Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Løgmansskrivstovan
  • Útgávudagur: 30-04-2018
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2018 A - Løgtingslóg 38 frá 30. apríl 2018
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

Nr. 38                                                                                                                                30. apríl 2018

Løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven (Revsilógin)

(Brotsverk ímóti lívi og likami, brotsverk ímóti persónliga frælsinum, ónáðir og ærumeiðing, fíggjarbrotsverk og serligar ásetingar viðvíkjandi løgfrøðiligum persónum)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1

Í Revsilógini, sbrt. lovbekendtgørelse nr. 215 af 24. juni 1939 om straffeloven, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 84 frá 29. mai 2017, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1.   § 7 verður orðað soleiðis:

§ 7. Undir revsimyndugleikan í ríkinum hoyra gerðir, ið gjørdar verða á øki hjá fremmandum myndugleika, um gerningsmaðurin í skuldsetingarløtuni hevur danskan ríkisborgararætt ella hevur bústað ella líknandi fast uppihald í ríkinum, og

1)   gerðin eisini er revsiverd sambært lógini á gerningsstaðnum, tvífalt revsibæri, ella

2)   gerningsmaðurin eisini í gerningsløtuni hevur nevnda tilknýtið til ríkið, og gerðin

a)    fevnir um kynsliga misnýtslu av børnum, menniskjahandil ella kvinnuliga umskering, ella

b)    verður gjørd ímóti onkrum, sum í gerningsløtuni hevur nevnda tilknýtið til ríkið.

Stk. 2. Undir revsimyndugleikan í ríkinum hoyra eisini gerðir, ið gjørdar verða uttan fyri eitt myndugleikaøki, um gerningsmaðurin í skuldsetingarløtuni hevur eitt tílíkt tilknýti til ríkið, sum lýst er í stk. 1, um gerðin kann hava við sær harðari revsing enn 4 mánaða fongsul.

Stk. 3. Stk. 1, nr. 1, og stk. 2 galda eisini fyri gerðir, ið gjørdar verða av persónum, sum í skuldsetingarløtuni hava ríkisborgararætt ella eru búsitandi í Finnlandi, Íslandi, Noregi ella Svøríki, og sum eru staddir í ríkinum.”

 

2.   Í § 93, stk. 2, nr. 1 verður “§ 296, stk. 2” broytt til: “§ 296, stk. 3”.

 

3.   § 122 verður orðað soleiðis:

§ 122. Tann, sum av órøttum veitir, lovar ella bjóðar nøkrum, sum virkar í føroyskari, danskari, útlendskari ella altjóða tænastu fyri hitt almenna, eina gávu ella annan fyrimun fyri at fáa viðkomandi til at gera ella lata vera við at gera okkurt í tænastuni, verður revsaður við sekt ella við fongsli í upp til 6 ár.”

 

4.   § 131, stk. 2 verður strikað.

 

5.   Kapittul 25 verður orðaður soleiðis:

 

Kapittul 25

Brotsverk ímóti lívi og likami

Brotsverk ímóti lívi

§ 237. Tann, sum drepur ein annan, verður revsaður fyri manndráp við fongsli í 5 ár upp til lívstíð.

§ 238. Drepur mamma barn sítt undir ella beint eftir føðing, og hon trúliga hevur gjørt tað av neyð, av ótta fyri vanæru, ella av ómegd, ørkymlan ella ráðaloysi, sum stóðst av føðingini, verður hon revsað við fongsli í upp til 4 ár.

Stk. 2. Er brotsverkið ikki fullført, og hevur barnið ikki fingið skaða av gerðini, kann revsingin detta burtur.

§ 239. Tann, sum drepur ein annan, eftir at hesin klárt og týðiliga hevur biðið um tað, verður revsaður við fongsli í upp til 3 ár.

§ 240. Tann, sum viðvirkar til, at onkur tekur sítt egna lív, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 3 ár.

§ 241. Tann, sum av ósketni elvir annans deyð, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 4 mánaðir og undir serliga skerpandi umstøðum við fongsli upp í 8 ár. Er gerðin framd í sambandi við rúsdrekkakoyring, brot á § 15, stk. 1 og 2 í løgtingslóg um ferðslu, ella serliga fyrilitarleysa koyring verður hetta roknað sum serliga skerpandi umstøður.

§§ 242-243. (Strikaðar).

Brotsverk ímóti likami

§ 244. Tann, sum við harðskapi ella á annan hátt ger seg inn á annans likam, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 3 ár.

§ 245. Tann, sum ger seg sekan í serliga ráum, grovum ella vandamiklum likamsálopi ella mishandling, verður revsaður við fongsli í upp til 6 ár. Er talan um munandi skaða á likam ella heilsu, skal hetta roknast sum serliga skerpandi umstøður.

Stk. 2. Tann, sum ger skaða á annans likam ella heilsu á annan hátt enn soleiðis, sum nevnt er í stk. 1, verður revsaður við fongsli í upp til 6 ár.

§ 245 a. Tann, sum við ella uttan samtykki sker ella á annan hátt tekur burtur ytru kynsgøgn á gentu ella kvinnu heilt ella lutvíst, verður revsaður við fongsli í upp til 6 ár.

§ 246. Hevur brot á § 245 ella § 245 a við sær annans deyð, ella er tað aðramáta so grovt ella hevur so álvarsaman skaða við sær, at talan er um serliga skerpandi umstøður, kann revsingin vaksa til fongsul upp í 10 ár.

§ 247. Verða lógarbrot, sum nevnd í §§ 244-246, gjørd av persóni, sum áður er dømdur fyri tilætlað likamsálop ella fyri brotsverk, har tilætlaður harðskapur hevur verið partur, kann revsingin vaksa við upp í eina helvt.

Stk. 2. Sama er galdandi um lógarbrot, sum nevnd í §§ 244-246, verða gjørd ímóti persóni, sum er í serligum vanda fyri harðskapi í arbeiði sínum.

§ 248. Fyri likamsálop í bardaga, ella har tann álopni nýtir harðskap afturímóti, kann revsingin undir serliga linnandi umstøðum detta burtur.

