Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. apríl 2018Nr. 36
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin)
(Javnstilla rættindi hjá fyritíðarpensjónistum við rættindi hjá persónum, sum eru fyltir 67 ár)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd, sum broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 23. desember 2011, løgtingslóg nr. 44 frá 8. mai 2012, løgtingslóg nr. 129 frá 14. desember 2012, løgtingslóg nr. 52 frá 14. mai 2013, løgtingslóg nr. 117 frá 25. september 2013, løgtingslóg nr. 13 frá 16. mars 2015, løgtingslóg nr. 67 frá 22. mai 2015 og løgtingslóg nr. 166 frá 24. desember 2015, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Yvirskriftin yvir § 12 verður orðað soleiðis:
“Landsapotekarin”
2. § 12 verður orðað soleiðis:
“§ 12. Landsapotekarin viðger umsóknir um tilskot til heilivág.
Stk. 2. Landsapotekarin kann útvega sær tann neyðuga fakkunnleikan til viðgerð av umsóknum um tilskot til heilivág.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um virksemið hjá Landsapotekaranum, tá hesin skal viðgera umsóknir um tilskot til heilivág.”
3. § 13 verður orðað soleiðis:
“§ 13. Tilskot verður veitt til heilivág, sum av Landsapotekaranum er lýstur at vera heimilaður tilskot. Landsapotekarin hevur dagføring av skránni við tilskotsheimilaðum heilivági um hendi.”
4. § 16 verður orðað soleiðis:
“§ 16. Í ávísum førum kann Landsapotekarin, eftir umsókn frá lækna, gera av, um tilskot kann veitast einum ávísum sjúklingi til keyp av heilivági, kostískoyti o.a., sum ikki er lýst at vera heimilað tilskot sambært § 13.”
5. § 18, stk. 3, nr. 5 verður orðað soleiðis:
“5) 100% av tí partinum, sum fer upp um 2.380 kr. fyri fyritíðarpensjónistar og persónar, sum eru fyltir 67 ár.”
6. § 18, stk. 5 verður orðað soleiðis:
“Stk. 5. Um ein persónur fyllir 18 ella 67 ár, ella gerst fyritíðarpensjónistur í tíðarskeiðinum, verður tilskotið roknað eftir stk. 2 og 3 fram til tíðarskeiðið endar.”
7. § 21, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Fyri heilivág, sum verður skipaður í tilskotsbólk samsvarandi stk. 1, verður tilskotið ásett í mun til lægsta søluprís í bólkinum. Landsapotekarin kann tó gera av, at ásettur tilskotsprísur skal standa við í ásetta tíðarbili, hóast bíligari heilivágur verður tøkur í ásetta tíðarbili.”
8. § 22 verður orðað soleiðis:
“§ 22. Landsapotekarin kann, hóast ásetingarnar í § 21, í heilt serligum førum taka avgerð um at veita einum ávísum persóni hækkað tilskot samsvarandi § 18. Landsapotekarin tekur avgerð hesum viðvíkjandi seinast 14 dagar eftir móttøku av umsókn frá lækna.”
9. § 29, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“§ 29. Avgerðir tiknar av Heilsutrygd ella Landsapotekaranum sambært hesi lóg, kunnu kærast til Kærunevndina í almanna- og heilsumálum innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið boð um avgerðina.”
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. mai 2018.
Stk. 2. Avgerðir tiknar av Tilskotsnevndini, áðrenn henda løgtingslóg kom í gildi, kunnu innan 4 vikur frá 1. mai 2018 kærast til Kærunevndina í almanna- og heilsumálum.
Í Tinganesi, 30. apríl 2018
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 118/2017