Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Løgmansskrivstovan
  • Útgávudagur: 10-06-1993
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

10. juni 1993Nr. 133

Løgtingslóg um innlit í fyrisitingina, sum broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 8. mai 2001

Kap. l.

Lógarøkið

§ 1. Lógin er galdandi fyri alt virksemið hjá almennu fyrsitingini undir heimastýrinum, jbr. tó §§ 2 og 3.

Stk. 2. Lógin er eisini galdandi fyri interkommunalar felagsskapir.

Stk. 3. Landsstýrið kann áseta reglur um, at lógin skal verða galdandi fyri nærri ásett feløg, stovnar, felagsskapir v.m., sum ikki kunnu roknast til ta almennu fyrisitingina. Hetta er tó bert galdandi, um útreiðslurnar av teirra virksemi í høvuðsheitunum verða rindaðar av landi ella kommunum ella í tann mun, tey við ella sambært lóg hava fingið heimild til at taka avgerð vegna land ella kommunu. Landsstýrið kann herundir áseta nærri reglur um varðveitslu v.m. av skjølum.

§ 2. Fyri mál um setan í starv ella flytan í hægri starv, er bert ásetingin í § 6 galdandi.

Stk. 2. Lóggávumál, herundir játtanarlógir, koma bert undir lógina, tá lógaruppskot er framlagt í løgtinginum.

§ 3. Landsstýrið kann áseta reglur um, at nærri tilskilaðir myndugleikar, málsøkir ella sløg av skjølum, fyri hvørji ásetingarnar í § 7-14 vanliga føra við sær, at áheitan um skjalainnlit kann verða noktað, skulu verða undantikin lógini.

Stk. 2. Landsstýrið kann áseta reglur um, at tað aftaná eitt ávíst áramál skal vera loyvt at gera seg kunnugan við nærri tilskilað skjøl, sum ikki koma undir rættin til skjalainnlit sambært reglunum í hesi lóg.

Kap. 2.

Rætturin til skjalainnlit

§ 4. Ein og hvør kann við teimum undantøkum, sum eru nevnd í §§ 7-14, krevja at fáa høvi til at gera seg kunnugan við skjøl, sum ein myndugleiki hevur móttikið ella gjørt sum liður í fyrisitingarligari saksviðgerð í samband við virksemi myndugleikans. Ein myndugleiki kann geva loyvi til skjalainnlit í størri mun, um ikki annað fylgir av reglum um tagnarskyldu v.m.

Stk. 2. Hann, hvørs persónligu viðurskifti eru umtalað í einum skjali, kann við teimum undantøkum, ið nevnd eru í §§ 7-11 og § 14 krevja, at fáa høvi til, at gera seg kunnugan við upplýsingarnar. Hetta er tó ikki galdandi í tann mun tey fyrilit, ið nevnd eru í § 13, ella umhugsni fyri honum sjálvum, ella øðrum, avgjørt talar ímóti hesum.

Stk. 3. Áheitan sambært stk. 1 og 2 skal skila til tey skjøl ella tað mál, sum viðkomandi ynskir at gera seg kunnugan við

§ 5. 1) Rætturin til skjalainnlit fevnir um

1)   øll skjøl, ið viðvíkja málinum, herundir makaskjøl av teimum skjølum, sum eru send frá myndugleikanum, tá skrivini mugu haldast at vera komin fram til móttakaran, og

2)   innføringar í journalir, skráir og aðrar skrásetingar viðvíkjandi skjølum í avvarðandi máli.

Stk. 2. Rætturin til skjalainnlit fevnir ikki um skráir ella aðrar skipaðar skrásetingar, har sum nýtt verður edv, tó burtursæð frá skrásetingum, sum nevndar eru í stk. 1, nr. 2.

Stk. 3. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um atgongd hjá almenninginum at kunna seg við upplýsingar í edv-skráum v.m., ið ikki eru fevndar av lóg um viðgerð av persónsupplýsingum. Herundir kunnu eisini ásetast reglur um gjald.

Skylda at skriva upp v.m.

§ 6. Í málum, har avgerð fer at verða tikin av einum myndugleika, skal myndugleiki, sum munnliga tekur ímóti upplýsingum viðvíkjandi teimum veruligu umstøðunum, ið hava týdning fyri avgerðina í málinum, ella sum á annan hátt er kunnugur við sovorðnar upplýsingar, skriva upp innihaldið av teimum. Hetta er tó ikki galdandi, um upplýsingarnar annars síggjast í skjølunum í málinum.

Stk. 2. Landsstýrið kann fyri nærri ásett fyrisitingarøkir áseta reglur um varðveitslu v.m. av fráboðanum, ið eru gjørdar ella móttiknar við edv.

