Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Mentamálaráðið
  • Útgávudagur: 08-05-2015
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2015 A - Løgtingslóg 30 frá 30. apríl 2015
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

30. apríl 2015Nr. 30

Løgtingslóg um upphavsrætt

(Upphavsrættarlógin)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

Kapittul 1

Allýsing og málsevni

Verk og upphavsmaður

§ 1. Sum verk verða roknað bókmentaverk og listaverk í røðu og riti, leikrit, leiklist, tónlist, myndlist, byggilist, filmar, fotolist, brúklist og aðrar samsvarandi listagreinir uttan mun til, hvussu ella í hvørjum sniði verkið verður skapað.

Stk. 2. Kort, strikumyndir, tekningar, snið, modellir og annað líknandi tilfar, sum upplýsa um eitt evni, ella sum geva nærri frágreiðing um eitt evni, verða í hesum viðfangi mett á sama hátt sum bókmentaverk. Hetta er eisini galdandi fyri telduforrit.

Stk. 3. Tann, ið skapar eitt verk, er upphavsmaður og hevur upphavsrætt til verkið samsvarandi ásetingunum í hesi lóg.

Stk. 4. Upphavsmaður hevur ræðisrætt og einkarætt til at gera eintøk av sínum verki og geva tað út í upprunaligum ella broyttum líki, í týðing ella aðrari tillaging.

Framleiðsla og útgáva

§ 2. Framleitt eintak er eitthvørt beinleiðis ella óbeinleiðis, fyribils ella varandi eintak, í fullum ella lutvísum líki, uttan mun til framleiðsluhátt ella framleiðslusnið. Framleiðsla er eisini at goyma verk á tóli, ið kann endurgeva tað.

Stk. 2. Verk er tøkt fyri almenninginum, tá ið tað verður:

1)   boðið alment til sølu, til láns, til leigu ella givið sum gáva,

2)   sýnt fram alment,

3)   framført alment.

Stk. 3. Almenn framførsla sambært stk. 2, nr. 3 er eisini, tá ið:

1)   verk verða flutt almenninginum kaðalborið ella tráðleyst, eitt nú gjøgnum kringvarp ella annað tól, tá ið almenningurin hevur atgongd til verkini á sjálvvaldum staði og til sjálvvalda tíð,

2)   verk verða framførd á einum virki fyri einum størri skara, sum annars hevði verið mettur sum ikki-almennur.

Upplýsing um upphavsmannin

§ 3. Álagt er, at navnið á upphavsmanninum verður upplýst, har tað hóskar, bæði á eintøkum, og tá ið verkið verður almannakunngjørt.

Stk. 2. Loyvt er ikki at broyta í einum verki ella at kunngera tað á slíkan hátt ella í slíkum samanhangi, sum ger, at heiður ella serkenni upphavsmansins verða skerd.

Stk. 3. Upphavsmaður kann ikki siga rættin sambært hesi grein frá sær, uttan tá ið talan er um brúk, sum er avmarkað bæði í mun til slag og tilfar.

Almannakunngerðing og útgáva

§ 4. Eitt verk er almannakunngjørt, tá tað á lógligan hátt er atkomandi hjá almenninginum.

Stk. 2. Eitt verk er útgivið, tá ið upphavsmaður hevur givið samtykki til, at eintøk av verkinum verða boðin til sølu ella á annan hátt spjadd alment.

Týðing og tillaging

§ 5. Tann, sum týðir eitt verk, umskrivar tað til annað brúk, broytir tað úr einari bókmentagrein ella listagrein í aðra, ella sum ger aðra tillaging av verkinum, hevur upphavsrættin til broytta verkið. Hesin upphavsrættur gevur tó ikki ræðisrætt til verkið á ein hátt, sum er ósambæriligur við upphavsrættin til frumverkið.

Stk. 2. Verður eitt verk brúkt sum fyrimynd ella á annan hátt er grundarlag undir øðrum nýggjum og sjálvstøðugum verki, er nýggja verkið ikki knýtt at upphavsrættinum til frumverkið.

Savnverk

§ 6. Tá ið verk ella partar av verkum hjá einum ella fleiri upphavsmonnum verða savnað saman í savnverk, hevur tann, sum hevur sett verkini saman, upphavsrættin til hetta. Hesin upphavsrættur skerjir ikki upphavsrættin til einstøku verkini.

Felagsverk

§ 7. Tá ið tveir persónar ella fleiri eru upphavsmenn at sama verki, og ikki er tilskilað, hvørji avrik hvør teirra eigur, eiga teir saman upphavsrættin til verkið. Teir kunnu tó hvør sær átala brot á upphavsrættin.

Meting um upphavsmannin

§ 8. Upphavsmaður at einum verki er, til annað verður ásannað, tann, sum á vanligan hátt er skrivaður ella lýstur sum upphavsmaður, tá ið verkið verður almannakunngjørt. Hetta er eisini galdandi fyri upphavsmenn, sum skriva undir dulnevni ella nýta annað frámerki, tá ið almenningurin veit, hvør dulnevndi er.

Stk. 2. Tá ið verk verður givið út, uttan at upphavsmaðurin verður nevndur samsvarandi stk. 1, verður útgevarin settur í hansara stað, til navn hansara er kunngjørt í nýggjari útgávu.

Almenn skjøl

§ 9. Lógir, kunngerðir, rundskriv frá myndugleikum, reglugerðir, dómar og onnur líknandi skjøl, sum tað almenna letur gera, eru ikki vard av upphavsrætti.

Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 er ikki galdandi fyri verk, sum eru sjálvstøðug íkast til tey í stk. 1 nevndu skjøl. Hesi verk kunnu tó verða endurgivin saman við almennu skjølunum. Onnur nýtsla av verkunum er fevnd av upphavsrætti.

Verja sambært aðrari lóggávu

§ 10. Verja sambært lóg um design útilokar ikki upphavsrætt.

Kapittul 2

Avmarkingar av upphavsrætti

§ 11. Avmarking av upphavsrættinum sambært hesum kapitli skerjir ikki rættin hjá upphavsmanni sambært § 3, sbr. tó § 30.

Stk. 2. Tá verk verður brúkt sambært hesum kapitli, má verkið ikki broytast í størri mun, enn loyvda brúkið krevur. Verður verk endurgivið alment, skal keldan verða tilskilað soleiðis, sum góður siður er.

Stk. 3. Tá verk verður brúkt sambært hesum kapitli, er tað ikki loyvt at framleiða eintøk við støði í endurgeving av verkinum í ósamsvari við § 2 ella við at fara uttanum tøkniligar skipanir, sbr. § 54. Ásetingin í 1. pkt. fevnir ikki um framleiðslu av eintøkum sambært ásetingum um avhending av skyldueintøkum í løgtingslóg um bókasøvn.

Stk. 4. Tað er loyvt at framleiða fyribils eintøk, ið

1)   eru tilvildarlig ella eru til í eitt stutt bil,

2)   eru óloysandi og munandi partur av einari tøkniligari tilgongd,

3)   einans hava til endamáls at gera eitt millumlið ført fyri at senda verk til onnur í einum netverki ella at gera tað møguligt at nýta verkið á lógligan hátt og

4)   ikki hava sjálvstøðugt fíggjarligt virði.

Stk. 5. Ásetingarnar í stk. 4 eru ikki galdandi fyri telduforrit og dátugrunnar.

Eintøk til egið brúk

§ 12. Av almannakunngjørdum verkum kann einhvør framleiða ella lata framleiða einstøk eintøk til egið brúk, um so er, at hetta ikki verður gjørt við vinningi fyri eyga. Slík eintøk mugu ikki nýtast á annan hátt.

Stk. 2. Ásetingarnar í stk. 1 geva ikki rættindi til

1)   at byggja eitt bygningsverk,

2)   at framleiða eitt eintak av listaverki við stoyping, prenti av upprunaplátu ella á nakran annan hátt, sum kann geva ta fatan, at eintakið kann metast sum frumverk,

3)   at framleiða eintøk av talgildum telduforritum,

4)   at framleiða eintøk av talgildum dátugrunni, tá ið eintøk verða framleidd við støði í einari endurgeving av talgilda dátugrunninum, ella

5)   at framleiða einstøk talgild eintøk av øðrum verkum enn telduforritum og dátugrunnum, uttan so at henda framleiðsla einans verður gjørd til egið brúk hjá framleiðaranum ella húski hansara.

Stk. 3. Uttan mun til ásetingina í stk. 2, nr. 5 er ikki loyvt uttan samtykki frá upphavsmanninum at framleiða talgilt eintak av einum eintaki, sum er lænt ella leigað.

Stk. 4. Ásetingin í stk. 1 gevur ikki rætt til at nýta fremmant hjálparfólk, tá talan er um framleiðslu av eintaki av

1)   tónlist,

2)   filmslist,

3)   bókmentaligum verki, um fremmant hjálparfólk virkar við vinnuligum endamáli,

4)   brúklist, ella

5)   listaverki, um eintakið hevur skap av eini listaligari endurgeving.

Stk. 5. Í mun til framleiðslu av eintaki av tónlist og filmslist gevur ásetingin í stk. 1 ikki brúkara rætt til at nýta tøkniskipan, sum er tøk fyri borgarunum á bókasøvnum, í handilshølum ella á øðrum almennum støðum. Sama er galdandi fyri bókmentalig verk, um tøkniskipanin er gjørd tøk við vinningi fyri eyga.

