Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
3. mai 2007Nr. 35
Løgtingslóg um kapping, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022
Kapittul 1
Endamál og øki lógarinnar
§ 1. Endamál lógarinnar er við virknari kapping at fremja eina fulldygga samfelagsliga tilfeingisnýtslu til gagns fyri fyritøkur og brúkarar.
§ 2. 1) Lógin fevnir um øll sløg av vinnuvirksemi og almennum stuðli til vinnuvirksemi.
Stk. 2. Reglurnar í 2. og 3. kapitli eru ikki galdandi, um ein kappingaravmarking er ein beinleiðis ella neyðug fylgja av almennari regulering. Ein kappingaravmarking, sum er ásett av einum kommunustýri, er bert ein beinleiðis ella neyðug fylgja av almennari regulering, tá kappingaravmarkingin er neyðug, fyri at kommunustýrið kann útinna tær uppgávur, ið tað hevur fingið álagt sambært lóggávu.
Stk. 3. 1) Avgerðir, tiknar av nevndini í einum kommunalum felagsskapi sbrt. § 51 í Kommunustýrislógini verða javnsettar við avgerðir, tiknar av kommunustýrinum, sbr. stk. 2.
Stk. 4. 1) Tað er landsstýrismaðurin, ið varðar av viðkomandi regluverki, ið ger av, hvørt ein kappingaravmarking er fevnd av stk. 2. Setur Kappingarráðið viðkomandi landsstýrismanni fyrispurning, skal Kappingarráðið hava svar innan 4 vikur. Kappingarráðið kann leingja freistina.
Stk. 5. Um Kappingarráðið metir, at ein almenn regulering ella stuðulsskipan kann hava skaðilig árin á kappingina ella á annan hátt forðar eini fulldyggari samfelagsligari tilfeingisnýtslu, kann Kappingarráðið lata avvarðandi landsstýrismanni og landsstýrismanninum í kappingarmálum eina frágreiðing, ið vísir á møgulig skaðilig árin á kappingina, og koma við uppskoti um, hvussu kappingin kann fremjast. Avvarðandi landsstýrismaður skal eftir samráðing við landsstýrismannin í kappingarmálum svara Kappingarráðnum í seinasta lagi 4 mánaðir eftir móttøku av ummæli ráðsins. Kappingarráðið kann leingja freistina.
Stk. 6. 1) Er talan um vinnuvirksemi, sum heilt, lutvíst ella í ávísan mun virkar í lívd av almennum einkarrætti ella aðrari vernd móti kapping, hevur Kappingarráðið heimild til at geva boð um bókhaldsligan skilnað millum tann partin av rakstrinum, sum er undir einkarrætti ella undir aðrari vernd, og hinumegin tann partin av rakstrinum, sum er í frælsari kapping.
§ 3. Lógin er ikki galdandi fyri lønar- og arbeiðsviðurskifti. Kappingareftirlitið kann tó í umsitingini av lógini krevja upplýsingar frá feløgum og fyritøkum um lønar- og arbeiðsviðurskifti.
§ 4. Ásetingarnar í kapitli 2 eru ikki galdandi fyri avtalur, viðtøkur og samskipaða framferð innanfyri somu fyritøku ella samtøku.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur um stk.1., heruppí reglur um, hvat skilst við einari avtalu v.m. innanfyri somu fyritøku ella samtøku.
§ 5. Til tess at skilmarka viðkomandi marknaðir eftir hesi lóg, verður kanning gjørd av eftirspurningar- og útboðsvaraseting (substitusjón) og møguligari kapping. Møgulig kapping skal kannast, tá støðan hjá viðkomandi fyritøkum á marknaðinum er skjalfest, og støðan gevur orsøk til iva, um lógarbrot er framt.
Stk. 2. Kappingarráðið kann taka inn uttanhýsis sakkunnleika til metingina eftir stk. 1.
Kapittul 2
Forboð ímóti kappingaravlagandi avtalum
§ 6. Ikki er loyvt fyritøkum v.m. at gera avtalur, ið beinleiðis ella óbeinleiðis hava til endamáls ella sum fylgju at avmarka kappingina.
Stk. 2. 1) Avtalur eftir stk. 1 kunnu t.d. vera:
1) at áseta keyps- ella søluprísir ella aðrar viðskiftatreytir,
2) at avmarka ella stýra framleiðslu, sølu, tøkniligari menning ella íløgum,
3) at býta sundur marknaðir sínámillum ella veitingarkeldur,
4) at áseta ymiskar treytir fyri veitingum, ið hava sama virði, mótvegis handilsfelagum, sum av tí verða verri fyri í kappingini, ella
5) at seta sum treyt fyri at gera eina avtalu, at avtaluparturin eisini góðkennir ískoytisveitingar, sum hvørki natúrliga ella sambært handilssiðvenju hava samband við innihaldið í avtaluni.
6) At tvær ella fleiri fyritøkur samskipa teirra kappingarligu atferð við at skipa eitt joint venture, ella
7) at seta bindandi prísir á víðarisølur ella á annan hátt at virka fyri, at ein ella fleiri fyritøkur ikki víkja frá vegleiðandi søluprísum.
Stk. 3. 1) Stk. 1 er eisini galdandi fyri viðtøkur millum samtøk av fyritøkum og samskipan millum fyritøkur.
Stk. 4. 1) Kappingarráðið kann, sbrt. § 22, geva boð um at steðga brotum á stk. 1. Til tess at ganga ivasemi hjá Kappingarráðnum á møti viðvíkjandi stk. 1., kann ráðið eisini gera tilsøgnir, sum fyritøkur hava latið bindandi sbr. § 23.
Stk. 5. 1) Avtalur og viðtøkur, ið eru bannaðar eftir stk. 1-3, eru ikki galdandi uttan so, at tær eru undantiknar sambært § 7, eru frítiknar sambært § 8 ella § 10 ella hava fingið eina váttan sambært § 9.
