Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. mai 2013Nr. 36
Løgtingslóg um upphavsrætt, sum broytt við løgtingslóg nr. 12 frá 4. mars 2015
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Kapittul 1
Allýsing og málsevni
Hugverk
§ 1. Sum hugverk verða roknað bókmentaverk og listaverk í røðu og riti, leikrit, leiklist, tónlist, myndlist, byggilist, filmar, fotolist, brúkslist og aðrar samsvarandi listagreinir uttan mun til, hvussu ella í hvørjum sniði verkið verður skapað.
Stk. 2. Kort, strikumyndir, tekningar, snið, modellir og annað líknandi tilfar, sum upplýsa um eitt evni, ella sum geva nærri frágreiðing um eitt evni, verða í hesum viðfangi mett á sama hátt sum bókmentaverk. Hetta er eisini galdandi fyri telduforrit.
Upphavsmaður
§ 2. Tann, ið skapar hugverk, er upphavsmaður og hevur upphavsrætt til verkið samsvarandi ásetingunum í hesi lóg.
Stk. 2. Upphavsmaður hevur ræðisrætt og einkarætt til at gera eintøk av sínum verki og geva tað út í upprunaligum ella broyttum líki, í týðing ella aðrari tillaging.
Framleiðsla og útgáva
§ 3. Framleitt eintak er eitthvørt beinleiðis ella óbeinleiðis, fyribils ella varandi eintak, í fullum ella lutvísum líki, uttan mun til framleiðsluhátt ella -snið. Framleiðsla er eisini at goyma verk á tóli, ið kann endurgeva tað.
Stk. 2. Hugverk er tøkt fyri almenninginum, tá ið tað verður:
1) boðið alment til sølu, til láns, til leigu ella givið sum gáva,
2) sýnt fram alment,
3) framført alment.
Stk. 3. Almenn framførsla sambært stk. 2, nr. 3 er eisini, tá ið:
1) verk verða flutt almenninginum kaðalborið ella tráðleyst, m.a. gjøgnum kringvarp ella annað tól, tá ið almenningurin hevur atgongd til verkini á sjálvvaldum staði og til sjálvvalda tíð,
2) verk verða framførd fyri størri skara á arbeiðsplássi.
§ 4. Eitt verk er almannakunngjørt, tá tað á lógligan hátt er atkomandi hjá almenninginum.
Stk. 2. Eitt verk er útgivið, tá ið upphavsmaður hevur givið samtykki til, at eintøk av verkinum verða boðin til sølu ella á annan hátt spjadd alment.
Týðing og tillaging
§ 5. Tann, sum týðir eitt verk, umskrivar tað til annað brúk, broytir tað úr einari bókmenta- ella listagrein í aðra, ella sum ger aðra tillaging av verkinum, hevur upphavsrættin til broytta verkið. Hesin upphavsrættur gevur tó ikki ræðisrætt til verkið á ein hátt, sum er ósambæriligur við upphavsrættin til frumverkið.
Stk. 2. Verður eitt verk brúkt sum fyrimynd ella á annan hátt er grundarlag undir øðrum nýggjum og sjálvstøðugum verki, er nýggja verkið ikki knýtt at upphavsrættinum til frumverkið.
Ritsavn
§ 6. Tá ið verk ella partar av verkum hjá einum ella fleiri upphavsmonnum verða savnað saman í ritverk, sum í sær sjálvum eru bókmenta- ella listaverk, hevur tann, sum hevur ritstjórnað ritsavninum upphavsrættin til hetta verkið. Hesin upphavsrættur skerjir ikki upphavsrættin til tey verk, sum prentað eru í ritverkinum.
Felagsverk
§ 7. Tá ið tveir persónar ella fleiri eru upphavsmenn at sama verki, og ikki er tilskilað, hvørji avrik hvør teirra eigur, eiga teir saman upphavsrættin til verkið. Teir kunnu tó hvør sær átala brot á upphavsrættin.
Upplýsing um upphavsmannin
§ 8. Álagt er, at navnið á upphavsmanninum verður upplýst, har tað hóskar, bæði á eintøkum og tá ið verkið verður almannakunngjørt.
Stk. 2. Loyvt er ikki at broyta í einum verki ella at kunngera tað á slíkan hátt ella í slíkum samanhangi, sum ger, at heiður ella serkenni upphavsmansins verða skerd.
Stk. 3. Upphavsmaður kann ikki siga rættin sambært hesi grein frá sær, uttan tá ið talan er um brúk, sum er avmarkað bæði í mun til slag og tilfar.
§ 9. Eingin kann seta navnið á upphavsmanninum ella eyðkenni hansara á eitt listaverk uttan so, at upphavsmaðurin hevur givið loyvi til hetta.
Stk. 2. Undir ongum umstøðum kann navn ella frámerki verða sett á eitt eintak, ið gjørt verður eftir einum listaverki, um vandi er fyri, at eftirgerðin og frumgerðin verða blandað saman.
Meting um upphavsmannin
§ 10. Upphavsmaður at einum verki er, til annað verður ásannað, tann, sum á vanligan hátt er skrivaður ella lýstur sum upphavsmaður, tá ið verkið verður almannakunngjørt. Hetta er eisini galdandi fyri upphavsmenn, sum skriva undir dulnevni ella nýta annað frámerki, tá ið almenningurin veit, hvør dulnevndi er.
Stk. 2. Tá ið verk verður givið út, uttan at upphavsmaðurin verður nevndur samsvarandi stk. 1, verður útgevarin settur í hansara stað, til navn hansara er kunngjørt í nýggjari útgávu.
Tittul, dulnevni og frámerki
§ 11. Hevur ein upphavsmaður nýtt serligan tittul, dulnevni ella frámerki á einum verki, ið er givið út, kunnu onnur ikki almannakunngera eitt verk við sama frámerki ella einum frámerki, ið er so meinlíkt, at misskiljingar kunnu standast av hesum.
Stk. 2. Verður eitt verk almannakunngjørt, áðrenn 3 mánaðir eru farnir frá tí, at fyrra verkið var almannakunngjørt, er ásetingin í stk. 1 ikki galdandi, uttan so at samanblanding trúliga er tilætlað.
Almenn skjøl
§ 12. Lógir, reglugerðir, kunngerðir, rundskriv frá myndugleikum, dómar og onnur líknandi skjøl, sum tað almenna letur gera, eru ikki vard av upphavsrætti.
Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 er ikki galdandi fyri verk, sum eru sjálvstøðug íkast til tey í stk. 1 nevndu skjøl. Hesi verk kunnu tó verða endurgivin saman við almennu skjølunum. Onnur nýtsla av verkunum er fevnd av upphavsrætti.
