Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. apríl 2015Nr. 33
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um grannskoðan av landsroknskapinum v.m. og løgtingslóg um landsins almenna roknskaparhald v.m.
(Styttri tíðarfreistir og heimild at leggja ymiskar frágreiðingar fyri Løgtingið sum uppskot til samtyktar)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 25 frá 21. apríl 1999 um grannskoðan av landsroknskapinum v.m. verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 11, stk. 1, stk. 2 og stk. 3 verður “6 mánaðir” broytt til: “5 mánaðir”.
2. Í § 12, stk 2 verður “10 mánaðir” broytt til: “8 mánaðir”.
3. Í § 19, stk. 1 verður “14 mánaðir” broytt til: “11 mánaðir”.
4. Í § 19, stk. 1 verður orðingin “saman við viðmerkingum sínum” broytt til: “saman við niðurstøðum og viðmerkingum sínum”.
5. Aftaná § 19 verður sett:
“§ 19 a. Løgtingsgrannskoðararnir kunnu leggja aðrar frágreiðingar enn tær, ið eru nevndar í §§ 12, 14, 17 og 18, fyri Løgtingið sum uppskot til samtyktar við niðurstøðum og viðmerkingum sínum.”
§ 2
Í løgtingslóg nr. 33 frá 23. mars 1994 um landsins almenna roknskaparhald v.m. verður gjørd hendan broyting:
1. Í § 1, stk. 1 verður “juni mánaði” broytt til: “mai mánaður”.
2. Danski tvíteksturin í lógini verður strikaður.
§ 3
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Løgtingslógin hevur virknað fyri roknskapir, sum viðvíkja fíggjarárinum 2015 og seinni árum.
Í Tinganesi, 30. apríl 2015
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 140/2014