§ 7. 1) Forboðið eftir § 6, stk. 1 er ikki galdandi fyri avtalur millum fyritøkur, viðtøkur millum samtøk av fyritøkum og samskipan millum fyritøkur, um luttakandi fyritøkurnar hava:
1) ein samlaðan árligan umsetning, sum er minni enn 6,5 mió. kr., og ein samlaðan marknaðarpart fyri ávísu vøruna ella tænastuveitingina upp á minni enn 10 prosent, sbr. tó stk. 2-4, ella
2) ein samlaðan árligan umsetning upp á minni enn 1 mió. kr., sbr. tó stk. 2-4.
Stk. 2. 1) Undantøkini í stk. 1 eru ikki galdandi í teimum førum, tá ið fyritøkur ella ein samtøka av fyritøkum avtala, samskipa ella viðtaka
1) prísir, vinning v.m. av sølu ella víðarisølu av vørum ella tænastuveitingum, ella
2) avmarking av framleiðslu ella sølu, ella
3) sundurbýting av marknaðum ella kundum, ella
4) undanregulering av boðum, ásetan av treytum fyri at lata upp boð, fremja ella royna at útseta boð, binda seg til undanfráboðan um boð ella annars at binda seg til at samstarva, áðrenn tilboð verða givin.
Stk. 3. 1) Forboðið sambært § 6, stk. 1 er galdandi, uttan mun til stk. 1, fyri eina avtalu, viðtøku ella samskipan millum fyritøkur, um avtalan v.m. saman við líknandi avtalum v.m. avmarkar kappingina.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetur, eftir at hava fingið ummæli frá Kappingarráðnum, nærri reglur um útrokning av umsetningi eftir stk. 1., heruppií reglur um, at umsetningsmarkini skulu roknast við støði í øðrum virðum fyri fíggjarligar fyritøkur.
Stk. 5. Undantøkurnar í stk. 1 eru galdandi, sjálvt um fyritøkurnar fara útum nevndu mørk í tvey fylgjandi ár. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um hetta, herundir reglur, tá farið verður nakað útum ásettu mørk.
§ 8. 1) Forboðið eftir § 6, stk. 1 er ikki galdandi, um ein avtala millum fyritøkur, ein viðtøka millum samtøk av fyritøkum, ella ein samskipan millum fyritøkur:
1) fremur fulldygga framleiðslu ella útbreiðslu av vørum ella tænastuveitingum, ella fremur tøkniliga ella búskaparliga menning,
2) tryggjar brúkarunum rímiligan part av tí fyrimuni, sum kappingaravmarkingin hevur við sær,
3) ikki áleggur fyritøkum avmarkingar, sum eru óneyðugar fyri at náa hesum endamálum, og
4) ikki gevur fyritøkunum møguleikan at forða fyri kapping innan ein týðandi part av ávísu vøruni ella tænastuveitingini.
Stk. 2. 1) Kappingarráðið kann eftir fráboðan frítaka eina avtalu millum fyritøkur, eina viðtøku millum samtøk av fyritøkum ella eina samskipan millum fyritøkur frá forboðnum í § 6, stk. 1, um ráðið metir, at treytirnar í stk. 1 eru loknar. Fráboðan av viðkomandi avtalu v.m. við umbøn um frítøku frá § 6, stk. 1 verður latin Kappingareftirlitinum. Ráðið ásetur reglur um fráboðan, undir hesum reglur um nýtslu av serligum fráboðanarskjølum.
Stk. 3. 1) Avgerðir eftir stk. 2 og 4 skulu tilskila tíðarskeiðið, avgerðin um frítøku er galdandi. Treytir kunnu leggjast við eini frítøku.
Stk. 4. 1) Eftir fráboðan kann Kappingarráðið leingja frítøkuna, um Kappingarráðið metir, at treytirnar í § 8, stk. 1 framvegis eru loknar.
Stk. 5. 1) Kappingarráðið kann broyta ella taka aftur eina avgerð eftir stk. 2 ella 4, um:
1) viðurskiftini, sum vóru grundarlag undir avgerðini, eru broytt munandi,
2) luttakararnir í avtaluni v.m. ikki halda ásettu treytirnar fyri frítøkuni, ella um
3) avgerðin er tikin við støði í skeivum ella villleiðandi upplýsingum frá pørtunum í avtaluni v.m.
§ 9. 1) Kappingarráðið kann eftir fráboðan frá eini fyritøku ella samtøku av fyritøkum vátta, at ein avtala, viðtøka ella samskipan sambært viðurskiftum, ið Kappingarráðið hevur kunnleika til, ikki kemur undir forboðið í § 6, stk. 1, og at tað tí ikki er orsøk til at geva boð sbrt. § 6, stk. 4. Kappingarráðið ásetur reglur um fráboðan og um at brúka serstøk fráboðanarskjøl.
Stk. 2. 1) (Strikað).
Stk. 3. 1) (Strikað).
Stk. 4. 1) (Strikað).
§ 10. 1) Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð og eftir ummæli frá Kappingarráðnum, reglur um almenna frítøku frá forboðnum í § 6, stk. 1 fyri bólkar av avtalum, viðtøkum og samskipanum, ið lúka treytirnar í § 8, stk. 1.
Stk. 2. 1) Tá avtala, viðtøka millum samtøk av fyritøkum ella samskipan millum fyritøkur, sum er fevnd av bólkafrítøkuni, latin sbrt. stk. 1 í einum ítøkiligum føri, hevur avleiðingar, sum ikki eru sambærligar við treytirnar í § 8, stk. 1, kann Kappingarráðið afturkalla eina frítøku eftir stk. 1 fyri tær fyritøkur v.m., sum eru partar í avtaluni v.m.
Kapittul 3
Misnýtsla av ráðandi støðu
§ 11. Ikki er loyvt einum ella fleiri fyritøkum at misnýta eina ráðandi marknaðarstøðu.