Eintøk innan undirvísingarvirksemi

§ 13. Til brúk innan undirvísingarvirksemi er loyvt at framleiða eintøk av útgivnum verkum og umvegis upptøku at gera eintøk av verkum, ið verða send í útvarpi ella sjónvarpi, um treytirnar fyri avtaluloyvi sambært § 42 eru loknar. Nevndu eintøk kunnu bert brúkast innan undirvísingarvirksemi, og nevnda brúk skal harumframt lúka treytirnar í avtaluni, sbr. § 42.

Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 um upptøku er ikki galdandi fyri filmslist, sum er at meta sum partur av vanligari filmsskrá av spælifilmum hjá biografum, uttan so at minni brot av verkinum er víst í sjónvarpi.

Stk. 3. Ásetingin í stk. 1 um framleiðslu av útgivnum verkum er ikki galdandi fyri talgild telduforrit.

Stk. 4. Lærarar og næmingar kunnu sum liður í undirvísingarvirksemi gera upptøkur av teirra egnu framførslum av verkum, um so er, at hetta ikki verður gjørt við vinnuligum endamáli. Upptøkurnar mugu ikki nýtast á annan hátt.

Stk. 5. Um partur metir, at góðkendur felagsskapur sambært § 40 setir órímiligar treytir í avtaluna, kunnu partarnir hvør sær leggja málið fyri semingsmann sambært § 44. Semingsmaðurin kann áseta treytirnar, har ímillum avgera støddina á viðurlagnum.

Eintøk innan almennar og privatar stovnar, felagsskapir og vinnuvirki

§ 14. Við avtalu sambært § 42 kunnu almennir og privatir stovnar, felagsskapir og vinnuvirki til innanhýsis nýtslu í teirra virksemi umvegis ljósprent ella líknandi framleiða eintøk av yrkisligum greinum í bløðum, tíðarritum og ritsøvnum og av stuttum brotum av útgivnum yrkisligum verkum, tónleikaverkum og myndlýsingum, sum eru endurgivin í tilknýti til tekstin, um treytirnar fyri avtaluloyvi sambært § 42 eru loknar.

Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 gevur nevndu stovnum og virkjum rætt til at nýta uttanhýsis hjálparfólk at framleiða innan karmarnar av stk. 1.

Stk. 3. Um partur metir, at góðkendur felagsskapur sambært § 40 setir órímiligar treytir í avtaluna, kunnu partarnir hvør sær leggja málið fyri semingsmann sambært § 44. Semingsmaðurin kann áseta treytirnar, har ímillum avgera støddina á viðurlagnum.

Á sjúkrahúsi, røktarheimi, í fongsli o.a.

§ 15. Sjúkrahús, røktarheim, fongsul og dagstovnar á almannaøkinum og sjúkrarøktarøkinum kunnu til stutt varandi brúk taka upp verk, sum verða send í útvarpi og sjónvarpi, til at vísa forskotið fyri búfólkunum.

Stk. 2. Nýtsla sambært stk. 1 má tó ikki gerast við vinnuligum endamáli, og møguligur kostnaður fyri brúkararnar kann ikki vera størri enn kostnaðurin fyri at gera upptøkurnar.

Stk. 3. Upptøkurnar kunnu bert nýtast innanhýsis á stovninum.

Útflýggjan av vardum tilfari frá musealum søvnum

§ 16. Við avtalu sambært § 42 kunnu almenn søvn eftir bílegging frá brúkara endurgeva talgildar greinar í bløðum, tíðarritum og ritsøvnum og av stuttum brotum úr bókum og øðrum útgivnum bókmentaverkum eins og myndatilfari og nótum í tilknýti til tekstin til viðkomandi brúkara; tó undantikið útvarpssendingar og sjónvarpssendingar ella av øðrum verkum á slíkan hátt, at almenningurin fær atgongd til tey á sjálvvaldum staði og til sjálvvalda tíð, sbr. § 2, stk. 3, nr. 1.

Stk. 2. Fæst ikki semja um viðurlagið, kunnu partarnir hvør sær leggja málið fyri semingsmann sambært § 44.

Stk. 3. Søvnini kunnu framleiða eintøk av vardum verkum, ljóð- og myndaupptøkum, fotomyndum og skráum uttan samtykki frá rættindahavarum. Rætturin til at framleiða eintøk er treytaður av, at framleiðslan er neyðug í virksemi savnsins.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um rættin hjá søvnum sambært stk. 3.

Til fólk við lesitarni og hoyritarni

§ 17. Til blind, sjónveik, fólk, ið bera talubrek, deyv og til persónar annars, sum vegna brek ikki eru førir fyri at lesa prentaðan tekst, er loyvt at endurgeva og at spjaða eintøk av útgivnum verkum, tá ið hetta er serliga ætlað til nýtslu hjá nevndu persónum. Ásetingin í 1. pkt. er ikki galdandi fyri endurgeving ella spjaðing av eintøkum við vinningi fyri eyga.

Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 er ikki galdandi fyri ljóðupptøkur av bókmentaverkum ella endurgeving av ljóðupptøku, ið einans er ljóðupptøka av tónlistaverkum.

Stk. 3. Ljóðupptøkur av útgivnum bókmentaligum verkum kunnu endurgevast og spjaðast til nýtslu hjá fólki við lesitarni, tá ið hetta ikki verður gjørt við vinningi fyri eyga. Upphavsmaður hevur krav upp á viðurlag. Er ikki semja millum partarnar um støddina á viðurlagnum, kunnu partarnir hvør sær leggja málið fyri semingsmann, sambært § 44.

Stk. 4. Landsstovnar og kommunalir stovnar og aðrir sosialir ella almannagagnligir stovnar kunnu til brúk fyri fólki við lesitarni og hoyritarni framleiða eintøk av verkum, sum verða send í útvarpi og sjónvarpi, um treytirnar fyri avtaluloyvi sambært § 42 eru loknar. Slík upptøka má bert brúkast innan fyri karmarnar av avtaluni.

Framleiðsla av savnverki til brúk í undirvísingarvirksemi o.tíl.

§ 18. Minni partar av bókmentaligum verkum og tónlist ella eitt minni vav av einum tílíkum verki kann til brúk í undirvísingarvirksemi endurgevast í savnverki, samansett av íkastum frá einum størri skara av upphavsmonnum, tá ið fimm ár eru liðin frá árinum, tá ið verkið varð útgivið. Í tilknýti til tekstin er eisini loyvt at endurgeva listaverk og verk av frágreiðandi slagi, sbr. § 1, stk. 2, tá ið fimm ár eru liðin frá tí ári, at verkið varð tøkt fyri almenninginum. Upphavsmaður hevur krav upp á viðurlag. Fæst ikki semja um viðurlagið, kunnu partarnir hvør sær leggja málið fyri semingsmann sambært § 44.

Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 fevnir ikki um verk, sum eru gjørd til brúk í undirvísingarvirksemi, ella um endurgevingin er gjørd við vinningi fyri eyga.

Stk. 3. Einstakir útgivnir sangtekstir kunnu endurgevast í sangheftum til brúk hjá luttakarum á fundi, tó mugu ikki gerast fleiri enn 1.200 eintøk av hvørjum sanghefti.

Spjaðing av eintøkum

§ 19. Tá ið eintak av verki við loyvi frá upphavsmanninum er selt ella á annan hátt avhendað til onnur, kann eintakið spjaðast víðari.

Stk. 2. Tað er tó ikki loyvt at leiga eintøk av einum verki út til almenningin uttan loyvi frá upphavsmanni. Hetta er tó ikki galdandi fyri bygningar og brúklist.

Stk. 3. Ásetingin í stk. 1 loyvir ikki útláni av eintaki av filmslist og talgildum telduforriti uttan loyvi frá upphavsmanni. Undantikið er tó talgilt telduforrit, sum er partur av einum bókmentaligum verki, og sum verður lænt út saman við tí.

Stk. 4. Stk. 1 skerjir ikki rættin til at fáa tillutað bókasavnsgjald sambært løgtingslóg um bókasøvn.

At vísa eintøk

§ 20. Tá ið eitt verk er útgivið, ella tá ið upphavsmaður hevur avhendað eitt eintak av listaverki, kunnu útgivnu ella avhendaðu eintøkini vísast alment.

Almenn framførsla

§ 21. Eitt útgivið verk, sum ikki er leiklist ella filmslist, kann framførast alment

1)   við høvi, har áhoyrarar ella áskoðarar hava ókeypis atgongd, um framførslan ikki er týðandi fyri høvið, og framførslan ikki fer fram við vinningi fyri eyga, og

2)   tá ið framførslan fer fram í sambandi við gudstænastu ella undirvísing.

Stk. 2. Ásetingin í stk. 1, nr. 2 fevnir ikki um framførslu í útvarpi ella sjónvarpi og í undirvísingarvirksemi, sum fer fram við vinningi fyri eyga.

Sitat

§ 22. Tað er loyvt at sitera eitt almannakunngjørt verk samsvarandi góðum siði og í tí vavi, sum er treytað av endamálinum.

Endurgeving av listaverkum o.a.

§ 23. Almannakunngjørd listaverk og verk av frágreiðandi slagi sambært § 1, stk. 2 kunnu endurgevast í sambandi við ummæli ella í sambandi við vísindaliga lýsing ella tulking. Endurgeving sambært hesi áseting skal gerast saman við tekstinum soleiðis, sum góður siður er og í tí vavi, sum er treytað av endamálinum. Hetta má ikki gerast við vinningi fyri eyga.