Stk. 3. Landsstýrið kann áseta reglur um uppskrivingarskyldu viðvíkjandi nærri ásettum bólkum av málum um útinnan av øðrum fyristitingarvirksemi enn nevnt í stk. 1.

Kap. 3.

Undantøk frá reglunum um skjalainnlit

Undantøka av innanhýsis arbeiðsskjølum

§ 7. Rætturin til skjalainnlit fevnir ikki um innanhýsis arbeiðsskjøl. Innanhýsis arbeiðsskjøl eru

1)   skjøl, sum verða gjørd av einum myndugleika til egna nýtslu

2)   brævaskifti millum ymiskar deildir innan fyri sama myndugleika og

3)   brævaskifti millum eitt bý- ella bygdaráð og tess nevndir, deildir og aðrar stovnar ella millum hesar stovnar sínámillum.

§ 8. Rætturin til skjalainnlit fevnir hóast ásetingina í § 7 um innanhýsis arbeiðsskjøl, ið eru til skjals í endaligum líki, tá

1)   skjølini bert endurgeva innihaldið av endaligu støðutakan myndugleikans viðvíkjandi avgerðini í einum máli,

2)   skjølini bert innihalda eina endurgeving av upplýsingum, sum myndugleikin hevur havt skyldu til at skriva upp sambært ásetingini í § 6,

3)   skjølini eru sjálvstøðug skjøl, ið eru gjørd av einum myndugleika fyri at fáa til vega prógvandi ella annan samsvarandi greidleika viðvíkjandi teim veruligu umstøðunum í einum máli, ella

4)   skjølini innihalda almenn stevnumið fyri viðgerðini av ávísum málssløgum.

§ 9. Um sjúkrahúsjournalur er gjørdur um heilsuviðurskiftini hjá einum persóni, hevur hann hóast ásetingina í § 7 rætt til skjalainnlit í journalin.

Stk. 2. Rætturin til skjalainnlit kann tó avmarkast í tann mun áhugi partanna í skjalainnliti má metast at eiga at víkja fyri avgerandi umhugsni fyri partunum sjálvum ella øðrum privatum áhuga málum.

Undantøka av øðrum skjølum

§ 10. Rætturin til skjalainnlit fevnir ikki um

1)   Gerðabøkur hjá landsstýrinum, frásagnir frá fundum millum landsstýrismenn og skjøl, ið verða gjørd av einum myndugleika til nýtslu á sovorðnum fundum.

2)   Brævaskifti millum landsstýrismenn um lóggávu, herundir játtanarlógir.

3)   Skjøl, sum verða send øðrum myndugleika í samband við, at ein myndugleiki hevur skrivarauppgávuna um hendi fyri ein annan myndugleika.

4)   Brævaskifti hjá einum myndugleika við serkøn til nýtslu í rættarmálum, ella tá støða skal takast til møguligt rættarmál.

5)   Tilfar, ið verður útvegað sum grundarlag til gerð av almennum hagtølum ella vísindaligum kanningum.

Fráboðan av veruligum upplýsingum

§ 11. Upplýsingar í skjølum, ið eru umfatað av § 7 og § 10, nr. 1-4, um veruligar umstøður, sum eru av stórum týdningi fyri málið, skulu hóast hesar ásetingar latast í samsvari við vanligu reglur lógarinnar.

Stk. 2. Landsstýrið kann áseta reglur um, at skyldan sambært stk. 1 ikki skal vera galdandi fyri nærri ásettar bólkar av málum um útinnan av veruligum fyrisitingarvirksemi.

Undantøka av upplýsingum

§ 12. Rætturin til skjalainnlit fevnir ikki um upplýsingar um

1)   privatu, herundir fíggjarligu, viðurskiftini hjá einstaklingum,

2)   tøkniligar útbúningar ella mannagongdir, ella um rakstrar- ella vinnuviðurskifti ella líknandi um so er, at tað hevur stóran fíggjarligan týdning fyri tann persónin ella virkið, sum upplýsingin viðvíkir, at áheitanin ikki verður gingin á møti.

Stk. 2. Um bert ein partur av skjalinum kemur undir ásetingina í stk. 1, skal hann verða kunnaður við hin partin av innihaldinum í skjalinum.