Verja sambært aðrari lóggávu
§ 13. 1) Verja sambært galdandi lóg um design útilokar ikki upphavsrætt.
Stk. 2. Lógarásett verja av hálvleiðaravørum útilokar ikki upphavsrætt.
Kapittul 2
Avmarkingar av upphavsrætti
§ 14. Avmarking av upphavsrættinum sambært hesum kapitli og í kunngerð, sum er gjørd við heimild í lógini, skerjir ikki rættin hjá upphavsmanni sambært § 8, sbr. tó § 26.
Stk. 2. Brúk av verki við heimild í hesum kapitli skal ikki hava við sær størri broyting av verkinum, enn loyvda brúkið krevur. Verður verk endurgivið, skal upphavsmaður verða nevndur soleiðis, sum góður siður krevur.
Stk. 3. Tá eitt verk verður brúkt við heimild í hesum kapitli, er ikki loyvt at framleiða eintøk við støði í endurgeving av verkinum, sum er í ósamsvari við kapittul 1 ella við at umganga tøkniligar skipanir, sbr. § 30. Ásetingin fevnir ikki um brúk sambært § 16, stk. 5.
Fyribils eintøk
§ 15. Tað er loyvt at framleiða fyribils eintøk, ið:
1) eru tilvildarlig ella eru til í eitt stutt bil,
2) eru óvikandi og umráðandi tøkniliður,
3) burturav skulu gera eit millumlið ført fyri at senda tilfar til onnur á alnetinum, ella gera tað møguligt at nýta tilfarið á lógligan hátt og
4) hava ongan fíggjarligan týdning.
Stk. 2. Ásetingarnar í stk. 1 eru ikki galdandi fyri telduforrit og dátugrunnar. Landsstýrismaðurin kann áseta neyvari reglur um fyribils, vara- og trygdareintøk, harundir avleiðingar av framleiðslu av eintøkum í ósamsvari við stk. 1, og um ábyrgd fyri veitarar av alnetssambandi.
Eintøk til egið brúk
§ 16. Einstaklingar kunnu gera eintøk av útkomnum verkum at nýta til egið brúk, um so er, at hetta ikki verður gjørt við vinningi fyri eyga. Ikki er loyvt at nýta slík eintøk í øðrum høpi.
Stk. 2. Ásetingarnar í stk. 1 geva ikki rættindi til:
1) at byggja eitt bygningsverk,
2) at endurgera listaverk við stoyping, prenti av upprunaplátu ella á nakran annan hátt, sum kann geva ta fatan, at eintakið kann roknast sum frumverk,
3) at gera eintak av talgiltum telduforriti,
4) at gera talgilt eintak av dátugrunni eftir talgildum frumeintaki, ella
5) at gera talgilt eintak av øðrum verki enn telduforriti og dátugrunseintaki, uttan so at hetta verður gjørt til privata nýtslu í húskinum.
Stk. 3. Uttan mun til ásetingina í stk. 2, nr. 5 er ikki loyvt uttan loyvi frá upphavsmanninum at framleiða talgilt eintak av einum eintaki, sum er lænt ella leigað.
Stk. 4. Ásetingin í stk. 1 gevur ikki rætt til at nýta hjálparfólk uttan fyri húskið, tá talan er um framleiðslu av eintaki av:
1) tónaverki,
2) filmsverki,
3) bókmentaverki, um hjálparfólk ella fyritøkan hava inntøku av hesum,
4) brúkslist, ella
5) listaverki, um framleiðslan er ein endurgeving av listaverkinum.
Stk. 5. Í mun til framleiðslu av eintaki av tónaverki og filmsverki gevur ásetingin í stk. 1 ikki brúkara rætt til at nýta tøkniskipan, sum er tøk fyri borgarunum á bókasøvnum, í handilshølum ella á øðrum almennum støðum. Sama er galdandi fyri bókmentaverk, um tøkniskipanin hevur fíggjarligan vinning sum endamál.
§ 17. Landsstýrismaður ásetir í kunngerð neyvari reglur um, nær, hvar og hvussu vard verk kunnu nýtast í frálæruhøpi, innanhýsis í stovnum og virkjum, á sjúkrahúsi o.l., í søvnum landsins og til sjón- og hoyriveik.
Kapittul 3
Spjaðing
Spjaðing av eintøkum
§ 18. Hevur eintak av einum verki verið selt ella á annan hátt handað víðari við góðkenning frá upphavsmanninum, er loyvt at spjaða verkið enn meira.
Stk. 2. Tað er tó ikki loyvt at leiga eintøk av einum verki út, uttan so at upphavsmaður hevur góðtikið hetta, bygningar og brúkslist undantikið.
Stk. 3. Ásetingin í stk. 1 loyvir ikki útláni av filmseintaki og talgildum telduforriti uttan loyvi frá upphavsmanni. Undantikið er tó telduforrit, sum er partur av einum bókmentaverki og verður lænt út saman við tí.
Stk. 4. Stk. 1 skerjir ikki rættin til at fáa tillutað bókasavnsgjald sambært løgtingslóg um bókasøvn.
Viðurlag fyri framsýning
§ 19. Tá ið eitt verk er útgivið, ella tá eitt eintak av myndlistaverki er handað til ognar, kann eigarin, uttan so at annað verður avtalað, lata eintakið úr hondum at vísa alment.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um framsýningarviðurlag til upphavsmenn, tá ið teirra listaverk verða sýnd fram alment.
Almenn framførsla
§ 20. Eitt útgivið verk, tó ikki pall- og filmsverk, kann framførast alment:
1) við høvi, har atgongd ikki er tengd at keypi av atgongumerki,
2) tá ið framførslan ikki er aðalmálið, og
3) framførslan ikki er vinnulig.
Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 fevnir um almenna framførslu við gudstænastu el.líkn. og í frálæruhøpi. Undantikin er tó framførsla í kringvarpi ella í sambandi við frálæru í vinnuligum høpi.
Sitat
§ 21. Tá ið eitt verk er almannakunngjørt, er loyvt at sitera verkið soleiðis, sum góður siður krevur, og í tí vavi, sum er neyðugt til endamálið.
Stk. 2. Í kunngerð verður ásett, hvussu verk kunnu verða siterað og endurgivin í vísindaligum høpi, umrødd í tíðindum ella í kunnandi tilfari um framsýning og sølu.
Kringvarp
§ 22. Kringvarp Føroya og kringvarpsstøð við sendiloyvi sambært løgtingslóg um kringvarp kann senda tilfar, sum er útgivið, tá ið avtala um viðurlag fyriliggur við upphavsrættarfelag sambært § 41. Hetta er tó ikki galdandi fyri pall- og filmsverk.