Stk. 2. Almannakunngjørd listaverk kunnu endurgevast í sambandi við umrøðu av gerandishendingum í bløðum og tíðarritum soleiðis, sum góður siður krevur og í tí vavi, sum treytast av endamálinum. Ásetingin í 1. pkt. er ikki galdandi fyri verk, ið eru framleidd við atliti at endurgeving í bløðum og tíðarritum.

Stk. 3. Útgivin listaverk ella eintøk av listaverki, ið upphavsmaðurin hevur avhendað til onnur, kunnu endurgevast í bløðum, tíðarritum, filmi og sjónvarpi, tá henda endurgeving ikki er tað berandi í tí høpi.

Endurgeving í kunnandi tilfari um sølu og líknandi

§ 24. Listaverk, ið er partur av einum savni, ella sum á annan hátt verður boðið til sølu, kann endurgevast í skráum yvir savnið. Tílík listaverk kunnu harumframt endurgevast í fráboðan um framsýning ella sølu, har ímillum verða flutt almenninginum sambært § 2, stk. 3, nr. 1.

Stk. 2. Tá listaverk varandi er sett upp við veg ella á plássi, har atkomuligt er hjá almenninginum, kann listaverkið verða avmyndað. Ásetingin í 1. pkt. er tó ikki galdandi, um listaverkið er høvuðsevnið í myndini, og myndin verður tikin við vinningi fyri eyga.

Stk. 3. Bygningar kunnu frítt avmyndast.

§ 25. Almannakunngjørd listaverk kunnu endurgevast, um treytirnar fyri avtaluloyvi sambært § 42 eru loknar. Hetta er tó ikki galdandi, um upphavsmaður hevur sett bann móti nøkrum av avtalupørtunum viðvíkjandi endurgeving av verkinum.

Stk. 2. Um partur metir, at góðkendur felagsskapur sambært § 40 setir órímiligar treytir í avtaluna, kunnu partarnir hvør sær leggja málið fyri semingsmann sambært § 44. Semingsmaðurin kann áseta treytirnar, har ímillum avgera støddina á viðurlagnum.

Tíðindafrásøgn frá hending ella hátíðarhaldi

§ 26. Tá ið framførsla ella framsýning av einum verki er partur av einari gerandishending, og gerandishendingin verður endurgivin á filmi, í útvarpi ella sjónvarpi, kann verkið verða tikið við í tann mun, at endurgevingin av verkinum er ein natúrligur partur av gerandishendingini ella hátíðarhaldinum.

Alment kjak

§ 27. Loyvt er at endurgeva almennar samráðingar á Løgtingi, í býráðum og bygdaráðum og hjá øðrum alment valdum myndugleikum, á rættarfundum og almennum umboðsfundum, har almennir spurningar verða umrøddir.

Stk. 2. Upphavsmaðurin hevur einkarætt til at geva út savn av sínum egna íkasti til kjakið, sambært stk. 1.

Innlit

§ 28. Upphavsrætturin er ikki til hindurs fyri, at tað verður givið innlit í vard verk, sum eru latin einum fyrisitingarligum myndugleika ella latin einum dómstóli í sambandi við virksemi hjá myndugleikanum, har ímillum at onnur krevja innlit í eintøk av skjølum samsvarandi galdandi innlitsrætti. Tað sama ger seg galdandi fyri verk, sum myndugleikin ella dómstólurin hevur framleitt.

Stk. 2. Upphavsrætturin er ikki til hindurs fyri, at tað verður givið atgeingi til skjøl, sum eru avhend til eitt alment skjalasavn, tó er hetta treytað av, at ásetingarnar um atgeingi í løgtingslóg um Føroya landsskjalasavn verða hildnar. Tó mugu avrit av privatum savnsskjølum ikki verða útflýggjað.

Stk. 3. Innlit í tilfar sambært stk. 1 og 2, er treytað av, at verkið ikki verður almannakunngjørt, ella at eintøk verða gjørd, spjadd ella nýtt á annan hátt uttan so, at upphavsmaðurin loyvir hesum.

Nýtsla av vardum verkum í umsitingini

§ 29. Í tí vavi, sum er treytað av endamálinum, er loyvt at endurgeva verk í sambandi við

1)   rættarmál og mál, sum verða viðgjørd í fyrisitingarligum nevndum o.l.

2)   málsviðgerð innan almennu fyrisitingina og stovnar undir Løgtinginum.

Stk. 2. Nýtsla á annan hátt, enn nevnt í stk. 1, er treytað av galdandi lógarásetingum.

Broyting av bygningi og brúkslutum

§ 30. Bygningar kunnu broytast av ánaranum uttan loyvi frá upphavsmanninum, um broytingin er av tøkniávum ella praktiskum atlitum at nýtsluni av bygninginum.

Stk. 2. Brúkslutir kunnu broytast av ánaranum uttan loyvi frá upphavsmanninum.

Kringvarp

§ 31. Kringvarp Føroya og kringvarpsstøð við sendiloyvi sambært løgtingslóg um kringvarp kunnu senda tilfar, sum er útgivið, tá ið avtala um viðurlag fyriliggur við upphavsrættarfelag sambært § 42. Hetta er tó ikki galdandi fyri pall- og filmsverk.

Stk. 2. Almannakunngjørd verk, sum Kringvarp Føroya hevur framleitt, og sum eru í miðlasavni Kringvarpsins, kunnu verða endursend, og almenningurin kann fáa atgongd til tey á sjálvvaldum staði og til sjálvvalda tíð, tá ið avtala um viðurlag fyriliggur við upphavsrættarfelag sambært § 42. Ásetingin er eisini galdandi fyri sendingar, sum eru gjørdar, tá henda lóg kom í gildi.

Stk. 3. Kringvarpsstøð ella framleiðari av kringvarpssending skal samtykkja, at annar miðil kringvarpar sendingina. Kringvarpssendingin kann ikki uttan samtykki avmyndast ella takast upp á band, film ella annan útbúnað, sum kann endurgeva sendingina.

Stk. 4. Upphavsmaður kann banna kringvarpsstøð nýtslu sambært stk. 1.

Stk. 5. Stendst ósemja millum kringvarpsstøð og upphavsrættarfelagsskap, kann hvør av pørtunum leggja málið fyri semingsmann, sbr. § 44.

Stk. 6. Ásetingarnar í § 1, stk. 2-4, § 7, § 11, stk. 2-5, § 12, stk. 1, stk. 2, nr. 5, stk. 3, stk. 4, nr. 2 og stk. 5, 1. pkt., §§ 13, 15 og 16, § 17, stk. 1, 2 og 4, § 18, stk. 1 og 2, § 19, stk. 1 og 2, §§ 21, 22, 26, 28 og 29, § 31, stk. 2, §§ 32, 34, 35, 39, 46 og 47 og § 49, stk. 2 og 3, §§ 50 og 56 eru eisini galdandi fyri útvarpssendingar og kringvarpssendingar.

Stk. 7. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um endursending, um útflýggjan av upptøkum, um endurvarping av vardum tilfari, og hvussu upphavsmaður kann banna nýtslu av sínum verki í kringvarpi, um viðurskifti, tá ið upphavsrætturin er latin øðrum at umsita, um tá sent verður umvegis fylgisvein og um ósemju í sambandi við nýtslu av vardum tilfari. Harumframt verða ásettar reglur um goymslu av fyribils og tilvildarligum upptøkum í kringvarpi, sum skulu nýtast í seinni sendingum.

§ 32. Almannakunngjørd verk, sum eru partar av framleiðsluni hjá Kringvarpi Føroya, kunnu, tá ið avtala er gjørd við góðkendan upphavsrættarfelagsskap sambært hesi lóg, endursendast, framførast av Kringvarpi Føroya og gerast tøk fyri almenninginum á sjálvvaldum staði og til sjálvvalda tíð, sbr. § 2, stk. 3, nr.1, annað lið.

Stk. 2. Upphavsmaður kann banna kringvarpsstøð nýtslu sambært stk. 1.

§ 32 a. Til at nýta í teirra sendingum kunnu kringvarpsstøðir taka upp verk á band, film ella annan miðil, ið kann endurgeva verkið, treytað av, at kringvarpsstøðin hevur rætt til at senda verkið.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um goymslu og nýtslu av hesum fyribils og tilvildarligu upptøkunum.

§ 33. Kjaksendingar í útvarpi og sjónvarpi, har mál av almennum áhuga verða umrødd, kunnu frítt endurgevast. Upphavsmaðurin hevur tó einkarætt at útgeva savn við egnum ískoytum.

§ 34. Fjølmiðlar og kringvarpsstøðir kunnu eftir áheitan útflýggja upptøkur av egnum útvarpssendingum og egnum sjónvarpssendingum til teirra, ið hava verið við í viðkomandi sending, ella sum kenna seg eyðmýkt av viðferð ella umrøðu í sendingini. Upptøkur sambært hesi áseting eru bert til privata nýtslu.

§ 35. Verk, ið verða send tráðleyst í útvarpi ella sjónvarpi, kunnu víðarisendast samstundis og óbroytt umvegis kaðalkervi og til almenningin umvegis útvarpskervi, tá avtala við felagsskap sambært § 42 er gjørd. Henda áseting er ikki galdandi fyri tey rættindi, sum útvarps- og sjónvarpsfeløg eiga.