Stk. 2. Kappingarráðið skal eftir áheitan vátta, um ein ella fleiri fyritøkur hava eina ráðandi støðu. Boðar Kappingaráðið frá, at ein fyritøka ikki hevur ráðandi støðu, er fráboðanin bindandi, inntil Kappingarráðið afturkallar hesa.
Stk. 3. Misnýtsla eftir stk. 1 kann t.d. vera:
1) beinleiðis ella óbeinleiðis at noyða órímiligar keyps- ella søluprísir ella aðrar órímiligar handilstreytir á einhvønn,
2) at avmarka framleiðslu, sølu ella tøknifrøðiliga menning til bága fyri brúkaran,
3) at áseta ymiskar treytir fyri veitingum, ið hava sama virði mótvegis handilsfelagum, sum av tí verða verri fyri í kappingini, ella
4) at krevja, áðrenn sáttmáli kann gerast, at avtaluparturin góðkennir ískoytisveitingar, sum natúrliga ella eftir handilssiðvenju ikki hava samband við tað, ið avtalan viðvíkur.
Stk. 4. 1) Kappingarráðið kann, sbrt. § 22, krevja, at brot á stk. 1 verða at steðga. Til tess at ganga iva hjá Kappingarráðnum á møti viðvíkjandi stk. 1., kann ráðið eisini gera tilsøgn, sum fyritøkan hevur givið, bindandi, sbrt. § 23.
Stk. 5. Kappingarráðið kann eftir áheitan frá einum ella fleiri fyritøkum boða frá, at ávísur atburður eftir teimum viðurskiftum, sum eru Kappingarráðnum kunnug, ikki er partur av stk. 1 og at tað ikki er grundarlag fyri at geva boð eftir stk. 4.
Stk. 6. Kappingarráðið kann áseta nærri reglur um tilfar, ið skal vera tøkt, til tess at taka eina avgerð eftir stk. 2 og 5.
Kapittul 4
Kappingaravlagandi stuðul
§ 12. 1) Kappingarráðið kann geva boð um, at almennur stuðul til fyrimuns fyri ávíst vinnuvirksemi skal støðga ella afturrindast.
Stk. 2. Boð eftir stk. 1 kunna gevast, tá stuðulin:
1) beinleiðis ella óbeinleiðis hevur til endamáls ella sum avleiðing at avlaga kappingina og
2) ikki er lógligur sambært almennari regulering.
Stk. 3. Avgerð, um veittur stuðul er lógligur sambært almennari regulering, verður tikin av avvarðandi landsstýrismanni, ávikavist av avvarðandi kommunala eftirlitsmyndugleikanum, er annað ikki ásett í aðrari lóggávu. Avgerð, um veittur stuðul er lógligur sambært almennari reulering, skal takast í seinasta lagi 4 vikur frá tí, at áheitan er móttikin frá Kappingarráðnum. Kappingarráðið kann leingja freistina.
Stk. 4. 1) Boð eftir stk. 1 um afturgjald av stuðli kann gevast til privatar vinnufyritøkur, sjálvsognarstovnar og fyritøkur, sum heilt ella lutvíst eru almennar og vera riknar í partafelagsformi. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um, at boð eftir stk. 1 um afturgjald av stuðli, eisini kann gevast til ávíst vinnuvirksemi, sum heilt ella partvíst er almenn ogn, ið verður rikið í felagslíknandi formi.
Stk. 5. Heimildin hjá Kappingarráðnum eftir stk. 1 til at áleggja, at almennur stuðul verður afturgoldin, verður fyrnað 5 ár eftir, at stuðulin er latin. Kappingarráðið ásetur rentur í sambandi við afturgjald sambært Rentulógini. Rentingin kann fara fram frá tí, at kappingaravlagandi stuðulin er latin.
Stk. 6. Kappingarráðið kann eftir fráboðan vátta, at almennur stuðul, sambært teimum viðurskiftum, Kappingarráðið hevur kunnleika um, ikki er fevndur av stk. 2, nr. 1, og at tað tí ikki er grundarlag fyri at geva boð sambært stk. 1. Ráðið kann áseta nærri reglur um fráboðan og um at brúka serligt fráboðanarskjal.
Kapittul 5
Samanleggingareftirlit
§ 13. 1) Samanlegging í hesi lóg merkir:
1) tá tvær ella fleiri fyritøkur, sum hava virkað sjálvstøðugt, verða lagdar saman, ella
2) tá ein ella fleiri persónar, sum longu hava ræðið á minst einari fyritøku, ella tá ein ella fleiri fyritøkur við keyp av pørtum ella ognum, gjøgnum avtalu ella á annan hátt, fáa beinleiðis ella óbeinleiðis ræðið á allari ella pørtum av einari ella fleiri fyritøkum afturat.
Stk. 2. 1) Stovnan av samváða (joint-venture), sum varandi hevur um hendur allar funktiónir í eini sjálvstøðugari fyritøku, er at meta sum samanlegging eftir stk. 1, nr. 2.
Stk. 3. 1) Eftir hesi lóg fæst ræðið á einari fyritøku gjøgnum rættindi, avtalur ella upp á aðrar mátar, sum partvíst ella samanlagt geva møguleika fyri at fáa avgerandi ávirkan á raksturin hjá fyritøkuni.
Stk. 4. 1) Talan er ikki um samanlegging eftir stk. 1, tá ið
1) fíggjarligar fyritøkur v.m. og tryggingarfeløg, í sambandi við sítt vanliga virksemi, fyribils ogna sær partar í fyritøkum við víðarisølu fyri eyga, treytað av, at atkvøðurætturin til ognarpartin ikki verður nýttur, ella tá ið
2) ræðið fæst á fyritøku við heimild í lóggávu um konkurs v.m.