§ 249. Tann, sum av ósketni ger munandi skaða á annans likam ella heilsu, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 4 mánaðir, ella undir serliga skerpandi umstøðum við fongsli í upp til 8 ár. Er gerðin framd í sambandi við rúsdrekkakoyring, brot á § 15, stk. 1 og 2 í løgtingslóg um ferðslu, ella serliga fyrilitarleysa koyring, verður hetta roknað sum serliga skerpandi umstøður.

Vandaelvandi atburður

§ 250. Tann, sum kemur øðrum í hjálparleysa støðu, ella sum fer frá persóni, sum hann hevur undir hond, og sum er í slíkari støðu, verður revsaður við fongsli í upp til 8 ár.

§ 251. Kvinna, sum í sambandi við føðing á ábyrgdarleysan hátt kemur barni sínum í álvarsaman vanda, verður revsað við fongsli í upp til 1 ár.

§ 252. Tann, sum við vinningi í huga, í grovum ovfarakæti ella á tílíkan fyrilitarleysan hátt elvir til hóttandi vanda fyri lívi ella likamsførleikum hjá øðrum persóni, verður revsaður við fongsli í upp til 8 ár.

Stk. 2. Á sama hátt verður tann revsaður, sum á fyrilitarleysan hátt elvir til vanda fyri, at annar persónur verður smittaður av lívshóttandi og ólekjandi sjúku.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir í samráð við landsstýrismannin í heilsumálum, hvørjar sjúkur koma undir stk. 2.

§ 253. Við sekt ella fongsli í upp til 2 ár verður tann revsaður, sum hóast tað hevði borið honum til, uttan at hann ella onnur skuldu ovofrað seg, og uttan at hann skuldi komið sær sjálvum ella øðrum í nakran serligan vanda, letur vera við

1)   eftir førimuni at hjálpa einum, sum er í eyðsæddum lívsvanda, ella

2)   at gera tað, ið eftir umstøðunum krevst fyri at bjarga einum, ið tykist vera lívleysur, ella gera tað, sum er álagt til at taka sær av persónum, ið hava verið fyri skipbroti ella tílíkari ólukku.

Stk. 2. Við fongsli í upp til 2 ár verður tann revsaður, sum brýtur stk. 1 við at rýma frá ferðsluvanlukku, har onkur hevur fingið munandi persónsskaða.

§ 254. Tann, sum tilætlað ella av ósketni letur vandamikil vápn ella spreingievni upp í hendurnar á barni undir 15 ár ella á sálarsjúkum, menningartarnaðum ella rúsaðum persóni, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 3 mánaðir.

§§ 255-259. (Strikaðar).”

 

6.   Kapittul 26 verður orðaður soleiðis:

 

Kapittul 26

Brotsverk ímóti persónliga frælsinum

§ 260. Fyri ólógligan tvingsil verður tann revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár, sum

1)   við harðskapi ella við hóttan um harðskap, um munandi skaða á ogn, frælsistøku, um ósanna skuldseting um revsiverd ella ærumeiðandi viðurskifti ella at avdúka viðurskifti, ið hoyra privatlívinum til, tvingar ein annan til at tola, gera ella lata vera við at gera okkurt, ella

2)   við hóttan um at melda ella avdúka revsiverd viðurskifti ella um at bera fram sanna ærumeiðandi skuldseting tvingar ein annan til at gera, tola ella lata vera við at gera okkurt, um tvingsilin ikki kann metast at hava hóskandi samband við tað, sum hevur elvt hetta.

Stk. 2. Verður onkur tvingaður til hjúnalag ella átrúnaðarliga vígslu, sum ikki hevur borgarligt gildi, kann revsingin vaksa til fongsul í upp til 4 ár.

§ 261. Tann, sum tekur frælsið frá øðrum, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 4 ár.

Stk. 2. Verður frælsistøka gjørd fyri vinning, varir hon leingi, ella snýr hon seg um, at onkur av órøttum verður hildin í varðhaldi sum sálarsjúkur ella menningartarnaður ella verður førdur í fremmanda hertænastu, fangilsi ella annan bundinskap í fremmandum landi, er revsingin fongsul í upp til 12 ár.

Stk. 3. Tann, sum av grovum ósketni fremur frælsistøku, soleiðis sum hon er lýst í stk. 2, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 6 mánaðir.

§ 262. (Strikað).

§ 262 a. Fyri menniskjahandil verður tann revsaður við fongsli í upp til 10 ár, sum útvegar, flytur, yvirførir, hýsir ella síðan tekur ímóti einum persóni, har uppií er ella hevur verið

1)   ólógligur tvingsil sambært § 260,

2)   frælsistøka sambært § 261,

3)   hóttan sambært § 266,

4)   ólógligur háttur at skapa, styrkja ella gera sær dælt av misfatan, ella

5)   onnur óhøvilig framferð við tí í hyggju at misnýta viðkomandi til prostitutión, pornografiskar myndir ella filmar, pornografiska framførslu, tvingsilsarbeiði, trælahald ella trælahaldslíknandi umstøður, revsiverdar gerðir ella lívgagnatøku.

Stk. 2. Á sama hátt verður tann revsaður, sum við tí í hyggju at misnýta viðkomandi til prostitutión, pornografiskar myndir ella filmar, pornografiska framførslu, tvingsilsarbeiði, trælahald ella trælahaldslíknandi umstøður, revsiverdar gerðir ella lívgagnatøku

1)   útvegar, flytir, yvirførir, hýsir ella síðan tekur ímóti einum persóni undir 18 ár, ella

2)   letur pening ella annan fyrimun fyri at fáa samtykki til misnýtsluna frá einum persóni, sum hevur myndugleika yvir órættaða, eins væl og tann, sum tekur við peninginum ella fyrimuninum.”

 

7.   Kapittul 27 verður orðaður soleiðis:

 

Kapittul 27

Ónáðir og ærumeiðing

§ 263. Við sekt ella fongsli í upp til 6 mánaðir verður tann revsaður, sum av órøttum

1)   letur upp ella heldur aftur annans bræv, telegramm ella onnur afturlatin boð ella rit, ella sum ger seg kunnigan við innihaldið,

2)   skaffar sær atgongd til annans goymslu, ella

3)   við tóli loyniliga avlurtar ella tekur upp útsagnir, sum verða sagdar í einrúmi, telefon ella í øðrum samrøðum millum onnur ella í samráðingum á afturlatnum fundi, sum viðkomandi ikki sjálvur luttekur á, ella sum hann av órøttum hevur skaffað sær atgongd til.

