Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. apríl 2015Nr. 32
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið
(Serliga skipað skúlatilboð)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 107 frá 29. desember 1998 um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 2, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Útbúgvingin gevur neyðuga grundarlagið undir:
1) framhaldandi yrkisútbúgving eftir løgtingslóg um yrkisútbúgvingar,
2) búskaparbreytini sambært § 2, stk. 2, nr. 1 í løgtingslóg um gymnasialar miðnámsútbúgvingar og
3) einum sjálvstøðugum prógvi.”
2. Í § 2 verða sum stk. 4, 5 og 6 sett:
“Stk. 4. Sum støði undir yrkisútbúgving kann 1 árs útbúgvingin sambært stk. 2 takast í eitt tvey ára tíðarskeið. Landsstýrismaðurin ger nærri reglur fyri leingjan av tíðarskeiði.
Stk. 5. Til næmingar við serligum tørvi kann skúlin skipa og bjóða út serliga skipað skúlatilboð, undir hesum kann skúlin skipa serligar undirvísingarbreytir.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um treytir og mannagongdir í sambandi við serliga skipað skúlatilboð sambært stk. 5.”
3. Í § 15 verður aftaná stk. 2 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 3. Landskassin fíggjar serliga skipað skúlatilboð sambært § 2, stk. 5.”
Stk. 3 verður eftir hetta stk. 4.
4. § 15, stk. 3, sum verður stk. 4, verður orðað soleiðis:
“Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um ásetingarnar í stk. 1, 2 og 3.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 30. apríl 2015
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 108/2014