§ 14. 1) Samanleggingar, ið eru fevndar av ásetingunum í hesum kapitli, eru tær, har
1) tær luttakandi fyritøkurnar tilsamans hava ein árligan umsetning upp á í minsta lagi 75 mió. kr. í Føroyum, og minst tvær av luttakandi fyritøkunum hvør sær hava ein samlaðan árligan umsetning upp á 15 mió. kr. í Føroyum, ella
2) minst ein av luttakandi fyritøkunum hevur ein árligan umsetning í Føroyum upp á 75 mió. kr., og minst ein av hinum fyritøkunum hevur ein umsetning upp á 75 mió. kr. á heimsstigi.
Stk. 2. 1) Uttan mun til stk. 1 er galdandi, um samanleggingin fer fram við yvirtøku av pørtum av eini ella fleiri øðrum fyritøkum, at støðið, fyri seljarans viðkomandi, verður tikið í tí parti av umsetninginum, sum kann knýtast til tær yvirtiknu ognirnar.
Stk. 3. 1) Tvær ella fleiri yvirtøkur eftir stk. 2, ið verða framdar í einum tvey ára tíðarskeiði, eru tó at meta sum ein, um somu fyritøkur ella persónar luttaka.
Stk. 4. 1) Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur um útrokning av umsetningi eftir stk. 1, undir hesum reglur um, hvussu umsetningurin fyri fíggjarligar fyritøkur verður roknaður.
§ 15. 1) Kappingarráðið tekur avgerð um, hvørt ein samanlegging skal góðkennast ella forbjóðast, sbr. tó stk. 5.
Stk. 2. 1) Ein samanlegging, sum ikki munandi forðar fyri virknari kapping, serliga við at skapa ella styrkja eina ráðandi marknaðarstøðu, skal góðkennast. Ein samanlegging, sum munandi forðar fyri virknari kapping, serliga við at skapa ella styrkja eina ráðandi marknaðarstøðu, skal forbjóðast.
Stk. 3. 1) Í teimum førum, har stovnanin av einum samváða eftir 13, stk. 2 eisini hevur til endamáls ella sum fylgju at samskipa kappingarliga atburðin hjá sjálvstøðugum fyritøkum, verður henda samskipan mett eftir metingarstøðunum í § 6, stk. 1 og § 8, stk. 1 fyri at staðfesta, um samanleggingin kann góðkennast.
Stk. 4. 1) Í sambandi við sína meting eftir stk. 3 leggur Kappingarráðið serliga áherðslu á:
1) um tað samstundis eru tvær ella fleiri stovnsetandi fyritøkur, sum hava eyðsýndan leiklut á marknaðinum, sum viðkomandi samváði er á, ella á einum fyrri ella seinni liði í mun til hendan marknaðin, ella á einum nærskildum marknaði, sum er tætt knýttur at hesum marknaði, og
2) um stovnsetandi fyritøkurnar hava møguleika fyri at hindra kappingini á einum munandi parti av viðkomandi vørum ella tænastum.
Stk. 5. 1) Kappingareftirlitið kann, uttan mun til stk. 1, eftir eina einfalda málsviðgerð góðkenna eina samanlegging, um Kappingareftirlitið, grundað á tær upplýsingar, tað hevur kunnleika til, metir, at samanleggingin ikki gevur orsøk til ivasemi.
Stk. 6. 1) Ein samanlegging, fevnd av hesi lóg, kann ikki fremjast, fyrr enn góðkenning er fingin frá Kappingarráðnum uttan so, at undantaksloyvi til tess er fingið frammanundan. Kappingarráðið kann seta treytir og geva boð, tá undantaksloyvi verða givin til tess at tryggja virkna kapping.
§ 16. 1) Boðast skal frá til Kappingarráðið um eina samanlegging, sum kemur undir § 13, í seinasta lagi eina viku eftir, at sáttmálin um samanlegging er gjørdur, ella almenn fráboðan er gjørd um samanleggingina, ella at onkur ávísur hevur fingið ræðið á fyritøkuni. Freistin er 1 vika frá tí, at eitt av omanfyrinevndu er farið fram og áðrenn samanleggingin verður framd.
Stk. 2. 1) Kappingareftirlitið kann almannakunngera, at samanlegging er fráboðað. Almannakunngeringin fevnir um nøvnini á luttakandi fyritøkunum í samanleggingini, slag av samanlegging og tær vinnugreinir, sum samanleggingin fevnir um.
Stk. 3. 1) Kappingarráðið ger reglur um fráboðan av samanleggingum, undir hesum reglur um nýtslu av serstøkum fráboðanarskjølum og reglur um vanliga og einfalda fráboðan.
§ 17. 1) Í seinasta lagi 30 yrkadagar eftir, at váttan er givin um, at fráboðanin er fullfíggjað, verður avgerð tikin um, hvørt samanleggingin kann góðkennast eftir einfaldari málsviðgerð sbrt. § 15, stk. 5, ella um samanleggingin skal kannast nærri.
Stk. 2. 1) Avgerð um at góðkenna ella forbjóða eina samanlegging skal takast í seinasta lagi 90 yrkadagar eftir, at váttan eftir stk. 1 er send fráboðara, sbr. tó stk. 4-5.
Stk. 3. 1) Freistin í stk. 2 kann verða longd við 20 yrkadøgum, um ein ella fleiri luttakandi fyritøkur koma við nýggjari ella broyttari tilsøgn. Freistin verður einans longd, um tað, tá tilsøgn verður givin, eru færri enn 20 yrkadagar, til avgerð eigur at verða tikin sbrt. stk. 2.
Stk. 4. 1) Freistin í stk. 2 kann eisini verða longd við 20 yrkadøgum, um Kappingarráðið hevur tikið avgerð um hetta, og tann ella tær fyritøkur, sum hava fráboðað, biðja um hetta ella játta hesum.
Stk. 5. 1) Verður avgerð ikki tikin innan ásettu freistirnar í stk. 1-4, er hetta at meta sum avgerð um, at samanleggingin er góðkend.