Stk. 2. Við sekt ella fongsli í upp til 1 ár og 6 mánaðir verður tann revsaður, sum av órøttum skaffar sær atgongd til annans upplýsingar ella forrit, sum eru ætlað til nýtslu í kunningarskipan.

Stk. 3. Verður áseting í stk. 1 ella 2 brotin tilætlað fyri at skaffa sær atgongd til ella fyri at gera seg kunnigan við upplýsingar um vinnulig loyndarmál hjá fyritøku ella undir øðrum serliga skerpandi umstøðum, kann revsingin vaksa til fongsul upp í 6 ár. Á sama hátt verða revsað reglulig ella skipað brot á stk. 2.

§ 263 a. Við sekt ella fongsli í upp til 1 ár og 6 mánaðir verður tann revsaður, sum av órøttum og við vinnuligum endamáli selur ella í størri mát breiðir út kodu ella tílíkt, sum kann nýtast til at sleppa inn í kunningarskipan, ið er vard fyri almennari atgongd við kodu ella aðrari serligari atgongdaravmarking.

Stk. 2. Á sama hátt verður tann revsaður, sum av órøttum víðarigevur størri mongd av kodum ella tílíkum sambært stk. 1.

Stk. 3. Á sama hátt verður tann revsaður, sum av órøttum skaffar sær atgongd til ella víðarigevur kodu ella tílíkt sambært stk. 1 til

1)   eina samfelagsliga týdningarmikla kunningarskipan, samanber við § 193, ella

2)   eina kunningarskipan, sum viðger viðkvæmar upplýsingar sambært § 2, nr. 9 í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum, um persónlig viðurskifti hjá fleiri persónum.

Stk. 4. Hendir víðarigeving sambært stk. 1-3 undir serliga skerpandi umstøðum, er revsingin fongsul í upp til 6 ár. Sum serliga skerpandi umstøður eru serstakliga at rokna slíkar, har víðarigevingin er serliga umfatandi ella hevur við sær serligan vanda fyri munandi skaða.

§ 264. Við sekt ella fongsli í upp til 6 mánaðir verður tann revsaður, sum av órøttum

1)   skaffar sær atgongd til fremmandahús ella annað stað, har ikki er frítt at koma, ella

2)   ikki fer av fremmandagrund, tá ið hann verður biðin um tað.

Stk. 2. Verður ásetingin í stk. 1, nr. 1, brotin tilætlað fyri at skaffa sær atgongd til ella fyri at gera seg kunnigan við upplýsingar um vinnuloynidómar hjá virki, ella eru umstøðurnar aðramáta serliga skerpandi, kann revsingin vaksa til fongsul upp í 6 ár. Sum serliga skerpandi umstøður eru serstakliga at rokna slíkar, har brotið elvir øðrum munandi skaða ella hevur við sær serligan vanda fyri tí.

§ 264 a. Tann, sum av órøttum avmyndar persónar, sum eru á einum staði, har ikki er frítt at koma, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 6 mánaðir. Sama við honum, sum við kikara ella øðrum tóli av órøttum eygleiðir slíkar persónar.

§ 264 b. (Strikað).

§ 264 c. Revsiásetingarnar sambært §§ 263, 264 og 264 a galda eisini fyri tann, sum uttan at hava viðvirkað til gerðina skaffar sær atgongd til ella av órøttum nýtir upplýsingar, sum fingnar eru til vegar við lógarbrotunum.

§ 264 d. Við sekt ella fongsli í upp til 6 mánaðir verður tann revsaður, sum av órøttum víðarigevur boð ella myndir, ið viðvíkja persónligum viðurskiftum hjá øðrum persóni ella aðramáta vísa hann í umstøðum, sum skilliga kunnu krevjast ikki at koma fyri almenningin. Ásetingin er eisini galdandi fyri boð ella myndir, ið viðvíkja deyðum persóni.

§ 265. (Strikað).

§ 266. Tann, sum hóttir onkran við at fremja revsiverda gerð, og hóttanarmátin er slíkur, ið kann elva til stóran ótta fyri lívi, heilsu ella vælferð hjá tí hótta ella øðrum, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár.

§ 266 a. Við sekt ella fongsli í upp til 1 ár verður tann revsaður, sum, uttan at treytirnar fyri at revsa eftir §§ 136 ella 266 eru til staðar, alment setir fram útsøgn, ið miðar eftir at birta upp undir herverk ella valdsgerð.

§ 266 b. Tann, sum alment ella við størri útbreiðslu í hyggju setir fram útsøgn ella boðskap, ið hóttir, spottar ella eyðmýkir persónsbólk orsakað av rasu, húðarliti, tjóðskaparligum ella etniskum uppruna, trúgv, kynsligum samleika ella breki, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár.

§ 266 c. Tann, sum eftir at avgerð er fallin í einum máli, endurtekur tær ógildaðu skuldsetingarnar ímóti sama persóni so ofta, at skuldsetingarnar gerast meinsókn, og tá upplýsingarnar verða mettar at kunna skaða almenna umdømið hjá persóninum, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 4 mánaðir.

§ 267. Tann, sum ærumeiðir annan við niðrandi orðum ella gerðum ella setir fram ella breiðir út skuldseting um viðurskifti, sum verða mett at vera slík sum kunnu skaða almenna umdømið hjá tí ærumeidda, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 4 mánaðir.

§ 267 a. (Strikað).

§ 268. Tann, sum setir fram ella breiðir út skuldseting ímóti betri vitan, ella sum ikki hevur rímiliga orsøk til at halda skuldsetingina vera sanna, verður revsaður fyri útspilling. Revsingin í § 267 kann tá vaksa til fongsul í upp til 2 ár.

§ 269. Skuldseting er órevsiverd, um tað verður prógvað, at hon er sonn, ella tá ið tann, sum í góðari trúgv setir hana fram, hevur havt skyldu til at úttala seg ella av røttum hevur vart eyðsýnd almenn áhugamál ella egnan ella annans tørv.

Stk. 2. Revsing kann detta burtur, um umstøðurnar góvu orsøk til at halda, at skuldsetingin var sonn.

