Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
26. mars 2002Nr. 42
Løgtingslóg um útbúgvingar innan fiskiídnað og havbúnað
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Kapittul 1
Stevnumið og bygnaður
§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri støðisútbúgving innan fiskivinnu (stytt SIF) og hægri próvtøku innan fiskivinnu (stytt HIF) og hava eftirlit við útbúgvingunum.
§ 2. SIF-útbúgvingin fevnir um yrkisliga upplæring í fiskiídnaði, havbúnaði og undirvísing í yrkisgymnasialum lærugreinum.
Stk. 2. HIF- útbúgvingin verður skipað sum ein 2 ára útbúgving, ið er framhald av SIF-útbúgvingini. Talan er um eina almennandi og yrkisgymnasiala útbúgving, ið gevur næmingunum neyðugt grundarlag fyri hægri framhaldslestri og innlit í viðurskifti vinnulívsins.
§ 3. Útbúgvingarnar kunnu eisini skipast sum stakgreinalestur ella sjálvlestur.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um hesi viðurskifti.
§ 4. Útbúgvingarnar fara fram í skúlum, sum landsstýrismaðurin hevur góðkent.
Kapittul 2
Upptøka
§ 5. Umsøkjari kann eftir umsókn verða tikin inn á SIF-útbúgvingina, um hann hevur lokið fráfaringarroynd fólkaskúlans í føroyskum, enskum og støddfrøði, og eftir meting upptøkuskúlans er førur fyri at fylgja undirvísingini á nøktandi hátt.
Stk. 2. Umsøkjari, sum hevur staðið SIF-útbúgvingina, ella sum hevur samsvarandi kunnleikastøði, kann eftir umsókn verða tikin upp á HIF- útbúgvingina, um upptøkuskúlin metir, at hann er førur fyri at fylgja undirvísingini á nøktandi hátt og at taka útbúgvingina til ásettu tíðina.
Stk. 3. Sum treyt fyri upptøku kann upptøkuskúlin krevja, at næmingurin tekur ávísa eykaundirvísing.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um upptøku, upptøkukrøv og treytir fyri upptøku av næmingum, sum ikki lúka treytirnar í § 5, stk. 1 og 2.
§ 6. Landsstýrismaðurin tryggjar, at allir næmingar, ið lúka upptøkukrøvini sbrt. § 5, stk. 1 og 2, verða tiknir upp til útbúgvingarnar.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um upptøkusamstarv millum miðnámsskúlar um býti av næmingum.
Kapittul 3
Innihaldið í útbúgvingunum
§ 7. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um undirvísingina, millum annað um:
vav og innihald í lærugreinunum,
undirvísingarstig í teimum einstøku lærugreinunum,
hvar í skipanini, lærugreinirnar koma fyri,
minstukrøv um tal og samanseting av lærugreinum hjá einstaka næminginum, og
møguligar lærugreinir úr øðrum gymnasialum útbúgvingum.
Stk. 2. Útbúgvingarnar verða skipaðar soleiðis, at umleið tveir triðingar av undirvísingini eru kravdar lærugreinir og ein triðingur er vallærugreinir.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann góðkenna, at lærugreinir úr øðrum gymnasialum útbúgvingum kunnu gerast partur av útbúgvingini.
§ 8. Næmingur við serligum fakligum tørvi kann fáa avmarkaða stuðulsundirvísing.
Stk. 2. Næmingur við breki kann fáa serliga undirvísing ella sernámsfrøðiligan stuðul eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur.
Stk. 3. Fyri næming, sum vegna sjúku ikki kann fylgja vanligu undirvísingini í skúlanum í longri tíð, kunnu undirvísingartiltøk verða framd eftir reglum um sjúkraundirvísing, sum landsstýrismaðurin ásetur.
Stk. 4. Einstaka næminginum verður boðin útbúgvingar- og yrkisvegleiðing eftir reglum, ið landsstýrismaðurin ásetir.
