21. september 2017Nr. 132
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald
(Rætting av nummari á grein)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 92 frá 6. juni 2017 um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald verður í § 1, nr. 1 ”Aftan á § 3 b.” broytt til: ”Aftan á § 3 c.” og ”§ 3 c.” verður broytt til: ”§ 3 d.”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 21. september 2017
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 12/2017