§ 270. Tann, sum setir fram skuldseting á óhøviliga vanærandi hátt, kann revsast eftir § 267, sjálvt um sannleikaprógv verður ført. Sama er galdandi, um gerningsmaðurin ikki hevur havt rímiliga orsøk til at seta fram skemdarorðini.

Stk. 2. Um tann ærumeiddi einans krevur revsing eftir hesi grein, verður prógv um sannleikan í skuldsetingini ikki ført, um ikki almenn atlit á avgerandi hátt tala fyri tí.

§ 271. Tað verður ikki loyvt at føra fram prógv um sannleikan í revsiverdari gerð, um tann, sum verður skuldsettur við endaligum dómi í ríkinum ella í útlondum er fríkendur.

Stk. 2. Sannleikaprógv fyri eina longu dømda revsiverda gerð, sleppur einum ikki undan revsing, tá ið tann ærumeiddi í mun til innihaldið í gerðini, tíðspunktið, tá ið hon varð framd, og umstøðurnar annars hevði rímiligan rætt til at krevja, at málið ikki verður tikið fram aftur.

§ 272. Revsing eftir § 267 kann detta burtur, um tann órættaði hevur elvt til gerðina við óhøviligum atburði, ella um hann hevur hevnt seg inn á ærumeiðaran.

§ 273. Er ærumeiðandi skuldseting ógrundað, skal tað viðmerkjast í dómsniðurstøðuni, um tann ærumeiddi setir fram málskrav um tað.

Stk. 2. Tann, sum verður dømdur fyri ærumeiðing, kann eftir málskravi frá tí ærumeidda, fáa álagt at gjalda honum eina upphædd, sum rætturin áleggur, til at gjalda útreiðslurnar fyri at kunngera dómsniðurstøðu og møguliga eisini dómsgrundgevingar í einum ella fleiri almennum miðlum. Soleiðis skal vera, sjálvt um talan bert er um ógildingardóm eftir stk. 1.

§ 274. Tann, sum setir fram ella breiðir út ærumeiðandi útsøgn um deyðan persón, kann verða revsaður við sekt. Er talan um útspilling, kann hann verða revsaður við fongsli í upp til 4 mánaðir.

Stk. 2. Ærumeiðandi útsøgn, sum verður sett fram ímóti deyðum persóni 20 ár eftir deyða hansara, kann bert verða lógsøkt, um treytirnar í § 268 eru loknar.

§ 275. Brotsverk í hesum kapitli verða lógsøkt við privatari átalu, tó ikki brotsverkini, sum nevnd eru í §§ 266, 266 a og 266 b.

Stk. 2. Brot á §§ 263-264 d kunnu verða lógsøkt við almennari ákæru, um tann órættaði biður um tað. Sama er galdandi, um tann, sum virkar, ella tað tíðspunktið, ið talan er um, virkaði í almennari tænastu ella vinnu, verður skuldsettur fyri eina gerð, sum kann ella kundi havt við sær, at viðkomandi misti starvið ella vinnu sína. Sama er eisini galdandi, tá ið skuldsetingin er navnleys, ella tá ið navnið er skeivt ella uppáfunnið.

§ 275 a. (Strikað).”

 

8.   Kapittul 28 verður orðaður soleiðis:

 

Kapittul 28

Fíggjarbrotsverk

§ 276. Fyri stuldur verður tann revsaður, sum uttan handhavarans samtykki tekur fremmandan flytbaran lut og ognar sær hann fyri at útvega sær ella øðrum vinning, tey ongan rætt hava til. Sum flytbarur lutur er eisini at rokna ein orkumongd, sum er framleidd, goymd ella nýtt til at skapa ljós, hita, kraft ella rørslu ella til annað fíggjarligt endamál.

§ 276 a. Fyri innbrotsstuldur verður tann revsaður, sum av órøttum skaffar sær atgongd til fremmandahús og uttan handhavarans samtykki tekur fremmandan flytbaran lut og ognar sær hann fyri at útvega sær ella øðrum vinning, tey ongan rætt hava til.

§ 277. Fyri finningsbrot verður tann revsaður, sum fyri at útvega sær ella øðrum vinning, tey ongan rætt hava til, ognar sær ein fremmandan flytbaran lut, sum eingin hevur í varðveitslu, ella sum orsakað av eigarans gloymsku ella á annan tílíkan tilvildarligan hátt er komin gerningsmanninum í varðveitslu.

§ 278. Fyri fíggjarundandrátt verður tann revsaður, sum fyri at útvega sær ella øðrum vinning, tey ongan rætt hava til

1)   ognar sær fremmandan flytbaran lut, sum er í hansara varðveitslu, uttan at gerðin er fevnd av § 277,

2)   noktar fyri at hava tikið ímóti peningaláni ella øðrum láni til ognar ella fyri at hava tikið ímóti veiting, sum rindast skal fyri, ella

3)   av órøttum nýtir pening, sum honum er latin upp í hendur, hóast hann ikki var pliktaður til at halda peningin sundurskildan frá egnari ogn.

Stk. 2. Ásetingin í stk. 1, nr. 1, fevnir ikki um ræði á keyptum luti, sum seljarin hevur treytað sær ognarrætt yvir, til keypsprísurin er goldin.

§ 279. Fyri fíggjarsvik verður tann revsaður, sum fyri at útvega sær ella øðrum vinning, tey ongan rætt hava til, ólógliga skapar, styrkir ella ger sær dælt av annans misfatan og soleiðis fær hann til at gera ella til at lata vera við at gera okkurt, ið elvir honum ella øðrum, sum gerðin ella undanlátið verður avgerandi fyri, ein fíggjarmiss.

§ 279 a. Fyri dátusvik verður tann revsaður, sum fyri at útvega sær ella øðrum vinning, tey ongan rætt hava til, ólógliga broytir, leggur afturat ella strikar upplýsingar ella forrit til elektroniska dátuviðgerð ella aðramáta ólógliga roynir at ávirka úrslitið av slíkari dátuviðgerð.