Kapittul 4
Próvtøka
§ 9. SIF- og HIF- útbúgvingarnar enda báðar við próvtøku.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur gjøllari reglur fyri próvtøkurnar, millum annað um pensauppgevingar, próvdøming, próvtøl, ársmet og eftirmeting.
Kapittul 5
Leiðsla
§ 10. Landsstýrismaðurin setur og loysir úr starvi skúlastjóran, sum skal hava prógv frá hægri lærustovni og námsfrøðiliga útbúgving.
Stk. 2. Skúlastjórin hevur námsfrøðiligu, umsitingarligu og fíggjarligu leiðsluna av virksemi skúlans.
Stk. 3. Skúlastjórin tekur allar ítøkiligar avgerðir viðvíkjandi næmingunum, millum annað um upptøku av næmingum.
Stk. 4. Skúlastjórin heldur próvtøku og skrivar út prógv.
Kapittul 6
Lærarar
§ 11. Skúlastjórin setur og loysir úr starvi lærarar og onnur starvsfólk.
Stk. 2. Lærari, ið undirvísir í gymnasialum lærugreinum, skal, fyri at verða settur í fast starv, hava lokið prógv frá hægri lærustovni í teimum lærugreinum, hann undirvísir í.
Stk. 3. Lærari, ið undirvísir í yrkislærugreinum, skal, fyri at verða settur í fast starv, hava hóskandi fakliga útbúgving, umframt starvsroyndir.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um førleikakrøv, millum annað um útbúgving og verkligar royndir, sbrt. stk. 1, 2 og 3.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann í serligum føri gera undantak frá ásetingunum í hesari grein.
Kapittul 7
Fígging
§ 12. Landsstýrismaðurin útvegar skúla, ið skipar fyri teimum í lógini nevndu útbúgvingunum, rakstrarstuðul til góðkent undirvísingarvirksemi.
Stk. 2. Studningur kann verða veittur til royndar- og menningarvirksemi, eftirútbúgving, útbúgving av lestrarvegleiðarum og faklig skeið.
§ 13. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um gjald fyri stakgreinaundirvísing og sjálvlesandi í sambandi við undirvísing og próvtøku.
Stk. 2. Næmingurin skal sjálvur útvega sær bøkur og annað undirvísingartilfar.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann loyva skúlanum at taka gjald fyri ljóstøk, ið næmingurin skal nýta í undirvísingini.
Kapittul 8
Kærur
§ 14. Kæra um avgerð skúlastjórans í námsfrøðiligum málum, og kæra um avgerðir tiknar í sambandi við próvtøku, kunnu í seinasta lagi 7 dagar eftir, at avgerð er kunngjørd næminginum, leggjast fyri landsstýrismannin eftir reglum, ið verða ásettar av landsstýrismanninum.
Kapittul 9
Aðrar ásetingar
§ 15. Næmingarnir hava møtiskyldu og skyldu at lata inn kravd avrik.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um tey í stk. 1 nevndu viðurskifti.
§ 16. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum víkja frá reglunum í §§ 7-9 fyri at fremja royndar- og menningarvirksemi.
Stk. 2. Royndar- og menningarvirksemið má ikki skerja møguleikar næminganna at nýta teirra útbúgving sum støði undir hægri framhaldslestri, og ei heldur rættindi og møguleikar teirra á annan hátt.
§ 17. Skúlin skal hava næmingin tryggjaðan móti skaða, sum hann kann verða fyri undir skúlagongd og starvsroyndum.
Kapittul 10
Gildiskoma
§ 18. Henda lóg kemur í gildi 1. august 2002. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 43 frá 5. mai 1987 um Føroya Yrkisskúla fyri Fiskiídnað og Havbúnað við seinni broytingum.
Stk. 2. Reglurnar í løgtingslóg nr. 43 frá 5. mai 1987 við seinni broytingum eru tó galdandi fyri næmingar, sum eru byrjaðir útbúgving til hægri próvtøku innan fiskivinnu áðrenn 1. august 2002.
Tórshavn, 26. mars 2002
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður