Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
13. mai 2013Nr. 39
Løgtingslóg um semingsstovn
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Kapittul 1
Semingsstovnur, tilnevning
§ 1. Skipaður verður semingsstovnur at finna semju í kollektivum áhugatrætum á øllum arbeiðsmarknaðinum.
Stk. 2. Tilnevnd verða eitt semingsfólk og eitt varasemingsfólk (semingsfólkini) fyri trý ár í senn, sbr. tó § 2, stk. 2. Semingsfólkið hevur leiðsluna av stovninum. Setanarbólkur valdur eftir § 2 tilmælir semingsfólkini og skal boða frá tilmælinum seinast ein mánað áðrenn nýtt skeið. Semingsfólkini skulu vera óheft av áhugamálum hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Landsstýrismaður setir semingsfólkini samsvarandi tilmælinum.
Stk. 3. Doyr semingsfólkið, tekur seg úr starvi ella verður sagt úr starvi, skulu semingsfólkini tilnevnast at byrja nýtt skeið. Varasemingsfólkið tekur tó við fyribils, tá ið semingsfólkið hevur forfall.
§ 2. Teir í skjali 1 nevndu partar velja setanarbólk við 18 limum at velja semingsfólk; 3 limir verða valdir úr hvørjum høvuðsbólki, nevndum í skjali 1. Gerðarrættarformaðurin í Fasta Gerðarrætti boðar hvørjum høvuðsbólki til fundar at velja umboð síni.
Stk. 2. Er ikki semja í nevndu høvuðsbólkum um at velja limir í setanarbólkin innan hálvt ár, áðrenn nýtt skeið byrjar, velur gerðarrættarformaðurin limirnar millum teirra, ið partarnir hava nevnt.
Stk. 3. Gerðarrættarformaðurin stjórnar fundum í setanarbólkinum og roynir at finna fulla semju. Eydnast ikki at finna semju, verður atkvøtt um ymsu evnini; eru 10 atkvøður fyri ávísum evni, er tilmælið samtykt. Fær onki evni 10 atkvøður, ger gerðarrættarformaðurin einsamallur tilmæli um semingsfólk at seta fyribils, til tilmæli kann gerast við minst 10 atkvøðum.
Stk. 4. Landsstýrismaður kann í kunngerð broyta skjal 1.
§ 3. Semingsfólkið skal biðja sær hjálparsemingsfólk. Hjálparsemingsfólk lúka somu treytir sum semingsfólkini.
Kapittul 2
Trætustovnur
§ 4. Partar í kollektivum sáttmálum hava skyldu at skipa nøktandi trætuloysn sínámillum.
Stk. 2. Hava partarnir ikki gjørt aðra semju eftir stk. 1, hava teir skyldu at viðurkenna Fasta Gerðarrætt í øllum málum um samtykt, marknamál, brot og stríðsstig.
Stk. 3. Einhvør træta um heimildir hjá semingsfólkum kann leggjast fyri Fasta Gerðarrætt.
Kapittul 3
Upplýsingar, fráboðanir og kunning, fráboðanarfreist
§ 5. Semingsstovnurin skal støðugt kunna seg við sáttmálaviðurskifti og aðrar viðkomandi umstøður á arbeiðsmarknaðinum.
Stk. 2. Semingsstovnurin kann krevja allar sáttmálar og annað tilfar, ið viðkomandi eru fyri starv stovnsins, frá feløgum, stovnum og einstaklingum.
§ 6. Partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava skyldu at fráboða semingsstovninum allar uppsagnir av sáttmálum.
Stk. 2. Semingsstovnurin skal kunna seg um samráðingar, ið eru í gongd.
§ 7. Partarnir hava skyldu at áseta sínamillum reglur í áhugatrætu, herundir í minsta lagi um fráboðanarform og fráboðanarfreist undan arbeiðssteðgi.
Stk. 2. Hava partarnir ikki gjørt aðra semju eftir stk. 1, hava teir skyldu at boða frá beinleiðis til viðkomandi samráðingarleiðara hjá mótparti.
Kapittul 4
Samráðing og seming
§ 8. Hava samráðingar verið partanna millum, ella hevur ein av pørtunum noktað at tikið upp samráðingar, og útlit ikki eru fyri at fáa semju partanna millum, kann ein av pørtunum boðsenda semingsstovninum. Semingsstovnurin kann tá eisini av sínum eintingum boða pørtum til semings, og kann tá áseta neyðugar reglur partanna millum fyri semingina.
Stk. 2. Metir semingsstovnurin ikki, at veruligar samráðingar eru farnar fram, kann hann áseta pørtunum freist at gera hetta, áðrenn stovnurin fer undir seming.
§ 9. Fyri hvørja seming úttekur semingsfólkið í samráð við partarnar eitt ella fleiri varasemingsfólk.
Stk. 2. Partarnir hava skyldu at gera eftir fundarboðum og fyriskipanum í sambandi við seming.
Stk. 3. Semingsfólk kunnu, sum tey meta neyðugt, heita á partarnar um at ganga hvørjum øðrum á møti ella broyta støðu sína til tess at loysa stríð og finna semju.
Stk. 4. Semingsfólk kunnu krevja, at ávís stríðsmál vegna faktøkni ella ónøktandi samráðing verða viðgjørd fyri seg, antin undan semingsroyndini ella aftaná seming um høvuðsstríðsmálini. Semingsfólk kunnu áseta freistir fyri hesum.
Stk. 5. Semingsfólk kunnu undir seming seta fram óformlig tilmæli ella formlig semingsuppskot. Tá ið formligt uppskot verður sett fram, skal tað dyljast, til allir partar hava svarað. Áðrenn uppskotið verður handað pørtunum, skulu semingsfólk ráðføra seg við umboð fyri hvørja síðu.
Stk. 6. Semingsfólk áseta svarfreist í samráð við partarnar.
Stk. 7. Partarnir kunnu annaðhvørt taka undir við ella vraka semingsuppskot. Hvussu semingsuppskot skal samtykkjast veldst um viðtøkur og heimildir hjá viðkomandi pørtum.
§ 10. Semingsstovnurin kann útseta arbeiðssteðg eina ferð í mesta lagi í eina viku.
Kapittul 5
Trúnaðarmál, upplýsing, endurskoðan
§ 11. Upplýsingar, tilfar og skjøl, ið semingsstovnurin hevur fingið í sambandi við samráðingar undir semingsstovnins leiðslu eru trúnaðarmál uttan so, at partarnir semjast, og upplýsingarnar ganga fram av semjuni.
Kapittul 6
Fígging og gjøllari reglur
§ 12. Landskassin ber útreiðslur av semingsstovni eftir játtan á árligu fíggjarløgtingslógunum.
Stk. 2. Partarnir bera sjálvir egnar útreiðslur samsvarandi starvsskipan.
Kapittul 7
Gildi
§ 13. Lógin kemur í gildi 1. mai 2013
Stk. 2. Samstundis fara úr gildi allar ásetingar í Lov nr. 86 af 31. mars 1928 for Færøerne om Mægling i Arbejdsstridigheder uttan ásetingarnar í § 5, stk. 1-3 og § 7.
Stk. 3. Sitandi semingsfólk halda fram eftir nýggju skipanini, til verandi skeið ganga út.
Tórshavn, 13. mai 2013
Annika Olsen (sign.)
varaløgmaður
Lm. nr. 122/2012
Skjal 1
Partarnir á arbeiðsmarknaðinum, bólkað í stavrað
Løntakarafeløgini fyri verkafólk og tílíkar fakbólkar (løntakarar á privata arbeiðsmarknaðinum)
Finansforbundet
Flogskiparafelag Føroya
Føroya Arbeiðarafelag
Føroya Handverkarafelag
Føroya Prentarafelag
Føroysk Miðlafólk
Havnar Arbeiðskvinnufelag
Havnar Arbeiðsmannafelag
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
Landsfelag Handverkaranna
S & K
Starvsfólkafelag Føroysku Sparikassanna
Súlan
Yrkisfelagið Trygdin
Manningarfeløgini
Fiskimannafelagið
Maskinmeistarafelagið
Føroya Skipara- og navigatørfelag
Løntakarafeløgini fyri starvsfólk og tílíkar fakbólkar
Almanna- og Heilsurøktarafelag Føroya
Arkitektafelag Føroya
Bioanalytikarafelagið
Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya
Dansk Farmaceutforening
Ergoterapeutfelagið
Fakfelag Sjómansskúlalærara í Føroyum
Farmakonomforeningen
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Felagið Maskinmeistaralærarar
Foreningen af yngre læger/Hjálparlæknaráð Føroya
Føroya Byggifrøðingafelag
Føroya Lærarafelag
Føroya Musikklærarafelag
Føroya Pedagogfelag
Føroya Psykiatrifelag
Føroya Tekniska Lærarafelag
Føroya Verkfrøðingafelag
Føroyskir Fysioterapeutar
Heilsuhjálparafelag Føroya
Lærarafelag Handilsskúlans
Ljósmøðrafelag Føroya
Magistarafelagið
Økonomafelag Føroya
Starvsmannafelagið
Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara
Arbeiðsgevarafeløgini
Føroya Arbeiðsgevarafelag
Føroya Handverksmeistarafelag
Føroya Prentsmiðjufelag
Reiðarafeløgini
Føroya Reiðarafelag
Reiðarafelagið fyri Farmaskip
Almennu arbeiðsgevararnir
Fíggjarmálaráðið
Kommunala arbeiðsgevarafelagið