Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Samferðslumálaráðið
  • Útgávudagur: 09-05-2008
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2008 A - Hefti 7 A frá 9. mai 2008
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

8. mai 2008Nr. 20

Løgtingslóg um skyldu arbeiðsgevarans at fráboða løntakaranum treytirnar fyri setanarviðurskiftunum

(setanarprógv)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

Lógarøki

§ 1. Henda løgtingslóg er galdandi fyri allar løntakarar, hvørs setanir hava gildi í meira enn ein mánað, og sum í miðal arbeiða meira enn 8 tímar um vikuna. Lógin fevnir ikki um persónar, sum eru fevndir av løgtingslóg um sjómenn.

Stk. 2. Løntakarar eru persónar, sum taka ímóti viðurlag fyri persónligt arbeiði í tænastu fyri onnur.

Stk. 3. Lógin verður ikki nýtt í tann mun, ein líknandi skylda hjá arbeiðsgevaranum at lata løntakaranum upplýsingar um setanarviðurskiftini, er ásett í sáttmála á arbeiðsmarknaðinum.

Stk. 4. Tað kann ikki í avtalu verða vikið frá lógini til bága fyri løntakaran.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann avgera, at løntakarar, sum hava fyrifallandi arbeiði ella arbeiði av serligum slagi, ikki skulu vera fevndir av lógini.

Upplýsingarskylda arbeiðsgevarans

§ 2. Arbeiðsgevarin skal lata løntakaranum allar upplýsingar um allar treytir av størri týdningi fyri setanarviðurskiftini, heruppií tær upplýsingar, sum eru nevndar í stk. 2, nr. 1-10. Upplýsingarnar skulu verða latnar í seinasta lagi ein mánað eftir byrjanina av setanini. Hevur løntakarin ikki frá byrjanini av setanini eina miðal arbeiðstíð um vikuna, sum er meira enn 8 tímar, fær arbeiðsgevarans upplýsingarskylda virknað, tá løntakarin innan fyri seinastu 4 vikurnar hevur havt eina miðal arbeiðstíð um vikuna, sum er meira enn 8 tímar.

Stk. 2. Arbeiðsgevarans upplýsingarskylda fevnir um í minsta lagi hesar upplýsingarnar:

1)   Navn og adressa arbeiðsgevarans og løntakarans.

2)   Hvar arbeiðsstaðið er ella, um einki fast arbeiðsstað er ella einki stað er, har arbeiðið í høvuðsheitum fer fram, upplýsing um, at løntakarin arbeiðir ymsa staðni, og um høvuðssæti ella arbeiðsgevarans bústað.

3)   Lýsing av arbeiðinum ella starvsheiti, tign, yrki ella slag av arbeiði.

4)   Nær setanin byrjar.

5)   Hvussu leingi setanin væntandi varar, har talan ikki er um tíðaróavmarkaða setan.

6)   Rættindi løntakarans viðvíkjandi rindaðari feriu, heruppií um tað verður rindað løn í sambandi við feriu.

7)   Longd á uppsagnarfreist hjá løntakaranum og arbeiðsgevaranum ella reglurnar um hetta.

8)   Galdandi ella avtalað løn, sum løntakarin hevur rætt til, tá arbeiðið byrjar, og ískoyti og aðrir lønarpartar, sum ikki eru uppi í hesum, t.d. pensjónsgjald og kostur og innivist. Harumframt skal upplýsast, nær lønin verður útgoldin.

9)   Vanlig daglig arbeiðstíð ella um vikuna.

10) Hvørjir sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum ella avtalur regulera arbeiðsviðurskiftini. Tað skal upplýsast, hvørjir sáttmálapartarnir ella avtalupartarnir eru.

Stk. 3. Upplýsingarnar kunnu latast í fylgjandi skjølum:

1)   skrivligari váttan, sum inniheldur upplýsing um allar týðandi treytir fyri setanarviðurskiftunum, undantikið tær upplýsingar, sum møguliga eru latnar í einum av teimum í niðanfyri nr. 2- 4 nevndu skjølum,

2)   einum skrivligum sáttmála,

3)   einum setanarbrævi, ella

4)   einum ella fleiri øðrum skjølum, treytað av, at í minsta lagi eitt av hesum inniheldur allar upplýsingar, nevndar í stk. 2, nr. 1- 4, 8 og 9.

