Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Í koming
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Heilsu- og innlendismálaráðið
  • Útgávudagur: 01-05-2018
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2018 A - Løgtingslóg 42 frá 30. apríl 2018
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

30. apríl 2018Nr. 42

Løgtingslóg um ættleiðing

(Ættleiðingarlógin)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

Kapittul 1

Treytir fyri ættleiðing

§ 1. Familjufyrisitingin útflýggjar ættleiðingarloyvi.

Stk. 2. Verður barn frá øðrum landi ættleitt, hevur loyvið virknað frá tí degi, barnið kemur til Føroyar. Um royndartíð er knýtt at ættleiðingini, hevur loyvið tó ikki virknað, fyrr enn royndartíðin er av. Familjufyrisitingin kann víkja frá ásetingini í 2. pkt., um serligar umstøður gera seg galdandi.

§ 2. Ættleiðing kann bert loyvast, um mett verður út frá upplýsingunum í málinum, at ættleiðingin er til barnsins besta, og ynski er um, at barnið verður fostrað upp hjá ættleiðara ella er vorðið fostrað upp hjá ættleiðara, ella um onnur serlig orsøk er til ættleiðingina.

§ 3. Loyvi at ættleiða kann bert latast persóni, ið er fyltur 25 ár. Tá ið serlig viðurskifti tala fyri tí, kann loyvi tó gevast persóni, ið er fyltur 18 ár.

§ 4. Er tann, ið ynskist ættleiddur, undir 18 ár, kann ættleiðing bert verða loyvd, um umsøkjarin er góðkendur sum ættleiðari, sbrt. § 26.

Stk. 2. Góðkenning sbrt. § 26, verður tó ikki kravd, tá barn hjá hjúnafelaga ella hjá samliva verður ættleitt. Ættleiðing sambært reglum, ásettum av landsstýrismanninum í førum, har tað er tættur skyldskapur ella annað serligt tilknýti ímillum ættleiðara og tað ættleidda barnið ella foreldrini hjá barninum, krevur heldur ikki góðkenning.

Gift og samlivandi

§ 5. Tann, ið er giftur ella samlivandi, kann burtursæð frá teimum førunum, ið eru nevnd í § 6, stk. 2, bert ættleiða saman við sínum hjúnafelaga ella samliva, tó undantikið, um hjúnafelagin ella samlivin er horvin ella orsakað av sinnissjúku, menningartarni ella líknandi støðu ikki er førur fyri at virka skynsamt.

Stk. 2. Bert hjún og samlivandi kunnu ættleiða saman.

Stjúkbarnaættleiðing

§ 6. Ein hjúnafelagi kann ættleiða barnið hjá hinum hjúnafelaganum. Somuleiðis kann ein samlivi ættleiða barnið hjá hinum samlivanum.

Stk. 2. Stjúkbarnaættleiðing er eisini møgulig, tá ið talan er um barn hjá einum fyrrverandi hjúnafelaga ella samliva. Er hjúnabandið endað, orsakað av hjúnaskilnaði ella ógildan av hjúnabandinum, ella er talan um endað samlív, kann stjúkbarnaættleiðing bert verða loyvd um tann, ið ynskist ættleiddur, er myndugur.

Samtykki

§ 7. Er tann, ið ynskist ættleiddur fyltur 12 ár, eigur loyvi ikki at verða givið, uttan samtykki er fingið frá hesum, uttan so er, at útvegan av samtykki verður mett at vera til skaða fyri barnið.

Stk. 2. Samtykki skal latast við persónligari uppmøting á Familjufyrisitingini ella hjá øðrum myndugleika ella stovni, ið eru góðkendir sbrt. § 9, stk. 1. Áðrenn barnið gevur sítt samtykki, skal ein samrøða vera við barnið um ættleiðingina, og barnið skal kunnast um týdningin av ættleiðingini.

Stk. 3. Er barnið yngri enn 12 ár, skulu upplýsingar um sjónarmiðið hjá barninum um ta ætlaðu ættleiðingina fyriliggja í tann mun, búnaðarstøðið hjá barninum og umstøðurnar í málinum tala fyri tí. Í avgerðini skal atlit takast til sjónarmiðini hjá barninum í størst møguligan mun.

