Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. apríl 2018Nr. 33
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi
(Tillagingar, rættingar og fylgibroytingar)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 3, nr. 13 verður “, royndarfiskiskap og menningarætlanir” broytt til: “og royndarfiskiskap”.
2. § 3, nr. 20 verður orðað soleiðis:
“20) Sølukvota: Nøgd av heildarkvotu ella fiskidøgum, sum er boðin út á uppboði. Sølukvota verður latin keypara sum stutttíðar rættindi fyri eitt fiskiár í senn, miðallong rættindi fyri trý fiskiár í senn ella langtíðar rættindi fyri átta fiskiár í senn. Rættindi, latin sum sølukvota, verða altíð boðin út av nýggjum árið eftir, at tey ganga út.”
3. § 3, nr. 21 verður orðað soleiðis:
“21) Uppboðsárskvota: Nøgd av heildarkvotu ella fiskidøgum, ið verður boðin út, men ikki er sølukvota. Uppboðsárskvota verður latin sum stutttíðar rættindi fyri eitt fiskiár í senn.”
4. Í § 7, stk. 3, 1. pkt. verður “og menningarætlanir” strikað.
5. Í § 14, stk. 3, nr. 1 verður “9.600 tons” broytt til: “12.800 tons”.
6. Í § 14, stk. 3, nr. 2 verður “4.440 tons” broytt til: “7.107 tons”.
7. Í § 23, stk. 2 verður “, royndarfiskiskap og menningarætlanir” broytt til: “og royndarfiskiskap”.
8. Í § 37, stk. 2 verður “gera nærri reglur” broytt til: “áseta nærri treytir”.
9. Í § 41, stk. 1, 1. pkt. verður “undantikin veiðirættindi, latin útróðrarbátum sambært § 26, nr. 3,” strikað.
10. Í § 41 verður sum stk. 7 sett:
“Stk. 7. Brúksskyldan, sambært stk. 1 og 2, fevnir ikki um rættindi latin útróðrarbátum sambært § 27, nr. 3 og onnur rættindi latin hesum bátum, men er tó galdandi fyri rættindi keypt á uppboði sambært §§ 14-18.”
11. § 42, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Egin kvotupartur ella egin árskvota kann avhendast fyri eitt ár í senn ella endaliga til persón ella felag, ella eigara av fiskifari, sum lýkur treytirnar í §§ 5-7 og 9 og 10 eftir reglunum í hesi grein. Avhending kann bert fara fram, um rættindahavari, ið avhendir, fiskiárið frammanundan hevur havt egna árskvotu av fiskaslagnum, ið ætlanin er at avhenda sambært hesi grein, og hevur gagnnýtt í minsta lagi 60% av hesi kvotu. Endalig avhending er ikki loyvd í 2018. Móttakarin yvirtekur tað avhendað við teimum rættindum og skyldum, sum fylgja av egna kvotupartinum ella egnu árskvotuni.”
12. Í § 43, stk. 1 og 2, 1. pkt. verður “§§ 6, 7, 9 og 10” broytt til: “§§ 5-7 og 9 og 10”.
13. Í § 49, stk. 1 verður “, gjørd upp 4. hvønn mánað fyri hvønn fiskiskap ella fiskaslag sær sama tíðarskeið,” strikað, og “skulu” verður broytt til: “skal”.
14. § 49, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann gera undantak frá kravinum í stk. 1 og ásetir nærri reglur um, hvørji fiskasløg, fiskaúrdráttir ella fiskiskapur, heilt ella lutvíst, ella í avmarkað tíðarskeið, eru fevnd av kravinum sambært stk. 1.”
15. § 49, stk. 4 verður orðað soleiðis:
“Stk. 4. Er veiða landað uttanlands í ósamsvari við stk. 1 og 2, skal eigarin av fiskifarinum rinda eitt gjald til landskassan, sum samsvarar við 30% av søluvirðinum av tí nøgd, sum er avreidd uttanlands.”
16. Í § 50, stk. 1 verður 1. pkt. orðað soleiðis:
“Í minsta lagi 25% av allari veiðu hjá føroyskum fiskifari, gjørd upp fyri tíðarskeið, sum landsstýrismaðurin ásetir, skulu bjóðast út um góðkenda uppboðssølu í Føroyum.”
17. § 50, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann gera undantak frá kravinum í stk. 1 og áseta nærri reglur um, hvørji fiskasløg ella fiskaúrdráttir eru fevnd av kravinum sambært stk. 1.”
18. § 51, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Áðrenn fiskiloyvi verður latið, skal tann, sum søkir um fiskiloyvi, vátta, at skipari og manning á fiskifari í tí ávísa fiskiskapinum verða lønt samsvarandi sáttmálum við føroysk manningarfeløg. Er ávísur fiskiskapur ikki fevndur av sáttmálum við føroysk manningarfeløg, skal tann, sum søkir fiskiloyvi, í hvørjum einstøkum føri vátta, at lønarviðurskiftini hjá skipara og manning eru staðfest í skrivligari avtalu millum avvarðandi manningarfeløg og ábyrgdaran av fiskifarinum, sum ávíst í fiskiloyvinum.”
19. Í § 63, 1. pkt. verður aftan á “§ 51, stk. 1” sett: “og 2”.
20. Í § 75, stk. 1 verður sum nr. 19 sett:
“19) 62°47'00"N, 07°12'00"W.”
21. Í § 76, stk. 1 verður 2. pkt. strikað.
22. Í § 79, stk. 3 verður 2. pkt. orðað soleiðis:
“Tó er ikki loyvt at avhenda fiskidagar í bólki 4 A og bólki 4 B til bólk 4 T.”
23. Í § 81, stk. 1, nr. 1 verður aftan á “§ 51, stk. 1” sett: “og 2”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 20. apríl 2018
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 113/2017