Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. apríl 2015Nr. 31
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Toll- og skattafyrisiting
(Bindandi svar o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 169 frá 30. desember 1997 um Toll- og skattafyrisiting, sum broytt við løgtingslóg nr. 147 frá 17. desember 2001, løgtingslóg nr. 100 frá 20. desember 2002 og løgtingslóg nr. 15 frá 4. mars 2005, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Kapittul 1 verður orðaður soleiðis:
“Kapittul 1
TAKS
§ 1. TAKS er fyrisitingarliga skipað undir landsstýrismanninum í fíggjarmálum.
§ 2. TAKS ger á hvørjum ári eina virkisætlan fyri stovnin.
Stk. 2. TAKS ger vegleiðingar viðvíkjandi skattaálíkningini og toll- og avgjaldsfyrisitingini.
Stk. 3. Toll- og Skattaráð Føroya skal góðkenna tær vegleiðingar, sum umrøddar eru í stk. 2.
§ 3. Um TAKS heldur, at ein avgerð, sum er tikin av einari kommunalari skattakærunevnd, ikki er bein, kann TAKS við samtykki frá Toll- og Skattaráði Føroya innan 4 vikur eru lidnar frá tí, at TAKS fekk boð um avgerðina, leggja hana fyri Skatta- og Avgjaldskærunevndina.
§ 4. TAKS hevur skyldu at skipa fyri hóskandi eindum. Landsstýrismaðurin í skattamálum skal góðkenna talið á eindum og ger av, hvar í landinum eindir skulu vera.
§ 5. TAKS er líkningarvaldið og tekur sær av allari skattaálíkning. Somuleiðis er TAKS toll- og avgjaldsvaldið.
Stk. 2. Um sjálvuppgávan, ognaruppgerðin o.tíl. eru latin inn til ásetta tíð, skal skattaálíkningin verða gjørd í seinasta lagi 31. oktober árið eftir, at inntøkuárið er úti.
Stk. 3. TAKS kann vegna kæru ella eftir nærri kanning av skattaálíkningini hjá einstøkum skattaborgarum taka hesa upp aftur eftir, at tíðarfreistin í stk. 2 er farin, og gera neyðugar broytingar í skattaálíkningini.
Stk. 4. Tá TAKS biður um tað, hevur ein kommuna skyldu til at geva TAKS allar upplýsingar viðvíkjandi einum skattaborgara, sum kunnu vera við til, at TAKS kann gera eina sanna og rætta skattaálíkning.
§ 6. Hevur TAKS ikki góðtikið sjálvuppgávuna hjá skattgjaldara, sum hann hevur latið inn rættstundis, skal TAKS boða skattgjaldaranum at koma á fund við umboð fyri TAKS, ella geva honum møguleika til skrivliga at veita greiniligar upplýsingar og prógv. Í hesum føri, og eisini tá ið rættstundis sjálvuppgáva ikki er latin inn, skal TAKS skrivliga gera skattgjaldaran kunnugan við broytingina av inntøku hansara, orsøkina til broytingina og vegleiðing um kærumøguleika.
§ 7. Verður skattaálíkningin vegna kæru ella við nærri kanning, sbr. § 5, stk. 3, tikin upp aftur til nærri viðgerðar av TAKS og møguliga broytt, skal verða givið skattgjaldara loyvi til skrivliga ella munnliga at veita greiniligar upplýsingar og prógv. Í hesum føri skal í fráboðanini til skattgjaldara verða givin grundgeving fyri broytingini og kæruvegleiðing.
Stk. 2. Reglurnar í §§ 6 og 7 eru ikki galdandi í teimum førum, har ein broyting verður gjørd eftir áheitan frá skattgjaldaranum sjálvum, og har hann fær fult viðhald. Skattgjaldarin skal tó altíð hava skrivlig boð um broytingina.
§ 8. Kæra um skattaálíkningina eftir reglunum í §§ 6 og 7 verður send kommunalu skattakærunevndini. Kæran skal vera skrivlig, og grundgeving fyri kæruni skal vera við, og skal hon vera móttikin, áðrenn 4 vikur eru farnar frá tí, skattgjaldari hevur fingið boð um skattaálíkningina, sum kært verður um.
Stk. 2. Kæra um avgerðina hjá kommunalu skattakærunevndini ella bindandi svar eftir §§ 25c-25g verður sent Skatta- og Avgjaldskærunevndini, og skal slík kæra verða send inn í seinasta lagi 4 vikur eftir, at skattgjaldari hevur fingið boð um avgerðina.
§ 9. Samstundis, sum sjálvuppgávan verður send skattgjaldarunum, fær eftirlit stovnsins ein navnalista yvir allar persónar, feløg o.s.fr., sum skulu setast í skatt í ymsu kommununum.
