðað soleiðis:

§ 19. Leigari skal siga leigumálið upp við 1 mánaðar freist til endan av einum mánaði.

Stk. 2. Hjúnafelagi ella persónur, ið leigarin livir saman við í parlagi, skal geva samtykki til at uppsiga leigumálið, tá ið leigumálið verður nýtt til felags bústað. Er hesin ómyndigur gevur verjin samtykki. Ásetingarnar í § 19, stk. 2 og § 20 í lov om ægteskabets retsvirkninger eru somuleiðis galdandi.

Stk. 3. Uppsøgn frá leigara skal vera skrivlig og dagfest.”

 

17.  § 20, stk. 1 verður verður orðað soleiðis:

“Ikki vinnuligur útleigari sambært § 2, stk. 1 skal siga leigumálið upp við í minsta lagi 3 mánaða freist til endan av einum mánaði.”

 

18.  § 20, stk. 3 verður orðað soleiðis:

Stk. 3. Útleigari kann tó ikki siga leigara upp, meðan ein kæra um leigumálið er til viðgerðar í leigunevndini. Um leigari fær fult ella lutvíst viðhald frá leigunevndini, kann uppsøgn ikki fremjast fyrr enn 3 mánaðir eftir, at leigunevndin hevur tikið avgerð í málinum.”

 

19.  Í § 20 verður sum stk. 4 sett:

Stk. 4. Uppsøgn frá útleigara skal vera skrivlig og dagfest.”

 

20.  § 21, stk. 1 verður orðað soleiðis:

“Vinnuligur útleigari sambært § 2, stk. 2 og 3 skal siga leigumálið upp við í minsta lagi 5 mánaða freist til endan av einum mánaði.”

 

21.  § 21, stk. 2, nr. 1 verður orðað soleiðis:

“1) Tá útleigari sjálvur, børn, stjúkbørn ella fosturbørn skulu nýta leigumálið at búgva í.”

 

22.  Í § 21 verður aftan á stk. 2 sum nýtt stk. sett:

Stk. 3. Umframt treytirnar í stk. 2 kann útleigari siga leigara í lestrarbústaði upp sambært § 24 c, stk. 3 og siga leigara í ungdómsbústaði upp sambært § 24 d, stk. 3.”

Stk. 3 verður eftir hetta stk. 4.

 

23.  § 22 verður orðað soleiðis:

§ 22. Doyr ein leigari, áðrenn leigumálið er endað, hevur hjúnafelagin ella persónur, ið leigarin livir saman við í parlagi, rætt til at halda fram í leigumálinum, tá ið leigumálið verður nýtt til felags bústað.

Stk. 2. Doyr leigari ella flytur leigari í vardan bústað hevur tann, ið er fastur partur av húskinum, rætt at halda áfram í leigumálinum treytað av, at hesin hevur búð saman við leigara síðan leigari flutti inn í leigubústaðin ella í minsta lagi 1 ár. Í serligum førum kann útleigari veita undantak frá 1 ára kravinum.

Stk. 3. Persónar kunnu bert halda áfram í leigumálinum til lestrarbústað sambært § 24 c og til ungdómsbústað sambært § 24 d, um treytirnar fyri tillutan av bústaðnum eru loknar. Onnur enn hjúnafelagi ella partur í parlagi kunnu ikki halda áfram í leigumáli ætlað borgarum yvir ávísan aldur.”

 

24.  Aftan á § 22 verður í kapittul 4 sett:

§ 22 a. Er leigumálið felags bústaður í hjúnabandi ella parlagi, kunnu partarnir avtala, hvør teirra heldur áfram í leigumálinum.

Stk. 2. Semjast partarnir í hjúnabandi ikki um, hvør kann halda áfram í leigumálinum, kann í sambandi við dómin um hjúnaskilnað ella ógilding av hjúnabandinum ella í sambandi við loyvið um sundurlesing avgerast, hvør av pørtunum hevur rætt at halda áfram í leigumálinum.