§ 13. Rætturin til skjalainnlit kann avmarkast í tann mun tað er neyðugt til verju av munandi umhugsni viðvíkjandi

1)   trygd ella verju ríkisins

2)   uttanríkispolitiskum ella uttanríkisfíggjarligum áhugamálum, herundir viðurskiftini við aðrar tjóðir ella millumtjóða stovnar,

3)   fyribyrging, avdúkan og søkjan at lógarbrotum, revsingarfulgerð og líknandi og verju av ákærdum, vitnum ella øðrum í málum um revsi- ella agasókn,

4)   fremjing av almennum eftirliti, skipanar- ella ráðleggingarvirksemi ella ætlaðum tiltøkum sambært skatta- og avgjaldslóggávuni,

5)   fíggjarligu áhugamálunum hjá tí almenna, herundir fremjing av vinnuvirksemi tess almenna ella

6)   privatum ella almennum áhugamálum, har tað vegna serligar umstøður í hesum føri er neyðugt at dylja málið

Stk. 2. Um umstøður, sum nevndar í stk. 1 bert gera seg galdandi fyri ein part av einum skjali, skal viðkomandi gerast kunnigur við restina av innihaldinum í skjalinum.

Atlitið til tagnarskyldu

§ 14. Skyldan at lata upplýsingar er avmarkað av serstøkum ásetingum um tagnarskyldu, ið eru ásettar við lóg ella við heimild í lóg fyri persónar, ið virka í almennari tænastu ella starvi. Hetta er ikki galdandi viðvíkjandi tí vanligu tagnarskylduni sambært revsilógini, fyrisitingarlógini og tænastumannalóggávuni.

Kap. 4.

Viðgerðin og avgerðin viðvvíkjandi áheitan um skjalainnlit

§ 15. Verður áheitan um skjalainnlit sett fram viðvíkjandi skjølum, ið eru partur av máli, har sum tað er ella fer at verða tikin avgerð av einum fyrisitingar myndugleika, avger hesin myndugleikin, um áheitanin kann verða gingin á møti. Í øðrum førum verður avgerð um skjalainnlit tikin av tí myndugleika, sum hevur skjalið undir hond.

Stk. 2. Avgerðir um spurningar um skjalainnlit kunnu kærast framíhjá til tann myndugleika, sum er kærustovnur viðvíkjandi avgerðini ella viðgerðini annars av tí máli, sum áheitanin um skjalainnlit viðvíkir.

Stk. 3. Landsstýrið kann áseta reglur, ið frávíkja reglunum í stk. 1 og 2.

§ 16. Viðkomandi myndugleiki ger sum skjótast av, um ein áheitan um skjalainnlit kann verða gingin á møti, og um hann, sum er komin við áheitanini skal verða gjørdur kunnugur við skjøl soleiðis, at hann fær høvi til at síggja tey á staðnum ella soleiðis, at hann fær eitt avrit ella makaskjal.

Stk. 2. Er ein áheitan um skjalainnlit ikki gingin á møti ella noktað innan 10 dagar eftir, at viðkomandi myndugleiki hevur móttikið hana, skal myndugleikin boða viðkomandi frá, um orsøkina til hetta, og nær ein avgerð væntandi verður til skjals.

Stk. 3. Landsstýrið ásetir reglur um gjald fyri avrit ella makaskjøl.

Kap. 5.

Gildiskoma, atlitið til aðra lóggávu v.m.

§ 17. Lógin kemur í gildi 1. januar 1994.

Stk. 2. Lógin er ikki galdandi fyri skjøl, sum ein myndugleiki hevur gjørt, ella sum eru komin einum myndugleika í hendi áðrenn 1. januar 1994. Upplýsingar um veruligar umstøður, ið eru at finna í tílíkum skjølum, eru tó umfataðar av rættinum til skjalainnlit sambært reglunum í hesi lóg, um so er, at skjølini eru komin til eitt mál, sum er ella hevur verið til viðgerar hjá einum fyrisitingarmyndugleika aftaná nevnda dag, og upplýsingarnar eru ella hava verið av týdningi fyri málið ásetingin í § 8, nr. 4 er galdandi fyri skjøl, ið verða nýtt aftaná, at lógin er komin í gildi. Ásetingin í § 9 er galdandi fyri skjúkrahúsjournalar, ið eru gjørdar aftaná, at lógin er komin í gildi, og er eisini galdandi fyri tað, sum er skrivað í verandi journalar aftaná, at lógin er komin í gildi. Høvið til skjalainnlit sambært § 1, stk. 2 er ikki galdandi fyri skjøl, ið eru gjørd av ella eru komin til tey í ásetingini nevndu feløg, stovnar, felagsskapir v.m., áðrenn lógin er komin í gildi.

Stk. 3. Ásetingar í øðrum lógum um høvi til at kunna seg við skjøl hjá almennu fyrisitingini vera í gildi, hóast tær geva teprari rætt til skjalainnlit enn henda lóg.

 



1) Broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 8. mai 2001.