§ 18. 1) Kappingarráðið kann í sambandi við góðkenning eftir § 15, stk. 2, 1. pkt. áleggja treytir og geva boð fyri m.a. at tryggja, at luttakandi fyritøkurnar halda eina givna tilsøgn.
Stk. 2. 1) Eftir at samanleggingin er góðkend, kann Kappingareftirlitið geva boð til tess at tryggja, at tilsøgn, ið er givin, verður rætt og rættstundis útint.
§ 18 a. 1) Kappingarráðið kann taka aftur eina góðkenning, um avgerðin í stóran mun er grundað á skeivar ella villleiðandi upplýsingar, sum ein ella fleiri av luttakandi fyritøkunum eru atvoldin til.
Stk. 2. 1) Kappingarráðið kann taka aftur eina góðkenning, um ein av luttakandi fyritøkunum noktar at fylgja treytum ella boðum, givin sbrt. § 18, stk. 1 og 2.
Stk. 3. 1) Kappingarráðið kann taka aftur eina góðkenning, sum er givin eftir § 15, stk. 5, um ein av luttakandi fyritøkunum hevur latið skeivar ella villleiðandi upplýsingar, og kann krevja, at tær luttakandi fyritøkurnar innan 2 vikur fráboða eftir vanligum leisti.
§ 18 b. 1) Kappingarráðið kann, um samanlegging er framd uttan góðkenning, geva boð um sundurskiljing av samanløgdum ella yvirtiknum fyritøkum, ella av ognum ella felagsræði, eins og Kappingarráðið kann nýta aðra atgerð, sum er neyðug til tess at endurskapa eina virkna kapping.
Kapittul 6
Innlit v.m.
§ 19. 1) Lóg um innlit í fyrisitingina er ikki galdandi fyri mál og kanningar eftir hesi lóg uttan so, at talan er um mál eftir § 4, stk. 2, § 7, stk. 4 og stk. 5, 2. pkt., § 8, stk. 2, 3. pkt., § 9, stk. 1, 2. pkt., § 10, stk. 1, § 11, stk. 6, § 12, stk. 4, 2. pkt. og stk. 6, 2. pkt., § 14, stk. 4, § 15, stk. 2, § 16, stk. 3, § 20, stk. 4, § 25, stk. 15, 2. pkt. og § 26, stk. 3. Tó verða § 4, stk. 2 og § 6 í lóg um innlit í fyrisitingina at nýta í málum eftir hesi lóg. 1. og 2. pkt. eru eisini galdandi, tá ið upplýsingar, ið eru fingnar til vega eftir hesi lóg, eru latnar øðrum fyrisitingarmyndugleika.
Stk. 2. 1) 2) Kappingareftirlitið skal almannakunngera:
1) Avgerðir hjá viðkomandi myndugleika eftir § 2, stk. 4 og § 12, stk. 3, eins og frágreiðingar Kappingarráðsins eftir § 2, stk. 5 og svar sbrt. § 2, stk. 5 frá avvarðandi landsstýrismanni.
2) Avgerðir Kappingarráðsins, tiknar eftir hesi lóg.
3) Avgerðir, sum Kappingareftirlitið hevur tikið vegna Kappingarráðið, uttan so, at avgerðin hvørki hevur týdning fyri virki lógarinnar ella fyri almenningin annars.
4) Dómar, sektaruppskot ella samandráttir av hesum, har tað verður sektað ella tikið við bót.
5) Avgerðir hjá Føroya Kærustovni í kappingarmálum.
6) Dómar í rættarmálum, har Kappingareftirlitið, Kappingarráðið ella Føroya Kærustovnur í kappingarmálum eru partar.
Stk. 3. 1) Kappingareftirlitið kann almannakunngera upplýsingar um virksemi kappingarmyndugleikans og frágreiðingar.
Stk. 4. Almannakunngerð eftir stk. 2 og 3 fevnir ikki um upplýsingar um teknisk viðurskifti, heruppií gransking, framleiðsluhættir og vørur, umframt rakstrar- og handilsloyndir, tá talan er um upplýsingar av serligum búskaparligum týdningi fyri persónin ella fyri fyritøkuna, sum upplýsingarnar viðvíkja. Harumframt kunna upplýsingar um viðurskifti hjá einstøkum viðskiftafólkum í mun til fyritøkur undir eftirliti av Fíggjareftirlitinum ikki almannakunngerast.
Stk. 5. Tann, ið letur Kappingarráðnum upplýsingar, kann biðja um, at upplýsingar, sum sambært stk. 4 ikki mugu útflýggjast ella almannakunngerast, heldur ikki verða latnar limum Kappingarráðsins. Formaður Kappingarráðsins tekur endaliga avgerð, um upplýsingar kunnu latast limum Kappingarráðsins.
Kapittul 7
Kappingarmyndugleikin. Bygnaður og heimildir
§ 20. Kappingarráðið hevur eftirlit við lógini og reglunum, ásettar sambært lógini. Kappingarmyndugleikin kann taka upp mál av egnum ávum eftir fráboðan, eftir kæru ella eftir áheitan frá øðrum kappingar-myndugleikum, sbrt. § 26 um útflýggjan av upplýsingum til onnur lond.
Kappingarráðið ger av, um tað er grundarlag fyri at kanna ella at taka avgerð í einum máli, og um málsviðgerð fyribils ella endaliga skal steðga. Harumframt kann Kappingarráðið taka avgerð um at lata vera við at viðgera eitt mál, har fyritøkur áður hava givið tilsøgn sbrt. § 23.
Stk. 2. Kappingareftirlitið er skrivstova hjá Kappingarráðnum í málum sbrt. hesi lóg og hevur vegna Kappingarráðið dagligu umsitingina av lógini.
Stk. 3. Kappingarráðið hevur ein formann og 4 limir. Formaðurin og limirnir verða tilnevndir av landsstýrismanninum fyri eitt fýra ára skeið. Fyri formannin og hvønn av limunum verða tilnevnd varafólk. Ráðið skal hava kunnleika til alment og privat vinnuvirksemi, løgfrøði, búskaparfrøði, fíggjarlig viðurskifti og viðurskifti brúkaranna. Formaðurin og 2 av limum ráðsins skulu vera óheftir av vinnuligum áhugamálum og brúkaraáhugamálum.
