Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. apríl 2015Nr. 35
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um støðisútbúgving innan tøkni
(Serlig skipað skúlatilboð)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 41 frá 23. apríl 1999 um støðisútbúgving innan tøkni, sum broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 8. mai 2012, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 2 verða sum stk. 5 og 6 sett:
“Stk. 5. Til næmingar við serligum tørvi kann skúlin skipa og bjóða út serliga skipað skúlatilboð, undir hesum kann skúlin skipa aðrar undirvísingarbreytir enn tær, skúlin vanliga bjóðar út.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um treytir og mannagongdir í sambandi við serliga skipað skúlatilboð sbrt. stk. 5.”
2. Í § 6 verður sum stk. 7 sett:
“Stk. 7. Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta aðrar treytir fyri næmingar, sum verða tiknir upp sbrt. § 2, stk. 5.”
3. Í § 15 verður aftaná stk. 2 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 3. Landskassin fíggjar serliga skipað skúlatilboð sbrt. § 2, stk. 5.”
Stk. 3 verður eftir hetta stk. 4.
4. Í § 15, stk. 3, sum verður stk. 4, verður “stk. 1 og 2” broytt til: “stk. 1, 2 og 3”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 30. apríl 2015
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 109/2014