Stk. 2. Almannakunngjørd verk, sum Kringvarp Føroya hevur framleitt, og sum eru í miðlasavni Kringvarpsins, kunnu verða endursend, og almenningurin kann fáa atgongd til tey á sjálvvaldum staði og sjálvvaldari tíð, tá ið avtala um viðurlag fyriliggur við upphavsrættarfelag sambært § 41. Ásetingin er eisini galdandi fyri sendingar, sum eru gjørdar, tá henda lóg kom í gildi.
Stk. 3. Kringvarpsstøð ella framleiðari av kringvarpssending skal samtykkja, at annar miðil kringvarpar sendingina. Kringvarpssendingin kann ikki uttan samtykki avmyndast ella takast upp á band, film ella annan útbúnað, sum kann endurgeva sendingina.
Stk. 4. Ásetingarnar í §§ 3, 10, 14, stk. 2 og 3, §§ 15, 16, stk. 1 og stk. 2, nr. 5, stk. 3, stk. 4, nr. 2 og stk. 5, 1. pkt., §§ 17 og 18, stk. 1 og stk. 2, §§ 20, 21, 23, stk. 2 og 3, §§ 24 og 25, eru eisini galdandi fyri útvarps- og kringvarpssendingar.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um endursending, um útflýggjan av upptøkum, um endurvarping av vardum tilfari, og hvussu upphavsmaður kann banna nýtslu av sínum verki í kringvarpi, um viðurskifti, tá ið upphavsrætturin er latin øðrum at umsita, um tá sent verður umvegis fylgisvein og um ósemju í sambandi við nýtslu av vardum tilfari. Harumframt verða ásettar reglur um goymslu av fyribils og tilvildarligum upptøkum í kringvarpi, sum skulu nýtast í seinni sendingum.
Alment kjak
§ 23. Loyvt er at endurgeva kjak, sum fer fram opið og alment á Løgtingi, í bý- og bygdarráðum og øðrum alment valdum myndugleikum, á rættarfundum og almennum umboðsfundum. Sama er galdandi fyri tað tilfar, ið har verður lagt fram alment og hevur við kjakið at gera.
Stk. 2. Ásetingarnar í stk. 1 fevna eisini um kjak á almennum fundi ella í kringvarpssending um almennar spurningar.
Stk. 3. Upphavsmaðurin hevur einkarætt til at geva út savn av sínum egna íkasti til kjakið, sambært stk. 1 og 2, og av tilfari, ið hann leggur fram í sambandi við hetta.
Innlit
§ 24. Loyvt er at geva innlit í verk ella annað tilfar, sum er vart sambært hesi lóg, og sum er latið til ein fyrisitingarmyndugleika ella dómstól í sambandi við virksemi hjá myndugleikanum. Tað sama ger seg galdandi fyri verk, sum myndugleikin ger.
Stk. 2. Loyvt er at geva atgeingi til skjøl, sum eru avhend til eitt alment skjalasavn, tó er tað ein treyt, at ásetingarnar um atgeingi í skjalasavnslógini verða hildnar.
Stk. 3. Innlit í tilfar sambært stk. 1 og 2, er treytað av, at verkið ikki verður almannakunngjørt, ella at eintøk verða gjørd, spjadd ella nýtt á annan hátt uttan so, at upphavsmaðurin loyvir hesum.
Nýtsla av vardum verkum í umsitingini
§ 25. Loyvt er at endurgeva verk í sambandi við:
1) rættarmál og mál, sum verða viðgjørd í nevndum o.l.
2) málsviðgerð í almennu fyrisitingini og stovnum, sum hoyra undir Løgtingið.
Stk. 2. Nýtsla á annan hátt, enn nevnt í stk. 1 er treytað av galdandi lógarásetingum.
Broyting av bygningi og brúkslutum
§ 26. Er neyðugt av tøkniávum ella vegna nýtslu at broyta ein bygning, kann tað verða gjørt, uttan at upphavsmaðurin góðkennir hetta.
Stk. 2. Til ber, uttan loyvi frá upphavsmanninum, at broyta brúkslutir, ið eru vardir.
Kapittul 4
Tøkniligur útbúnaður
Dátugrunnar, telduforrit o.l.
§ 27. Tann, ið hevur rætt at nýta eitt telduforrit, hevur loyvi til at:
1) framleiða eintøk av telduforritinum og gera tillagingar í tí, sum eru neyðugar fyri at brúka forritið til ætlaða endamálið, herundir at rætta villur í forritinum,
2) framleiða trygdareintak av forritinum, um tað er neyðugt fyri at brúka tað,
3) hyggja at, kanna ella royndarkoyra telduforrit fyri at staðfesta, hvørji hugskot og mannagongdir eru nýtt í einstøku lutunum í telduforritinum, um hetta verður gjørt í sambandi við, at forrit verður lisið, víst á skíggja, koyrt, flutt, goymt ella líknandi, sum viðkomandi hevur rætt at útinna.
Stk. 2. Rætturin at nýta ein dátugrunn fevnir eisini um átøk, ið eru neyðug til tess at fáa atgongd til innihaldið í dátugrunninum og útinna vanliga nýtslu av hesum innihaldi.
Stk. 3. Víkjast kann ikki frá ásetingunum í stk. 1, nr. 2 og 3 og stk. 2 við avtalu.
Týðing av kotum og samkoyring
§ 28. At framleiða eintøk av kotum til telduforrit og at týða kotuna er loyvt, tá ið hetta er ein treyt fyri at útvega tær upplýsingar, sum eru neyðugar til tess at fáa til vega samkoyring millum eitt sjálvstøðugt framleitt forrit og onnur forrit, um so er, at:
1) gerðirnar verða framdar av loyvishava, ella av øðrum persóni, ið hevur rætt til at brúka eitt eintak av einum forriti, ella vegna persón, ið hevur loyvi til hetta,
2) tær upplýsingar, sum eru neyðugar til tess at fáa til vega samkoyring, ikki áður hava verið lætt og skjótt atgeingiligar hjá teimum í nr. 1 nevndu persónum, og
3) gerðirnar eru avmarkaðar til teir partar av tí upprunaliga forritinum, sum eru neyðugir til tess at fáa til vega samkoyring.
Stk. 2. Tær upplýsingar, sum eru útvegaðar í sambandi við stk. 1, kunnu ikki:
1) brúkast til annað endamál, enn at gera tað sjálvstøðugt framleidda forritið samkoyriligt,
2) latast triðja persóni, uttan tá ið hetta er neyðugt til tess at gera hetta sjálvstøðugt framleidda forritið samkoyriligt, ella
3) brúkast til menning, framleiðslu ella marknaðarføring av einum forriti, sum í sínum stíli í víðastu merking samsvarar við tað upprunaliga, ella til nakað annað, sum er brot á upphavsrættin.