Stk. 3. Semjast partarnir í parlagi ikki um, hvør kann halda áfram í leigumálinum kann, tá serlig atlit tala fyri hesum, eitt nú atlit til børn undir 18 ár, avgerð takast við dómi um, hvør av pørtunum hevur rætt at halda áfram í leigumálinum.

Stk. 4. Er treyt fyri leiguavtalu, at leigari er limur í bústaðafelagi, skal tann, ið heldur áfram í leigumálinum sbrt. § 22 og § 22 a somuleiðis gerast limur í bústaðafelagnum.”

 

25.  § 23, stk. 3 verður orðað soleiðis:

Stk. 3. Steðgar útleigari ikki mishaldinum innan freistina í stk. 2, og er talan um týðandi mishald ella svikagerð frá útleigara, kann leigari ógilda leiguavtaluna og krevja endurgjald fyri útreiðslur, ið stava beinleiðis frá mishaldinum.”

 

26.  Aftan á § 23 verður sett:

§ 23 a. Heldur leigari ikki skyldur sínar eftir hesi løgtingslóg og leigusáttmálanum, er hann í mishaldi.

Stk. 2. Leigari er somuleiðis í mishaldi, tá leigari í nevndu førum hevur atferð, ið er til ampa fyri bygningin, útleigara, starvsfólk hjá útleigara, aðrar leigarar í bygninginum ella onnur, ið lógliga ferðast í bygninginum:

1)    Tá leigari fremur ella hóttir við at fremja likamligan harðskap.

2)    Tá atferð leigarans elvir til vanda, undir hesum við at nýta vápn ella við at hava vandamikil evni og tilfar í varðveitslu í bygninginum.

3)    Tá atferð leigarans elvir til bága og hevur við sær ótryggleika, heilsuligan vanda ella, at umhvørvið í bygninginum verður ráari.

4)    Tá leigari ger ónáðir, uttan at talan er um likamligan harðskap.

5)    Tá leigari heldur gang, ið ikki eigur at verða góðtikin, eitt nú við síni atferð, at spæla harðan tónleik ella við hørðum maskinlarmi.

6)    Tá leigari oyðileggur bygningin ella leysafæ í bygninginum ella á felagsøkjum.

7)    Tá leigari vanrøkir tað leigaða.

8)    Tá húsdjór leigarans eru til munandi ampa vegna larm, lukt, óhumsku ella við at elva til vanda ella ótta.

9)    Tá leigari hevur larmandi atferð, tó uttan at vera fevnt av nr. 5.

10)  Tá húsdjór leigarans hava atferð, ið er til ampa, tó uttan at vera fevnt av nr. 8.

11)  Tá leigari í aðramáta hevur atferð, ið er til ampa.

Stk. 3. Leigari er harumframt í mishaldi, um leigari hevur húsdjór, ið er í stríð við leiguavtalu ella húsreglur, uttan mun til um húsdjórini eru til ampa fyri bygningin ella persónar nevndir í stk. 2.

Stk. 4. Leigari er í mishaldi uttan mun til, um tað er leigari sjálvur, húsfólk hjá leigara ella onnur, ið leigari hevur latið inn í bygningin, ið hevur atferðina sambært stk. 2 og 3.”

 

27.  § 24 verður orðað soleiðis:

§ 24. Er leigari í mishaldi, skal útleigari beinanvegin geva leigara skrivlig boð um at fáa steðgað mishaldinum innan 8 dagar frá tí, at boðini eru givin.

Stk. 2. Steðgar leigari ikki mishaldinum innan freistina í stk. 1, kann útleigari uppsiga ella ógilda leiguavtaluna. Er grundarlag ikki fyri at uppsiga ella ógilda leiguavtaluna av hesi orsøk, kann útleigari geva leigara ávaring ella gera leiguavtaluna treytaða í upp til eitt ár.

Stk. 3. Rættarligar fylgjur sambært stk. 2 fáa ikki virknað, fyrr enn hesar eru góðkendar av leigunevndini, sbr. § 26, stk. 2. Tó skal leigunevndin ikki góðkenna uppsagnir, tá leigari ikki longur lýkur treytirnar til upptøku í lestrarbústaði ella ungdómsbústaði.”