Stk. 4. Landstýrismaðurin í kappingarmálum ger fundarskipan til Kappingarráðið og ásetur nærri reglur fyri virkseminum hjá kappingareftirlitinum.
§ 21.3) 2) Landsstýrismaðurin í kappingarmálum kann gera reglur um at nýta elektróniskt samskifti til og frá Kappingarráðnum, Kappingareftirlitinum og Føroya Kærustovni í kappingarmálum og í hesum sambandi reglur um elektróniska undirskrift.
§ 22. 1) Tey boð, sum Kappingarráðið kann geva eftir § 6, stk. 4 og § 11, stk. 4 við tí endamáli at steðga skaðiligu árinunum frá kappingaravmarkingum, kunnu t.d. vera:
1) at avtalur, viðtøkur, handilstreytir v.m. fult ella lutvíst verða settar úr gildi,
2) at farast kann ikki upp um tilskilaðar prísir ella vinningar, ella at ávísir útrokningarhættir skulu nýtast, tá prísir ella vinningar verða roknaðir út,
3) at áleggja einum ella fleiri av viðkomandi fyritøkunum at selja til tilskilaðar keyparar við teimum treytum, sum fyritøkan vanliga setir fyri samsvarandi sølu. Fyritøkan kann tó altíð krevja, at goldið verður kontant, ella krevja nóg góða trygd,
4) at geva atgongd til ein fasilitet í einum undirstøðukervi, ið er neyðugur, til tess at kunna bjóða út eina vøru ella tænastuveiting,
§ 23. 1) Tilsøgn, veitt av fyritøku, og sum gongur ivasemi á møti, sum Kappingarráðið hevur viðvíkjandi § 6, stk. 1 og § 11, stk. 1, kann gerast bindandi fyri fyritøkurnar. Ein tilsøgn kann gerast tíðaravmarkað.
Stk. 2. 1) Eftir at tilsøgn er gjørd bindandi eftir stk. 1, kann Kappingarráðið geva boð, sum er neyðugt fyri at tryggja, at boðini verða fylgd til fulnar og innan ásetta tíð.
Stk. 3. 1) Kappingarráðið kann afturkalla ein avgerð eftir stk. 1, um:
1) tey veruligu viðurskiftini, sum hava týdning í sambandi við avgerðina, eru broytt,
2) avtalupartarnir v.m. handla í stríð við givin boð, ella avgerðin er tikin við støði í skeivum ella villleiðandi upplýsingum frá avalupørtunum v.m.
§ 24. Kappingarráðið kann krevja allar upplýsingar, eisini elektroniskt goymdar upplýsingar, sum Kappingarráðið metir vera neyðugar fyri virksemi sítt ella fyri at gera av, um ávís viðurskifti eru partur av øki lógarinnar. Kravdu upplýsingarnar kunnu eitt nú vera roknskapir og roknskapartilfar, úrrit úr bókum og øðrum handilsskjølum.
Stk. 2. Kappingarráðið kann í arbeiði sínum krevja at fáa upplýsingar og skjøl frá øðrum myndugleikum, m.a. skattamyndugleikunum og tollmyndugleikunum, óheft av tagnarskyldu teirra.
§ 24 a. 1) Kappingareftirlitið kann gera kanningar av vinnugreinum ella av ávísum sløgum av avtalum innan fyri ymiskar vinnugreinir við tí endamáli at fáa kunnleika til ella innlit í kappingarstøðuna innan fyri ávísu vinnugreinina ella ávísu vinnugreinirnar.
Stk. 2. 1) Ásetingarnar í § 24, stk. 1-2 og § 25 eru somuleiðis galdandi fyri kanningar eftir stk. 1.
Stk. 3. 1) Kappingareftirlitið kann almannakunngera slíka kanning, tó við teimum avmarkingum, ið eru nevndar í § 19, stk. 4.
§ 25. Kappingareftirlitið kann í sambandi við virksemið hjá Kappingarráðnum gera eftirlitskanningar, ið hava við sær, at Kappingareftirlitið fær atgongd til høli og flutningsamboð hjá fyritøkum ella samtaki av fyritøkum. Kappingareftirlitið kann gera seg kunnugt við og taka avrit av øllum upplýsingum, sum hava týdning fyri at fremja eftirlit sambært lógini. Upplýsingarnar kunnu eitt nú vera roknskapir og roknskapartilfar, úrrit úr bókum og øðrum handilsskjølum, óansæð upplýsingarmiðil.
Stk. 2. Í sambandi við eftirlitskanningar, kann Kappingarráðið eisini krevja munnligar frágreiðingar og krevja, at persónar, fevndir av eftirlitskanningini, vísa fram innihaldið í teirra lummum, taskum v.m. við tí endamáli, at Kappingareftirlitið kann gera seg kunnugt við, og møguliga taka avrit av hesum.
Stk. 3. Tá upplýsingar hjá fyritøkum eru í varðveitslu uttanhýsis ella verða viðgjørdar uttanhýsis, hevur Kappingareftirlitið somu atgongd sum eftir stk. 1 til varðveitslustaðið. Heimildin er treytað av, at ikki er gjørligt at útvega upplýsingarnar beinleiðis frá fyritøkuni ella fyritøkusamtakinum, ið verður kannað.
Stk. 4. Eftirlitskanningin kann bert fara fram eftir rættarúrskurði og ímóti at vísa samleikaprógv.
Stk. 5. 1) Kappingareftirlitið kann taka elektronisk avrit (spegling) av dáta á elektroniskum miðlum, sum eru fevndir av eftirlitskanningini, og kann taka avritini við sær við tí endamáli at kanna tilfarið seinni.
Stk. 6. 1) Speglað tilfar skal vera seglað, tá ið Kappingareftirlitið fer úr hølunum hjá fyritøkuni.
Stk. 7. 1) Tann, sum kannaður verður, kann krevja, at viðkomandi ella eitt umboð, sum hann hevur valt, skal vera til staðar, tá ið seglið verður brotið, og tá ið eftirlitið gjøgnumgongur speglaða tilfarið.
Stk. 8. 1) Kappingareftirlitið skal í seinasta lagi 25 yrkadagar eftir eftirlitskanningina geva teirri fyritøku v.m., sum verður kannað, eitt avrit av øllum upplýsingum, ið Kappingareftirlitið hevur tikið úr speglaða tilfarinum.
Stk. 9. 1) Tá ið tilfarið er kannað, skal tað speglaða tilfarið varðveitast undir segli.
Stk. 10. 1) Dátutilfarið skal strikast, um Kappingareftirlitið metir, at tilfarið ikki inniheldur prógv fyri brot á kappingarlógina.
Stk. 11. 1) Ger Kappingareftirlitið av at fara víðari við málinum, skal speglaða tilfarið strikast, tá ið endalig avgerð er tikin í málinum.
Stk. 12. 1) Um viðurskifti hjá eini fyritøku ella einum samtaki av fyritøkum hava við sær, at tað ikki ber til hjá Kappingareftirlitinum sama dag, ið eftirlitskanningin verður framd, at fáa atgongd til upplýsingar ella at taka avrit av upplýsingunum, sbrt. stk. 1 og 2, kann eftirlitið segla høli og upplýsingar hjá viðkomandi fyritøku í 3 yrkadagar eftir, at kanningin er gjørd.
Stk. 13. 1) Undir teimum treytum, sum eru nevndar í stk. 12, kann Kappingareftirlitið taka upplýsingar ella tann miðilin, har upplýsingarnar eru á, við sær við tí endamáli at avrita upplýsingarnar. Tilfarið, sum Kappingareftirlitið hevur tikið við sær við tí endamáli at avrita, skal, saman við avriti av upplýsingunum, sum eftirlitið hevur tikið við sær at kanna neyvari, latast fyritøkuni ella samtakinum av fyritøkum aftur í seinasta lagi 3 yrkadagar aftaná eftirlitskanningina.
Stk. 14. 1) Freistirnar í stk. 8, 12 og 13 kunnu í serligum førum verða longdar.
Stk. 15. 1) Løgreglan veitir hjálp, tá ið heimildirnar í stk. 1-3, 5 og 12-13 verða útintar. Landsstýrismaðurin kann eftir avtalu við løgreglumyndugleika gera reglur í hesum sambandi.”
§ 26. Kappingareftirlitið kann lata kappingarmyndugleikum í øðrum londum upplýsingar, ið koma undir tagnarskyldu kappingarmyndugleikans, um hesar eru neyðugar til tess at fremja handhevjanina av kappingarlóggávuni í hesum londum. Tað er ein treyt, at fyrivarni verður tikið fyri, at upplýsingar skulu latast báðar vegir.
Stk. 2. Tá upplýsingar verða latnar eftir stk. 1, skal Kappingareftirlitið seta sum treyt, at upplýsingarnar:
1) vera undir samsvarandi tagnarskyldu hjá móttakaranum,
2) einans verða nýttar til tað endamál, sum er ásett í sínámillum avtalum við eitt ella fleiri lond, um so er, at umbýtið fer fram sambært avtaluni, og
3) einans kunnu latast víðari við greiðum samtykki frá Kappingareftirlitinum og einans til tað endamál, sum samtykkið fevnir um.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um, hvussu upplýsingar, ið eru fevndar av tagnarskyldu kappingarmyndugleikans, kunnu latast øðrum kappingarmyndugleikum.
Kapittul 8
Kærur
§ 27. 3) 1) 2) Avgerðir, tiknar av Kappingarráðnum eftir § 2, stk. 1, § 3, 1. pkt., § 4, § 6, stk. 1 og 4, 1. pkt., § 7, stk. 1-3, § 8, stk. 2, stk. 4, 2. pkt. og stk. 5-6, § 9, stk. 1, 1. pkt., § 10, stk. 2, § 11, stk. 1-2, stk. 4, 1. pkt. og stk. 5, § 12, stk. 1 og stk. 6, 1. pkt., § 15, stk. 1-3, § 16, stk. 1, § 17, stk. 5, § 18, stk. 1-5 og stk. 7, § 19, stk. 4, § 22 og § 23, stk. 2-3 kunnu kærast til Føroya Kærustovn í kappingarmálum.
Stk. 2. 1) Kæra kann bert verða latin inn av:
1) tí, sum avgerðin viðvíkur, og
2) tí, sum annars hevur individuellan og týðandi áhuga í málinum. Hetta er tó ikki galdandi fyri avgerðir hjá Kappingarráðnum eftir § 15, stk. 1-3, § 16, stk. 1, § 17, stk. 5, § 18, stk. 1-5 og 7 og § 23, stk. 2 og 3.
Stk. 3. 3) 2) Avgerð eftir 20, stk. 1 kann ikki kærast til Føroya Kærustovn.
Stk. 4. 3) 2) Kæra um avgerð eftir § 19, stk. 4 hevur steðgandi virknað. Kappingarráðið ella Føroya Kærustovnur kann avgera, at kærur um aðrar avgerðir hava steðgandi virknað.
Stk. 5. 3) 2) Føroya Kærustovnur skal taka avgerð í málinum í seinasta lagi seks vikur eftir, at málið er lagt fyri hana.
§ 28. 3) 2) Avgerðir, tiknar av Kappingarráðnum eftir hesi lóg, kunnu ikki leggjast fyri annan fyrisitingarligan myndugleika enn Føroya Kærustovn og kunnu ikki leggjast fyri rættin, fyrr enn úrskurður frá Føroya Kærustovni er til skjals.