Stk. 3. Víkjast kann ikki frá ásetingunum í stk. 1 og 2 við avtalu.
Amboð til uttanumvik av tøkniligum útbúnaði
§ 29. Loyvt er ikki at selja ella í handilsligum høpi at hava um hendur amboð, sum hevur sum einasta endamál at lætta um ólógliga burturtøku ella uttanumvik av tøkniligum útbúnaði, sum er í brúki til tess at verja telduforrit.
Munadyggur tøkniligur útbúnaður
§ 30. Loyvt er ikki uttan loyvi frá upphavsmanninum at fara uttan um munadyggan tøkniligan útbúnað.
Stk. 2. Tað er ikki loyvt at framleiða, flyta inn, spjaða, selja, leiga út, lýsa við sølu ella útleigan ella við handilsligum endamáli at hava í ogn skipanir, framleiðingar ella tilfarsliðir, sum:
1) eru fyri sølufremjan, sølulýsing ella marknaðarføring til tess at fara uttan um munadyggan tøkniligan útbúnað,
2) bert í avmarkaðan mun hevur annað handilsligt endamál ella aðra handilsliga nýtslu enn tað at fara uttan um munadyggan tøkniligan útbúnað, ella
3) er ment, framleitt, tillagað ella framt við tí endamáli at gera tað møguligt ella gagna tí at fara uttan um munadyggan tøkniligan útbúnað.
Stk. 3. Ásetingin í stk. 2. verður somuleiðis nýtt til tænastuveitingar.
Stk. 4. Við munadyggan tøkniligan útbúnað í stk. 1 og 2 er at skilja øll sløg av munadyggum tøkniligum útbúnaði, sum í síni vanligu nýtslu hava til endamáls at verja verk, aðra framleiðslu o.a. sambært hesi lóg.
Stk. 5. Ásetingarnar í stk. 1-4 galda ikki fyri vernd av telduforritum.
Stk. 6. Ásetingarnar í stk. 1-4 eru ikki til hindurs fyri gransking í bronglan.
Loyvt uttanumvik av munadyggum tøkniligum útbúnaði
§ 31. Landsstýrismaðurin kann áleggja rættindahavara, sum hevur nýtt tøkniligan útbúnað, at lata brúkara fáa tað, sum honum tørvar, til tess at hann kann nýta sín rætt sambært lógini. Gongur rættindahavari ikki kravinum á møti, áðrenn 4 vikur eru farnar frá tí, at avgerð er tikin, kann brúkarin, uttan mun til § 30, fara uttan um munadyggan tøkniliga útbúnað. Ásetingin í 1. og 2. pkt. er bert galdandi fyri brúkara, sum hevur lógliga atgongd til verkið ella framleiðsluna v.m.
Stk. 2. Stk. 1 er bert galdandi, tá ið rættindahavarin ikki hevur tryggjað, at brúkari, uttan mun til nýtta munadygga tøkniliga útbúnaðin, kann brúka sín rætt sambært stk. 1 við sjálvbodnum útbúnaði, harundir avtalu við aðrar partar.
Stk. 3. Ásetingin í stk. 1 er ikki galdandi fyri verk, framleiðslu o.a., sum við avtalu er skipað soleiðis, at almenningurin fær atgongd til tað á sjálvvaldum staði og til sjálvvalda tíð, sbr. § 3, stk. 3, nr. 1.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann leggja heimildirnar sambært hesi grein til semingsmannin ella annan almennan myndugleika at umsita.
Elektrónisk rættindaumsiting
§ 32. Loyvt er ikki uttan játtan frá rættindahavaranum at:
1) taka burtur ella broyta elektróniskar upplýsingar um rættindaumsiting ella
2) spjaða eintøk, innflyta við tí endamáli at spjaða eintøk ella flyta almenninginum verk og aðra framleiðslu o.a., har tær elektrónisku upplýsingarnar um rættindaumsiting eru tiknar burtur ella broyttar uttan játtan.
Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 verður bert nýtt, um henda gerð verður framd av einum persóni, sum veit ella átti at vitað, at gerðin hevur við sær, ger møguliga, lættir um ella fjalir eitt brot á rættin til eitt verk ella eina aðra framleiðslu o.a., sum er vart sambært hesi lóg.
Kapittul 5
Onnur rættindi
Útinnandi listafólk
§ 33. Uttan samtykki frá útinnandi listafólki, kann framførsla hjá útinnandi listafólki av bókmenta- ella listaverki ikki:
1) takast upp á band, film ella annan útbúnað, sum kann endurgeva framførsluna, ella
2) gerast tøk fyri almenninginum.
Stk. 2. Er annað ikki avtalað, merkir avtala millum útinnandi listafólk og filmsframleiðara um luttøku í upptøkuni eisini, at rætturin til at leiga filmin út er avhendur til filmsframleiðaran.
Stk. 3. Ásetingarnar í §§ 3, 8, 10, 14, 15, 16, stk. 1 og stk. 2, nr. 5, stk. 3, stk. 4, nr. 1, stk. 5, 1. pkt., §§ 17, 18, stk. 1 og 2, §§ 20, 21, 22, stk. 2, §§ 24, 25, 39-44, 48, 51 og 52 eru eisini galdandi fyri framførslur hjá útinnandi listafólki og upptøkur av hesum framførslum.
Framleiðari av ljóðupptøku
§ 34. Uttan samtykki frá framleiðara, kann ljóðupptøka ikki eftirgerast ella gerast tøk fyri almenninginum.
Stk. 2. Ásetingarnar í §§ 3, 10, 14, stk. 2 og 3, §§ 15, 16, stk. 1 og stk. 2, nr. 5, stk. 3, stk. 4, nr. 1 og stk. 5, 1. pkt., §§ 17, 18, stk. 1 og 2, §§ 20-22, 24-25, 39-41 og 43-44 eru eisini galdandi fyri ljóðupptøkur.
Framleiðari av myndatøkum
§ 35. Uttan samtykki frá framleiðara, kann myndatøka ikki eftirgerast ella gerast tøk fyri almenninginum.
Stk. 2. Ásetingarnar í §§ 3, 10, 14, stk. 2 og 3, §§ 15, 16, stk. 1 og stk. 2, nr. 5, stk. 3, stk. 4, nr. 2 og stk. 5, 1. pkt., §§ 17 og 18, stk. 1 og stk. 2, §§ 21, 22 og 23, stk. 2 og 3, §§ 24, 25, 39-41 og 43-44 eru eisini galdandi fyri myndatøkur.