§ 280. Fyri heimildarsvik verður tann revsaður, um ikki gerðin kemur undir §§ 276-279 a, sum fyri at útvega sær ella øðrum vinning, tey ongan rætt hava til, elvir øðrum fíggjarmiss

1)   við at misnýta sær givna atgongd til at handla við rættarvirknaði fyri annan, ella

2)   við í fíggjarviðurskiftum, sum tað áliggur honum at røkja fyri annan, handlar ímóti tørvinum hjá hesum.

§ 281. Fyri avnoyðslu verður tann revsaður, um ikki gerðin kemur undir § 288,

1)   sum fyri at útvega sær ella øðrum vinning, tey ongan rætt hava til, hóttir onkran við harðskapi, stórum skaða á góðs ella frælsistøku, við at bera fram ósanna skuldseting um revsiverd ella ærumeiðandi viðurskifti ella við at avdúka viðurskifti, ið hoyra privatlívinum til, ella

2)   sum hóttir við at melda ella avdúka revsiverd viðurskifti ella við at bera fram sanna ærumeiðandi skuldseting fyri á tann hátt at útvega sær ella øðrum vinning, sum ikki kann metast at hava hóskandi samband við tann tilburð, sum er atvoldin til framseting av hóttanini.

§ 282. Fyri okur verður tann revsaður, sum ger sær dælt av annans munandi fíggjarligu ella persónligu trupulleikum, manglandi innliti, gáloysni ella bundinskapi fyri á tann hátt í eini avtalu at fáa ella treyta sær veiting, sum er í stórum ósamsvari við mótveitingina ella sum er kostnaðarleys.

§ 283. Fyri skuldarasvik verður tann revsaður, sum fyri at útvega sær ella øðrum vinning, tey ongan rætt hava til

1)   avhendir, pantsetir ella á annan hátt ræður yvir egið góðs, har til triðipartur hevur fingið rættindi, sum ikki eru sambærilig við gerðina,

2)   eftir at búgv hansara er tikið til trotabúsviðgerð, ella eftir at tingingar um neyðskuldarsemju uttan fyri húsagang eru byrjaðar, fremur gerðir, sum skulu forða fyri, at krøv og ognir í búnum koma kravánarum ella onkrum einstøkum av kravánarunum til góðar, ella

3)   við falslæti, burturfjaling, sýnisrættargerð, stórum gávum, ovnýtslu, sølu fyri undirprís, gjalding av ella veðseting fyri ógjaldkomnum skuldbókingum ella á annan tílíkan hátt forðar fyri, at krøv og ognir hansara koma kravánarum ella onkrum einstøkum av kravánarunum til góðar.

Stk. 2. Eru gerðir, sum nevndar í stk. 1, nr. 3, framdar fyri at geva kravánara framíhjárætt, verður hesin bert revsaður, um hann, tá tað var skilligt, at húsagangurin ella gjaldssteðgur hjá skuldaranum vóru fyri durum, fekk skuldaran til at geva sær framíhjárættin.

§ 284. (Strikað).

§ 285. Brotsverk nevnd í §§ 276, 276 a og 278-283 verða revsað við fongsli í upp til 1 ár og 6 mánaðir. Fyri teir í § 283, stk. 2 nevndu tilburðir, kann revsingin fyri bæði skuldaran og fyri kravánaran, sum fekk framíhjárætt, minka til sekt.

Stk. 2. Finningsbrot, sbrt. § 277, verður revsað við sekt ella við fongsli í upp til 1 ár og 6 mánaðir.

§ 286. Revsingin fyri brotsverk sambært §§ 276, 276 a, 281 og 282 kann vaksa til fongsul í upp til 6 ár, um talan er um serliga grov brot, serstakliga orsakað av útinningarháttinum, um fleiri eru saman um tey, um vápn ella onnur vandamikil amboð ella evni eru uppií, um stolnu lutirnir hava eitt stórt virði, ella orsakað av umstøðunum kring lutirnar, tá ið teir vórðu stolnir, ella tí at stuldurin er partur av skipaðum innbrotum, ella um talan er um nógv brot.

Stk. 2. Revsingin fyri brotsverk sambært §§ 278-280 og 283 kann vaksa til fongsul í upp til 8 ár, um talan er um serliga grov brot, serstakliga orsakað av útinningarháttinum, ella tí at fleiri eru saman um tey, ella tí at uppnáddi ella tilætlaði vinningurin er stórur, ella um talan er um nógv brot.

§ 287. Eru nøkur brotsverk sambært §§ 276-283 minni revsiverd orsakað av umstøðunum kring brotið, tí at stolnu lutirnir ella fíggjarligi missurin hava lítið upp á seg ella av øðrum orsøkum, er revsingin sekt. Eru umstøðurnar aðramáta linnandi, kann revsingin detta burtur.

Stk. 2. Brotsroynd, sum er fevnd av stk. 1, er revsiverd.

§ 288. Fyri rán verður tann revsaður við fongsli í upp til 6 ár, sum fyri at útvega sær ella øðrum vinning, tey ongan rætt hava til, við harðskapi ella við hóttan um beinanvegin at nýta harðskap

1)   tekur ella tvingar fremmandan flytbaran lut frá nøkrum,

2)   flytur stolnan lut á trygt stað, ella

3)   tvingar onkran til at gera ella til at lata vera við at gera okkurt, sum elvir til fíggjarmiss hjá tí álopna ella øðrum, sum tann álopni handlar fyri.

Stk. 2. Revsingin kann vaksa til fongsul í upp til 10 ár, um talan er um serliga grovt rán, serstakliga um tað er av serliga vandamiklum slag, vegna útinningarháttin, vavið av uppnádda ella tilætlaða vinninginum, um talan er um at taka seg inn í privatheim at ræna, ella um talan er um nógv brot.

§ 289. Við fongsli í upp til 8 ár verður tann revsaður, sum fyri at útvega sær ella øðrum vinning, tey ongan rætt hava til, ger seg sekan í serliga grovum broti á skattalóggávu, tolllóggávu, avgjaldslóggávu ella stuðulslóggávu ella á § 289 a.

Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 er bert galdandi, um lóggávan, sum nevnd er í stk. 1, vísir til hesa áseting.

Stk. 3. Tá ið eykasekt sambært § 50, stk. 2, verður áløgd fyri brot á stk. 1, skal dentur leggjast á, um talan er um serliga grov brot, serstakliga orsakað av útinningarháttinum, um fleiri eru saman um tað, ella um talan er um nógv brot.