Stk. 2. Uttan mun til stk. 1 kunnu verk, ið eru partar av tráðleysari útvarps- ella sjónvarpssending, ið verða móttikin við egnari antennu, sendast umvegis kaðalkervi, ið ikki fevnir um fleiri enn tvær samanbindingar.

Stk. 3. Eigarin av kaðalkervinum ber ábyrgdina av, at avtala verður gjørd við avvarðandi upphavsrættarfelag. Er avtalan við upphavsrættarfelagið orðað soleiðis, at kravt verður inn fyri hvørja samanbinding, er tað brúkarin av tí einstøku samanbindingini, ið ber ábyrgdina av at rinda sín part. Sama er galdandi, um semingsmaður í upphavsrættarmálum í einum máli ásetir ávíst gjald fyri hvørja samanbinding.

Stk. 4. Verk, ið verða send í útvarpi ella sjónvarpi, kunnu á annan hátt enn nevnt í stk. 1 verða endurgivin av øðrum, um treytirnar fyri avtaluloyvi eru loknar. Framleiðsla av eintøkum og at gera verk tøk fyri almenninginum á sjálvvaldum staði og til sjálvvalda tíð, sbr. § 2, stk. 3, nr. 1, skal verða sent í tíðarsamanhangandi tilknýti til sendingina.

Stk. 5. Verk, sum útvarp ella sjónvarp gera tøk fyri almenninginum á sjálvvaldum stað til sjálvvalda tíð, sbr. § 2, stk. 3, nr. 1, kunnu gerast tøk av øðrum á ein hátt, at almenningurin fær atgeingi til verkini á einum sjálvvaldum stað og til sjálvvalda tíð, um verkini verða gjørd tøk fyri almenninginum á nevnda hátt og til somu tíð, sum útvarp ella sjónvarp gera verkini tøk fyri almenninginum, og treytirnar fyri avtaluloyvi eru loknar. Tað er loyvt at framleiða eintøk, sum eru neyðug fyri, at verkini kunnu verða gjørd tøk fyri almenninginum sambært hesi áseting.

Stk. 6. Ásetingarnar í stk. 4 og 5 eru ikki galdandi, um upphavsmaður yvirfyri brúkara ella felagsskapi bannar nýtsluna av sínum verki. Ásetingarnar eru ikki galdandi fyri rættindi, sum útvarp ella sjónvarp sjálvt er eigari av.

Stk. 7. Um partur metir, at góðkendur felagsskapur sambært § 40 setir órímiligar treytir í avtaluna, kunnu partarnir hvør sær leggja málið fyri semingsmann sambært § 44. Semingsmaðurin kann áseta treytirnar, har ímillum avgera støddina á viðurlagnum.

Dátugrunnar, telduforrit o.l.

§ 36. Tann, ið hevur rætt at nýta eitt telduforrit, hevur loyvi til at:

1)   framleiða eintøk av telduforritinum og gera tillagingar í tí, sum eru neyðugar fyri at brúka forritið til ætlaða endamálið, herundir at rætta villur í forritinum,

2)   framleiða trygdareintak av forritinum, um tað er neyðugt fyri at brúka tað, og

3)   hyggja at, kanna ella royndarkoyra telduforrit fyri at staðfesta, hvørji hugskot og mannagongdir eru nýtt í einstøku lutunum í telduforritinum, um hetta verður gjørt í sambandi við, at forrit verður lisið, víst á skíggja, koyrt, flutt, goymt ella líknandi, sum viðkomandi hevur rætt at útinna.

Stk. 2. Rætturin at nýta ein dátugrunn fevnir eisini um átøk, ið eru neyðug til tess at fáa atgongd til innihaldið í dátugrunninum og útinna vanliga nýtslu av hesum innihaldi.

Stk. 3. Víkjast kann ikki frá ásetingunum í stk. 1, nr. 2 og 3 og stk. 2 við avtalu.

Týðing av kotum og samkoyring

§ 37. Tað er loyvt at framleiða eintøk av kotum til telduforrit og at týða kotuna, tá ið hetta er ein treyt fyri at útvega tær upplýsingar, sum eru neyðugar til tess at fáa til vega samkoyring millum eitt sjálvstøðugt framleitt forrit og onnur forrit, um so er, at:

1)   gerðirnar verða framdar av loyvishava, ella av øðrum persóni, ið hevur rætt til at brúka eitt eintak av einum forriti, ella vegna persón, ið hevur loyvi til hetta,

2)   tær upplýsingar, sum eru neyðugar til tess at fáa til vega samkoyring, ikki áður hava verið lætt og skjótt atgeingiligar hjá teimum í nr. 1 nevndu persónum, og

3)   gerðirnar eru avmarkaðar til teir partar av tí upprunaliga forritinum, sum eru neyðugir til tess at fáa til vega samkoyring.

Stk. 2. Tær upplýsingar, sum eru útvegaðar í sambandi við stk. 1, kunnu ikki:

1)   brúkast til annað endamál enn at gera tað sjálvstøðugt framleidda forritið samkoyriligt,

2)   latast triðja persóni, uttan tá ið hetta er neyðugt til tess at gera hetta sjálvstøðugt framleidda forritið samkoyriligt, ella

3)   brúkast til menning, framleiðslu ella marknaðarføring av einum forriti, sum í sínum stíli í víðastu merking samsvarar við tað upprunaliga, ella til nakað annað, sum er brot á upphavsrættin.

Stk. 3. Víkjast kann ikki frá ásetingunum í stk. 1 og 2 við avtalu.

Fylgirættarviðurlag

§ 38. Upphavsmaður hevur rætt til fylgirættargjald, tá ið eintak av listaverki verður endurselt. Henda áseting fevnir um eintøk av listaverkum, sum upphavsmaðurin hevur gjørt í avmarkaðum tali, ella sum eru gjørd í avmarkaðum tali við loyvi frá upphavsmanninum. Ásetingin í 1. pkt. fevnir ikki um bygningsverk.

Stk. 2. Fylgirættargjald verður rindað við endursølu, um so er, at seljarin, keyparin ella millummaðurin arbeiðir á listaverkamarknaðinum, eitt nú á einum uppboðsstovni, í einum listaverkahandli ella í eini listaverkasølu. Seljarin ella millummaðurin tekur sær av gjaldinum. Arbeiðir einans keyparin á listaverkamarknaðinum, skal hann einsamallur fáa gjaldið til vega.

Stk. 3. Fyri at sølan skal vera fevnd av hesi áseting, skal søluupphæddin vera í minsta lagi 300 evrur (uttan mvg) fyri eintakið. Samlaða fylgirættargjaldið verður ikki hægri enn 12.500 evrur (uttan mvg) fyri eintakið.

Stk. 4. Gjaldið verður roknað soleiðis:

1)   10% av tí parti av søluvirðinum, ið svarar til í mesta lagi 3.000 evrur (uttan mvg).

2)   5% av tí parti av søluvirðinum, ið liggur ímillum 3.000,01 og 50.000 evrur (uttan mvg).

3)   3% av tí parti av søluvirðinum, ið liggur ímillum 50.000,01 og 200.000 evrur (uttan mvg).

4)   1% av tí parti av søluvirðinum, ið liggur ímillum 200.000,01 og 350.000 evrur (uttan mvg).

5)   0,5% av tí parti av søluvirðinum, ið liggur ímillum 350.000,01 og 500.000 evrur (uttan mvg).

6)   0,25% av tí parti av søluvirðinum, ið liggur omanfyri 500.000,01 evrur (uttan mvg).

Stk. 5. Bert felagsskapir, ið virka við loyvi frá landsstýrismanninum, sbr. § 40, kunnu krevja inn fylgirættargjøld. Bert ein felagsskapur innan ávísa listagrein fær loyvi at krevja inn fylgirættargjald í senn. Felagsskapurin stendur sjálvur fyri innkrevjing og afturbering av gjøldum og skal um gjørligt umboða øll listafólk innan ávísa listagrein. Eisini listafólk, ið ikki eru limir í felagsskapinum, kunnu gera krav upp á fylgirættargjald mótvegis felagsskapinum.

Stk. 6. Teir í stk. 2 nevndu seljarar og millummenn skulu: árliga senda uppgerð, váttað av grannskoðara, yvir sølu, sum er fevnd av ásetingunum um fylgirættargjald, til tann í § 39, stk. 2 nevnda felagsskap, og eftir áheitan frá felagsskapinum veita alla ta kunning, sum er neyðug fyri at tryggja, at røtt gjøld verða rindað fyri sølu, sum farin er fram síðstu 3 árini. Henda kunning skal verða send felagsskapinum, áðrenn 4 vikur eru farnar frá móttøku av áheitanini.

1)   árliga senda uppgerð, váttað av grannskoðara, yvir sølu, sum er fevnd av ásetingunum um fylgirættargjald, til tann í § 39, stk. 2 nevnda felagsskap, og

2)   eftir áheitan frá felagsskapinum veita alla ta kunning, sum er neyðug fyri at tryggja, at røtt gjøld verða rindað fyri sølu, sum farin er fram síðstu 3 árini. Henda kunning skal verða send felagsskapinum, áðrenn 4 vikur eru farnar frá móttøku av áheitanini.

Stk. 7. Hevur felagsskapurin ikki fingið ta í stk. 6, nr. 2 nevndu kunning, áðrenn 30 dagar eru farnir, kann felagsskapurin gera eina meting av, hvussu nógv skal verða rindað í fylgirættargjaldi í sambandi við endursøluna og innkrevja gjaldið.