 

28.  Aftan á § 24 verður sum kapittul 5 a sett:

 

Kapittul 5 a

Almenn viðurskifti

§ 24 a. Kommununum verður heimilað at gera almenna skrá yvir leigubústaðir, ið lúka lógarásett krøv til bústað, sbr. § 9.

Stk. 2. Tær upplýsingar, ið kunnu skrásetast í skránni sambært stk. 1 eru adressan á leigubústaðnum, navn og adressa hjá eigara av leigubústaðnum, eins og upplýsingar um í hvønn mun leigubústaðurin heilt ella lutvíst er bygdur, umbygdur ella umvældur sambært teimum lógarásettu krøvum, ið tá vóru galdandi fyri bústaðabygging, brunatrygd o.a.

Stk. 3. Verða bústaðir nýttir til útleigan, ið eru bygdir, umbygdir ella umvældir, uttan at viðkomandi krøv vóru galdandi, eigur hetta at verða tilskilað í skránni.

Stk. 4. Hevur kommuna almenna skrá yvir leigubústaðir, ið lúka lógarásett krøv til bústað, hevur útleigari skyldu at lata leigubústaðin skráseta í skránni og at geva kommununi atgongd at sýna bústaðin eftir umbøn í sambandi við góðkenning. Kommunan kann í serligum førum veita undantak frá almennari skrásetingarskyldu.

§ 24 b. Almannaverkið hevur ávísingarrætt til í minsta lagi 5. hvørja leiguíbúð í almennum bústaðafelagi.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um, nær talan er um bústaðarsosial endamál.

Stk. 3. Ávísing sambært stk. 1 skal taka atlit at tørvi borgarans, og hvussu leigaraskarin annars er samansettur.

Stk. 4. Almannaverkið rindar húsaleigu frá tí degi, at leigumálið er tøkt og fram til, at leigarin yvirtekur leigumálið.

Stk. 5. Almannaverkið svarar fyri ábyrgd leigarans mótvegis útleigara í mun til at lata hølini aftur í sama standi, sum tey vóru í, tá ið leiguavtalan byrjaði, sbr. § 12, nr. 4. Ábyrgd Almannaverksins tekur við, tá ið almenna bústaðafelagið til fánýtis hevur kravt leigara eftir peninginum. Almannaverkið kann síðan heinta peningin inn frá viðkomandi leigara.

Stk. 6. Útreiðslur sambært stk. 4 og 5 verða avhildnar umvegis forsorgarlógina.

§ 24 c. Leigubústaðir kunnu skipast sum lestrarbústaðir.

Stk. 2. Verða lestrarbústaðir skipaðir eftir avtalu við landsstýrismannin í skúlamálum, ásetir landsstýrismaðurin í skúlamálum treytir fyri ávísing til lestrarbústað.

Stk. 3. Umframt ásetingarnar í § 17 og § 21, kann leigari verða sagdur úr leigumálinum við í minsta lagi 1 mánaðar freist til endan av einum mánaði, tá treytirnar fyri ávísingini ikki longur eru loknar.

Stk. 4. Leigari í lestrarbústaði skal eftir umbøn vísa skjalprógv fyri lestrarvirkni ella yrkislæru.

Stk. 5. Hóast ásetingarnar í § 22 kann persónur bert halda fram í leigumálinum, um viðkomandi lýkur treytirnar fyri ávísing til lestrarbústað.

§ 24 d. Leigubústaðir kunnu skipast sum ungdómsbústaðir.

Stk. 2. Verða ungdómsbústaðir skipaðir eftir avtalu við landsstýrismannin í bústaðamálum, ásetir landsstýrismaðurin í bústaðamálum treytir fyri ávísing til ungdómsbústað, undir hesum aldurstreytir.

Stk. 3. Umframt ásetingarnar í § 17 og § 21, kann leigari í ungdómsbústaði verða sagdur úr leigumálinum við í minsta lagi 1 mánaðar freist til endan av einum mánaði, tá treytirnar fyri ávísingini ikki longur eru loknar.