§ 289 a. Við sekt ella fongsli í upp til 1 ár og 6 mánaðir verður tann revsaður, sum til nýtslu at taka avgerð um at rinda ella afturrinda toll ella avgjøld, útgjald ella afturgjald av viðbótum ella stuðli frá donskum ella føroyskum myndugleikum ella frá ES-stovnum ella øðrum samveldis stovnum, gevur ósannar ella villleiðandi upplýsingar ella tigur við upplýsingum, heruppií ikki heldur upplýsingarskyldu, sum er týðandi fyri avgerðina í málinum, fyri tilætlað at sleppa sær sjálvum ella øðrum undan at gjalda ella fyri tilætlað at útvega sær sjálvum ella øðrum eitt útgjald, tey ongan rætt hava til.

Stk. 2. Á sama hátt verður tann revsaður, sum av órøttum ger sær dælt av lógliga uppnáddum fyrimuni viðvíkjandi gjøldum sambært stk. 1 og tann, sum av órøttum nýtir útgjøld sambært stk. 1 til onnur endamál enn tey, sum tey av fyrstantíð vórðu játtað til. Hetta er tó ikki galdandi fyri veitingar, sum verða játtaðar til privata nýtslu.

Stk. 3. Ásetingarnar í stk. 1 og 2 galda bert, um onnur lóggáva ikki hevur samsvarandi ásetingar.

Stk. 4. Er talan um serliga grovt brot á stk. 1 ella 2, verður revsað eftir § 289.

§ 290. Fyri fæloynd verður tann revsaður við sekt ella fongsli í upp til 1 ár og 6 mánaðir, sum av órøttum tekur ímóti ella skaffar sær ella øðrum lut í vinningi, sum er fingin til vegar við revsiverdum lógarbroti. Á sama hátt verður tann revsaður, sum eftirsíðan av órøttum við at goyma, varðveita, flyta, hjálpa at avhenda ella á annan tílíkan hátt er við til at tryggja einum øðrum vinning av revsiverdum lógarbroti.

Stk. 2. Revsingin kann vaksa til fongsul í upp til 6 ár, um talan er um serliga grova fæloynd, serstakliga um hon er av vinnuligum ella yrkisligum slagi ella orsakað av uppnádda ella tilætlaða vinninginum, ella tá ið fleiri brotsverk eru framd.

Stk. 3. Revsing eftir hesi áseting kann ikki gevast honum, sum tekur ímóti vinningi frá familju ella samlivara til vanligt uppihald, ella honum, sum tekur ímóti vinningi sum vanligt gjald fyri vanligar brúksvørur, brúkslutir ella tænastur.

§ 291. Tann, sum oyðileggur, skaðar ella beinir burtur lutir, sum annar eigur, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 1 ár og 6 mánaðir.

Stk. 2. Verður umfatandi herverk framt, ella herverk av meira regluligum ella skipaðum slagi, ella um gerningsmaðurin áður er dømdur eftir hesi grein ella eftir § 180, § 181, § 183, stk. 1 og 2, § 184, stk. 1, § 193 ella § 194, kann revsingin vaksa til fongsul upp í 6 ár.

Stk. 3. Verður brot á stk. 2 gjørt av grovum ósketni, er revsingin sekt ella fongsul í upp til 6 mánaðir.

Stk. 4. Tá ið revsing verður ásett fyri brot á stk. 1 ella 2, skal tað roknast sum skerpandi umstøður, at gerðin er framd ímeðan ella í beinleiðis framhaldi av, at tað í økinum verða gjørdar grovar ónáðir á almennum staði.

§ 292. Tann, sum oyðileggur, skaðar ella beinir fyri egnum ognum fyri at forða fyri, at tær koma kravánarum ella onkrum einstøkum av kravánarunum til góðar, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 1 ár.

§ 293. Tann, sum av órøttum nýtir lut, sum annar eigur, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 1 ár, um ikki gerðin er fevnd av § 293 a. Undir skerpandi umstøðum, serstakliga tá ið luturin ikki verður settur aftur eftir nýtslu, kann revsingin vaksa til fongsul upp í 2 ár.

Stk. 2. Tann, sum av órøttum forðar øðrum í heilt ella lutvíst at ráða yvir luti, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 1 ár. Revsingin kann vaksa til fongsul upp í 2 ár, um talan er um regluligt ella skipað brot, ella um tað í aðramáta er talan um serliga skerpandi umstøður.

§ 293 a. Fyri brúksstuldur av motorakfari verður tann revsaður við sekt ella fongsli í upp til 1 ár og 6 mánaðir, sum av órøttum nýtir motorakfar, sum annar eigur. Undir serliga skerpandi umstøðum, herímillum serliga í endurtakandi førum, kann revsingin vaksa til fongsul upp í 4 ár.

§ 294. Tann, sum ólógliga fremur sjálvtekt, verður revsaður við sekt.

§ 295. Tann, sum ímóti privatum ella almennum rætti setir upp byrging ella fastan útbúnað í feskum vatni ella á landleiðini, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 3 mánaðir.

§ 296. Við sekt ella fongsli í upp til 1 ár og 6 mánaðir verður tann revsaður, sum

1)   breiðir út skeivar ella villleiðandi upplýsingar, sum kunnu ávirka prísin á virðisbrøvum ella tílíkum fíggjarligum amboðum og ognum munandi,

2)   gevur skeivar ella villleiðandi upplýsingar um viðurskifti hjá løgfrøðiligum persóni

a)    í almennum fráboðanum um fíggjarlig viðurskifti,

b)    í lógarásettum roknskapi,

c)    í frágreiðing, roknskapi ella váttan til aðalfund ella tílíkan myndugleika ella til leiðsluna hjá tí løgfrøðiliga persóninum,

d)   í fráboðan til skrásetingarmyndugleika, ella

e)    í útboðstilfari viðvíkjandi stovnan ella kapitalhækkan hjá løgfrøðiliga persóninum, og viðvíkjandi sølu av kapitalpørtum ella útgávu ella sølu av umbýtiligum lánsbrøvum,

3)   grovliga brýtur lóg, sum er galdandi fyri løgfrøðiligan persón viðvíkjandi

a)    kapitaltilføring, ella

b)    nýtslu av fæi hjá tí løgfrøðiliga persóninum, ella

4)   grovliga letur vera við at lúka lógarkrøv, sum eru galdandi fyri løgfrøðiligan persón um

a)    gerðabókarførslu,

b)    førslu av skráum og upplýsingarskyldum viðvíkjandi ognarlutum, ella

c)    atgerðarskyldum viðvíkjandi staðfestum kapitalmissi.