Stk. 2. 3) 2) Kæra um avgerð kann verða skotin inn fyri Føroya Kærustovn innan 4 vikur frá tí, at avgerðin er kunngjørd tí, sum hon viðvíkur. Tá serligar orsøkir tala fyri, kann Føroya Kærustovnur víkja frá kærufreistini.
Stk. 3. 3) 2) Avgerð, tikin av Føroya Kærustovni, kann leggjast fyri Føroya Rætt í seinasta lagi 8 vikur frá tí, at avgerðin er kunngjørd tí, sum hon viðvíkur. Verður ikki kært innan ásettu tíðarfreistina, er avgerðin hjá Føroya Kærustovni endalig.
§ 29. 3) (Strikað).
Kapittul 9
Revsing og gildiskoma
§ 30. 1) Kappingareftirlitið kann áleggja tí, sum ikki letur Kappingarráðnum ella Kappingareftirlitinum upplýsingar, sum kunnu krevjast eftir hesi lóg, ella sum ikki heldur treytir ella ger eftir boðum, givin eftir hesi lóg, ella fylgir tilsøgn, sum er bindandi sbrt. § 23, stk. 1, dagliga ella vikuliga sekt.
Stk. 2. Sekt áløgd eftir stk. 1. kann verða innheintað við panting saman við innkrevjingarkostnaði. Toll- og Skattstova Føroya fremur pantingina sambært stk. 2 eftir reglunum í skattalógini fyri innkrevjing av skattum.
§ 31. 3) 1) 2) Um ikki harðari revsing er uppiborin eftir aðrari lóggávu, verður við bót revsaður tann, sum tilvitað ella av grovum ósketni
1) brýtur forboðið í § 6, stk. 1,
2) ikki heldur treytir, sum eru álagdar eftir § 8, stk. 3, 2. pkt. ella stk. 4, 2. pkt.,
3) brýtur forboðið í § 11, stk. 1,
4) ikki ger eftir boðum, givin eftir § 12, stk. 1,
5) brýtur fráboðanarskylduna í § 16, stk. 1, ella ikki heldur vanligu fráboðanarfreistina í § 18 a, stk. 3,
6) fremur eina samanlegging, hóast forboð er sett móti hesum eftir § 15, stk. 2, nr. 2, brýtur forboðið móti at fremja eina samanlegging, áðrenn góðkenning er givin eftir § 15, stk. 2, nr. 1, og uttan at loyvi er fingið eftir § 15, stk. 6, ikki lýkur treytir ella boð, ið eru givin eftir § 18, stk. 1-2, ella ikki ger eftir boðum, sum eru givin eftir § 18 b.
7) ikki ger eftir boðum, givin eftir § 6, stk. 4, 1 pkt. ella § 11, stk. 4, 1. pkt, sbrt. § 22,
8) ikki ger eftir tilsøgn, givin eftir § 23,
9) ikki ger eftir boðum, givin eftir § 23, stk. 2,
10) ikki lýkur krøv eftir § 24, stk. 1-2,
11) gevur Kappingareftirlitinum, Kappingarráðnum ella Føroya Kærustovni skeivar ella villleiðandi upplýsingar ella tigur um viðurskifti, sum hava týdning fyri mál ella kanning eftir § 24 a, sum upplýsingar verða savnaðar til.
Stk. 2. 1) Stk. 1, nr. 1 verður ikki at nýta frá tí, at ein avtala er fráboðað Kappingarráðnum, sbrt. § 8, stk. 2 ella stk. 4, og til Kappingarráðið hevur kunngjørt sína avgerð eftir § 8, stk. 2 ella stk. 4.
Stk. 3. Revsiábyrgd kann áleggjast feløgum v.m. (løgfrøðiligir persónar) eftir reglunum í 5. kapitli í revsilógini.
Stk. 4. Er fíggjarligur vinningur fingin við brot á stk. 1 og 2, skal hald leggjast á vinningin eftir reglunum í kapitli 9 í revsilógini. Ber ikki til at leggja hald á vinningin, skal við áseting av revsing takast serligt fyrilit fyri støddini á einum náddum ella ætlaðum fíggjarligum fyrimuni.
Stk. 5. Fyrningarfreistin fyri revsiábyrgd er 5 ár.
§ 32. Løgtingslógin kemur í gildi 1. januar 2008.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 83 frá 6. juni 1997 um kapping.
Stk. 3. Kappingaravmarkandi avtalur, viðtøkur og samskipaður atburður, sum eru á marknaðinum, tá lógin kemur í gildi, og sum eru bannaðar sambært § 6, stk. 1, kunnu, um tey verða fráboðaðar við frítøku fyri eyga eftir § 8 innan 1. juni 2008, halda fram 3 mánaðir eftir, at Kappingarráðið hevur tikið avgerð í málinum, og eisini um Kappingarráðið ikki gevur frávik eftir § 8. Kappingarráðið kann leingja freistina.
Stk. 4. 3) 2) Tær kunngerðir, reglugerðir og reglur, sum eru settar í gildi við heimild í løgtingslóg nr. 83 frá 6. juni 1997 um kapping, eru í gildi, til tær verða settar úr gildi, ella til aðrar verða settar í staðin.
Tórshavn, 3. mai 2007
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Bjarni Djurholm (sign.)
Lm. nr. 110/2006
1) Broytt við løgtingslóg nr. 35 frá 27. apríl 2012.
2) Broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, har § 34 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2022 og samstundis fara løgtingslóg nr. 110 frá 13. desember 2006 um kærunevnd í lendismálum og løgtingslóg nr. 17 frá 8. mai 2008 um Vinnukærunevnd úr gildi.”
3) Broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, har § 19 er soljóðandi: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Kærumál, sum eru reist, tá henda løgtingdslógin kemur gildi, verða viðgjørd av kærumyndugleikanum eftir galdandi lóggávu, áðrenn henda lógin kom í gildi.”