Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
14. apríl 2014Nr. 31
Løgtingslóg um ávís starvsfólkaviðurskifti, tá heimatænastan, eldrarøktin v.m. verður løgd til kommunur at umsita
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Henda løgtingslóg er galdandi fyri allar løntakarar, ið ikki eru tænastumenn, og sum starvast hjá Almannaverkinum við heimatænastu, eldrarøkt v.m., tá hendan tænasta verður løgd til kommunurnar at umsita 1. januar 2015.
Stk. 2. Kommuna í hesi lóg kann eisini skiljast sum eitt kommunalt samstarv sambært løgtingslóg um kommunalt samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m.
§ 2. Kommunan yvirtekur tey starvsfólk hjá landinum, sum heilt ella í mestan mun hava fingist við tann partin av tænastuni, ið verður løgd til kommununa at umsita sbrt. løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m.
Stk. 2. Kommunan tekur beinleiðis við teimum rættindum og skyldum mótvegis teimum í stk. 1 nevndu starvsfólkum, sum eru galdandi tann dagin, yvirtøkan verður framd, sambært
1) sáttmála ella avtalu,
2) ásetingum um løn og arbeiðsviðurskifti, sum eru ásett ella góðkend av almennum myndugleika og
3) persónligum avtalum um løn og arbeiðsviðurskifti.
§ 3. At siga løntakara úr starvi, grundað á, at tænastan verður løgd til kommunurnar at umsita, verður ikki mett at vera rímiliga grundað í viðurskiftum myndugleikans, uttan so, at uppsøgnin er grundað á fíggjarligar, tekniskar ella fyriskipanarligar grundir, sum føra við sær broytingar í starvsviðurskiftunum.
Stk. 2. Um so er, at løntakari ógildar avtaluna, tí at yvirtøkan førir við sær munandi broytingar í arbeiðsumstøðunum til ampa fyri løntakaran, verður málið viðgjørt á sama hátt, sum tá talan er um, at arbeiðsgevarin sigur upp løntakaran.
§ 4. Umboð fyri teir løntakarar, sum verða nervaðir av yvirtøkuni, varðveita eftir yvirtøkuna rættarstøðu sína og virki sítt, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. Um yvirtøkan førir við sær, at tað ikki longur er grundarlag fyri løntakaraumboðan, er løntakaraumboðið framhaldandi fevnt av teimum reglum um vernd av løntakaraumboðum, sum vóru galdandi á viðkomandi øki, tá ið yvirtøkan varð framd. Henda vernd er galdandi í eitt tíðarskeið, sum samsvarar við vanliga uppsagnarfreist hjá viðkomandi løntakara.
§ 5. Í seinasta lagi innan 5 vikur eftir yvirtøkuna skal kommunan boða viðkomandi yrkisfelag frá, um so er, at kommunan ikki ynskir at taka við sáttmálunum, sum eru galdandi fyri løntakararnar ella partar av løntakarunum á viðkomandi øki. Verður hetta ikki gjørt, hevur kommunan tikið við sáttmálanum.
Stk. 2. Um so er, at kommunan ikki ætlar at taka við sáttmálunum og hevur gjørt sáttmálar við onnur fakfeløg um arbeiði av tílíkum slagi, hava løntakarar rætt til samráðingar við kommununa um nýggjan sáttmála.
§ 6. Landið skal í góðari tíð frammanundan útflytingini boða løntakaraumboðum, og har sum eingi løntakaraumboð eru, hvørjum einstøkum løntakara, frá:
1) nær útflytingin verður framd,
2) løgfrøðiligu, fíggjarligu og sosialu fylgjunum fyri løntakaran, og
3) hvussu umstøðurnar annars væntandi kunnu verða fyri løntakaran í sambandi við útflytingina.
Stk. 2. Um kommunan frammanundan hevur starvsfólk, ið verða nervað av yvirtøkuni, er stk. 1 samsvarandi galdandi fyri kommununa í mun til hesi starvsfólk.
§ 7. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 14. apríl 2014
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 72/2013