Stk. 2. Í serstaka deild á navnalistanum verða settir allir persónar, feløg, stovnar og deyðsbúgv, sum ikki eiga heima her á landi, men sum í kommunu hava tílíka inntøku, sum nevnd er í § 2 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
§ 10. TAKS sendir 2. yrkadag í november kommununum ein lista við skattskyldugu inntøkuni hjá hvørjum einstøkum skattgjaldara í kommununi.
Stk. 2. Listin, ið umrøddur er í stk. 1, verður dagin eftir móttøku lagdur fram í kommununi til alment eftirlit í 11 dagar á høgligum staði fyri íbúgvarnar, eftir at tað frammanundan er kunngjørt soleiðis, sum vanligt er í kommununi. Á listanum skal verða sagt frá, at skattgjaldari hevur høvi til at kæra um skattaálíkningina hjá sær og øðrum skattaborgarum til TAKS, um hann ikki heldur, at skattaálíkningin hjá honum sjálvum ella øðrum skattaborgara er bein.
Stk. 3. Verður skattgjaldari, sum ikki stendur á navnalistanum, sambært avgerð frá hægri valdi skrivaður á listan og settur í skatt, skal TAKS heita á hann um at lata inn sjálvuppgávu innan hóskandi freist, sum TAKS setur. Hann verður so settur í skatt eftir somu reglum, sum galda fyri vanliga skattaálíkning, uttan tað, at freistin fyri at senda TAKS kæru um skattaásetingina er 14 dagar frá tí, at hann fekk at vita av henni.
Stk. 4. Skattalistin má ikki almannakunngerast á annan hátt, enn ásett er í stk. 2.
§ 11. Í seinasta lagi 1. november sendir TAKS kommunum upplýsingar um allar inntøkur og frádráttir frá árinum frammanundan hjá hvørjum einstøkum skattgjaldara í kommununi. Kommunurnar gera sínar viðmerkingar til álíkningina hjá TAKS.
Stk. 2. Tað áliggur TAKS at kanna viðmerkingarnar, sum kommunurnar gera, og boða kommununum frá úrslitinum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin í skattamálum kann áseta neyvari reglur um, hvørjar inntøku- og frádráttarupplýsingar skulu latast eftir stk. 1, nýtsluna av hesum, og at partar av hesum upplýsingum kunnu latast í árinum fyri 1. november.”
2. Kapittul 2 verður strikaður.
3. Í § 15, stk. 2 verður “Økisskrivstovan” og tvær staðni “økisskrivstovuna” broytt til: “TAKS”.
4. Í § 15, stk. 3 og § 20, stk. 1 verður “økisskrivstovan” broytt til: “TAKS”.
5. Í § 15, stk. 5, 2. pkt. verður “Toll- og Skattstovan” broytt til: “TAKS”.
6. Í § 16 verður “Toll- og Skattstovuni”, “Toll- og Skattstovuna í økinum” og “Økisskrivstovuni” broytt til: “TAKS”.
7. Í § 19, stk. 1 verður “Toll- og Skattstova Føroya” broytt til: “TAKS”.
8. Í § 20, stk. 1 verður fýra staðni “Stýrinum” broytt til: “TAKS”, og “tær á øllum økisskrivstovum fara” verður broytt til: “farið verður”.
9. Í § 20, stk. 2 verður fýra staðni “Stýrinum” broytt til: “TAKS”, tvær staðni “økisskrivstovurnar hava” broytt til: “TAKS áður hevur”, og tvær staðni “Stýrið” broytt til “TAKS”.
10. § 21, 1. pkt. verður orðað soleiðis:
“Øll tey, sum Toll- og Skattaráðið hevur sett í skatt, broytt skattaálíkningina hjá, álagt toll- og avgjald ella givið bindandi svar eftir §§ 25c-25g, kunnu kæra avgerðirnar til Skatta- og avgjaldskærunevndina.”
11. Í § 24, stk. 1 verður “økisskrivstovurnar” broytt til: “TAKS” og “Stýrið” strikað.
12. Í § 25, stk. 1 og 2 verður tríggja staðni “Stýrið” og eina staðni “Stýrinum” broytt til: “TAKS”.
13. Í § 25, stk. 3 verður “økisskrivstovan” broytt til: “TAKS” og “, møguliga Stýrið” strikað.
14. Í § 25 a verður “Økisskrivstovurnar, Stýrið” broytt til: “TAKS” og “15. mars ávikavist 1. juni” broytt til: “1. mai, 1. juni ella 1. juli, alt eftir, nær sjálvuppgávan skal latast inn,”.
15. Í § 25 b, stk. 1, nr. 4 verður “Um” broytt til: “§ 25 a er ikki galdandi fyri TAKS, um”.
16. Í § 25 b, stk. 1, nr. 6 verður “Stýrið” broytt til: “TAKS”.
17. Aftaná § 25 b verður sett:
“Kapittul 6 a
Bindandi svar
§ 25 c. Øll kunnu frá TAKS fáa bindandi svar upp á spurning um, hvørjar skattligu avleiðingarnar fyri spyrjaran eru av eini gerð, tá TAKS hevur heimild at taka avgerð í málinum, sbr. tó stk. 3. Spurningurin kann viðvíkja gerðum, sum spyrjarin hevur framt ella ætlar sær at fremja.
