6. mai 2014Nr. 42
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ættleiðingarstuðul
(Hækkan av stuðulsveitingini)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 51 frá 3. mai 1994 um ættleiðingarstuðul, sum m.a. broytt við løgtingslóg nr. 123 frá 23. desember 2008 og seinast broytt við løgtingslóg nr. 105 frá 11. november 2010, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 1, stk. 1 verður “75.000” broytt til: “100.000”.
2. Í § 5, stk. 1 og stk. 2 og § 6 verður “Almannastovuni” broytt til: “Almannaverkinum”.
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Ásetingin í § 1, nr. 1 er galdandi fyri børn, ið koma til landið eftir, at henda lóg er komin í gildi.
Tórshavn, 6. mai 2014
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 110/2013