§ 8. Ættleiðing av einum persóni, ið er yngri enn 18 ár og er ómyndugur, krevur samtykki frá foreldrunum.

Stk. 2. Um tað eina foreldrið ikki hevur lut í foreldramyndugleikanum, er horvið ella orsakað av sinnissjúku, menningartarni ella líknandi standi, ikki er ført fyri at virka skynsamt, verður bert samtykki frá hinum foreldrinum kravt.

Stk. 3. Um tað, sum stendur í stk. 2, er galdandi fyri bæði foreldur, verður samtykki kravt frá verjanum.

§ 9. Samtykki sbrt. § 8 skal vera skrivligt og skal latast í sambandi við persónliga uppmøting á Familjufyrisitingini ella hjá øðrum myndugleika ella stovni, ið eru góðkendir til hetta av landsstýrismanninum.

Stk. 2. Samtykki kann ikki verða móttikið fyrr enn 3 mánaðir eftir, at barnið er føtt, undantikið um talan er um heilt serlig viðurskifti.

Stk. 3. Áðrenn samtykki verður móttikið, skulu foreldrini ella verjin fáa vegleiðing um rættarvirknaðin av ættleiðingini og samtykkinum.

Stk. 4. Samtykki kann latast til, at barnið verður ættleitt av tí persóni, sum verður tilnevndur av einum myndugleika ella stovni, sum hevur heimild til at arbeiða við ættleiðing av børnum.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin ella tann, sum landsstýrismaðurin heimilar til tess, kann avgera, at samtykki, ið er givið hjá útlendskum myndugleika ella stovni, verður javnstillað við samtykki, givið hjá einum føroyskum myndugleika ella stovni. Frávik kann í slíkum føri gevast frá ásetingunum í stk. 1-3.

Afturtøka av samtykki og manglandi samtykki

§ 10. Ættleiðingarloyvi kann latast, hóast samtykki, ið er givið sbrt. § 9, verður afturtikið, um afturtøkan ikki er rímiliga grundað við atliti til barnsins besta.

Stk. 2. Hóast tað ikki er møguligt at fáa samtykki sbrt. § 8, stk. 1, kann ættleiðingarloyvi í heilt serligum førum latast, um atlitið til barnsins besta avgerandi talar fyri hesum. Er barnið umsorganaryvirtikið, krevst samtykki frá Høvuðsbarnaverndarnevndini.

§ 11. Familjufyrisitingin kann eftir áheitan frá Høvuðsbarnaverndarnevndini loyva, at eitt barn, sum er umsorganaryvirtikið, seinni verður burturættleitt, hóast samtykki sbrt. § 8 ikki verður fingið til vega. Loyvi kann bert latast sambært treytunum í § 10, stk. 2.

§ 12. Tekur Familjufyrisitingin avgerð sbrt. §§ 10 ella 11, hóast samtykki til ættleiðingina sbrt. § 8, stk. 1 ikki kann fáast til vega frá foreldrunum, verða barnið, foreldrini, foreldramyndugleikaánarin, um hesin er ein annar enn foreldrini, verjin og tann, ið søkir um ættleiðing, kunnað um hetta.

Stk. 2. Ein avgerð sum nevnd í stk. 1 skal vera skrivlig. Familjufyrisitingin skal útflýggja avgerðina til tey avvarðandi persónliga ella kunna tey um avgerðina. Avgerðin skal eisini innihalda kunning um rættin til at fáa avgerðina roynda av Føroya Rætti og um freistina fyri hesum, sbrt. stk. 3.

Stk. 3. Innan 14 dagar eftir at ein avgerð, sum nevnd í stk. 1, er móttikin ella fráboðað, kann málið krevjast lagt fyri Føroya Rætt. Familjufyrisitingin kann, tá ið serligar umstøður tala fyri hesum, áseta eina longri freist, ella innan freistin fer, leingja hana.

Stk. 4. Móttekur Familjufyrisitingin umbøn um, at avgerðin verður roynd í Føroya Rætti, leggur Familjufyrisitingin málið fyri Føroya Rætt sambært ásetingunum í Bekendtgørelse af lov for Færøerne om rettens pleje kapittul 43 b, tó ikki, um ættleiðingarloyvið er givið aftan á at freistin í stk. 3 er farin.

Stk. 5. Verður avgerðin hjá Familjufyrisitingini staðfest, um at ættleiðingarloyvi sbrt. §§ 10 og 11 skal gevast, ella avgerð Føroya Rættur, at ættleiðingarloyvi kann gevast, kann Familjufyrisitingin ikki geva ættleiðingarloyvi, fyrr enn kærufreistin er farin og kæra ikki er byrjað, áðrenn kærufreistin er farin. Tað sama ger seg galdandi í mun til kærumál, um Føroya Rættur burturvísir at royna avgerðina sbrt. § 475 b, stk. 4 í Bekendtgørelse af lov for Færøerne om rettens pleje.

§ 13. Hevur Familjufyrisitingin gjørt av at síggja burtur frá, at samtykki til ættleiðing ikki er fingið til vega, og barnið býr hjá tí, ið søkir um ættleiðing, kann foreldramyndugleikaánarin ikki taka barnið úr heiminum hjá umsøkjaranum, meðan málið um ættleiðing verður viðgjørt. Tað sama ger seg galdandi, um Høvuðsbarnaverndarnevndin hevur givið samtykki sbrt. § 10, stk. 2, 2. pkt., ella um umbøn er sett fram sbrt. § 11.

Váttan

§ 14. Frá foreldrum, hvørs samtykki ikki krevst sbrt. § 8, stk. 1 og 2, skal ein váttan fáast til vega, innan avgerð kann takast, undantikið um tað verður mett at skaða barnið ella hava við sær eina órímiliga seinkan av málinum.

Persónar undir verjumáli

§ 15. Tann, sum er undir verjumáli sbrt. § 5 í Anordning om ikrafttræden for Færøerne af værgemålsloven ella er undir verjumáli við frátøku av tí rættarliga virkisførinum, sbrt. § 6 í Anordning om ikrafttræden for Færøerne af værgemålsloven, kann ikki ættleiðast, uttan so, at váttan er fingin til vega frá verjanum.

Mótveiting fyri at geva samtykki

§ 16. Ættleiðingarloyvi kann ikki latast, um onkur, ið skal geva samtykki til ættleiðingina, veitir ella fær gjald ella annað slag av mótveiting, íroknað gjald fyri mista arbeiðsinntøku. Familjufyrisitingin kann krevja allar upplýsingar frá einum hvørjum, ið hevur vitan um viðurskifti viðvíkjandi móttøku ella veitan av gjaldi o.a., sum nevnd í 1. pkt.

Stk. 2. Verður gjald veitt ættleiðingarforeldri, kann ættleiðingarloyvið gerast treytað av, at gjaldið heilt ella lutvíst verður nýtt til barnsins besta.

Kapittul 2

Rættarvirknaður av ættleiðing

§ 17. Við ættleiðingini koma somu rættarligu viðurskifti millum ættleiðara og ættleidda barnið, sum millum foreldur og egið barn. Ættleidda barnið og lívsarvingar tess arva og verða arvað av ættleiðara og ætt tess eins og egið barn. Samstundis fella tey rættarligu viðurskiftini millum tað ættleidda barnið og upprunaforeldrini burtur.

Stk. 2. Við stjúkbarnaættleiðing sbrt. § 6 fær ættleidda barnið somu rættarligu viðurskifti í mun til hjúnafelagarnar, fyrrverandi hjúnafelagar, samlivandi ella fyrrverandi samlivandi, sum var tað teirra felags barn.

Stk. 3. Í mun til navnið hjá ættleidda barninum eru ásetingarnar í løgtingslóg um fólkanøvn galdandi.

Kapittul 3

Úrgildissetan av ættleiðing

§ 18. Familjufyrisitingin kann ógilda eina ættleiðing, tá ið tann ættleiddi og ættleiðarin eru samdir um, at ættleiðingin skal ógildast.

Stk. 2. Er tað ættleidda barnið yngri enn 18 ár, kann ættleiðingin ógildast sbrt. stk. 1, um ættleiðarin og upprunaforeldrini hjá ættleidda barninum eru samd um tað og mett verður, at tað er best fyri barnið, at ættleiðingin verður ógildað.

Stk. 3. Er barnið fylt 12 ár, er tað ikki møguligt at ógilda ættleiðingina, um samtykki ikki er fingið frá barninum. Samtykki skal latast við persónligari uppmøting á Familjufyrisitingini ella hjá øðrum myndugleika ella stovni, ið eru góðkendir til hetta sbrt. § 9, stk. 1. Áðrenn barnið gevur sítt samtykki, skal ein samrøða verða við barnið um úrgildissetanina av ættleiðingini eins og barnið skal kunnast um týdningin av úrgildissetanini av ættleiðingini.

Stk. 4. Er barnið yngri enn 12 ár, skulu upplýsingar um sjónarmiðið hjá barninum um ta ætlaðu úrgildissetanina av ættleiðingini fyriliggja í tann mun, búnaðarstøðið hjá barninum og umstøðurnar í málinum tala fyri tí. Í avgerðini skal atlit takast til sjónarmiðini hjá barninum í størst møguligan mun.

Stk. 5. Familjufyrisitingin kann taka avgerð um at ógilda ættleiðingina, um upprunaforeldur søkja um tað, ættleiðararnir eru deyðir og mett verður, at úrgildissetan er best fyri barnið.

§ 19. Ein ættleiðing kann ógildast við dómi, um ættleiðari hevur framt grovt misbrot mótvegis barninum ella í avgerandi mun hevur misrøkt skyldur, ið eru álagdar ættleiðara við ættleiðingini, ella um ógildan verður mett at vera av stórum týdningi fyri tað ættleidda barnið.

Stk. 2. Barnið leggur mál um úrgildissetan fyri Føroya Rætt. Um barnið er ómyndugt ella ikki er ført fyri at virka skynsamt, orsakað av sinnissjúku, menningartarni ella líknandi standi, verður málið lagt fyri Føroya Rætt av verjanum hjá barninum, uppruna pápanum ella uppruna mammuni at barninum ella av landsstýrismanninum ella tí, sum hann heimilar til tess.

§ 20. Hava hjún ella samlivandi í felag ættleitt barn, er bert møguligt at ógilda ættleiðingina fyri bæði.

Stk. 2. Í teimum førunum, nevnd í § 19, stk. 1 kann úrgildissetan fremjast, sjálvt um nevndu umstøðurnar bert gera seg galdandi fyri tann eina ættleiðaran.

§ 21. Er ikki møguligt sambært vanligu ásetingunum í Bekendtgørelse af lov for Færøerne om rettens pleje at ávísa nakað varnarting, har mál um úrgildissetan av ættleiðing kann takast upp, avger danski løgmálaráðharrin hvønn rætt, málið skal leggjast fyri.

Rættarvirknaður av endurættleiðing

§ 22. Við endurættleiðing verður eldra ættleiðingin sett úr gildi, sbr. tó § 17, stk. 2.

Rættarvirknaður av úrgildissetan

§ 23. Verður ein ættleiðing ógildað, fellur rættarvirknaðurin av ættleiðingini millum tað ættleidda barnið og ættleiðara og ættina hjá hesum burtur. Um serlig viðurskifti tala fyri tí, kann Føroya Rættur, í sambandi við úrgildissetan sbrt. § 19, avgera, at ættleiðari skal gjalda uppihaldspening fyri barnið.

Stk. 2. Verður ættleiðingin sett úr gildi sbrt. § 18, stk. 2 ella 5, koma tey rættarligu viðurskiftini millum barnið og uppruna ættina afturíaftur.

Stk. 3. Í teimum førum, ið nevnd eru í § 19, kann Føroya Rættur við atliti til orsøkina til úrgildissetanina, aldurin hjá barninum og umstøðurnar annars avgera, at rættarligu viðurskiftini millum ættleidda barnið og uppruna ættina skulu koma afturíaftur.

