Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
Nr. 35 15. apríl 2016
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir
(Fylgibroytingar)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 32 frá 5. juli 1971 um tænastumannaeftirlønir, sum broytt við løgtingslóg nr. 40 frá 5. mai 1987, løgtingslóg nr. 42 frá 27. mars 1990, løgtingslóg nr. 74 frá 13. juni 1995 og løgtingslóg nr. 24 frá 14. mars 1997, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 6, stk. 4 verður “kr. 28.092 og hjá støkum kr. 35.360,-.” broytt til: “kr. 29.419,44 og hjá støkum kr. 37.020,72.”
2. Í § 12, stk. 2 verður “kr. 35.360,-.” broytt til: “kr. 37.020,72.”
3. § 26, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Til fólkapensjónsgrundupphæddirnar koma ájavnt fólkapensjónsgrundupphæddirnar pr. 31. desember í 2015, verða viðbøturnar í § 6, stk. 4 og § 12, stk. 2 ikki javnaðar. Eftir hetta verða viðbøturnar í § 6, stk. 4 og § 12, stk. 2 javnaðar á sama hátt, sum fólkapensjónsgrundupphæddin verður javnað.”
4. § 26, stk. 3 verður strikað.
5. Í § 41 verður sum stk. 2 sett:
“Stk. 2. Til fólkapensjónsgrundupphæddirnar koma ájavnt fólkapensjónsgrundupphæddirnar pr. 31. desember í 2015, verður samskipanarfrádrátturin óbroyttur.”
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. § 1, nr. 3 hevur tó virknað frá 1. februar 2016.
Í Tinganesi, 15. apríl 2016
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 67/2015