Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
13. desember 2005Nr. 137
Løgtingslóg um at veita stuðul til íløgur í infrakervið á útoyggjum
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað av árligu játtanini á fíggjarlógini og eftir umsókn at veita kommunum stuðul til íløgur í infrakervið í Fugloy, Svínoy, Mykinesi, Kalsoy, Hesti, Koltri, Skúvoy og Stóru Dímun.
Stk. 2. Harumframt verður landsstýrismanninum heimilað í leypandi fíggjarári at geva tilsagnir um, at stuðul verður veittur av árligu játtanini í tveimum fylgjandi fíggjarárum. Upphæddin, sum tilsøgn verður givin um, skal í hvørjum 1. ella 2. fylgjandi fíggjarári ikki fara upp um játtaðu upphæddina í leypandi fíggjarárinum.
§ 2. Landsstýrismanninum verður heimilað at veita stuðul til íløgur í infrakervið til byggi- og løguarbeiði viðvíkjandi samferðslu og samskifti og byggi- og løguarbeiði til vinnulig, mentanarlig, ítróttarlig og onnur endamál, innanfyri karmarnar í § 50 í Kommunustýrislógini.
Stk. 2. Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta nærri reglur um, hvussu stuðulin verður umsitin, hvat stuðul verður veittur til, treytir fyri at fáa stuðul og um afturgjald av útgoldnum stuðli.
§ 3. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2006.
Tórshavn, 13. desember 2005
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Bjarni Djurholm (sign.)
Lm. nr. 32/2005