Stk. 4. Er ættleiðingin sett úr gildi fyri persón, ið er fyltur 18 ár, kann Familjufyrisitingin ella Føroya Rættur sambært umbøn frá tí ættleidda avgera, at rættarligu viðurskiftini millum ættleidda og uppruna ættina skulu koma afturíaftur,  um uppruna foreldrini samtykkja hetta. Um bert annað av uppruna foreldrunum samtykkir sbrt. 1. pkt., kann verða avgjørt at rættarligu viðurskiftini skulu koma afturíaftur í mun til tað foreldrið og ættina hjá hesum.

Stk. 5. Annars íafturkemur ongin rættarvirknaður í mun til upprunaættina.

Samtykki og váttan

§ 24. Áðrenn ein ættleiðing verður ógildað sbrt. § 19, skal Føroya Rættur innheinta váttanir frá teimum persónum, hvørs samtykki ella váttan krevst í sambandi við, at ættleiðingarloyvi verður latið. Føroya Rættur kann tó gera av, tá ið serligar umstøður tala fyri tí, og spurningur ikki er um rættarligu viðurskiftini í mun til uppruna ættina skulu koma afturíaftur, at ein tílík váttan ikki skal innheintast.

Kapittul 4

Ymiskar ásetingar

§ 25. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um, hvussu mál skulu viðgerast sambært hesari løgtingslóg, íroknað:

1)   góðkenning sum ættleiðari,

2)   viðgerð av ættleiðingarmálum, íroknað innihaldið av umsóknum um ættleiðing o.a.,

3)   latan av samtykki til ættleiðing, sbr. §§ 7 og 9,

4)   viðgerð hjá Familjufyrisitingini um mál um ættleiðing uttan samtykki, sbrt. § 10, og

5)   viðgerð av málum, um hvørt ein ættleiðingargongd kann halda fram.

Samráð og ógildan av góðkenning

§ 26. Landsstýrismaðurin stovnar eitt samráð, ið letur Familjufyrisitingini tilmæli at nýta til avgerð hjá Familjufyrisitingini, hvørt ein umsøkjari kann góðkennast sum ættleiðari, sbr. § 4. Familjufyrisitingin syrgir fyri at fáa upplýsingar um umstøðurnar hjá umsøkjara til vega, ið liggja til grund fyri tilmælinum hjá samráðnum. Samráðið kann undir viðgerðini av málinum heita á Familjufyrisitingina um at innheinta fleiri upplýsingar, áðrenn samráðið letur sítt tilmæli.

Stk. 2. Familjufyrisitingin kann gera av, at góðkenningin til at ættleiða fellur burtur, um treytirnar fyri at fáa eina góðkenning sum ættleiðari ikki eru til staðar longur, ella um umsøkjari annars ikki verður mettur at vera egnaður sum ættleiðari.

Stk. 3. Samráðið er sett saman av trimum limum. Einum løgfrøðingi, einum lækna og einum við einari sosialari útbúgving við serkunnleika til børn.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin tilnevnir limirnar og varalimirnar, og verða hesir tilnevndir í upp til fýra ár í senn.

Stk. 5. Tilmælini hjá samráðnum verða førd inn í eina gerðabók. Er semja í samráðnum um, at umsóknin ikki skal gangast á møti, verður ein stutt grundgeving fyri hesum førd inn í gerðabókina. Eru limirnir ikki samdir, verða tær ymsu grundgevingarnar førdar inn í gerðabókina.

Ættleiðingarfyrireikandi skeið

§ 27. Luttøka á einum ættleiðingarfyrireikandi skeiði er ein treyt fyri at persónar, ið ikki hava ættleitt eitt barn fyrr, kunnu góðkennast sum ættleiðarar.

Stk. 2. Familjufyrisitingin kann sambært reglum, ásettum av landsstýrismanninum, gera av, at persónar, ið fyrr hava ættleitt eitt barn, skulu luttaka á einum ættleiðingarfyrireikandi skeiði fyri at kunna verða góðkend av nýggjum til at ættleiða, um mett verður, at tørvur er á hesum.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um:

1)   innihaldið av skeiðunum, ið eru nevnd í stk. 1 og 2, og

2)   hvussu skeiðini, ið nevnd eru í stk. 1 og 2 skulu leggjast til rættis.