Stk. 2. Øll kunnu frá TAKS fáa bindandi svar upp á spurning um skattligu avleiðingarnar fyri onnur enn spyrjaran av eini gerð, sum spyrjarin ætlar at fremja, tá TAKS hevur heimild at taka avgerð í málinum, sbr. tó stk. 3.
Stk. 3. Bindandi svar verður ikki latið, um spurningurin viðvíkur skattligu avleiðingunum av tolllóggávuni. Bindandi svar verður heldur ikki latið, tá spurningurin viðvíkur loyvi ella undantaksloyvi viðvíkjandi ætlaðari gerð.
Stk. 4. TAKS skal leggja eina umbøn um bindandi svar fyri Toll- og skattaráðið til avgerðar í hesum førum:
1) Svarið kann fáa avleiðingar fyri fleiri skattgjaldarar.
2) Svarið snýr seg um stór fíggjarlig virði.
3) Svarið viðvíkur tulking av nýggjari lóggávu.
4) Almenningurin hevur ella væntast at fáa stóran áhuga fyri málinum.
§ 25 d. Í hesum førum kann bindandi svar um áseting av skatti einans verða givið, um fleiri biðja um svarið:
1) Tá ið biðið verður um bindandi svar um áseting av skatti av gávu, skulu bæði gávugevari og gávumóttakari biðja um svarið.
2) Tá ið biðið verður um bindandi svar um áseting av skatti, og viðurskiftini eru fevnd av § 37 a í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt ella um viðurskiftini millum høvuðspartaeigara og eitt felag, sum hesin hevur tamarhald á, skulu allir partar biðja um svarið. Tá ið avgjørt verður, um talan er um høvuðspartaeigara, verður lýsingin í § 13, stk. 3 í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi nýtt.
§ 25 e. Samstundis, sum umbøn um bindandi svar verður latin TAKS, skal gjald rindast.
Stk. 2. Gjaldið verður ásett soleiðis:
1) kr. 2.100 fyri umbøn um bindandi svar sbrt. § 25 c, stk. 1.
2) kr. 10.500 fyri umbøn um bindandi svar sbrt. § 25 c, stk. 2.
3) kr. 350 fyri hvønn byrjaðan arbeiðstíma oman fyri 40 tímar, sum ískoyti til gjaldið í nr. 1 og 2.
Stk. 3. Gjaldið verður endurgoldið, um umbønin verður avvíst.
§ 25 f. Ein umbøn um bindandi svar skal vera skrivlig og skal fevna um allar tær upplýsingar, sum eru av týdningi fyri svarið, og sum eru tøkar hjá spyrjaranum. Meta TAKS ella Toll- og skattaráðið, at spurningurin ikki er nóg væl lýstur, kann spyrjarin verða biðin um fleiri upplýsingar ella skjalprógv. Eftirlíkar spyrjarin ikki hesari umbøn áðrenn rímiliga freist, kann spurningurin verða avvístur, ella svarið avmarkað til tey viðurskifti, sum metast at vera nóg væl lýst.
Stk. 2. TAKS og Toll- og skattaráðið kunnu nokta at veita bindandi svar, um spurningurin ikki kann verða svaraður við neyðugari vissu, ella onnur atlit tala ímóti bindandi svari.
Stk. 3. Ein avgerð eftir stk. 1 ella 2 kann ikki kærast fyrisitingarliga.
§ 25 g. Eitt bindandi svar sbrt. hesi løgtingslóg er bindandi fyri TAKS í 5 ár, roknað frá móttøku spyrjarans av svarinum. Svarið er bindandi fyri tey viðurskifti, sum spyrjarin lýsir í spurninginum. Viðvíkur svarið avgjøldum, verða tey 5 árini roknað frá byrjanini av tí avgjaldstíðarskeiði, tá spyrjarin fær svarið. Í svarinum kann tó verða nágreinað, at svarið er bindandi í styttri tíðarskeið. Avmarkingin av bindingartíðarskeiðinum er ikki galdandi, tá bindandi svarið tekur støðu til skattliga virknaðin av seinni umstøðum, sum eru endaliga ásettar í umbønini.
Stk. 2. Eitt svar er ikki bindandi, um so er, at umstøðurnar, sum eru grundarlag undir svarinum, eru fyri broytingum.
Stk. 3. Eitt svar, sum viðvíkur tulking av tvískattasáttmála, er ikki bindandi, um útlendskir skattamyndugleikar gera eina øðrvísi meting av spurninginum.
Stk. 4. Ein avgerð, sum verður tikin sbrt. § 245 í bekendtgørelse af anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed, er bindandi fyri TAKS og Toll- og skattaráðið í sambandi við viðgerðina av spurninginum.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2015.
Í Tinganesi, 30. apríl 2015
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 112/2014