Framleiðari av fotomyndum
§ 36. Tann, ið framleiðir fotomynd, hevur einkarætt til at framleiða eintøk av myndini og til at gera myndina tøka hjá almenninginum.
Stk. 2. Ásetingarnar í §§ 3, 8, 10, 12, 14, 15, 16, stk. 1, stk. 2, nr. 5, og stk. 3, §§ 17, 18, stk. 1 og 2, §§ 19, 20, 21, stk. 2, §§ 22, 24, 25, 39-41, 43-48 og 50-52 eru eisini galdandi fyri fotomyndir.
Framleiðari av vørulista, dátugrunni vm.
§ 37. Tann, ið framleiðir eitt katalog, eina skrá, ein dátugrunn ella líknandi, hevur einkarætt til avrikið. Einkarætturin fevnir um framleiðslu av eintaki og um at gera avrikið tøkt fyri almenninginum. Einkarætturin er treytaður av, at omanfyri nevnda avrikið setir eina størri mongd av upplýsingum saman ella stendst av einari týðandi íløgu.
Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 fevnir eisini um smærri lutir av avrikinum, um hesir verða gjørdir tøkir hjá almenninginum, ella eintøk verða framleidd fleiri ferðir, regluliga ella á skipaðan hátt. Sama ger seg galdandi, um nevndu gerðir ikki kunnu metast at vera vanlig nýtsla av avrikinum ella á órímiligan hátt skaða lógfestu áhugamál framleiðarans.
Stk. 3. Verður avrik ella partur av avriki, sum nevnt í stk. 1, vart av upphavsrætti ella á annan hátt, kann henda verja eisini gerast galdandi.
Stk. 4. Ásetingarnar í §§ 3, 4, 7, 10, 12, 14, stk 1 og 2, § 16, stk. 1, stk. 2, nr. 4, stk. 4, nr. 3, stk. 5, 2. pkt., §§ 17-22, 24-25, 27, stk. 2 og 3 og §§ 39-41 og § 44 fevna eisini um tey í stk. 1 nevndu avrikini.
Stk. 5. Avtalutreytir, ið víðka framleiðarans rætt sambært stk. 1 til eitt almannakunngjørt avrik, eru ógildugar.
Tíðindaskriv
§ 38. Uttan samtykki er ikki loyvt at endurgeva tíðindaskriv, ið eftir avtalu verða útflýggjað frá útlendskari tíðindastovu ella frá útsendum tíðindafólki fyrr enn 12 tímar eftir, at tíðindini vórðu almannakunngjørd í Føroyum.
Kapittul 6
Felags umsiting av upphavsrættargjøldum
Felags umsiting av viðurlagi
§ 39. Upphavsmaður, útinnandi listafólk og tann, sum hevur rættindi sambært hesi lóg, hevur rætt til viðurlag, tá verk verður nýtt samsvarandi hesi lóg.
Stk. 2. Viðurlagið kann verða kravt inn av felagsskapi, sum umboðar upphavsmenn, útinnandi listafólk og tey, sum hava rættindi sambært hesi lóg.
Felagsskapur, sum umboðar upphavsmenn
§ 40. Felagsskapur, sum umboðar upphavsmenn innan ávísa listagrein í Føroyum, skal hava loyvi frá landsstýrismanninum til tess at útinna sítt virksemi í Føroyum. Felagsskapur fær loyvi til ávíst virksemi sambært umsókn og skal umboða allar rættindahavarar innan ávísa listagrein, uttan mun til limaskap. Landsstýrismaðurin kann seta treytir í loyvinum og kann gera av, at felagsskapur, sum fær loyvi, fatar um fleiri feløg, sum umboða tey, sum hava rættindi sambært hesi lóg.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir neyvari reglur og treytir um loyvi sambært stk. 1. Ásettar verða reglur um krøv til felagsskapin, um karmarnar fyri virksemi, krøv til gjaldsskráir, um treytir í loyvum og avtalum, sum felagsskapurin kann gera við brúkarar, harundir upplýsingar, sum felagsskapurin kann krevja frá brúkaranum, um reglur um innkrevjing og afturbering av upphavsrættargjøldum.
Avtala um viðurlag fyri brúk av vardum verki
§ 41. Brúkari av vardum verki sambært hesi lóg ger avtalu um brúk av verkunum við felagsskap, ið hevur loyvi frá landsstýrismanninum at krevja inn upphavsrættargjøld á føroyska marknaðinum.
Stk. 2. Ein avtala um brúk av vardum verkum skal vera ítøkilig og snúgva seg um ávísa nýtslu og vav av nýtsluni. Avtalan gevur brúkara rætt til at nýta verkið uttan loyvi frá upphavsmanninum, eisini hóast upphavsmaðurin ikki er limur í felagsskapinum, sum krevur inn upphavsrættargjøldini.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir neyvari reglur um krøv til innhald í avtalu um brúk av vardum verkum.
Fylgirættargjald
§ 42. Upphavsmaður hevur rætt til fylgirættargjald, tá ið eintak av listaverkinum verður endurselt, eitt nú oljuverk, akrylverk, tempera-, vatnlita- ella ikki glinsandi vatnlita- og pastelmálningar, myndverk og tekningar gjørdar við aðrari tøkni, grafisk verk, eitt nú steinprent, koparstunga, skavmyndir og træprent, høggmyndir, tekstilverk, gler- og mosaikmyndir, leirlist, postalínsverk, silvur- og gullsmíð, og haraftrat fotografiir. Goldið verður fyri listaverk í einum ella fleiri eintøkum, sum upphavsmaðurin hevur framleitt ella sum eru framleidd við loyvi frá upphavsmanninum. Ikki verður rindað fyri bygningar.
Stk. 2. Fylgirættargjald verður rindað við endursølu, um so er, at seljarin, keyparin ella millummaðurin arbeiða á listaverkamarknaðinum, eitt nú á einum uppboðsstovni, í einum listaverkahandli ella í eini listaverkasølu. Seljarin ella millummaðurin tekur sær av gjaldinum. Arbeiðir einans keyparin á listaverkamarknaðinum, skal hann einsamallur fáa gjaldið til vega.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir neyvari reglur um fylgirættargjald, innkrevjing av gjaldi, útrokningargrundarlag, útrokning av gjaldi, afturbering av gjaldi, umframt hvør søla er fevnd av ásetingini.
Fyrning av viðurlagi
§ 43. Viðurlag fyri nýtslu av vardum verki, fyrnar 3 ár frá ársenda av árinum, verkið var nýtt.
Stk. 2. Tá góðkendur felagsskapur ger krav um viðurlag galdandi, hevur upphavsmaður ta freist, sum er ásett í stk. 1, at gera sítt krav galdandi mótvegis felagsskapinum.