Ættleiðingarráðgeving

§ 28. Tá ein ættleiðing er fevnd av kravinum um, at umsøkjari skal vera góðkendur sum ættleiðari sbrt. § 4, skal ættleiðari fáa ættleiðingarráðgeving beint áðrenn og beint eftir at barnið, ið skal ættleiðast, hevur fingið uppihald hjá ættleiðarunum í Føroyum. Hetta er tó ikki galdandi, um ættleiðarin, orsakað av atliti til barnið, ikki hevur møguleika at fáa ráðgeving.

Stk. 2. Ein ættleiðari, ið er fevndur av stk. 1, og sum hevur bústað í Føroyum, kann biðja um meira ættleiðingarráðgeving í sambandi við ættleiðingina.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um:

1)   hvussu ráðgevingin sbrt. stk. 1 og 2 skal leggjast til rættis, og

2)   undir hvørjum umstøðum ættleiðari sbrt. stk. 1, 2. pkt. ikki skal móttaka ráðgeving.

Samstarvsavtala millum Føroyar og Danmark

§ 29. Landsstýrismaðurin kann gera eina avtalu við danskar myndugleikar um viðurskiftini millum reglurnar í Føroyum og í Danmark um ættleiðing.

Fremmandir ríkisborgarar

§ 30. Við sáttmála við fremmandan stat kann avgerast, at ríkisborgarar í tí fremmanda statinum bert kunnu ættleiða ella verða ættleiddir í Føroyum undir ávísum treytum, sum ásettar í millumlandasáttmálum.

Stk. 2. Samsvarandi avgerðir kunnu takast í mun til úrgildissetan av einari ættleiðing, tá ið ættleiðarin er fremmandur ríkisborgari.

§ 31. Í mun til ávísar tilskilaðar fremmandar statir kann verða avgjørt, at danskir ríkisborgarar bert undir ávísum treytum kunnu ættleiða ella verða ættleiddir í tilskilaða statinum.

Stk. 2. Á sama hátt kann avgerast, at ógildan av einari ættleiðing í fremmandum stati, ikki fær virknað her í ríkinum, um ættleiðari er danskur ríkisborgari.

Lógarval og viðurkenning av útlendskum avgerðum

§ 32. Tann, ið hevur bústað í Føroyum, kann bert ættleiða sambært reglunum í hesari løgtingslóg.

Stk. 2. Hóast stk. 1, verða útlendskar ættleiðingaravgerðir viðurkendar í Føroyum, tá ið ættleiðing av barni til Føroya verður framd í samsvari við Haagersáttmálan frá 29. maj 1993 um verju av børnum og um samstarv viðvíkjandi altjóða ættleiðing. Landsstýrismaðurin kann umframt hetta áseta reglur um, at aðrar útlendskar ættleiðingaravgerðir skulu viðurkennast í Føroyum.

§ 33. Tann, sum hevur bústað í útlandinum, kann bert ættleiða eftir reglunum sambært hesari løgtingslóg, um umsøkjarin, hjúnafelagin ella samlivin er danskur ríkisborgari, og ættleiðing orsakað av hesum ikki kann fremjast í tí landinum, har umsøkjarin býr, og um eitt føroyskt ættleiðingarloyvi fær gildi í bústaðarlandinum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann annars loyva ættleiðing, um málið hevur serligt tilknýti til Føroyar.

Stk. 3. Stk. 1 og 2 verða ikki nýtt til ættleiðingar, ið eru fevndar av Haagersáttmálanum frá 29. maj 1993 um verju av børnum og um samstarv viðvíkjandi altjóða ættleiðing.

Høvuðsmyndugleiki sambært Haagersáttmálanum

§ 34. Landsstýrismaðurin tilnevnir ein høvuðsmyndugleika, ið skal varða av teimum uppgávum og skyldum, sum hann sambært Haagersáttmálanum frá 29. maj 1993 um verju av børnum og um samstarv viðvíkjandi altjóða ættleiðingum skal varða av.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um virkið hjá høvuðsmyndugleikanum.