Stk. 4. Hóast ásetingarnar í § 22 kann persónur bert halda fram í leigumálinum, um viðkomandi lýkur treytirnar fyri ávísing til ungdómsbústað.”

 

29.  Í § 25, stk. 2 verður orðað soleiðis:

Stk. 2. Leigunevndin verður mannað við einum formanni, sum er løgfrøðingur, einum limi, sum er búskaparfrøðingur og einum limi, sum hevur útbúgving innan byggifrøði. Limirnir verða tilnevndir fyri eitt fýra ára tíðarskeið. Fyri formannin og hvønn av limunum verða varalimir tilnevndir. Nevndarlimur verður sitandi, til nýggjur limur er valdur.”

 

30.  § 26, stk. 1 verður strikað og í staðin verður sett:

“Leigunevndin kann viðgera kærur frá pørtunum um:

1)    Ein møgulig hækking av leiguni er rímilig, og kann heilt ella lutvíst strika hesa hækking.

2)    Leigaðu hølini lúka ásett krøv til bústað, sambært § 9, og kann í hesum sambandi áleggja útleigara at gera neyðugar umvælingar.

3)    Rættin og skyldur hjá útleigara at fremja viðlíkahald og gera ábøtur, sambært §§ 9 og 10.

4)    Grundarlagið fyri uppsøgn av leiguavtalu, og kann seta ólógliga uppsøgn úr gildi.

5)    Grundarlagið fyri at ógilda leiguavtalu vegna mishald útleigarans.

6)    Rætt hjá útleigara at halda aftur depositum.

Stk. 2. Leigunevndin skal góðkenna uppsøgn ella ógildan av leiguavtalu vegna mishald leigarans sambært § 11, stk. 3 og sbr. § 24, stk. 3 eins og leigunevndin skal góðkenna, at útleigari gevur leigara ávaring ella ger leiguavtalu treytaða vegna mishald, sbr. § 24, stk. 3.

Stk. 3. Leigunevndin kann viðgera kæru frá leigara um leigumál, ið ikki lýkur lógarásett krøv til bústað, sambært § 9 eftir, at leigari er fluttur út úr leigubústaðnum. Kæran skal tó vera leigunevndini í hendi fyri uppsagnarfreist leigarans ella útleigarans er úti.”

Stk. 2 verður eftir hetta stk. 4.

 

31.  Aftan á § 26, verður sett:

§ 26 a. Leigunevndin kann við samtykki frá leigara taka mál upp av sínum eintingum, tá ið leigunevndin í sambandi við viðgerð av kærum sambært § 26 kemur fram á viðurskifti, ið benda á, at leigumálið ikki lýkur lógarásett krøv til bústað, sambært § 9.”

 

32.  § 27 verður orðað soleiðis:

§ 27. Leigunevndin kann avvísa mál, ið leigunevndin ikki metir hóska seg at viðgera í leigunevndini.

Stk. 2. Viðgerð leigunevndarinnar sambært § 26 og § 26 a er skrivlig. Leigunevndin avger, hvørjar kanningar eru neyðugar í einstøku málunum. Leigunevndin kann krevja upplýsingar frá pørtunum, frá almennum myndugleikum og kann krevja at sýna leigaðu hølini.

Stk. 3. Eru serligar umstøður galdandi, kann leigunevndin boða pørtunum á fund við nevndina fyri at leggja sína áskoðan fram munnliga.”

 

33.  Í § 30, stk. 1 verður “§ 26, stk. 1, nr. 1-4.” broytt til: “§ 26, stk. 1 og 3 og § 26 a.”

§ 2

Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. august 2018.

Stk. 2. § 21, stk. 2, nr. 1, sum ásett í § 1, nr. 21 er bert galdandi fyri leiguavtalur, ið eru gjørdar eftir, at løgtingslógin er komin í gildi.

 

 

Í Tinganesi, 30. apríl 2018

 

Aksel V. Johannesen (sign.)

løgmaður

Lm. nr. 101/2017