Stk. 3. Skrivlig áheitan steðgar fyrning.
Seming
§ 44. Ósemja millum felagsskap, sbr. § 39, stk. 2, ella rættindahavarar, sum ikki eru limir í felagsskapi, og brúkara um nýtslu av vardum verkum, og ósemja um viðurlag sambært avtalu við felagsskapin verður loyst við semingsmanni.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir neyvari reglur um, hvussu partarnir velja semingsmann og um heimildirnar hjá semingsmanni, harundir at hann kann taka støðu til, um uppskotnar treytir fyri nýtslu av vardum verkum eru rímiligar, og at hann í áheitanini um at vera semingsmaður kann fáa álagt ávísar uppgávur, sum semingin skal fevna um.
Stk. 3. Semingsmaðurin ásetir sjálvur støddina av samsýningini fyri seming í hvørjum máli sær. Uttan so at semingsmaðurin avger annað, verða útreiðslurnar javnbýttar millum partarnar í málinum, sum bera útreiðslurnar við samábyrgd. Eru fleiri partar, bera allir partar útreiðslurnar við samábyrgd.
Kapittul 7
Sundurbýti av upphavsrætti
Avhending
§ 45. Upphavsmaður kann partvís ella til fulnar avhenda síni rættindi sambært hesi lóg. Tó kann rætturin til upphavsrættargjøld og tey rættindi, sum eru ásett í §§ 8 og 42, ikki verða avhend.
Stk. 2. Verður eintak av verki latið øðrum til ognar, er ikki talan um, at upphavsrættur verður avhendur, uttan at hetta týðiliga er viðmerkt.
Stk. 3. Hevur upphavsmaður avhendað síni rættindi til at gera brúk av varda verkinum á ávísan hátt, gevur hetta ikki eigaranum rætt til at gera broytingar í verkinum ella nýta verkið á annan hátt, uttan so at partarnir gera ítøkiliga avtalu um hetta.
Stk. 4. Við avtalu kann víkjast frá ásetingunum í hesum kapitli, har annað ikki er ásett.
Nýtsluskylda hjá tí, ið rættindi eru avhend til
§ 46. Tann, sum upphavsrættindi eru avhend til, hevur skyldu at brúka rættindini. Upphavsmaður kann siga avtaluna um avhendingina upp við 6 mánaða varningi, um so er, at ætlaða brúkið ikki er byrjað við ársenda 3 ár eftir, at upphavsmaðurin hevur eftirlíkað sín part av avtaluni. Hetta er ikki galdandi, um brúkið byrjar í uppsagnartíðarskeiðnum.
Stk. 2. Tað kann ikki verða vikið frá stk. 1, uttan tá talan er um broyting í tíðarfreistunum.
Avmarking í nýtslurætti í sambandi við avhending
§ 47. Avhending av upphavsrætti gevur ikki tí, sum fær rættin, rætt til at broyta verkið, uttan so at broytingin er vanlig ella ein sjálvsøgd forteyt fyri nýtsluni.
Stk. 2. Tann, sum fær upphavsrætt til ognar, hevur ikki rætt til at avhenda øðrum rættin, uttan tá víðari avhending er vanlig ella ein sjálvsøgd fortreyt. Hóast slíka avhending hevur tann, sum avhendir, framhaldandi ábyrgdina mótvegis upphavsmanninum.
§ 48. Landsstýrismaðurin kann áseta neyvari reglur um rættindi og skyldur hjá tí, sum avhendir upphavsrætt ella onnur rættindi, harundir um gjald og eftirlit, og um avmarkingar og freistir, sum tann, sum fær ognarrættin, hevur skyldu at halda seg til.
Serlig áseting um telduforrit
§ 49. Upphavsrætturin til eitt telduforrit, sum starvssettur hevur framleitt í arbeiðstíðini ella eftir ávísing frá arbeiðsgevarara, verður arbeiðsgevarans.
Andlitsmynd
§ 50. Upphavsmaður kann ikki útinna síni rættindi til eina umbidna andlitsmynd, uttan við samtykki frá honum, ið bílegði myndina.
Arvur
§ 51. Vanligu reglurnar í arvalóggávuni eru galdandi, tá ið upphavsmaður doyr.
Stk. 2. Upphavsmaður kann í testamenti við bindandi virknaði eisini fyri hjúnafelaga og lívsarvingar vísa á, hvussu upphavsrætturin skal útinnast. Upphavsmaður kann eisini lata upp í hendurnar á øðrum at gera slíka ávísing.
Innheinting frá kravánara
§ 52. Rætturin hjá upphavsmanni at ráða yvir sínum verki kann ikki koma undir innheinting hjá kravánara, hvørki rætturin hjá upphavsmanninum ella hjá teimum, sum hava fingið henda rætt við hjúnalagi ella sum arv.
Stk. 2. Kravánari kann heldur ikki innheinta sítt krav í eintaki av verki hjá upphavsmanninum ella hjá honum, sum hevur fingið henda rætt við hjúnalagi ella sum arv, um ætlanin er at gera krav í:
1) handriti,
2) plátum, formum ella líknandi, sum nýtt verða at gera listaverk,
3) eintøkum av listaverkum, sum ikki hava verið sýnd fram, boðin til sølu ella á annan hátt eru góðkend at verða almannakunngjørd.
Kapittul 8
Gildistíð
Upphavsrættur
§ 53. Upphavsrætturin stendur við í 70 ár frá ársskiftinum, eftir at upphavsmaðurin doyði. Er talan um verk sambært § 7, verða hesi 70 árini roknað frá fyrsta ársskifti eftir, at tann upphavsmaðurin, ið livdi longst, doyði. Upphavsrættur til filmar stendur tó við í 70 ár frá ársskiftinum, eftir at tann, ið livdi longst av niðanfyri nevndu upphavsmonnum, doyði:
1) Høvuðsleikstjóri
2) Handritahøvundur, harímillum eisini upphavsmenninir til samrøðutekstin
3) Tónaskald, um so er, at tónleikurin er skrivaður serliga til filmin
Stk. 2. Verður eitt verk almannakunngjørt, uttan at navn, dulnevni ella annað frámerki er tilskilað, stendur upphavsrætturin við í 70 ár frá ársskiftinum eftir, at verkið var almannakunngjørt. Verður eitt verk almannakunngjørt í pettum, eitt nú í serligum heftum, bindum ella á annan átøkan hátt, verður omanfyri nevnda áramál roknað út fyri hvønn part fyri seg.
Stk. 3. Verður sagt frá, hvør upphavsmaður er samsvarandi § 10, áðrenn áðurnevnda 70-ára tíðarskeið er farið aftur um bak, ella ber til at ásanna, at upphavsmaðurin var deyður, áðrenn verkið var almannakunngjørt, verður gildistíðin fyri upphavsrættin roknað út sambært stk. 1.