Kapittul 5

Hjálp til ættleiðing

§ 35. Fyri at kunna ættleiða eitt barn, ið ikki hevur bústað í Føroyum, Danmark ella í Grønlandi, skal ein góðkendur ættleiðari vera tilmeldaður einum felagsskapi. Hesin felagsskapur skal hava loyvi at veita ættleiðingarhjálp viðvíkjandi børnum, ið ikki hava bústað í Føroyum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um hetta og um møguleikan at kunna víkja frá stk. 1, tá ið ein góðkendur ættleiðari hevur serligan kunnleika til barnið ella til tey avvarðandi hjá barninum frammanundan, ella um serligar umstøður annars gera seg galdandi.

§ 36. Hjálp at knýta samband millum persónar, ið ynskja at ættleiða, og eitt barn, við tí endamáli at fremja ættleiðing og annars at veita ættleiðingarhjálp, kann bert fremjast av landsstýrismanninum, Familjufyrisitingini og felagsskapum, ið eru nevnd í § 35.

Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 fevnir tó ikki um løgfrøðiliga hjálp og líknandi í sambandi við áheitan á teir nevndu myndugleikarnar ella til at útvega upplýsingar, ið krevjast frá hesum.

Greiping millum barn og ættleiðara

§ 37. Tá ið eitt barn er ávíst til ein góðkendan ættleiðara við atliti til ættleiðing, tekur Høvuðsmyndugleikin skjótast møguligt støðu til, um ættleiðingargongdin kann halda fram.

Stk. 2. Er barnið, ið er ávíst, ikki fevnt av góðkenningini hjá ættleiðara sum ættleiðari ella er ivi um hetta, verður metingin sbrt. stk. 1 gjørd av Familjufyrisitingini eftir tilmæli frá samráðnum.

Innsavning av upplýsingum o.a.

§ 38. Høvuðsmyndugleikin savnar inn upplýsingar viðvíkjandi einari ættleiðingargongd frá ættleiðarunum, tá ið ættleiðingarhjálpin er veitt av einum felagsskapi, ið veitir hjálp til ættleiðing.

§ 39. Høvuðsmyndugleikin kann biðja Familjufyrisitingina og Kærunevndina í almanna-, familju-, og heilsumálum um ummæli viðvíkjandi ítøkiligum ella yvirskipaðum viðurskiftum av týdningi í mun til eftirlitið við einum felagsskapi, ið veitir ættleiðingarhjálp.

Stk. 2. Familjufyrisitingin og Kærunevndin í almanna-, familju-, og heilsumálum skulu boða Høvuðsmyndugleikanum frá um øll viðurskifti, ið sambært metingini hjá Kærunevndini ella Familjufyrisitingini hava ella kunnu hava týdning fyri eftirlitið við einum felagskapi, ið veitir ættleiðingarhjálp.

Kapittul 6

Revsing

§ 40. Brot á § 36 verður revsað við sekt ella fongsli í upp til 4 mánaðir.

Stk. 2. Á sama hátt verður tann revsaður, ið sum millummaður veitir gjald fyri at fáa samtykki til ættleiðing til vega.

Stk. 3. Revsiábyrgd kann áleggjast feløgum og øðrum løgfrøðiligum persónum sambært reglunum í revsilógini kapittul 5.

Kapittul 7

Kæra

§ 41. Avgerðir tiknar sambært hesi løgtingslóg av Familjufyrisitingini, kunnu kærast til Kærunevndina í almanna-, familju-, og heilsumálum. Hetta er tó ikki galdandi fyri avgerðir, tiknar sbrt. §§ 10 og 11, ið kunnu leggjast fyri Føroya Rætt, sbrt. § 12.

Stk. 2. Málsviðgerðin í málum, viðgjørd sbrt. §§ 10 og 11, kann kærast til Kærunevndina í almanna-, familju-, og heilsumálum.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um viðgerðina av kærum.

Kapittul 8

Ígildissetan o.a.

§ 42. Henda løgtingslóg kemur í gildi 29. juli 2018, sbr. tó stk. 2-6.

Stk. 2. § 5, stk. 1 er ikki galdandi fyri umsókn um ættleiðing, sum er latin inn av einum umsøkjara, ið innan gildiskomuna av løgtingslógini hevur ein samliva, og sum í sambandi við gildiskomuna ikki er liðugt viðgjørd. Fyri slíkar umsóknir er tann higartil galdandi ásetingin í § 5, stk. 1 í Anordning nr. 1169 frá 25. november 2006 om ikrafttræden for Færøerne af lov om adoption galdandi.

