30. apríl 2015Nr. 34
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til mentan og list v.m.
(Heimildir til annan almennan myndugleika ella stovn o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 60 frá 17. mai 2005 um stuðul til mentan og list v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 45 frá 15. mai 2014, verður § 2, stk. 4 orðað soleiðis:
“Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð leggja heimildir sínar sambært stk. 1 og 2 til annan almennan myndugleika ella stovn.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 30. apríl 2015
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 75/2014