Kapittul 3

Felags umsiting av upphavsrættargjøldum

Felags umsiting av viðurlagi

§ 39. Upphavsmaður, útinnandi listafólk og tann, sum hevur rættindi sambært hesi lóg, hevur rætt til viðurlag, tá verk verður nýtt samsvarandi hesi lóg.

Stk. 2. Viðurlagið kann verða kravt inn av felagsskapi, sum umboðar upphavsmenn, útinnandi listafólk og tey, sum hava rættindi sambært hesi lóg.

Góðkenning av upphavsrættarfelagsskapi

§ 40. Felagsskapur, sum umboðar upphavsmenn innan ávísa listagrein, skal hava loyvi frá landsstýrismanninum til tess at útinna sítt virksemi í Føroyum. Felagsskapur fær loyvi til ávíst virksemi eftir umsókn og skal umboða allar rættindahavarar innan ávísa listagrein uttan mun til limaskap. Landsstýrismaðurin kann seta treytir í loyvinum og kann gera av, at felagsskapur, sum fær loyvi, fatar um fleiri feløg, sum umboða tey, sum hava rættindi sambært hesi lóg.

Stk. 2. Loyvið er galdandi í fimm álmanakkaár í senn og er treytað av, at felagsskapurin alla tíðina lýkur loyvistreytirnar.

Stk. 3. Felagsskapurin skal í øllum loyvisskeiðnum

1)   umboða ein munandi part av upphavsmonnum til tey verk ella tey sløg av verkum, sum verða brúkt í Føroyum,

2)   eftir umbøn lata landsstýrismanninum allar upplýsingar um tey viðurskifti, sum eru neyðug fyri, at landsstýrismaðurin kann eftirkanna, um felagsskapurin alla tíðina lýkur loyvistreytirnar,

3)   boða landsstýrismanninum frá øllum viðurskiftum, sum kunnu hava týdning fyri góðkenningina,

4)   árliga senda landsstýrismanninum góðkendan roknskap og

5)   virka innan fyri karmarnar av galdandi lóggávu og Føroya altjóða skyldum á upphavsrættarøkinum.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir neyvari reglur og treytir um loyvi sbrt. stk. 1. Ásettar verða reglur um eitt nú krøv til felagsskapin, um karmarnar fyri virksemið, krøv til gjaldskráir, um treytir í loyvum og avtalum, sum felagsskapurin kann gera við brúkarar, harundir upplýsingar, sum felagsskapurin kann krevja frá brúkaranum, um reglur um innkrevjing og afturbering av upphavsrættargjøldum.

Avrokningartreytir

§ 41. Viðurlag, sum felagsskapurin krevur inn, skal avroknast til viðkomandi upphavsmann.

Stk. 2. Felagsskapurin dregur frá tí í stk. 1 nevndu upphæddini eitt rímiligt gjald fyri umsiting.

Stk. 3. Felagsskapurin avroknar eisini við upphavsmenn, sum ikki eru limir í felagnum.

Stk. 4. Tá ið viðurlag verður býtt millum upphavsmenn, skal ikki gerast munur á limum og ikki-limum. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um stødd og útrokningargrundarlag av umsitingargjaldi sbrt. stk. 2.

Stk. 5. Upphavsmenn, ið ikki eru limir, kunnu krevja viðurlag frá felagsskapinum, um teirra verk eru brúkt, hóast tað ikki er tilskilað í avtaluni ella í viðurlagsreglum hjá felagsskapinum. Kravið kann bert rættast móti felagsskapinum.

Stk. 6. Fæst ikki semja um viðurlagið, kann hvør av pørtunum leggja málið fyri semingsmann, sbr. § 44.

Avtala um viðurlag fyri brúk av vardum verki

§ 42. Avtaluloyvi sambært hesi lóg hevur brúkari, ið hevur gjørt avtalu við felagsskap, sum innan ávísa listagrein umboðar upphavsmenn at einum týðandi parti av teimum verkum, ið verða brúkt í Føroyum. Hetta er tó ikki galdandi, um upphavsmaður hevur sett bann fyri, at nakar av avtalupørtunum kann brúka verk hansara.

Stk. 2. Ein avtala um brúk av vardum verkum skal vera ítøkilig og snúgva seg um ávísa nýtslu og vav av nýtsluni.

Stk. 3. Avtalan gevur brúkara rætt til at nýta verkið uttan loyvi frá upphavsmanninum, eisini hóast upphavsmaðurin ikki er limur í felagsskapinum, sum krevur inn upphavsrættargjøldini.

Fyrning av viðurlagi

§ 43. Viðurlag fyri nýtslu av vardum verki fyrnar 3 ár frá ársenda av tí árinum, tá ið verkið var nýtt.

Stk. 2. Tá góðkendur felagsskapur ger krav um viðurlag galdandi, hevur upphavsmaður ta freist, sum er ásett í stk. 1, at gera sítt krav galdandi mótvegis felagsskapinum.

Stk. 3. Skrivlig áheitan steðgar fyrning.

Seming

§ 44. Ósemja millum felagsskap, sbr. § 39, stk. 2, ella rættindahavarar, sum ikki eru limir í felagsskapi, og brúkara um nýtslu av vardum verkum, og ósemja um viðurlag sambært avtalu við felagsskapin verður loyst við einum óheftum semingsmanni.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin setir semingsmann sambært stk. 1 og varamann hansara, og landsstýrismaðurin ásetir neyvari reglur um førleikakrøv til semingsmann og heimildir hjá semingsmanni, herímillum at semingsmaður kann taka støðu til, um uppskotnar treytir fyri nýtslu av vardum verkum eru rímiligar, um støddin á viðurlagnum er rímilig, at semingsmaðurin kann geva fyribils avtaluloyvi, meðan málið verður viðgjørt, og at semingsmaðurin kann fáa álagt ávísar uppgávur, sum semingin skal fevna um.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir lønartreytir og setanartreytirnar hjá semingsmanni. Útreiðslurnar til semingsmann verða javnbýttar millum partarnar í málinum, sum bera útreiðslurnar við samábyrgd. Eru fleiri partar, bera allir partar útreiðslurnar við samábyrgd.

Stk. 4. Løgtingslóg um fyrisitingarlóg og løgtingslóg um innlit í fyrisitingina eru ikki galdandi fyri virksemið hjá semingsmanni.

Kapittul 4

Onnur rættindi

Útinnandi listafólk

§ 45. Uttan samtykki frá útinnandi listafólki kann framførsla hjá útinnandi listafólki av bókmentaverki ella listaverki ikki:

1)   takast upp á band, film ella annan útbúnað, sum kann endurgeva framførsluna, ella

2)   gerast tøk fyri almenninginum.

Stk. 2. Er annað ikki avtalað, merkir avtala millum útinnandi listafólk og filmsframleiðara um luttøku í upptøkuni eisini, at rætturin til at leiga filmin út er avhendur til filmsframleiðaran.

Stk. 3. Ásetingarnar í §§ 2, 3 og 6, § 11, § 12, stk. 1, stk. 2, nr. 5, stk. 3, stk. 4, nr. 1 og stk. 5, 1. pkt., §§ 13, 15 og 16, § 17, stk. 1, 2 og 4, § 18, stk. 1 og 2, § 19, stk. 1 og 2, §§ 21, 22, 26, 28 og 29, § 31, stk. 2, §§ 32, 32a, 34, 35, 39-43, 57-59, 61 og 62 eru eisini galdandi fyri framførslur hjá útinnandi listafólki og upptøkur av hesum framførslum.

Framleiðari av ljóðupptøku

§ 46. Uttan samtykki frá framleiðara kann ljóðupptøka ikki eftirgerast ella gerast tøk fyri almenninginum.

Stk. 2. Ásetingarnar í § 2, § 6, stk. 1, § 11, stk. 2-5, § 12, stk. 1, stk. 2, nr. 5, stk. 3, stk. 4, nr. 1 og stk. 5, 1. pkt., §§ 13, 15 og 16, § 17, stk. 1, 2 og 4, § 18, stk. 1 og 2, § 19, stk. 1 og 2, §§ 21, 22, 26, 28 og 29, § 31, stk. 2, §§ 32, 32a, 34 og 39-43 eru eisini galdandi fyri ljóðupptøkur.

 

§ 46 a. Uttan mun til ásetingarnar í § 46, stk. 1, §§ 66 og 67 kunnu útgivnar ljóðupptøkur kringvarpast í útvarpi og sjónvarpi og til aðra almenna framførslu. Ásetingin loyvir ikki, at útgivnar ljóðupptøkur verða gjørdar tøkar fyri almenninginum á sjálvvaldum staði og til sjálvvalda tíð, sbr. § 2, stk. 3, nr. 1, annað lið.

Stk. 2. Útinnandi listafólk og framleiðarar av ljóðupptøku skulu hava viðurlag fyri framførsluna. Viðurlagið kann bert verða kravt inn av felagsskapi, ið er góðkendur av landsstýrismanninum, og sum umboðar bæði útinnandi listafólk og framleiðarar av ljóðupptøkum. Fæst ikki semja um viðurlagið, kann hvør av pørtunum leggja málið fyri semingsmann, sbr. § 44.

Stk. 3. Ásetingarnar í stk. 1 og 2 eru ikki galdandi fyri kringvarping og aðra almenna framførslu av filmverkum, tá ljóð og mynd verða kringvarpað ella framførd samstundis.

Stk. 4. Um brúkari av útgivnum ljóðupptøkum ikki rindar í samsvari við avtalu ella avgerð semingsmansins, kann við dómi staðfestast, at nýtslan er treytað av samtykki frá rættindahavara, til goldið er.

Framleiðari av myndatøkum

§ 47. Uttan samtykki frá framleiðara kann myndatøka ikki eftirgerast ella gerast tøk fyri almenninginum.

Stk. 2. Ásetingarnar í § 2, § 6, stk. 1, § 11, stk. 2-5, § 12, stk. 1, stk. 2, nr. 5, stk. 3, stk. 4, nr. 2 og stk. 5, 1. pkt., §§ 13, 15 og 16, § 17, stk. 1 og 4, § 18, stk. 1 og 2, § 19, stk. 1 og 2, §§ 22, 26, 28 og 29, § 31, stk. 2, §§ 32-34 og 39-43 eru eisini galdandi fyri myndatøkur.

Framleiðari av fotomyndum

§ 48. Tann, ið framleiðir fotomynd, hevur einkarætt til at framleiða eintøk av myndini og til at gera myndina tøka hjá almenninginum.

Stk. 2. Ásetingarnar í §§ 2, 3, 6, 9 og 11, § 12, stk. 1, nr. 5, og stk. 3, §§ 13-16, § 17, stk. 1 og 4, § 18, stk. 1 og 2, § 19, stk. 1 og 2, §§ 20, 21 og 23, § 24, stk. 1 og 2, § 26, §§ 28-32a, §§ 34-35, §§ 39-43, §§ 57-59 og §§ 62-64 eru eisini galdandi fyri fotomyndir.

Framleiðari av vørulista, dátugrunni o.a.

§ 49. Tann, ið framleiðir eitt katalog, eina skrá, ein dátugrunn ella líknandi, hevur einkarætt til avrikið. Einkarætturin fevnir um framleiðslu av eintaki og um at gera avrikið tøkt fyri almenninginum. Einkarætturin er treytaður av, at omanfyri nevnda avrikið setir eina størri mongd av upplýsingum saman ella stendst av einari týðandi íløgu.

Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 fevnir eisini um smærri lutir av avrikinum, um hesir verða gjørdir tøkir hjá almenninginum, ella eintøk verða framleidd fleiri ferðir, regluliga ella á skipaðan hátt. Sama ger seg galdandi, um nevndu gerðir ikki kunnu metast at vera vanlig nýtsla av avrikinum ella á órímiligan hátt skaða lógfestu áhugamál framleiðarans.

Stk. 3. Verður avrik ella partur av avriki, sum nevnt í stk. 1, vart av upphavsrætti ella á annan hátt, kann henda verja eisini gerast galdandi.

Stk. 4. Ásetingarnar í §§ 2, 4, 7, 8 og 9, § 11, stk. 2 og 3, § 12, stk. 1, stk. 2, nr. 4, stk. 4, nr. 3 og stk. 5, 2. pkt., §§ 13-17, § 18, stk. 1 og 2, § 19, stk. 1 og 2, §§ 20-22 og 26, §§ 28, 29 og 31-35, § 36, stk. 2 og 3 og §§ 39-43 fevna eisini um tey í stk. 1 nevndu avrikini.

Stk. 5. Avtalutreytir, ið víðka framleiðarans rætt sambært stk. 1 til eitt almannakunngjørt avrik, eru ógildugar.

Tíðindaskriv

§ 50. Uttan samtykki er ikki loyvt at endurgeva tíðindaskriv, ið eftir avtalu verða útflýggjað frá útlendskari tíðindastovu ella frá útsendum tíðindafólki fyrr enn 12 tímar eftir, at tíðindini vórðu almannakunngjørd í Føroyum.

Kapittul 5

Ymiskar ásetingar

Tittul, dulnevni og frámerki

§ 51. Hevur ein upphavsmaður nýtt serligan tittul, dulnevni ella frámerki á einum verki, ið er givið út, kunnu onnur ikki almannakunngera eitt verk við sama frámerki ella einum frámerki, ið er so meinlíkt, at misskiljingar kunnu standast av hesum.

Stk. 2. Verður eitt verk almannakunngjørt, áðrenn 3 mánaðir eru farnir frá tí, at fyrra verkið var almannakunngjørt, er ásetingin í stk. 1 ikki galdandi, uttan so at samanblanding trúliga er tilætlað.

At seta undirskrift á listaverk

§ 52. Eingin kann seta navnið á upphavsmanninum ella eyðkenni hansara á eitt listaverk uttan so, at upphavsmaðurin hevur givið loyvi til hetta.

Stk. 2. Undir ongum umstøðum kann navn ella frámerki verða sett á eitt eintak, ið gjørt verður eftir einum listaverki, um vandi er fyri, at eftirgerðin og frumgerðin verða blandað saman.

Kapittul 6

Tøkniligur útbúnaður

Amboð til uttanumvik av tøkniligum útbúnaði

§ 53. Loyvt er ikki at selja ella í handilsligum høpi at hava um hendur amboð, sum hevur sum einasta endamál at lætta um ólógliga burturtøku ella uttanumvik av tøkniligum útbúnaði, sum er í brúki til tess at verja telduforrit.

Munadyggur tøkniligur útbúnaður

§ 54. Loyvt er ikki uttan loyvi frá upphavsmanninum at fara uttan um munadyggan tøkniligan útbúnað.

Stk. 2. Tað er ikki loyvt at framleiða, flyta inn, spjaða, selja, leiga út, lýsa við sølu ella útleigan ella við handilsligum endamáli at hava í ogn skipanir, framleiðingar ella tilfarsliðir, sum:

1)   eru fyri sølufremjan, sølulýsing ella marknaðarføring til tess at fara uttan um munadyggan tøkniligan útbúnað,

2)   bert í avmarkaðan mun hava annað handilsligt endamál ella aðra handilsliga nýtslu enn tað at fara uttan um munadyggan tøkniligan útbúnað, ella

3)   eru ment, framleitt, tillagað ella framt við tí endamáli at gera tað møguligt ella gagna tí at fara uttan um munadyggan tøkniligan útbúnað.

Stk. 3. Ásetingin í stk. 2 verður somuleiðis nýtt til tænastuveitingar.

Stk. 4. Við munadyggan tøkniligan útbúnað í stk. 1 og 2 er at skilja øll sløg av munadyggum tøkniligum útbúnaði, sum í síni vanligu nýtslu hava til endamáls at verja verk, aðra framleiðslu o.a. sambært hesi lóg.

Stk. 5. Ásetingarnar í stk. 1-4 galda ikki fyri vernd av telduforritum.

Stk. 6. Ásetingarnar í stk. 1-4 eru ikki til hindurs fyri gransking í bronglan.

Loyvt uttanumvik av munadyggum  tøkniligum útbúnaði

§ 55. Landsstýrismaðurin kann áleggja rættindahavara, sum hevur nýtt tøkniligan útbúnað, at lata brúkara fáa tað, sum honum tørvar, til tess at hann kann nýta sín rætt sambært lógini. Gongur rættindahavari ikki kravinum á møti, áðrenn 4 vikur eru farnar frá tí, at avgerð er tikin, kann brúkarin, uttan mun til § 54, fara uttan um munadyggan tøkniligan útbúnað. Ásetingin í 1. og 2. pkt. er bert galdandi fyri brúkara, sum hevur lógliga atgongd til verkið ella framleiðsluna o.a.

Stk. 2. Stk. 1 er bert galdandi, tá ið rættindahavarin ikki hevur tryggjað, at brúkari, uttan mun til nýtta munadygga tøkniliga útbúnaðin, kann brúka sín rætt sambært stk. 1 við sjálvbodnum útbúnaði, harundir avtalu við aðrar partar.

Stk. 3. Ásetingin í stk. 1 er ikki galdandi fyri verk, framleiðslu o.a., sum við avtalu er skipað soleiðis, at almenningurin fær atgongd til tað á sjálvvaldum staði og til sjálvvalda tíð, sbr. § 2, stk. 3, nr. 1.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann leggja heimildirnar sambært hesi grein til semingsmannin ella annan almennan myndugleika at umsita.

Elektrónisk rættindaumsiting

§ 56. Loyvt er ikki uttan játtan frá rættindahavaranum at:

1)   taka burtur ella broyta elektróniskar upplýsingar um rættindaumsiting ella

2)   spjaða eintøk, innflyta við tí endamáli at spjaða eintøk ella flyta almenninginum verk og aðra framleiðslu o.a., har tær elektrónisku upplýsingarnar um rættindaumsiting eru tiknar burtur ella broyttar uttan játtan.

Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 verður bert nýtt, um henda gerð verður framd av einum persóni, sum veit ella átti at vitað, at gerðin hevur við sær, ger møguliga, lættir um ella fjalir eitt brot á rættin til eitt verk ella eina aðra framleiðslu o.a., sum er vart sambært hesi lóg.

Kapittul 7

Sundurbýti av upphavsrætti

Avhending

§ 57. Upphavsmaður kann partvís ella til fulnar avhenda síni rættindi sambært hesi lóg. Tó kann rætturin til upphavsrættargjøld og tey rættindi, sum eru ásett í §§ 3 og 38, ikki verða avhend.

Stk. 2. Verður eintak av verki latið øðrum til ognar, er ikki talan um, at upphavsrættur til verkið verður avhendur.

Stk. 3. Hevur upphavsmaður avhendað ein rætt til at gera brúk av verkinum á ein ávísan hátt ella við ávísum miðlum, gevur avhendingin ikki eigaranum rætt til at gera brúk av verkinum á ein annan hátt ella við øðrum miðlum.

Stk. 4. Við avtalu kann víkjast frá ásetingunum í §§ 58-64, har annað ikki er ásett.

Nýtsluskylda hjá tí, ið rættindi eru avhend til

§ 58. Tann, sum upphavsrættindi eru avhend til, hevur skyldu at brúka rættindini. Upphavsmaður kann siga avtaluna um avhendingina upp við 6 mánaða varningi, um so er, at ætlaða brúkið ikki er byrjað við ársenda innan 3 ár eftir, at upphavsmaðurin hevur eftirlíkað sín part av avtaluni. Hetta er ikki galdandi, um brúkið byrjar í uppsagnartíðarskeiðnum.

Stk. 2. Tað kann ikki verða vikið frá stk. 1, uttan tá talan er um broyting í tíðarfreistunum.

Avmarking í nýtslurætti í sambandi við avhending

§ 59. Avhending av upphavsrætti gevur ikki tí, sum fær rættin, rætt til at broyta verkið, uttan so, at broytingin er vanlig ella ein sjálvsøgd forteyt fyri nýtsluni.

Stk. 2. Tann, sum fær upphavsrætt til ognar, hevur ikki rætt til at avhenda øðrum rættin, uttan tá víðari avhending er vanlig ella ein sjálvsøgd fortreyt. Hóast slíka avhending hevur tann, sum avhendir, framhaldandi ábyrgdina av, at avtalan við upphavsmannin verður lokin.

§ 60. Landsstýrismaðurin kann áseta neyvari reglur um rættindi og skyldur hjá tí, sum avhendir upphavsrætt ella onnur rættindi, harundir um gjald og eftirlit, og um avmarkingar og freistir, sum tann, sum fær ognarrættin, hevur skyldu at halda seg til.

Serlig áseting um telduforrit

§ 61. Upphavsrætturin til eitt telduforrit, sum starvssettur hevur framleitt í arbeiðstíðini ella eftir ávísing frá arbeiðsgevarara, verður arbeiðsgevarans.

Andlitsmynd

§ 62. Upphavsmaður kann ikki útinna síni rættindi til eina umbidna andlitsmynd uttan við samtykki frá tí, ið bílegði myndina.

Arvur

§ 63. Vanligu reglurnar í arvalóggávuni eru galdandi, tá ið upphavsmaður doyr.

Stk. 2. Upphavsmaður kann í testamenti við bindandi virknaði eisini fyri hjúnafelaga og lívsarvingar vísa á, hvussu upphavsrætturin skal útinnast ella lata øðrum henda rætt at gera ávísing.

Innheinting frá kravánara

§ 64. Rætturin hjá upphavsmanni at ráða yvir sínum verki kann ikki koma undir innheinting hjá kravánara, hvørki rætturin hjá upphavsmanninum ella hjá teimum, sum hava fingið henda rætt við hjúnalagi ella sum arv.

Stk. 2. Kravánari kann heldur ikki innheinta sítt krav í eintaki av verki hjá upphavsmanninum ella hjá tí, sum hevur fingið henda rætt við hjúnalagi ella sum arv, um ætlanin er at gera krav í:

1)   handriti,

2)   plátum, formum ella líknandi, sum nýtt verða at gera listaverk, ella

3)   eintøkum av listaverkum, sum ikki hava verið sýnd fram, boðin til sølu ella á annan hátt eru góðkend at verða almannakunngjørd.

Kapittul 8

Gildistíð

Upphavsrættur

§ 65. Upphavsrætturin stendur við í 70 ár frá ársskiftinum eftir, at upphavsmaðurin doyði. Er talan um verk sambært § 7, verða hesi 70 árini roknað frá fyrsta ársskifti eftir, at tann upphavsmaðurin, ið livdi longst, doyði. Upphavsrættur til filmar stendur tó við í 70 ár frá ársskiftinum eftir, at tann, ið livdi longst av niðanfyri nevndu upphavsmonnum, doyði:

1)   Høvuðsleikstjóri.

2)   Handritahøvundur, harímillum eisini upphavsmenninir til samrøðutekstin.

3)   Tónaskald, um so er, at tónleikurin er skrivaður serliga til filmin.

Stk. 2. Upphavsrætturin til tónlist við teksti, har tekstur og tónleikur eru gjørd serliga til viðkomandi verk, stendur upphavsrætturin við í 70 ár frá ársskiftinum eftir, at tann, ið livdi longst av niðanfyri nevndu upphavsmonnum, doyði:

1)   Rithøvundurin.

2)   Tónaskaldið.

Stk. 3. Verður eitt verk almannakunngjørt, uttan at navn, dulnevni ella annað frámerki er tilskilað, stendur upphavsrætturin við í 70 ár frá ársskiftinum eftir, at verkið var almannakunngjørt. Verður eitt verk almannakunngjørt í pettum, eitt nú í serligum heftum, bindum ella á annan átøkan hátt, verður omanfyri nevnda áramál roknað út fyri hvønn part fyri seg.

Stk. 4. Verður sagt frá, hvør upphavsmaður er samsvarandi § 8, áðrenn áðurnevnda 70-ára tíðarskeið er farið aftur um bak, ella ber til at ásanna, at upphavsmaðurin var deyður, áðrenn verkið var almannakunngjørt, verður gildistíðin fyri upphavsrættin roknað út sambært stk. 1.

Stk. 5. Er talan um verk, ið ikki er almannakunngjørt frammanundan, og er upphavsmaðurin ókendur, stendur upphavsrætturin við í 70 ár frá fyrsta ársskifti eftir, at verkið varð tilevnað.

Framførsla

§ 66. Framførsla sambært § 45, sum er upptikin á tann í § 45, stk. 1, nr. 1 nevnda hátt, kann ikki uttan samtykki frá útinnandi listafólkinum eftirgerast ella gerast tøk fyri almenninginum, fyrr enn 50 ár eru liðin frá framførsluárinum.

Stk. 2. Verður upptøka av framførslu, sambært § 45, stk. 1, nr. 1, sum ikki er ljóðupptøka, útgivin ella almannakunngjørd innan fyri stk. 1 nevnda tíðarskeið, verður gildistíðin fyri verju 50 ár frá tí ári, tá ið verkið fyrstu ferð var útgivið ella almannakunngjørt. Gildistíðin verður roknað frá tí ári, tá ið framførslan fyrstu ferð varð antin útgivin ella almannakunngjørd.

Stk. 3. Verður ljóðupptøka av framførslu, sambært § 45, stk. 1, nr. 1, útgivin ella almannakunngjørd innan fyri stk. 1 nevnda tíðarskeið, verður gildistíðin fyri verju 70 ár frá tí ári, tá ið verkið fyrstu ferð var útgivið ella almannakunngjørt. Gildistíðin verður roknað frá tí ári, tá ið framførslan fyrstu ferð varð antin útgivin ella almannakunngjørd.

Ljóðupptøka

§ 67. Ljóðupptøka sambært § 46 kann ikki uttan samtykki frá framleiðaranum eftirgerast ella gerast tøk fyri almenninginum, fyrr enn 50 ár eru liðin frá upptøkuárinum.

Stk. 2. Verður ljóðupptøka útgivin innan fyri stk. 1 nevnda tíðarskeið, verður gildistíðin fyri verju 70 ár frá tí ári, tá ið verkið fyrstu ferð varð útgivið.

Stk. 3. Verður ljóðupptøka ikki útgivin, men einans almannakunngjørd innan fyri stk. 1 nevnda tíðarskeið, verður gildistíðin fyri verju 70 ár frá tí ári, tá ið ljóðupptøkan fyrstu ferð varð almannakunngjørd.

Myndatøka

§ 68. Myndatøka sambært § 47 kann ikki uttan samtykki frá framleiðaranum eftirgerast ella gerast tøk fyri almenninginum, fyrr enn 50 ár eru liðin frá upptøkuárinum.

Stk. 2. Verður myndatøka útgivin ella almannakunngjørd innan fyri stk. 1 nevnda tíðarskeið, verður gildistíðin fyri verju 50 ár frá tí ári, tá ið verkið fyrstu ferð varð antin útgivið ella almannakunngjørt.

Kringvarpssendingar

§ 69. Er kringvarpssending avmyndað ella tikin upp, sum ásett í § 31, stk. 3, kann hon ikki uttan samtykki frá kringvarpsstøð ella framleiðara eftirgerast ella gerast tøk fyri almenninginum, fyrr enn 50 ár eru liðin frá árinum, tá ið sendingin varð send.

Fotomyndir

§ 70. Rætturin til eina fotomynd stendur við í 50 ár frá ársskiftinum eftir, at myndin varð framleidd.

Vørulisti, dátugrunnur o.a.

§ 71. Verja av framleiðslu av vørulista, dátugrunni v.m. stendur við í 15 ár frá ársskiftinum eftir, at framleiðslan fór fram. Verður framleiðslan gjørd tøk fyri almenninginum í ásetta tíðarskeiðnum, stendur verjan tó við í 15 ár frá ársskiftinum, tá ið framleiðslan fyrstu ferð varð gjørd tøk fyri almenninginum.

Rættindi, tá gildistíðin er liðin

§ 72. Hóast gildistíðin fyri upphavsrættin er endað, kann eitt bókmentaligt ella listaligt verk ikki verða broytt ella almannakunngjørt í ósamsvari við § 3, stk. 1 og 2, um tað hevur við sær brot á mentanarlig áhugamál.

§ 73. Tá ið eitt verk ikki hevur verið givið út áður, og upphavsrættarverjan er endað, hevur tann, ið fyri fyrstu ferð á lógligan hátt almannakunnger ella gevur verkið út, somu peningaligu rættindi til verkið, sum var tann upphavsmaður. Verjan varir í 25 ár, roknað frá árinum eftir, at verkið varð almannakunngjørt ella givið út.

Kapittul 9

Rættarverja

Revsiásetingar

§ 74. Við sekt verður tann revsaður, sum tilætlað ella av grovum ósketni fremur brot á § 1, stk. 3 og 4, § 3, §§ 45-49, § 62 ella §§ 50-52 og § 72.

Stk. 2. Er brot á tær greinir, sum nevndar eru í stk. 1, gjørt við vilja og fyriliggja herðandi umstøður orsakað av, at verk ella eintøk av verkum hava verið endurgivin ella spjadd alment, kann revsingin hækka til fongsul í 1 ár og 6 mánaðir uttan so, at talan er um brot á áseting í revsilógini, sum gevur hægri revsing. Herðandi umstøður eru, um brotið verður framt í vinnuligum høpi, um týðandi nøgd av eintøkum verður framleidd ella spjadd alment, ella um verk verða endurgivin á slíkan hátt, at almenningurin fær atgongd til tey á einum sjálvvaldum staði og til ásetta tíð, sbr. § 2, stk. 3, nr. 1.

Stk. 3. Í kunngerðum, gjørdar við heimild í § 40, stk. 4, § 41, stk. 4 og § 42, stk. 3, kann vera ásett revsing við sekt fyri brot á reglur í hesum kunngerðum.

§ 75. Við sekt verður tann revsaður, sum tilætlað ella av grovum ósketni letur vera við at lata upplýsingar til felagsskap, sum virkar við loyvi frá landsstýrismanninum, sbr. § 40.

§ 76. Tá ið eintøk av verkum ella framleiðslu, sum eru vard sambært hesi lóg ella í kunngerð við heimild í lógini, verða framleidd uttanlands, og ein samsvarandi framleiðsla í Føroyum hevði verið brot á lóggávuna, verður tann revsaður við sekt, sum tilætlað ella av grovum ósketni innflytur slík eintøk til tess at gera tey tøk fyri almenninginum.

Stk. 2. Ásetingin í § 74, stk. 2 er samsvarandi galdandi fyri tilætlað brot á stk. 1.

§ 77. Við sekt verður tann revsaður, sum tilætlað ella av grovum ósketni fremur brot á §§ 53 ella 54. Við sekt verður tann revsaður, sum tilætlað fremur brot á § 56.

§ 78. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært reglunum í kapittul 5 í revsilógini.

Átala

§ 79. Brot, sum eru fevnd av § 74, stk. 1 og §§ 75 og 76, stk. 1, verða átalað av tí, sum hevur verið fyri órætti.

Stk. 2. Er upphavsmaður ikki longur á lívi, kunnu brot á § 3 og ávísing, sum er givin samsvarandi § 63, stk. 2, átalast av eftirsitandi hjúnafelaga, skyldfólki í beinari stígandi ella fallandi ættlegg ella systkjum.

Stk. 3. Er upphavsmaður ikki longur á lívi, kunnu brot á §§ 3 og 51-52 eisini átalast av tí almenna. Tað almenna kann tó einans átala brot á § 3, tá ið talan er um brot, sum ger seg inn á mentanarlig áhugamál.

Stk. 4. Uttan mun til ásetingina í stk. 1 verða brot á § 72 átalað av tí almenna.

Stk. 5. Í kunngerðum, gjørdar við heimild í lógini, kann vera ásettur átalurættur fyri brot á reglur í hesum kunngerðum.

§ 80. Brot, sum er fevnt av §§ 74, stk. 2 og 76, stk. 2, verður átalað eftir áheitan frá tí, sum hevur verið fyri órætti, uttan so at almenn áhugamál krevja átalu.

Endurgjald og samsýning

§ 81. Tann, sum við vilja ella av ósketni fremur brot á áseting, sum er nevnd í §§ 74-76 ella í kunngerð, sum vísir til nevndu ásetingar, skal rinda:

1)   eitt rímiligt viðurlag fyri nýtsluna til tann, sum hevur verið fyri órætti, og

2)   eitt endurgjald til tann, sum hevur verið fyri órætti, fyri tann skaða, sum brotið hevur elvt til.

Stk. 2. Tá ið endurgjald verður ásett sambært stk. 1, nr. 2, verður atlit m.a. tikið at vantandi vinningi hjá tí, sum hevur verið fyri órætti, og órættliga vinningin hjá tí, sum hevur framt brotið.

Stk. 3. Í máli, sum kemur undir stk. 1, kann eisini verða ásett endurgjald til tann, sum hevur verið fyri órætti, fyri ikki-fíggjarligan skaða.

Fyribeining o.a.

§ 82. Við rættarúrskurði kann verða gjørt av, at eintøk, sum eru brot á rættin til verk ella framleiðslu, sum eru vard sambært hesi lóg ella vard í kunngerð, gjørd við heimild í lógini, skulu verða:

1)   tikin aftur frá sølustøðum,

2)   endaliga beind burtur frá sølustøðum,

3)   fyribeind, ella

4)   latin tí, sum hevur verið fyri órætti.

Stk. 2. Stk. 1 er eisini galdandi fyri tilfar, amboð ella líknandi, sum í fyrsta lagi hava verið nýtt til ólógliga framleiðslu ella nýtslu av eintøkum av verkinum.

Stk. 3. Tiltak sambært stk. 1 verður framt uttan samsýning til tann, sum hevur framt brotið, og hevur ikki ávirkan á eitt møguligt endurgjald til tann, sum hevur verið fyri órætti. Tann, sum hevur framt brotið, ber kostnaðin av tiltaki sambært stk. 1 uttan so, at serligar orsøkir tala ímóti.

Stk. 4. Í rættarúrskurði um tiltak sambært stk. 1 skal rætturin hava fyrilit fyri, at tað skal vera lutfall millum vavið av brotinum og boðini um rættartiltak, umframt áhugamálini hjá triðjamanni.

§ 83. Í dómi, har dømt verður sambært §§ 81 og 82, kann rætturin eftir áheitan gera av, at úrskurðurin skal almannakunngerast heilt ella partvís.

Stk. 2. Skyldan at almannakunngera áliggur tí, sum hevur framt brotið. Tann, sum hevur framt brotið, ber kostnaðin, og almannakunngerðin skal verða so eyðsýnd, sum til ber.

Kapittul 10

Gildisøki

§ 84. Lógin er galdandi á føroyskum land- og sjóøki.

Stk. 2. Ásetingarnar um upphavsrætt eru galdandi fyri persónar, sum:

1)   eru búsitandi ella heimahoyrandi í Føroyum,

2)   hava danskan ríkisborgararætt, ella

3)   tá ið skyldan er ásett í millumtjóða sáttmála.

Stk. 3. Ásetingarnar um onnur rættindi eru galdandi fyri:

1)   framførslu, sum hevur verið í Føroyum ella er vard sambært lógini,

2)   ljóð- og myndatøku, vøruskrá, dátugrunn o.a., sum er framleitt í Føroyum av persóni ella av føroyskt skrásettum felagi,

3)   sending, sum er send úr Føroyum ella er framleidd av persóni ella av føroyskt skrásettum felagi.

Stk. 4. Í kunngerð verður ásett, hvussu gildisøki lógarinnar verður víðkað í mun til onnur lond sambært altjóða sáttmálum, sum londini sínámillum hava avtalað.

Kapittul 11

Gildiskoma og skiftisreglur

Gildiskoma

§ 85. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Stk. 2. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 36 frá 6. mai 2013 um upphavsrætt.

Skiftisreglur

§ 86. Loyvi, sum er givið felagsskapi sambært § 40 í løgtingslóg nr. 36 frá 6. mai 2013, missir ikki sítt gildi við gildiskomuni av hesi lóg uttan so, at annað er fyrisett í loyvinum.

Stk. 2. Avtala, sum brúkari av vardum verkum hevur gjørt við felagsskap, sbr. § 42, og sum er í gildi, tá ið henda lóg verður sett í gildi, missir ikki sítt gildi við gildiskomuni av hesi lóg.

Stk. 3. Rættindi, ið eru íkomin, áðrenn henda lóg kemur í gildi, eru framvegis galdandi.

Stk. 4. Mál viðvíkjandi rættindum sambært stk. 3 verða at døma eftir reglum, ið vóru galdandi, tá ið nevndu rættindini íkomu.

Broyting í revsilógini

§ 87. Í lovbekendtgørelse nr. 215 af 24. juni 1939: Straffeloven, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 36 frá 6. mai 2013, verður í § 299 b, nr. 1 ”§ 62, stk. 2” og ”§ 64, stk. 2” broytt til: ”§ 74, stk. 2” og ”§ 76, stk. 2.”

 

 

Í Tinganesi, 30. apríl 2015

 

Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)

løgmaður

 

Lm. nr. 118/2014