Stk. 2. Undir serliga skerpandi umstøðum kann revsingin fyri brot á stk. 1, nr. 1, vaksa til fongsul í upp til 6 ár. Sum serliga skerpandi umstøður eru serstakliga at rokna gerðir, har fleiri eru saman um brotsverkið, har uppnáddi ella tilætlaði vinningurin er stórur, ella tá ið fleiri brotsverk eru framd.

Stk. 3. Verður ein gerð ella eitt undanlát, sum er nevnt í stk. 1, framd av grovum ósketni, er revsingin sekt ella undir serliga skerpandi umstøðum fongsul í upp til 4 mánaðir.

§ 297. Við sekt ella fongsli í upp til 1 ár og 6 mánaðir verður tann revsaður, sum breiðir út skeivar ella villleiðandi upplýsingar, sum kunnu ávirka prísin á vøru, fastogn ella øðrum tílíkum ognum munandi.

Stk. 2. Verður ein gerð, sum nevnd í stk. 1 gjørd av grovum ósketni, er revsingin sekt ella undir serliga skerpandi umstøðum fongsul í upp til 4 mánaðir.

§ 298. Við sekt ella fongsli í upp til 6 mánaðir verður tann revsaður, sum, uttan at treytirnar fyri at brúka § 279 eru til staðar,

1)   við falslæti um gjaldsevni skaffar sær ella øðrum lán ella kreditt við fíggjarligum missi sum úrsliti,

2)   við at brúka burtur av forútgoldnum viðurgjaldi harvið ikki megnar at lata mótveitingina,

3)   fer av staði uttan at gjalda fyri innivist, matarát, flutning ella aðra veiting, sum tað skilliga skuldi gjaldast fyri, áðrenn farið varð av staðnum, ella

4)   uttan at rinda ásett gjald lumpar sær atgongd til framførslu, framsýning ella fund, ella til flutning við almennum flutningsfari ella til at nýta annan alment atkomiligan útbúnað.

§ 299. Við sekt ella fongsli í upp til 1 ár og 6 mánaðir verður tann revsaður, sum, uttan at treytirnar fyri at brúka § 280 eru til staðar, í fíggjarviðurskiftum, sum tað áliggur honum at røkja fyri annan, skúgvar skyldur sínar til viks og harvið elvir hinum munandi fíggjarmiss, sum ikki verður endurgoldið, áðrenn dómur fellur á fyrsta rættarstigi.

Stk. 2. Við sekt ella fongsli í upp til 4 ár verður tann revsaður, ið sum annans fíggjarrøkil ímóti skyldum sínum tekur ímóti, krevur ella letur lova sær gávu ella annan fyrimun til sín sjálvs ella annan. Á sama hátt verður tann revsaður, sum bjóðar, veitir ella lovar slíka gávu ella fyrimun.

§ 299 a. Við fongsli í upp til 6 ár verður tann revsaður, sum undir serliga skerpandi umstøðum brýtur § 19 í løgtingslóg um marknaðarføring. Sum serliga skerpandi umstøður eru serstakliga at rokna tilburðir, har gerðin hevur elvt til munandi skaða ella hevur skapt sannlíkan vanda fyri tí.

§ 299 b. Við fongsli í upp til 6 ár verður tann revsaður, sum fyri at útvega sær ella øðrum vinning, tey ongan rætt hava til, ella sum aðramáta undir serliga skerpandi umstøðum ger seg sekan í

1)   broti á upphavsrættin av serliga grovum slagi, sambært § 74, stk. 2, í løgtingslóg um upphavsrætt, ella ólógligum innflutningi av serliga grovum slagi, sambært § 76, stk. 2, í løgtingslóg um upphavsrætt,

2)   broti á vørumerkjarættin av serliga grovum slagi, sambært § 42, stk. 2, í Varemærkeloven, sum sett í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan,

3)   designinntrivi av serliga grovum slagi, sambært § 36, stk. 2, í Designloven, sum sett í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan,

4)   patentinntrivi av serliga grovum slagi, sambært § 57, stk. 2, í Patentloven, sum sett í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan, ella

5)   brúksmodellinntrivi av serliga grovum slagi, sambært § 54, stk. 2, í Lov om brugsmodeller, sum sett í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan.

§ 299 c. (Tøk).

§ 299 d. Við fongsli í upp til 6 ár verður tann revsaður, sum undir serliga skerpandi umstøðum ger seg sekan í broti á § 35, stk. 1 ella § 39, stk. 1 í Lov om værdipapirhandel m.v., sum sett í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan.

Stk. 2. Sum serliga skerpandi umstøður sambært stk. 1 eru serstakliga at rokna slíkar, har fleiri eru saman um brotið, har uppnáddi ella tilætlaði vinningurin er stórur, ella har talan er um fleiri brot.

§ 300. Við sekt ella fongsli í upp til 1 ár verður tann revsaður

1)   sum, tá ið hann sær ella átti at sæð, at hann ikki megnar at lúka krøv hjá kravánarum sínum, ger fíggjarstøðu sína nógv verri við at stovna nýggja skuld ella rindar ella veitir trygd fyri stórum gjaldkomnum skuldbókingum,

2)   sum elvir kravánarum sínum munandi tap við oyðslutari lívsførslu, við spæli, við vágiligum virksemi, sum ikki stendur mát við ognina, við sera órøkjaligum handilsskapi ella við aðrari gáloysnari framferð, ella

3)   ið, sum skuldari ella álitisfólk gevur skeivar upplýsingar ella ger seg sekan í grovum gáloysni, tá ið hann letur inn neyðugar váttanir til at byrja tingingar um neyðskuldarsemju uttan fyri húsagang.