Stk. 4. Undantikið tær upplýsingar, sum eru nevndar í stk. 2, nr. 1- 5, umframt 10, verður skyldan at upplýsa løntakaran um tær týðandi treytirnar fyri setanarviðurskiftunum mett at verða lokin, um tað í teimum skjølum, sum eru nevnd í stk. 3, verður víst til lógir, fyrisitingarligar ásetingar, ásetingar í viðtøkum ella í sáttmálum á arbeiðsmarknaðinum, sum eru galdandi fyri viðkomandi viðurskifti.

Útstationeraðir løntakarar

§ 3. Skal løntakarin arbeiða í einum ella fleiri øðrum londum, og skal hann arbeiða har longur enn ein mánað, skal tað ella tey í § 2, stk. 3 nevndu skjøl verða løntakaranum í hendi, áðrenn hann fer av stað. Umframt tær upplýsingar, sum skulu latast løntakaranum eftir § 2, stk. 1 og 2, skal skjalið ella skjølini fyri útstationeraðar løntakarar í minsta lagi innihalda fylgjandi ískoytisupplýsingar:

1)   hvussu leingi arbeiðið í útlandinum varar,

2)   tað gjaldoyra, lønin verður útgoldin í,

3)   í givnum føri teir fyrimunir í kontantum og naturalium, sum arbeiðið í útlandinum hevur við sær,

4)   í givnum føri treytirnar hjá løntakaranum at fara aftur til heimlandið, og

5)   um tað eru tikin stig til at gera neyðugar váttanir í sambandi við útstationeringina.

Stk. 2. Viðvíkjandi upplýsingum, sum eru fevndar av stk.1, nr. 2 og 3, kunnu tær verða latnar í tí ella teimum í § 2, stk. 3 nevndu skjølum við tilvísing til tær lógir, fyrisitingarligu ásetingar, ásetingar í viðtøkum ella í sáttmálum á arbeiðsmarknaðinum, sum eru galdandi fyri viðkomandi viðurskifti.

Broytingar í setanartreytunum

§ 4. Arbeiðsgevarin skal í sambandi við eina og hvørja broyting av teimum í § 2, stk. 1 og 2 og § 3, stk. 1 nevndu viðurskiftum skjótast gjørligt og í seinasta lagi 1 mánað eftir tann dag, tá broytingin fær gildi, geva løntakaranum skrivlig boð um hetta. Hetta er ikki galdandi, um orsøkin til broytingina eru broytingar í teimum lógum, fyrisitingarligu ásetingum, ásetingum í viðtøkum ella í sáttmálum á arbeiðsmarknaðinum, sum arbeiðsgevarin eftir § 2, stk. 4 ella § 3, stk. 2 kann vísa til.

Um upplýsingarskyldan ikki verður hildin

§ 5. Spurningurin, um arbeiðsgevarin hevur hildið upplýsingarskylduna eftir lógini, verður avgjørdur av Vinnukærunevndini.

§ 6. Hevur arbeiðsgevarin ikki hildið upplýsingarskylduna, kann løntakarin fáa eitt viðurgjald við dómstólarnar. Viðurgjaldið, sum fyri tann einstaka ikki kann verða hægri enn løn í 13 vikur, verður ásett við atliti at umstøðunum í málinum, heruppií um vantandi upplýsingin í ítøkiliga førinum hevur havt týdning fyri løntakaran. Viðurgjaldið kann, um tað eru tyngjandi umstøður, hækkast til løn í 20 vikur.

Stk. 2.Viðurgjaldið kann hægst vera 1.000 kr., um vantandi upplýsingin er umberandi og annars ikki í ítøkiliga førinum hevur havt týdning fyri setanarviðurskiftini.

Ígildiskoma

§ 7. Henda løgtingslóg fær gildi 1. juni 2008, og hevur virknað fyri avtalur um setanarviðurskifti, sum verða gjørdar 1. juni 2008 ella seinni.

Skiftisskipan

§ 8. Viðvíkjandi avtalum um setanarviðurskifti, sum eru gjørdar áðrenn 1. juni 2008, og sum framvegis hava gildi eftir 1. juni 2008, hevur arbeiðsgevarin skyldu til eftir áheitan frá løntakaranum í seinasta lagi 2 mánaðir eftir áheitanina at lata løntakaranum tær upplýsingar, sum løntakarin ikki frammanundan hevur fingið skrivliga viðvíkjandi teimum í § 2, stk. 1 og 2, nr. 1- 10 nevndu viðurskiftum, í givnum føri við ískoyti við upplýsingum um tey í § 3, stk. 1, nr. 1-5 nevndu viðurskifti.

 

 

Tórshavn, 8. mai 2008

 

Jóannes Eidesgaard (sign.)

løgmaður

/ Bjørt Samuelsen (sign.)

 

Lm. nr. 177/2007