Stk. 3. Kravið í § 27, stk. 1, um at persónar, ið fyrr ikki hava ættleitt eitt barn, skulu luttaka á einum ættleiðingarfyrireikandi skeiði, sum treyt fyri at kunna ættleiða eitt barn, er ikki galdandi fyri umsókn, sum er latin inn innan gildiskomuna av løgtingslógini, og sum í sambandi við gildiskomuna ikki er liðugt viðgjørd.

Stk. 4. Kravið í § 27, stk. 2 um at Familjufyrisitingin sambært reglum, ásettum av landsstýrismanninum kann gera av, at persónar, ið fyrr hava ættleitt eitt barn, skulu luttaka á einum ættleiðingarfyrireikandi skeiði, fyri at kunna verða góðkendir av nýggjum til at ættleiða eitt barn, er ikki galdandi fyri umsókn um ættleiðing, sum er latin inn áðrenn gildiskomuna av løgtingslógini, og sum í sambandi við gildiskomuna av løgtingslógini ikki er liðugt viðgjørd.

Stk. 5. Familjufyrisitingin kann fram til tann 1. november 2018 gera undantak frá kravinum í § 28, stk. 1 um ættleiðingarráðgeving beint áðrenn at barnið, ið skal ættleiðast, hevur fingið uppihald hjá ættleiðarunum í Føroyum.

Stk. 6. Kravið um ættleiðingarráðgeving beint aftan á at barnið, ið skal ættleiðast, hevur fingið uppihald hjá ættleiðarunum í Føroyum, er galdandi, tá ið barnið hevur fingið uppihald hjá ættleiðarunum seinni enn tríggjar mánaðir innan gildiskomuna hjá løgtingslógini.

§ 43. Kapittul 2 er galdandi fyri:

1)   ættleiðingar, ið eru stovnaðar tann 1. januar 1957 ella seinni,

2)   ættleiðingar, ið eru stovnaðar innan 1. januar 1957, tá ið tað sbrt. § 48, stk. 2 er givið ættleiðingarloyvinum rættarvirknað sbrt. kapittul 2, og

3)   ættleiðingin er stovnað innan 1. januar 1957, tá ið tað sbrt. § 27, stk. 2 í Lov nr. 140 af 25. maj 1956 om adoption er givið ættleiðingarloyvinum rættarvirknað sbrt. § 13, sbr. § 12 í nevndu lóg.

Stk. 2. Hóast stk. 1, nr. 1 er ásetingin í § 13, stk. 2, 2. pkt. í Lov nr. 140 af 25. maj 1956 om adoption galdandi fyri ættleiðingarloyvi, har tað er ásett, at arvarætturin hjá barninum til uppruna ættina varðveitist, ið eru latin innan gildiskomuna av Anordning nr. 1169 af 25. november 2006 om ikrafttræden for Færøerne af lov om adoption.

§ 44. Kapittul 3 er eisini galdandi fyri ættleiðingar, ið eru stovnaðar innan gildiskomuna av Anordning nr. 1169 af 25. november 2006 om ikrafttræden for Færøerne af lov om adoption.

§ 45. Fyri ættleiðingar, sum eru stovnaðar innan 1. januar 1957, og sum ikki eru fevndar av § 46, stk. 1, nr. 2 ella 3, er Lov nr. 87 af 26. mars 1923 om adpotion galdandi, tó undantikið § 13, stk. 2, og §§ 18-24 í Anordning nr. 1169 frá 25. november 2006 om ikrafttræden for Færøerne af lov om adoption.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann, tá ið umstøðurnar tala fyri hesum, geva einari ættleiðing, ið er stovnað innan 1. januar 1957, rættarvirknað eftir kapittul 2 í hesari løgtingslóg.

§ 46. Samstundis, sum hendan løgtingslóg kemur í gildi, fer úr gildi Anordning nr. 1169 af 25. november 2006 om ikrafttræden for Færøerne om lov om adoption, tó ikki §§ 21 og 24.

 

 

Í Tinganesi, 30. apríl 2018

 

Aksel V. Johannesen (sign.)

løgmaður

Lm. nr. 108/2017