§ 300 a. Við sekt ella fongsli í upp til 6 mánaðir verður tann revsaður, sum, uttan at treytirnar fyri at brúka § 279 eru til staðar, tilvitað ella av grovum ósketni á ólógligan hátt elvir til, at ein persónur sum er í egnari misfatan, av hesari orsøk verður ávirkaður til eina gerð ella eitt undanlát soleiðis, at hesin ella ein annar, sum gerðin ella undanlátið verður avgerandi fyri, er fyri stórum fíggjarmissi.

§ 300 b. Við sekt ella fongsli í upp til 6 mánaðir verður tann revsaður, sum, uttan at treytirnar fyri at brúka § 282 eru til staðar, í avtalugerð á ósømiligan hátt ger sær dælt av fíggjarligum trupulleikum ella aðrari undirlutastøðu hjá mótpartinum.

§ 300 c. Við sekt ella fongsli í upp til 6 mánaðir verður tann revsaður, sum avhendir eitt krav, ið stavar frá gerð hjá einum øðrum, har gerðin er av sama slagi sum nevnt í § 282, § 300 a ella § 300 b, ella sum ger tílíkt krav galdandi, um hann, tá ið hann ognaði sær kravið, vísti grovt ósketni við ikki at gáa eftir, hvaðan kravið stavaði. Á sama hátt verður tann revsaður, sum við grovum ósketni aðramáta á ósømiligan hátt ger sær dælt av gerð hjá einum øðrum, har gerðin er av sama slagi sum nevnt í § 282, § 300 a ella § 300 b.

§ 301. Við sekt ella fongsli í upp til 1 ár og 6 mánaðir verður tann revsaður, sum tilvitað og við óheimilaðari nýtslu í hyggju framleiðir, útvegar, hevur í hondum ella gevur víðari

1)   upplýsingar, ið eyðmerkja ein gjaldsmiðil, sum er tillutaður øðrum, ella

2)   genererað gjaldskortnummur.

Stk. 2. Er talan um størri útbreiðslu í sambandi við víðarigeving o.a. sambært stk. 1 ella undir serliga skerpandi umstøðum aðramáta, er revsingin fongsul í upp til 6 ár.

Stk. 3. Ásetingin í stk. 1 er ikki galdandi fyri ektað gjaldkort.

§ 301 a. Við sekt ella fongsli í upp til 1 ár og 6 mánaðir verður tann revsaður, sum av órøttum útvegar ella gevur víðari kodur ella tílíkt, ið kann nýtast til at sleppa inn í kunningarskipan, sum bert er ætlað gjaldandi brúkarum, og sum er vard við kodu ella aðrari serligari atgongdaravmarking.

Stk. 2. Hendir víðarigeving o.a. sambært stk. 1 undir serliga skerpandi umstøðum, er revsingin fongsul í upp til 6 ár. Sum serliga skerpandi umstøður eru serstakliga at rokna tilburðir, har víðarigeving o.a. hevur vinnuligt endamál, er serliga umfatandi ella verður gjørd undir umstøðum, har stórur vandi er fyri víðfevndari misnýtslu.

§ 302. Við sekt ella fongsli í upp til 1 ár og 6 mánaðir verður tann revsaður, um gerðin ikki kemur undir § 296, sum á serliga grovan hátt brýtur lógarkrøv um

1)   bókhald, herímillum skráseting av keypi og sølu og uppseting av roknskapartilfari,

2)   goymslu av roknskapartilfari, herímillum frágreiðingar um bókhaldsførslu, og hvussu tilfar verður goymt og heintað, herímillum loyniorð o.a. og krypteringslyklar,

3)   atgongd hjá almennum myndugleikum til roknskapartilfar sambært serligari lóggávu, sum er galdandi fyri teir, ella

4)   framløgu av ársroknskapi ella samsvarandi roknskapi.

Stk. 2. Verður ein gerð ella eitt undanlát sum nevnt í stk. 1 gjørt av grovum ósketni, er revsingin sekt ella fongsul í upp til 4 mánaðir.

§ 303. Tann, sum vísir grovt ósketni við í tingingum at fáa ella á annan líknandi hátt tekur ímóti lutum, sum eru útvegaðir við ríkingarbrotsverki, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 1 ár.

§ 304. Við sekt ella fongsli í upp til 4 mánaðir verður tann revsaður, sum í teimum førum, har avgerð í einum fíggjarmáli verður tikin við atkvøðugreiðslu, útvegar sær ella øðrum atgongd av órøttum at vera við í henni ella at lata fleiri atkvøður, enn honum eru tillutaðar, ella á annan hátt elvir til, at atkvøðugreiðslan verður skeiklað.

Stk. 2. Á sama hátt verður tann revsaður, sum til atkvøðugreiðslu í sambandi við trotabúgv, skuldarfrágongubúgv ella undir tingingum um neyðskuldarsemju uttan fyri húsagang við falslæti ávirkar atkvøðugreiðsluna ella veitir, lovar ella bjóðar, tekur ímóti, krevur ella letur lova sær fíggjarligan fyrimun afturfyri at atkvøða fyri onkrum ávísum ella lata vera við at atkvøða.

§ 304 a. Tann, sum av órøttum veitir, lovar ella bjóðar gerðarrættardómara í ríkinum ella í útlondum gávu ella annan fyrimun fyri at fáa hann til at gera ella til at lata vera við at gera okkurt í útinningini av starvi sínum sum gerðarrættardómari verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 4 ár.

Stk. 2. Á sama hátt verður tann revsaður, sum í ríkinum ella í útlondum arbeiðir sum gerðarrættardómari, og sum í útinningini av starvi sínum sum gerðarrættardómari av órøttum tekur ímóti, krevur ella letur sær lova gávu ella annan fyrimun.

§ 305. Brotsverk sambært § 291, stk. 1 og 3, § 293, stk. 2, § 298 og § 299 verða bert lógsøkt eftir áheitan frá tí órættaða, um ikki almenn atlit krevja lógsókn.

Stk. 2. Brotsverk sambært § 294 verða lógsøkt við privatari átalu.”

 

9.   Kapittul 29 verður orðaður soleiðis:

 

Kapittul 29

Serligar ásetingar um løgfrøðiligar persónar

§ 306. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 fyri brot á hesa løgtingslóg.”

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2018.

 

 

Í Tinganesi, 30. apríl 2018

 

Aksel V. Johannesen (sign.)

løgmaður

Lm. nr. 117/2017