Stk. 4. Er talan um verk, ið ikki er almannakunngjørt frammanundan, og er upphavsmaðurin ókendur, stendur upphavsrætturin við í 70 ár frá fyrsta ársskifti, eftir at verkið var tilevnað.
Framførslur
§ 54. Framførsla sambært § 33, sum er upptikin á tann í § 33, stk. 1, nr. 1 nevnda hátt, kann ikki uttan samtykki frá útinnandi listafólkinum eftirgerast ella gerast tøk fyri almenninginum, fyrr enn 50 ár eru liðin frá framførsluárinum.
Stk. 2. Verður upptøka av framførslu, sambært § 33, stk. 1, nr. 1, sum ikki er ljóðupptøka, útgivin ella almannakunngjørd innan fyri stk. 1 nevnda tíðarskeið, verður gildistíðin fyri verju 50 ár frá tí ári, tá ið verkið fyrstu ferð var útgivið ella almannakunngjørt. Gildistíðin verður roknað frá tí ári, tá ið framførslan fyrstu ferð var antin útgivin ella almannakunngjørd.
Stk. 3. Verður ljóðupptøka av framførslu, sambært § 33, stk. 1, nr. 1, útgivin ella almannakunngjørd innan fyri stk. 1 nevnda tíðarskeið, verður gildistíðin fyri verju 70 ár frá tí ári, tá ið verkið fyrstu ferð var útgivið ella almannakunngjørt. Gildistíðin verður roknað frá tí ári, tá ið framførslan fyrstu ferð var antin útgivin ella almannakunngjørd.
Ljóðupptøka
§ 55. Ljóðupptøka sambært § 34 kann ikki uttan samtykki frá framleiðaranum eftirgerast ella gerast tøk fyri almenninginum, fyrr enn 50 ár eru liðin frá upptøkuárinum.
Stk. 2. Verður ljóðupptøka útgivin innan fyri stk. 1 nevnda tíðarskeið, verður gildistíðin fyri verju 70 ár frá tí ári, tá ið verkið fyrstu ferð var útgivið.
Stk. 3. Verður ljóðupptøka ikki útgivin, men einans almannakunngjørd innan fyri stk. 1 nevnda tíðarskeið, verður gildistíðin fyri verju 70 ár frá tí ári, tá ið ljóðupptøkan fyrstu ferð var almannakunngjørd.
Myndatøka
§ 56. Myndatøka sambært § 35 kann ikki uttan samtykki frá framleiðaranum eftirgerast ella gerast tøk fyri almenninginum, fyrr enn 50 ár eru liðin frá upptøkuárinum.
Stk. 2. Verður myndatøka útgivin ella almannakunngjørd innan fyri stk. 1 nevnda tíðarskeið, verður gildistíðin fyri verju 50 ár frá tí ári, tá ið verkið fyrstu ferð var antin útgivið ella almannakunngjørt.
Kringvarpssendingar
§ 57. Er kringvarpssending avmyndað ella tikin upp, sum ásett í § 22, stk. 3, kann hon ikki uttan samtykki frá kringvarpsstøð ella framleiðara eftirgerast ella gerast tøk fyri almeninginum, fyrr enn 50 ár eru liðin frá árinum, tá ið sendingin var send.
Fotomyndir
§ 58. Rætturin til eina fotomynd stendur við í 50 ár frá ársskiftinum eftir, at myndin var framleidd.
Vørulisti, dátugrunnur v.m.
§ 59. Verja av framleiðslu av vørulista, dátugrunni v.m. stendur við í 15 ár frá ársskiftinum eftir, at framleiðslan fór fram. Verður framleiðslan gjørd tøk fyri almenninginum í ásetta tíðarskeiðnum, stendur verjan tó við í 15 ár frá ársskiftinum, tá ið framleiðslan fyrstu ferð var gjørd tøk fyri almenninginum.
Rættindi tá gildistíðin er liðin
§ 60. Hóast gildistíðin fyri upphavsrættin er endað, kann eitt bókmenta- ella listaverk ikki verða broytt ella almannakunngjørt í andsøgn við § 8, stk. 1 og 2, um tað hevur við sær brot á mentanarlig áhugamál.
§ 61. Tá ið eitt verk ikki hevur verið givið út áður, og upphavsrættarverjan er endað, hevur tann, ið fyri fyrstu ferð á lógligan hátt almannakunnger ella gevur út verkið, somu peningaligu rættindi til verkið, sum var hann upphavsmaður. Verjan varir í 25 ár, roknað frá árinum eftir, at verkið var almannakunngjørt.
Kapittul 9
Rættarverja
Revsiásetingar
§ 62. Við sekt verður tann revsaður, sum tilætlað ella av grovum ósketni fremur brot á §§ 2 og 3, §§ 8, 9 og 11 og § 14, stk. 2, § 22, stk. 3, § 33, stk. 1 ella §§ 33, 34, 35, 36, 37, 50 og 51.
Stk. 2. Er brot á tær greinir, sum nevndar eru í stk. 1, gjørt við vilja og fyriliggja herðandi umstøður orsakað av, at verk ella eintøk av verkum hava verið endurgivin ella spjadd alment, kann revsingin hækka til fongsul í 1 ár og 6 mánaðir, uttan so at talan er um brot á áseting í revsilógini, sum gevur hægri revsing. Herðandi umstøður eru, um brotið verður framt í vinnuligum høpi, um týðandi nøgd av eintøkum verður framleidd ella spjadd alment, ella um verk verða endurgivin á slíkan hátt, at almenningurin fær atgongd til tey á einum sjálvvaldum staði og til ásetta tíð, sbr. § 3, stk. 3.
Stk. 3. Í kunngerðum, gjørdar við heimild í § 17, stk. 2, § 40, stk. 2, § 41, stk. 2 og § 42, stk. 2, kann vera ásett revsing við sekt fyri brot á reglur í hesum kunngerðum.
§ 63. Við sekt verður tann revsaður, sum tilætlað ella av grovum ósketni letur vera við at lata upplýsingar til felagsskap, sum virkar við loyvi frá landsstýrismanninum, sbr. § 40.
§ 64. Tá ið eintøk av verkum ella framleiðslu, sum eru vard sambært hesi lóg ella í kunngerð við heimild í lógini, verða framleidd uttanlands, og ein samsvarandi framleiðsla í Føroyum hevði verið brot á lóggávuna, verður tann revsaður við sekt, sum tilætlað ella av grovum ósketni innflytur slík eintøk til tess at gera tey tøk fyri almenninginum.
Stk. 2. Ásetingin í § 62, stk. 2 er eisini galdandi fyri tilætlað brot á stk. 1.
§ 65. Við sekt verður tann revsaður, sum tilætlað ella av grovum ósketni fremur brot á §§ 29 ella 30. Við sekt verður tann revsaður, sum tilætlað fremur brot á § 32.
§ 66. Revsiábyrgd kann verða áløgd løgfrøðiligum persónum sambært reglunum í 5. kapitli í revsilógini.
Átala
§ 67. Brot, sum eru fevnd av § 62, stk. 1 og §§ 63 og 64, stk. 1, verða átalað av honum, sum hevur verið fyri órætti.
Stk. 2. Er upphavsmaður ikki longur á lívi, kunnu brot á § 8 og ávísing, sum er givin samsvarandi § 51, stk. 2, átalast av eftirsitandi hjúnafelaga, skyldfólki í beinari stígandi ella fallandi ættlegg ella systkjum.
Stk. 3. Er upphavsmaður ikki longur á lívi, kunnu brot á §§ 8, 9 og 11 eisini átalast av hinum almenna. Tað almenna kann tó einans átala brot á § 8, tá ið talan er um brot, sum ger seg inn á mentanarlig áhugamál.
Stk. 4. Uttan mun til ásetingina í stk. 1 verða brot á § 60 átalað av tí almenna.
Stk. 5. Í kunngerðum, gjørdar við heimild í lógini, kann vera ásettur átalurættur fyri brot á reglur í hesum kunngerðum.
§ 68. Brot, sum er fevnt av §§ 62, stk. 2 og 64, stk. 2, verður átalað eftir áheitan frá honum, sum hevur verið fyri órætti, uttan so at almenn áhugamál krevja átalu.
Endurgjald og samsýning
§ 69. Tann, sum við vilja ella av ósketni fremur brot á áseting, sum er nevnd í §§ 62-64 ella í kunngerð, sum vísir til nevndu ásetingar, skal rinda:
1) eitt rímiligt viðurlag fyri nýtsluna til tann, sum hevur verið fyri órætti, og
2) eitt endurgjald til tann, sum hevur verið fyri órætti, fyri tann skaða, sum brotið hevur elvt til.
Stk. 2. Tá ið endurgjald verður ásett sambært stk. 1, nr. 2, verður atlit m.a. tikið at vantandi vinningi hjá honum, sum hevur verið fyri órætti, og órættliga vinningin hjá honum, sum hevur framt brotið.
Stk. 3. Í máli, sum kemur undir stk. 1, kann eisini verða ásett endurgjald til tann, sum hevur verið fyri órætti, fyri ikki-fíggjarligan skaða.
Fyribeining o.a.
§ 70. Við rættarúrskurði kann verða gjørt av, at eintøk, sum eru brot á rættin til verk ella framleiðslu, sum eru vard sambært hesi lóg ella vard í kunngerð, gjørd við heimild í lógini, skulu verða:
1) tikin aftur frá sølustøðum,
2) endaliga beind burtur frá sølustøðum,
3) fyribeind, ella
4) latin honum, sum hevur verið fyri órætti.
Stk. 2. Stk. 1 er eisini galdandi fyri tilfar, amboð ella líknandi, sum í fyrsta lagi hava verið nýtt til ólógliga framleiðslu ella nýtslu av eintøkum av verkinum.
Stk. 3. Tiltak sambært stk. 1 verður framt uttan samsýning til tann, sum hevur framt brotið, og hevur ikki ávirkan á eitt møguligt endurgjald til tann, sum hevur verið fyri órætti. Tann, sum hevur framt brotið, ber kostnaðin av tiltaki sambært stk. 1, uttan so at serligar orsøkir tala ímóti.
Stk. 4. Í rættarúrskurði um tiltak sambært stk. 1 skal rætturin hava fyrilit fyri, at tað skal vera lutfall millum vavið av brotinum og boðini um rættartiltak, umframt áhugamálini hjá triðjamanni.
§ 71. Í dómi, har dømt verður sambært §§ 69 og 70, kann rætturin eftir áheitan gera av, at úrskurðurin skal almannakunngerast heilt ella partvís.
Stk. 2. Skyldan at almannakunngera áliggur honum, sum hevur framt brotið. Tann, sum hevur framt brotið, ber kostnaðin, og almannakunngerðin skal verða so eyðsýnd, sum til ber.
Kapittul 10
Gildisøki
§ 72. Lógin er galdandi á føroyskum land- og sjóøki.
Stk. 2. Ásetingarnar um upphavsrætt eru galdandi fyri persónar, sum:
1) eru búsitandi ella heimahoyrandi í Føroyum,
2) hava danskan ríkisborgararætt, ella
3) tá ið skyldan er ásett í millumtjóða sáttmála.
Stk. 3. Ásetingarnar um onnur rættindi eru galdandi fyri:
1) framførslu, sum hevur verið í Føroyum ella er vard sambært lógini,
2) ljóð- og myndatøku, vøruskrá, dátugrunn o.a., sum er framleitt í Føroyum av persóni ella av føroyskt skrásettum felagi,
3) sending, sum er send úr Føroyum, ella er framleidd av persóni ella av føroyskt skrásettum felagi.
Stk. 4. Í kunngerð verður ásett, hvussu gildisøki lógarinnar verður víðkað í mun til onnur lond sambært altjóða sáttmálum, sum londini sínámillum hava avtalað.
Kapittul 11
Skiftisreglur og gildiskoma
Skiftisreglur
§ 73. Loyvi, sum er givið felagsskapi, sbr. § 40, í sambandi við innkrevjing av upphavsrættargjøldunum í 2013, við heimild í kongligu fyriskipanini “nr. 1003 frá 11. december 2001 om ikrafttræden for Færøerne af lov om ophavsret”, missir ikki sítt gildi við gildiskomuni av hesi lóg.
Stk. 2. Avtala, sum brúkari av vardum verkum hevur gjørt við felagsskap, sbr. § 41, og sum er í gildi, tá ið henda lóg verður sett í gildi, missir ikki sítt gildi við gildiskomuni av hesi lóg.
Gildiskoma
§ 74. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi “Andordning nr. 1003 frá 11. december 2001 om ikrafttræden for Færøerne af lov om ophavsret”.
§ 75. Í “lovbekendtgørelse nr. 215 af 24. juni 1939: Straffeloven, som senest ændret ved anordning nr. 1139 af 4. december 2009”, verða tilvísingarnar í § 299b, nr. 1 broyttar til: “løgtingslóg um upphavsrætt § 62, stk. 2” og “løgtingslóg um upphavsrætt § 64, stk. 2”.
Tórshavn, 6. mai 2013
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 103/2012