16. mars 2015Nr. 14
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um apoteksverkið og heilivág
(Heimild at loyva tannrøktararum at umbiðja forskriftaskyldugan heilivág)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 104 frá 5. september 1988 um apoteksverkið og heilivág, sum broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 8. mai 1991 og løgtingslóg nr. 40 frá 6. mai 2014, verður § 17, stk. 2, litra b) orðað soleiðis:
”b) tá ljósmøður, heimasjúkrarøktarfrøðingar og tannrøktarar biðja um heilivág, sum forskrift krevst til, til nýtslu í yrki teirra.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 16. mars 2015
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 71/2014